mikudagur 23. mars 2005síða 28
‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 57 - 23. mars 2005
Felags summarfrítíð í
byggivinnuni
Fleiri
byggifyritøkur
kring
landið hava lýst við, at tær fara
at hava felags summarfrítíð í ár.
Hetta minnir ikki sørt um
ídnaðarferiuna, sum er galdandi
í fleiri europeiskum londum, og
sum - hóast hon kann vera irri-
terandi - eisini lættir um í
tilrættislegging av byggiarbeiði
av ymsum slag.
Fyritøkurnar handan lýsing-
ina, far allar at hava stongt í døg-
unum frá 25. juli til 13. august,
og eru hesar: P/F Articon, P/F
BSV, Sp/f Búsetur, P/F Elmek,
Sp/f El&Tele, P/F Føroya
Termovirki, Sp/f Haldur Vang, J
& K Betong, P/F Løvubetong,
P/F Zacharias Leitisstein, P/F
Atlanticpane, P/F Byggitek, P/F
Demich, P/F Einar Mikkelsen,
P/F Føroya Gluggi, P/F Gutte-
sen & Staksberg, Sp/f Hans
Dam, P/F J & K Petersen og P/F
Vatnsoyra Snikkaravirki
-jm
Oljan ríkar Danmark
Hetta skrivar Føroya Sparikassi
á heimasíðu sínari.
- Í fjør varð útflutningsvirðið
hjá oljuni og heiliváginum heilar
33 mia.kr. Størsta orsøkin til, at
oljan nú telist millum virðis-
mestu útflutningsvørurnar, er, at
prísurin á olju er nógv hækkaður
seinastu mánaðirnar. Kortini
verður ávarað ímóti at festa ov
nógv álita á oljuinntøkur, skrivar
Sparikassin.
- Man kann ikki rokna við
inntøkunum frá olju, tí prísirnir
eru ov óstøðugir, sigur Jens
Brendstrup fra HTS, ið er høv-
uðsfelagsskapurin hjá vinnu-
greinunum handil, flutningur og
tænasta.
-jm
Framvegis punktgjald
á ávísar hvítvørur
Landsstýrið hevur nú borið eitt
uppskot í Løgtingið, har lagt
verður upp til, at fleiri punkt-
gjøld á el-lutum skulu strikast
frá 1. apríl at rokna. Meiningin
er, at inntøkurnar, ið landskassin
missir við strikaðu punktgjøld-
unum á el-lutum, skulu koma
inn aftur við avgjøldum á søt-
meti.
Punktgjøldini hvørva tó ikki
heilt, tí lógaruppskotið fevnir
bert um ein kapittul í toll- og
vøruskránni.
Tað merkir, at meðan punkt-
gjaldið á eitt nú sjónvørpum og
komfýrum verður strikað, so
verður punktgjald framvegis á
vaskimaskinur og turkitrumlur.
Ein onnur avleiðing av nýggja
lógaruppskotin-um er, at meðan
punktgjaldið á perur hvørvir, so
verður framvegis punktgjald á
lampur.
www.sparikassin.fo
Kina hólvar øll av
Samstundis,
sum
føroyska
flakavinnan er í náðileysari
kapping við kinversku flaka-
vinnuna, eru eisini aðrar vinnur
kroystar av bíligu framleiðsluni í
Kina. Klædnaframleiðarar í
heimsins fólkaríkasta landi eru
nevniliga í ferð við at vinna alla
kappingina í klædnavinnuni.
Dagens Næringsliv skrivar, at
í kinverska býinum Datang
verða níggju milliardir sokkar
gjørdir hvørt ár. Tað merkir, at
ein triðingur av heimsins sokk-
um koma úr Datang. Hvønn
tíma fara eisini 35.000 nýggj
slips úr framleiðsluhøllunum í
býinum og til útflutnings.
Orsøkin til, at Kina tekur seg
fram á hesum økinum júst nú, er,
at á nýggjárinum vórðu klædna-
kvoturnar hjá landinum burtur-
beindar. Úrslitið er, at mongdir-
nar av klæðum úr Kina eru stór-
liga øktar, og prísirnir eru nógv
lækkaðir.
Bæði ES og USA umhugsa at
seta í verk tiltøk fyri at avmarka
kinverska klædnaútflutningin til
europeiska
og
amerikanska
marknaðin. Sambært blaðnum
Asian Wall Street Journal eru
myndugleikarnir í Kina sinnaðir
at tosa um, hvørji sjálvboðin
tiltøk landið kann fremja til tess
at sleppa undan umfatandi
revsitiltøkum móti kinverska
búskap-inum.
www.sparikassin.fo
Enn ein rentuhækking
Í farnu viku var størsta hend-
ingin nettopengastreymurin til
USA. Marknaðurin hevði vænt-
að, at nettopengastreymurin var
kr. 58,5 mia., men rættiliga
óvæntað vísti uppgerðin, at
fluttar vórðu kr. 91,5 mia. til
amerikanska búskapin í januar
mánaði. Væntandi eiga tjóð-
bankarnir í fjareystri bróður-
partin av hesi upphædd. Sostatt
kann sigast, at viðmerkingarnar
frá tjóðbankunum í fjareystri um
at skifta gjaldoyratiltaksgrunnar
sínar úr USD til onnur gjaldoyru
ikki er víst í verki - enn í hvussu
er.
