Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-23, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. mars 2005síða 27

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nevndarformaðurin sig- ur, at lítið av fiskaarbeiði var á virkinum á Sandi í fjør, tí lítil og eingin toskur hevur verið at fingið, og marknaðurin fyri saltaðan upsa hevur verið vánaligur. - Toskurin bleiv meira ella minni burtur úr fiski- skapinum hjá skipunum og tann fiskur, sum kortini hevur verið á marknaðin- um, hevur verið dýrur at fingið hendur á. Hann sigur, at marknað- urin fyri saltaðan upsa hevur verið vánaligur, eitt nú tí, at kreppa hevur verið í Brasiliu, har Sandoy Sea- food hevði ein marknað fyri sínar vørur. - Men marknaðurin broytist alla tíðina, og nú gongur betur í Brasiliu. Tí meta vit, at ein ávísur møguleiki er fyri, at landið aftur verður áhugavert í hesum sambandi. Sama er við Karibiu, sum eisini hevur keypt saltaðan upsa. Marner leggur dent á, at hann er ikki framleiðslu- leiðari og ikki framleiðslu- kønur í Sandoy Seafood, men hann heldur, at tað sær heldur betur út við mark- naðinum fyri saltaðan upsa. - Vit kenna framleiðsluna og vita, hvat hesi londini vilja hava. So, vit vænta, at her verður okkurt at heinta hjá okkum, sigur hann. Áhugi fyri upsa Marner heldur, at áhugin fyri upsavørum sum heild er veksandi aftur í Evropu, nú so nógvur upsi fer eystureftir. - Russar eru farnir at keypa nógvan upsa, sum teir vilja hava heilan, tí fiskurin er bíligari at fram- leiða í Ruslandi enn her um okkara leiðir. Hetta merkir so aftur, at minni upsi verð- ur á evropeiska marknað- inum, sum aftur væntandi fer at føra til størri eftir- spurning – og harvið eisini betri prís fyri upsavørur. Hann ásannar tó, at upsin verður seldur á marknað- inum í harðari kapping við eitt nú alaska pollock, nú dollarin er so lágur. - Eg dugi ikki at síggja, at upsaprísirnir kunnu fella uppaftur meira. Nú er bert ein vegur, og tað er upp- eftir. Fæst ikki meira fyri upsan, nú so lítil toskur er uppi í veiðini, verður einki grundarlag undir skipunum heldur, sigur Marner. Ein stórur partur av framleiðsluni, sum virkað verður í Skopun, verður seld til Týsklands og Fraklands. Útróðurin týdning Spurdur, hvønn týdning út- róðurin í Sandoynni hevur, sigur Marner Lisberg, at tá ið hampiligur útróður er, ger hesin fiskurin góðan mun í framleiðsluni. - Men nú so lítil toskur er at fáa, er útróðurin yvir- høvur slakur. Hann vísir á, at bátar, sum royna á Norðhavinum, hava latið illa at, og tá ið hetta er í bestu vártíð, bendir mangt á, at toskurin ikki er best fyri í løtuni. Nevndarformaðurin vísir á, at høvuðsgrundarlagið undir rávørutilgongdini hjá Sandoy Seafood hevur verið upsin, sum teir tríggir trolararnir, Eysturbúgvin, Nornagestur og Kolumbus, hava fingið. - Vit vóna, at hesi skip framhaldandi verða høv- uðsgrundarlagið undir rá- vørutilgongdini hjá virkj- unum í Sandoynni, sigur Marner Lisberg at enda. Nr. 57 - 23. mars 2005 27 marknaðurin fer at batna Minni skuld - betri útlit FISKIVINNA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Fyrr í ár eydnaðist Sandoy Seafood at fáa í lag avtalu við lánveit- arar um eina loysn, soleiðis at felagið kundi koma burtur úr fíggjar- ligu kreppuni, eftir at raksturin hevur givið hall seinastu tvey árini. Tríggjar miljónir krónur í partapeningi vóru í felagnum, men hesin peningur er nú skrivaður niður á null. 4,5 miljónir krónur í nýggjum partapeningi eru teknaðar, og eins og frammanundan er Detla Seafood høvuðsparta- eigari. Arbeiðarafeløgini og Vinnugrunnurin á Sandi áttu áður í felag- num, men tey eru ikki við longur. Nýggir partaeigarar eru P/F Nr. 14, sum Poul Mohr eigur, skip- ini í Sandoynni, Eystur- búgvin, Nornagestur og Kolumbus, P/F Vestur- vón, nakrir smærri eig- arar og fiskasølur. 2,5 miljónir krónur av stuttfreistaðu skuldini er lagt um til ábyrgdar- pening, og langfreistaða skuldin er niðurskrivað úr stívliga 18 miljónum krónum niður í 9 miljónir krónur. Sandoy Seafood hev- ur havt stóran týdning fyri Sandoynna, tí øll árini síðan 1997 hevur virkið goldið millum 20 og 25 miljónir krónum í lønum um árið. Góðar vónir – Eg vóni, at hetta fer at ganga, og tað vænta hinir parteigararnir sjálvsagt eisini, sigur nevndarformaður, sum er fegin um tann góða vilja, sum lánveitari og parteigarar hava víst felagnum í truplu støð- uni, sum var íkomin. Marner Lisberg sigur, at nú lánsbyrðan er minni, skuldi raksturin av virkseminum verður lættari. - Vit fara øll at gera okkara best fyri, at virk- seminum á virkjunum í Sandoynni nú verður lív lagað, sigur nevndar- formaðurin. Marner Lisberg, nevndarformaður í Sandoy Seafood