mikudagur 23. mars 2005síða 30
‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 57 - 23. mars 2005
Mánakvøldið var
aðalfundur í KÍ, og
roknskapurin fyri í
fjør vísti eitt hall upp
á umleið 650.000
krónur
AÐALFUNDUR
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Hetta er tíðin, tá ið fleiri av
ítróttarfeløgunum
kring
landið hava sínar aðal-
fundir. Í blaðnum í gjár
greiddu vit frá aðalfundin-
um hjá NSÍ, sum vísti, at
felagið hjá runavíkingum
hevði eitt fíggjarligt vána-
ligt ár í fjør. Mánakvøldið
hevði KÍ aðalfund, og úr-
slitið hjá teimum var verri
enn tað hjá NSÍ.
Fíggjarstøðan er
vánalig
Sum skilst vísti ársrokn-
kapurin hjá KÌ fyri 2004
eitt hall upp á umleið
650.000 krónur. Formað-
urin í KÍ, Gestur Hovgaard,
vil ikki vátta hetta tal, men
hann sigur, at tað er væl
møguligt, at tað er rætt.
Gestur Hovgaard viðgong-
ur tó, at talan var um eitt
fíggjarligt stak vánaligt ár
hjá KÍ.
– Úrslitið var als ikki
nøktandi. Tað eru fleiri or-
søkir til, at úrslitið gjørdist
so mikið vánaligt. Eitt nú
vóru nógvar útreiðslur í
sambandi við 100 ára
stovningardagin hjá felagn-
um í fjør, greiðir Gestur
Hovgaard frá.
Spurdur hvussu fíggjar-
støðan hjá KÍ sær út, sigur
Gestur
Hovgaard:
-
Fíggjarstøðan er vánalig.
Tað er eingin loyna, at
fíggjarstøðan hjá KÍ hevur
verið vánalig í fleiri ár, men
vit arbeiða við at koma
burtur úr hesum trupulleik-
um, sigur hann.
Í løtuni verður arbeitt við
at selja KÍ-høllina, sum
ítróttarfelagið eigur, til
Klaksvíkar Kommunu. Ein
søluprísur upp á umleið
fýra milliónir hevur verið
nevndur, og Gestur Hov-
gaard sigur, at samráðing-
arnar
við
kommununa
halda fram.
Um so er, at kommunan
keypir høllina frá KÍ, hevði
hetta hjálpt munandi um
truplu fíggjarstøðuna hjá
KÍ.
Bygnaðarbroytingar í
felagnum
Aðalfundurin hjá KÍ sam-
tykti mánakvøldið nakrar
bygnaðarbroytingar
og
nýggjar lógir, ið væntandi
fara at hjálpa leiðsluni í
felagnum.
– Hesar broytingar ganga
út uppá, at ístaðin fyri at
hava eini tríggjar ella fýra
ymiskar nevndir, so skal
tað framyvir verða soleiðis,
at tað bert verður ein nevnd,
sum hevur tí fíggjarligu og
ítróttarligu ábyrgdina, sigur
Gestur Hovgaard og leggur
afturat, at leiðslan í KÍ
miðjar ímóti at venda
skeivu gongdini, soleiðis at
komið verður aftur á rætt
kjøl.
Todi blivin
pápi
Hóast tað gongur nakað
striltið at fáa pláss í
FCK-álopinum, so hev-
ur Todi Jónsson annað at
fegnast um í hesum
døgum
Mánadagin gjørdist
føroya fremsti fótbólts-
leikari nevnliga pápi
fyri fyrstu ferð, tá kona
hansara, Andrea, átti
eina dóttir.
Dótturin eitur Lucca
Hanna Vinten Jónsson,
og hon vigaði 2062
gram og var 45 cm long.
Mamma og dóttur hava
tað gott, sigur Todi á
heimasíðu sínari.
tn
Altjóða
bridge-
kapping
Í kvøld verður stóra
árliga Eastern Simultan
parakappingin í bridge
leikt.
Kappingin
er
skipað sum ein simultan
kapping, tað merkir, at
fleiri túsund bridge-
spælarar kring allan
heimin
spæla
somu
spøl, áleið somu tíð. Alt
verður so gjørt upp sum
eitt risastórt rað, har ein
samlaður vinnari verður
funnin.
Í fjørð eydnaðist tað
sera flott Boga Simon-
sen og Símini Lassaberg
úr Bridgedeild Kaggans
at gerast nr. 6 í heim-
inum í hesari kapping.