EU-londini hava á fundi sein-
asta vikuskifti slakað krøvini í
stabilitetspaktini eitt sindur, og
hava loyvt størri halli á fíggjar-
lógunum enn áður viðtikið.
Hetta fekk mánadagin renturnar
at hækkað nakað. Væntandi fer
hetta tó bert at hava ein stuttan
virkna.
Eisini hesa vikuna verður tað
USA, sum avger hvat hendir við
evropeisku rentunum. Væntandi
hækkar amerikanski tjóðbankin
rentuna enn einaferð við 0,25% í
kvøld. Meiri áhugavert verður
tó, hvussu tjóðbankin roknar
við, at framtíðin sær út. Væntað
verður, at rentan verður hækkað
nakrar ferðir aftrat, soleiðis at
hon verður minst 3,5% við
árlok. Hetta velst tó um, hvussu
brúkaraprísirnir broytast. Um
framleiðarnir megna at flyta
príshækingarnar til keyparan,
vænta vit, at rentan veður hækk-
að við somu ferð sum nú. Meira
fæst at vita um prísvøksturin í
vikuni.
www.foroyabanki.fo
"What might a world
of high oil prices
mean for the Faroe
Islands?" Tað er
evnið, sum vártingið
hjá Oljutinginum fer
at viðgera
OLJUTING
tíðindaskriv
Á Vártinginum hjá Olju-
tinginum fer Professor Paul
Stevens frá Centre for
Energy,
Petroleum
and
Mineral Law and Policy, á
Universitetinum í Dundee
at halda fyrilestur undir
heitinum, "What might a
world of high oil prices
mean for the Faroe Is-
lands?".
Úti í heimi hava ymisk
viðurskifti ført við sær, at
oljuprísurin á heimsmarkn-
aðinum er støðugt hækk-
aður, soleiðis at miðal-
prísurin higartil í ár hevur
ligið omanfyri 45 dollarar
fyri tunnuna, og fyri stutt-
um setti oljuprísurin met
við at fara uppum 55 doll-
arar fyri tunnuna. Við tí
høga oljuprísinum á heims-
marknaðinum er nevndin í
Oljutinginum fegin um at
hava fingið Professor Stev-
ens at greiða frá hesum sera
viðkomandi evni.
Føroya Kolvetni stuðlar
Vártinginum, og kemur
Nils Sørensen, stjóri, at
greiða frá Føroya Kolvetni
og teirra framtíðar ætlanum
innan oljuvinnuna. Eisini
stuðla Atlantic Airways og
Hotel Hafnia tiltakinum.
Aftaná
fyrilestrarnar
verður høvi hjá áhoyrarun-
um at seta spurningar.
Vártingið verður miku-
kvøldið 30. mars 2005 kl.
19.00 í Listaskálanum.
Seminar
Í sambandi við vitjanina,
fer Professor Paul Stevens
eisini saman við Fíggjar-
málaráðnum at hava semi-
nar fyri búskaparfrøðing-
um, sum starvast í føroysku
aðalráðunum, stovnum og
ráðum v.m. Evnið á tí
seminarinum verður, "How
much of the ‘resource
curse’ debate is relevant for
the Faroe Islands?". 'Re-
source Curse' vísir til bú-
skaparliga ástøðið um at
lond, ið eru rík í náttúru-
tilfeingi ofta ikki hava eins
stóran búskaparvøkstur og
onnur lond, ið ikki hava
nógv náttúrutilfeingi. Við-
gjørt verður í hvønn mun
hetta ástøði er galdandi fyri
Føroyar og búskaparligu
menningina í Føroyum.
Væntandi verður hetta eitt
áhugavert tiltak hjá bú-
skaparfrøðingum og øðr-
um, ið hava áhuga fyri bú-
skaparligu avleiðingunum
av einari møguligari olju-
vinnu umframt samfelags-
búskaparligari
menning
sum heild. Høvið verður
eisini hjá áhoyrarunum at
seta spurningar, og vónar
Professor Stevens at orða-
skiftið verður gevandi.
Oljuprísir og Føroyar
Í sambandi við vitjanina, fer
Professor Paul Stevens eisini
saman við Fíggjarmála-
ráðnum at hava seminar fyri
búskaparfrøðingum