mikudagur 23. mars 2005síða 26
‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 57 - 23. mars 2005
Tað, sum hevur ser-
merkt Sandoy Sea-
food, er, at felagið
hevur torað at
bjóðað seg fram í
kappingini um
upsan, samstundis
sum hetta hevur
skapt nógv fiska-
arbeiði í Sandoynni
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Fiskavirkini hjá Sandoy
Seafood í Sandoynni
hava staðið stongd í eina
tíð, meðan roynt hevur
verið at byggja upp eitt
nýtt grundarlag undir fe-
lagnum, sum var komið
í fíggjarliga trongstøðu.
Til gleði og gagns fyri
tey, sum starvast á hes-
um virkjum og Sand-
oynna sum heild, er nú
eydnast at skapa neyð-
uga grundarlagið aftur,
soleiðis at framleiðslan
á virkjunum nú er farin í
gongd aftur.
Eins og undanfarin ár,
verður aftur arbeiði til
eini 40 fólk fólk í salt-
fiskinum á virkinum á
Sandi og eini 60 fólk í
flakaframleiðsluni
í
Skopun.
Tað hevur sum heild
gingið striltið hjá før-
oysku fiskaframleiðar-
unum
seinastu
tvey
árini, og serliga í fjør
høvdu nógv virkir vána-
lig úrslit. Tøl sum 25-30
miljónir krónur í saml-
aðum undirskoti hava
verið frammi, og tað er
nógv, tá ið hetta er pen-
ingur, sum restar í.
Størsti parturin av rá-
vøruni hjá virkjunum í
Sandoynni hevur verið
upsi. Upsin hevur sum
heild verið rættiliga
smáfallandi
seinastu
árini og tískil lutfalsliga
dýrur at arbeiða. Á hin-
ari síðuni hava skip og
fiskimenn fingið lítlan
prís fyri veiðina.
Tað, sum tó hevur ser-
merkt Sandoy Seafood,
er, at felagið hevur torað
at bjóðað seg fram í
kappingini um upsan,
samstundis sum hetta
hevur skapt nógv fiska-
arbeiði í Sandoynni.
Skipini, Eysturbúgv-
in,
Nornagestur
og
Kolumbus, hava mest at
kalla burtur av lagt veið-
ina upp í oynni, og hevur
Sandoy Seafood við
hesum verið við til at
lætt um trýstið á før-
oyska upsamarknaðin,
nú fiskiskapurin hevur
verið so góður, og nógv-
ur upsi hevur verið á
marknaðinum.
Nú Sandoy Seafood er
sanerað og endurreist
við nýggjum partapen-
ingi, eru útlit til, at
raksturin verður eitt
sindur lættari.
Fiskaframleiðsla sum
heild er á einum vega-
móti við harðari kapping
úr láglønarlondum, har
tað eru onnur enn vit,
sum stýra útboðnum.
Neyðugt er alla tíðina er
at gerast betur og effek-
tivari.
Tað er tó gleðiligt, at
tað enn eru fólk, sum
trúgva upp á, at tað ber
til at hava eina saltfiska-
og flakaframleiðslu í
Føroyum – eisini í Sand-
oynni, har fiskavirkini
hava so stóran týdning
fyri trivnaðin í oynni.
Fiskavirkini
í Sandoynni
sanerað og
endurreist
Marner Lisberg
heldur, at áhugin fyri
upsavørum sum heild
er veksandi aftur í
Evropu, nú so nógvur
upsi fer eystureftir.
Somuleiðis eru útlit
til, at marknaðurin
fyri saltaðum upsa-
vørum í eitt nú
Brasiliu og Karibiu er
veksandi aftur
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Hósdagin í næstsíðstu lótu
virkini í Sandoynni upp-
aftur eftir at hava verið
stongd seinastu vikurnar.
Nevndarformaður
í
Sandoy Seafood er Marner
Lisberg. Hinir nevndar-
limirnir í felagnum er Egil
Olsen, Kjartan Mohr og
Bjarki Magnussen. Stjóri er
framhaldandi
Magnus
Jespersen, men aftrat sær
sum framleiðslustjóra hev-
ur hann fingið Andreas F.
Hansen, sum hevur sæti á
virkinum í Skopun.
Andreas F. Hansen hevur
eitt nú verið stjóri á Faroe
Seafood í Fraklandi.
Salta og frysta
Marner Lisberg sigur, at
síðan virkini lótu uppaftur,
hevur verið arbeitt bæði á
Sandi og í Skopun. Fram-
leiðslan á Sandi er salt-
fiskur, og í Skopun verður
fiskurin
framhaldandi
flakaskorin og frystur.
Marner Lisberg, nevndarformaður í Sandoy Seafood:
– Vit vænta at upsam
Andreas F. Hansen, fram-
leiðslustjóri
- Høvuðsgrundarlagið
undir rávørutilgongdini
hjá Sandoy Seafood
hevur verið upsin, sum
teir tríggir trolararnir,
Eysturbúgvin, Norna-
gestur og Kolumbus, hava
fingið
Mynd: Edvard Joensen