Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-23, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. mars 2005síða 26

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 58 - 24. mars 2005 Samkoman Lívdin í Hoyvík skipar páska- dag fyri serstøkum møti við framsýning, filmi og drama PÁSKAMØTIR Snorri Brend Hoyvík: Tey, sum páskadag fara á møti í Lívdini fáa eitt serstakt møti henda hátíðardagin. Tema fyri møtið er sjálvandi deyði og uppreisn Kristusar. Men hesaferð hevur ein valt at gera eitt sindur meiri burturúr møtun- um. Tvey møtir eru á skránni henda dagin. Meðan ein við fyrra møtið fer at hava drama á skránni, verður seinna møtið merkt av filmi og eini málninga- framsýning. Málningar úr filmi Á fyrra møtinum í samkomuni, sum byrjar kl. 10:30 verður drama fyri børnunum. Tað eru ungfólk úr PVE-eftir- skúlanum í Damark, sum í løtuni eru í Føroyum, ið fara at fram- føra henda dramaleikin. Á hesum møtinum fer eisini Jógvan Zachariassen at tala. Eftir ein styttri steðg verður síðani farið til seinna møtið henda dagin. Á hesum møtinum, sum byrjar kl. 12 verða m.a. brot úr film- inum "The passion of the Christ" víst. Í samband við hetta fer Anna Háberg at hava nakrar hugleiðingar um líðing Kristusar. Samstundis við møtið verður eisini ein framsýning av máln- ingum. Í hølinum verða nevni- liga málningar eftir Hedvig Jóhansdóttur at síggja. Hedvig hevur nýtt filmin "The passion of the Christ" sum íblástur til málningar og blýants- tekningar sínar. Undanfarin ár hevur páskastevnan verið í ítróttarhøllini á Skála. Í ár verður hon hildin í Kelduni á fyrsta sinni. - Vit ynskja at reisa upp Guds kvinnur og menn at taka andaliga ábyrgd í landi okkara, sigur Pauli Høj, leiðari í samkomuni KRISTILIG TILTØK Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Skálafjørður: Hjørdis Petersen verður fyrsti talarin, tá árliga páskastevnan hjá Kelduni byrjar í annaðkvøld. Tað hevur verið siður í mong ár at hava slíkar páskastevnur í Havn og á Skála. Men nú sam- koman í Kelduni tók tann nýggja bygningin í nýtslu í fjør, verður hann nú karmur um páskastevn- una í ár. Á páskastevnuni verður luttøka ymsastaðni frá í Føroyum. Dent- ur verður nevniliga lagdur á at nýta føroyskar samkomuleiðarar og aðrar góðar og framstandandi talarar úr okkara egna landi. - Vit trúgva, at henda páska- stevnan fer at reisa Guds menn og kvinnur upp, sum vilja ávirka og taka ábyrgd fyri okkara landi og fólki, sigur Pauli Høj, sum er samkomuleiðari í Kelduni. Út frá hesum er eisini heitið fyri stevnuna tikið "At liva á eggini", sum vísir á ein hátt at liva fyri Harran, so ikki tað humanistiska tíðarrákið skal vinna frama her á landi. Eins og undanfarin ár verður nógv gjørt burtur úr stevnuni. Millum tiltøkini kunnu nevnast morgunmøtir, festmøtir, barna- møtir, familjumøtir, syngið-við- kvøld og ungdómskvøld við m.a. drama- og dansiframførslu. Kristnu virðini At Keldan í fjør kundi taka tann nýggja samkomubygningin í brúk, hevur skapt ein hóp av møguleikum fyri tiltøkum í húsinum. Nú ber væl til at skipa fyri eini slíkari stevnu í Kelduni, sum hevur tær allar bestu umstøður- nar at halda eina slíka stevnu, sum skiftir annaðhvørt ár millum høvuðsstaðin og Skálafjørðin. Við páskastevnuni í ár vónar Keldan, at kunna kveikja lív og íblástur í samkomulívið í Føroyum. – Á henda hátt er endmálið at verða til uppbyggjan og endur- nýggjan fyri øll trúgvandi. – Okkara bøn er tí at vit skulu síggja menniskju frelst, grødd og loyst, soleiðis at tey kunnu fara í tænastu fyri Harran, sigur Pauli Høj. Gjøgnum boðanina á páska- stevnuni er ætlanin at vísa á, at okkara land skal verða ein fyrimynd, har tey kristnu virðini og kristnu sannleikarnir ganga fram. – Soleiðis kunnu vit, sum ein lítil tjóð, eisini vera við til at ávirka aðrar størri tjóðir kring okkum, verður sagt. Møti og málningar í einum Hedvig Jóhansdóttir hevur fingið íblástur til fleiri málningar og tekningar úr filminum "The passion og the Christ". Nakrar teirra fer hon at vísa fram á møtinum í samkomuni Lívdini páskadag Fyrsta páskastevnan í Skálafirði Barnamøtir: Í meðan foreldrini eru á festmøti, fara børnini á barnamøti. Barnamøti byrjar eina løtu eftir at festmøti er byrjað.Ymiskar samkomur skipa fyri dansi, drama, søgum og sangi. Morgunmøtir: Kl. 10.30 eru morgunmøtir við talara og sangluttøku. Síðan er ein stuttur kaffisteðgur, til næsta møti byrjar kl. 12 Konsert: Langa fríggjakvøld er konsert kl. 21.30. Luttakandi bólkar eru Torkil Mørkøre, Magni Christiansen, Credo og Heine Lützen. AWAKE XL: Leygarkvøldið er ungdómskvøldið burturav. Dansibólkar, drama, lovsangur, Direct Level og ein radikalur boðskapur. Syngið við: Sunnukvøldið kl. 21.30 er eitt tiltak fyri øll - vit njóta nakrar av teimum góðu gomlu slagarunum. Forsangarar eru m.a. Finnur Hansen, Petur Hans Hansen og Lisa Frederiksberg. Familjumøti: Familjumøti er leygardagin kl. 15.30. Hetta er møti fyri alla familjuna. Tiltøk á páskastevnuni Nýggi samkomubygningurin í Skálafirði hevur longu staðið sína roynd við mong ymisk tiltøk. Nú verður hann á fyrsta sinni karmur um páskastevnuna Nógvur tónleikur er á skránni til páskastevnuna í ár. Eisini her eru hentleikarnir hjá sangarum og tónleikarum teir bestu