Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-23, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. mars 2005síða 27

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 58 - 24. mars 2005 27 - Eg havi gingið á møti síðani eg var smádrongur, og tí hava hesar ung- dómsstevnurnar líkasum verið ein partur av tí, sigur Leif Jacobsen úr Klaksvík. Hann var ein av 500 øðrum á hesi stevnuni, sum varð hildin fyrr í hesum mánaðinum KRISTINLÍV Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Ebenezer, Havn: Uttan fyri hoyrist ikki ljóð, men komin inn um høvuðsdyrnar hoyrir tú tað beinanvegin: Ljóði frá hundrað- tals ungum røddum sum syngja lovsang til Guds. Tær nýtist bert at ganga eftir ljóðinum, fyri at finna øll hesi fólkini. Inni í stóra møtisalinum í erva er heldur myrkt inni, men tú sær greitt, at her eru í hópatali av ungum fólkum savnaði. Og tey syngja. Fremst í salinum er ein stór- skíggi, har teksturin til ein av sangunum verður vístur. Á palli stendur ein lovsangsbólkur, har ein í bólkinum leiðir fólkið í lovsangin. Tað er ikki smávegis uppgáva at leiða ein so stóran skara sum 500 ungfólk í lovsang. Men tey eru væl fyrireikað, bæði andaliga og tónlistarliga til hetta, og tí rungar lovsangurin í høll hetta leygarkvøldið. Árliga ungdómsstevnan hjá Ebenezer við heitinum "Hvat er lívið?" er í gongd, og ungdómar úr øllum landinum og í øllum aldrum hava hetta vikuskiftið leitað sær til høvuðsstaðin at luttaka. Altíð gingið á møti Millum hesi 500 ungfólkini, sum eru komin á stevnuna eru eini hjún úr Klaksvík, 26 ára gamli maskinsmiðurin, Leif Jacobsen og kona hansara, Mette. Hetta er ikki fyrstu ferð, at Leif er í Havn til slíkar ungdómsstevnur. Hann hevur verið ofta áður á hesum stevnunum, - so ofta, sum tíðin loyvdi tí. - Eg havi gingið á møti síðani eg var smádrongur, og tí hava hesi møtini líkasum verið ein partur av tí, sigur hann, nú umboð fyri Sosialin eru komin á vitjan. Hetta er ein rættiliga stór stevna, sum plagar at ganga uppá skift millum Havnina og Klaks- víkina. Í ár var so stevnan um várið hildin í Havn, meðan klaksvík- ingar fara at bjóða til eina líkn- andi stevnu í Betesda seint í heyst. - Og gongur sum ætlað, so fari eg eisini hagar, sigur Leif. Í Klaksvík er Leif við tá møtir verða hildin í samkomuni Betesda, har hann hevur – og hevur havt - sína vanligu gongd. - Eg plagi at fara á møti sunnumorgun, og onkutíð eisini sunnukvøld. Tað burdi verið meiri, men tað er so tað, sum tað er beint nú, sigur hann. Áhugaverd skrá Luttakararnir á hesi ungdóms- stevnuni koma úr øllum støðum og eru eisini í øllum aldri. Fleiri teirra eru rættiliga ung, men nøkur eldri ung eru eisini til stevnuna - teirra millum Leif. Men hvat er so tað, sum fær hann at koma higar ferð eftir ferð. - Eg veit ikki, tú. Nú byrji eg kanska at verða ov gamal til slíkt, men tað er altíð gott at koma saman soleiðis við øðrum trúgvandi. - Skráin er altíð áhugaverd, og tað er altíð stuttligt at møta nógvum fólki, sum eg kenni frá fyrr av. Og so er tað altíð sera gott at hoyra boðskapin um Jesus. - Tað er slíkt sum ger, at ein ynskir at koma aftur og aftur, sigur Leif. Á Zarepta Hóast Leif ikki er serliga gamal enn, men telist millum tey eldru ungu, so