Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-23, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. mars 2005síða 29

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 58 - 24. mars 2005 29 og spenna líkasum ein boga tvørtur um gólvið. Eygnabráið verður sent frá "Víddum," eitt stór svart-hvítt temperaverk í trimum pørtum, sum hevur henda eyðkenda ruddiliga stílin hjá Jónu við væl javnvigaðum linjum, flatum og vondum. Yvir til tey fýra frálík grafisku bløðini sum hanga á hinum vegginum. Inni í hesi stórfingnu rammuni hanga tvær monumentalar, róligar gráar og svartar "Hug- birtingar" hjá Kára Svensson. Mynd og tekstur Jóna Rasmussen og Randi Martin seta saman mynd og tekst. Í grafisku myndunum hjá Jónu er teksturin líka nógv mynd sum mál. Myndirnar hjá Randi Martin eru etsingar og hava tekniseriudám, tekstirnir standa á serliga avmarkaðum flata sum í teknisøgum. Myndirnar hjá Randi Martin eru skemtiligar og hava líkasum málningarnir hjá Edvardi Fuglø mentanarkritiskan brodd, t.d. "Min mand har været i Paris" og "Lækkerier skal nydes i biografen". Vatnrøtt í luftini Hans Pauli Olsen hevur fingið eina heila "pyramidu", har tað er nakað fult á gólvinum. Stand- myndir hansara hava klassiskan dám, seta likamið og sansingina í miðdepil. Ein konan, sum liggur vatnrøtt í luftini úr frá eini súlu, sum hellir - tað eigur ikki at bera til, men í list ger tað. Stóra modellið "Børn í sjónum", sum skal vera í bronsu og granitt, hevði hóskað væl uttan fyri ein skúla ella barngarð. Og á einum havnalag. Standmyndirnar hava ikki verið sýndar fram í Føroyum, men í Den Fri í Keypmannahavn á heystið 2004 í sambandi við at Hans Pauli Polsen fekk Carl Nielsen og Anne Marie Carl- Nielsens Legat. Symbolskur agi Myndirnar hjá Sigrun G. Nicla- sen eru av tí symbolska slagnum, sum hon hevur ment seinnu árini. Men nú standa ímyndaðu lutirnir so at siga reinir á mynda- flatanum, hava eitt nú fingið frið fyri ovurtýðuligum myndaheit- um. Tríggjar myndir eita "Sunnu- dagsfrakki," hvør teirra av- myndar ein reyðbrúnan frakka á einlittari bakgrund og eina lítla blómu, harumframt antin talv- fólk, dunnubøga við ungum ella gekkaskortar. Hetta eru myndir fullar av tolkingarmøguleikum. Sunnudagsfrakkin er ein serligur búni, sum tað galda ymsar reglur fyri sum eitt nú í talvi ella í (lívsins) leiki. Myndirnar fortelja søgur, og tað er upp til áskoðaran at finna tær. Eftir mínum tykki eru Sunnudagsfrakkarnir eitt frálíkt og agafult framhald av tí átrokandi symbolska stílinum, sum Sigrun fór í holt við fyri okkurt um tíggju árum síðani. Sermerktar landslagsmyndir Myndirnar hjá Áslu Rannvá Svensson eru eftir myndaheitin- um "Innaralandslag" at døma landsløg í fluttari merking. Stranga uppbýtið í vatnrættar og lodrættar flatar hvør við sínum dámi ímyndar kanska samansetta sinnið og henda kompositiónin er beint øvugt av tí, ið Arnold Vegghamar ger. Vegghamar er ein av sermerkt- astu málarum okkara í løtuni, og hann hevur skift myndevni. Burtur er tað glógvandi og runda grótið, sum plagdi at liggja og gløða í alskyns litum oman eftir fjallalíðunum. Í ár eru tað hamr- ar, sum eru motiv, settir saman av litstabbum undir tomatreyðum himmali, og bygdaløg, har tær fagurlittu tekjurnar valda. Tó er ein málningur, sum lýsir fjallið, og tað er gult. Tað er ein egin hugtølandi styrki í hesum mynd- unum, sum ger, at tær festa seg í sinnið. gsfrakkar ýningini Felagið føroysk Myndlistafólk stílar á hvørjum ári fyri Várfram- sýningini. Hon letur vanliga upp fyrsta vikuskifti í mars, í ár letur hon aftur 28. mars.Várframsýningin er sonevnd dømd — sensurerað, juryerað — framsýning, tað vil siga, at ein trímanna dómsnevnd av listafólkum, ið vald verður á aðalfundi, tekur kritiska støðu til hvørt einstakt verk og hevur skyldu til at seta strong krøv til listarligu dygdina. Myndirnar mugu ikki áður hava verið sýndar fram í Føroyum. Endamálið er at hækka listarliga stigið, geva listafólkunum stórar avbjóðingar og fáa nýggj talent fram í ljósið. Øll kunnu senda inn verk til dømingar, í minsta lagi 5 og ikki fleiri er 10 verk. Kári Svensson, Ingi Joensen og Eyðun av Reyni hava gjørt av, hvørji verk komu á hesa 16. Várframsýning. FAKTA Í grafisku myndunum hjá Jónu er teksturin líka nógv mynd sum mál. Eitt nú í »Víddir« Talan er um eina øðrvísi framsýning, sum til tíðir er merkt av speisemi og skemti. Her »Sunnudagsfrakkin« hjá Sigrun Gunnarsdóttir Niclasen