Kappingin í Føroyum
verður spæld kl 19:00 í
Bridgehúsinum í Havn,
har Rói á Rógvu Joen-
sen verður kappingar-
leiðari. Tilmelding á
staðnum.
Formaðurin í KÍ
heldur tað ikki verða
hansara uppgáva at
bøta um umstøð-
urnar hjá Mjølnir
FLOGBÓLTSUM-
STØÐUR
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Í flogbóltsfelagnum Mjøln-
ir í Klaksvík eru tey ónøgd
við umstøðurnar, sum fel-
agið hevur at virka undir. Í
løtuni er næstan alt virk-
semið hjá Mjølnir í fim-
leikahallum, men onkuntíð
verður sloppið framat í KÍ-
høllini. Umboð fyri Mjølnir
hava eisini ført fram, at tað
kann ikki verða rætt, at
hondbóltsfelagið Stjørnan
fær nógv betur sømdir enn
Mjølnir í KÍ-høllini.
Stjørnan partur av KÍ
Sum skilst rindar Stjørnan
nógv minni í hallarleigu
fyri
tíman,
enn
hvat
Mjølnir ger í KÍ-høllini.
Formaðurin í KÍ, Gestur
Hovgaard, vil tó ikki vátta
hetta, men sigur: - Stjørnan
er ein partur av KÍ, og tí er
tað púra náttúrligt, at vit
hjálpa Stjørnuni. Eg kann
ikki taka mær av, hvussu
umstøðurnar hjá Mjølnir
eru, tí tað er ikki ein partur
av KÍ, sigur Gestur Hov-
gaard.
Fótbóltssamband
Føroya fer í næstum
at skipa fyri einum
skeiði, ið skal geva
venjarunum hjá
kvinnu- og gentu-
liðum kring landið
íblástur
VENJARASKEIÐ
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Seinasta árið hevur verið
dúgligani arbeitt í FSF við
at gera okkurt munagott
fyri kvinnufótbóltin í Før-
oyum, sum hevur havt tað
trupult seinnu árini. Mill-
um annað skipar FSF um
góða viku fyri einum
skeiði, har ætlanin er at
geva
venjarunum
hjá
kvinnu- og gentuliðum
kring landið íblástur.
Danski landsliðs-
venjarin vitjar
Á skeiðnum, sum verður
fríggjadagin 1. og leygar-
dagin 2. apríl, fer eitt nú
venjarin
hjá
danska
kvinnulandsliðnum, Poul
Højmose, at greiða frá
egnum
hugsanum
og
royndum at arbeiða við
kvinnufótbólti.
Venjarin
hjá
danska
kvinnulandsliðnum, sum
telist millum tey sterkastu í
heiminum, fer millum ann-
að at tosa um munin á
dreingja/mannfólka-
og
gentu/kvinnufótbólti,
og
hvussu man arbeiðir lang-
siktað við venjingini.
Harumframt fara før-
oyskir skeiðshaldarar at
hava innlegg um tekniska
venjing, og kvinnuligir
leikarar verða við í prakt-
iska partinum av skeiðnum.
KÍ hevði risahall
Gestur Hovgaard, formaður í KÍ
- Eg kann ikki taka mær av
Mjølnir
Íblástur til kvinnuvenjarar
Høvuðs-
stuðulin
kunngjørdur
í dag
Í dag verður al-
mannakunngjørt, at
fremsta mansdeildin
í fótbólti hevur fing-
ið ein høvuðsstuðul,
og hvør stuðulin er
STUÐULSAVTALA
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Í morgun verður tíðinda-
fundur í FSF-húsinum,
har kunngjørt verður,
hvør ið verður fyrsti høv-
uðsstuðulin hjá fremstu
mansdeildini í fótbólti.
Sum vit nevndu her í
blaðnum í farnu viku, so
er tað allarhelst KT-
fyritøkan Formula, ið er
nýggi
høvuðsstuðulin,
hóast hetta ikki er váttað.
Við hesari stuðulsavtalu
gongur fótbóltssamband-
ið somu leiðir sum hond-
bóltssambandið,
sum
undan júst lokna kapp-
ingarárið gjørdi avtalu
við ávíkavist Sunset og
Atlantic Airways um at
stuðla ávíkavist kapping-
ina hjá kvinnum og
monnum.
Gestur Hovgaard, formaður í KÍ, váttar at fíggjarstøðan hjá felagnum er sera vánalig
Savnsmynd