hevur hann kortini fylgst saman við Jesusi í nógv ár. - Eg var faktist 11 ára gamal, tá eg varð trúgvandi. Tað hendi á eini legu á Zarepta, sigur hann. Sum yngri var hann rættiliga ofta á legum og øðrum tiltøkum, sum verða fyriskipað á Zarepta í Vatnsoyrum. Men nú er tað nakað síðani, hann var seinast. - Vónandi kemur tað aftur seinni, tá ein einaferð fær tíð, sigur hann. Nýgiftur Ein stór broyting er hend í lívin- um hjá Leifi, síðani hann var á seinastu ungdómsstevnuni í Havn. Hann er nevniliga vorðin giftur við donsku Mette fyri einum góðum hálvum ári síðani. Mette hevði búð í Føroyum í nøkur ár, og tey møttust í Havn. - Hetta hendi umvegis nakrar felags vinir, og í dag eru vit so gift, sigur Leif og brosar móti konuni, sum situr undir liðini á honum. Fari ikki aftur til Danmarkar Mette hevur búð so leingi í Før- oyum at hon skilir væl føroyskt. Men hví kom hon til Føroyar á sinni? - Eg veit tað faktiskt ikki. Tað var bara so - heilt knappliga fekk eg bara hug at fara til Føroyar, sigur Mette. Hon hevði familju í Suður- oynni, nakað langt úti, men búði so hjá teimum ta fyrstu tíðina, áðrenn hon flutti fyrst til Havnar og síðani til Gøtu. - Íalt havi eg búð í Føroyum í skjótt fimm ár. Nú eri eg so í Klaksvík, har eg havi búð síðani í summar, sigur Mette, sum í løtuni gongur á skúla í Kambs- dali. Hon er sera fegin um at búgva her. Upprunaliga var ætlan hennara bert at verða her í einar fimm mánaðir, men so kom ikki at verða. - Men eg vænti ikki, at eg nakrantíð flyti aftur til Danmark- ar, sigur Mette við einum stórum brosi. Mette hevur stóran áhuga fyri umstøð- unum hjá teimum muslimsku kvinnun- um KRISTINLÍV Snorri Brend Ebenezer: Skráin fyri ungdóms- stevnuna var merkt av nógvum áhugaverdum tiltøkum. Undan stevnuni varð lýst við hesum í bløðunum, har talarar og sangkreftir vórðu sett á til tey ymisku kvøldini. Leygarkvøldið á stevnuni var m.a. missión úti í heimi á skránni, og sum ein serstakan gest høvdu tey hetta kvøldið vitjan av dananum, Kurt Johan- sen, sum umboðar kristnu sjónvarpsrásina SAT 7, sum sendir til allan tann arabiska heimin. Luttakararnir kundu fara til ymiskar áhugatímar, men Mette og Leif vóru millum tey sum ynsktu at hoyra meiri um hesa sjónvarpsrásina. Serliga Mette. Hon gongur í løtuni á miðnámsskúla á Kambsdali og hevur har m.a. skrivað eina upp- gávu um støðuna hjá kvinnum í tí muslimska heiminum. So hetta evnið, við at senda kristiligt sjónvarp til tann arab- iska heimin, hevði tí eisini hennara stóra áhuga. - Eg valdi at skriva hesa upp- gávuna, tí tær muslimsku kvinnurnar eru so undirkúgaðar. Tær hava ikki sjálvar rætt til at velja sína egnu religión, tí tað er maðurin sum avgerð alt. - Eg helt tí, at tað var áhuga- vert at kanna hetta nærri, og tað bleiv so til hesa uppgávuna um tær muslimsku kvinnurnar, sigur Mette. Hon fekk tí helst eisini nógv burtur úr tí, sum umboðsmaðurin fyri SAT 7 hevði at siga hetta kvøldið. – Gott at koma saman við øðrum trúgvandi – Áhugavert evni Leif og Mette Jacobsen hoyrdu til tey eldru ungu á ungdómsstevnuni í Havn. Men tey gleddust kortini um at síggja nógv kend andlit aftur, og vera saman við øðrum trúgvandi Lovsangurin rungaði í møtisalinum, tá 500 ungar røddir stemmaðu í sangin