Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-23, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. mars 2005síða 28

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 58 - 24. mars 2005 UMMÆLI Malan Marnersdóttir Skulu vit taka Várframsýningina sum prógv um, hvussu tað er vorðið við listini her á landi, so er hon rættiliga traditionell samanborið við tað, sum tey gera í stórbýunum á evropeiska meginlandinum. Sjálvandi, kundi verið lagt afturat. Men hon er eisini øðrvísi enn vanligar før- oyskar listaframsýniningar. Tað tykist sum at landslagsmyndir, sum lýsa firðir, fjøll og sund, fyribils eru farnar í søguna - tó við onkrum undantaki. Á ársins várframsýning eru málningar, grafiskar myndir, akvarellir, etsingar og fotomyndir umframt standmyndir. Framsýningin er eftir mínum tykki miðal til góðsku, verkini eru sum heild væl úr hondum greidd. Tað besta er eftir mínum tykki, at hon er merkt av skemti og spei. Tað hava Sigrun Gunnars- dóttir, Edvard Fuglø, Bárður Oskarsson og Randi Martin sæð til. Debutantar Tað er at undrast á, at Edvard Fuglø ikki langt síðani hevur verið á Várframsýningini. So mikið meira er tað at fegnast um, at hann hevur tvær myndir við í ár. Surrealistiskt-skemtiligir og speisamir málningar, sum í myndaheitinum sipa til vanlig orðafelli og eru spískar politiskar ella kanska listapolitiskar við- merkingar. Edward Fuglø heldur seg langt burtur frá landslagnum, í staðin speirekur og lítur hann at fólki - eina mest monnum - og undranarverdu gerðum teirra. Á framsýningini er hetta til skjals í myndini "Krákuting" av ernum krákum í jakka og slipsi á piss- húsi. Hin myndin er "Alting" við eini røð av svanahøvdum um eitt samráðingarborð og øll venda hábærsligla sama veg. Hesar báðar myndirnar kennast sum dagførdar útgávur av myndum hjá Williami Heinesen, eitt nú av "P/F Trøllakambur." Frálíkt! Tvey afturat sýna fram á Vár- framsýningini á fyrsta sinni. Annar er Eirikur Poulsen, sum hevur gjørt eina áhugaverda standmyndin "Grønar aldur", ein hálvavegna gjøgnumskygd og bylgjuskapt glassúla omaná ein- um grótpetti. Hegnislig saman- seting. Ingun Hansen er tann av debutantunum, sum minnir mest um traditionella føroyska lands- lagsmálningin. Tó so, landslagið hjá Ingun Hansen hómast valla í litkompositiónini samansett av grønum, bláum og reyðum flat- um í fleiri løgum. Hetta eru debutantar, sum vísa ymsar vegir, og sum tað verður áhugavert at fylgja á menningar- leiðini. Mannalikamið Bárður Oskarsson arbeiðir við meira og minni vanskeplaðum menniskjum. Í grundini eru myndir hansara beiskari enn tær hjá Edvard Fuglø. Ein av teimum ímyndar ein "Kropp við smølum ørmum," sum geva honum ein óhugnaligan dám. Afturfyri eru eyguni og hárið so yndislig, at barnið verður vakurt. Hesar myndirnar minna á tað, sum verður sagt um nútímans børn og ung: Tey eru lin í kongunum av at sita still framman fyri sjón- varpi og teldu; høvdið mennist og hugurin veksur, men likamið stendur í stað. "Kvinna í plastikk og tyll" hjá Annu Kathrinu Højgaard er harafturímóti sera væl skapt, men eisini rættiliga vanabundnar, næstan pornografiskar myndir. Tá eru myndirnar hjá Ole Wich av staranum ein størri avbjóðing fyri eygað. Frískligir vatnlitir Tað er ein fragd at síggja Ingálv av Reyni, sum í ár hevur málað eina røða av akvarellum. Tað er ein málingarháttur, sum Bárður Jákupsson hevur sagt er tann torførasti, tí tað ber ikki til at fara afturumaftur. Serliga frískliga haldi eg myndina "Feðgar" vera, hon hevur nakað av tí sama spontanitetinum sum myndin av Liffu. Somuleiðis Marita Nattestad, sum hevur oljumáliningar á framsýningini, hevur eina frísk- liga palett í ár, breið og stór strok mynda rundleitt skap, sum fyrst tykjast tilvildarlig og ørkymlandi, men sum vinna sær fastari snið tess oftari tú hyggur at teimum. Standmyndir Framsýningin er góð at fáa yvir- lit yvir. Har eru eingir uppsettir eykaveggir, gamla listaskála- rúmið stendur sum tað er við myndum á veggunum og stand- myndum hjá Gurðið Poulsen á gólvinum. Hon er farin frá sjóplantunum og -verunum, til smá, fýrakantað torn og eina sera áhugaverda "Skroypuliga kon- struktión," sum eksperimenterar við tí sum standmyndir eru, bygnaðir í rúminum. Serstøk upphanging Fram móti norðurvegginum í gamla listaskálanum er eitt serligt rúm skapað við verkum hjá Jónu Rasmussen og Kára Svensson. Á báðum veggunum upp til endaveggin hanga myndirnar hjá Jónu Rasmussen Krákuting og sunnuda Skemt, spei og álvari á 16. Várframsý Vegghamar er ein av sermerktastu málarum okkara í løtuni, og hann hevur skift myndevni. Hendan myndin eitur Bygdalag Tað er at undrast á, at Edvard Fuglø ikki langt síðani hevur verið á Várframsýningini. Her er tað málningurin, Krákuting