Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-23, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. mars 2005síða 30

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 58 - 24. mars 2005 SMYRIL LINE HUGLEIÐINGAR Jóannes Hansen Seinastu tíðina hava Smyril Line og Norrøna verið eitt av mest umrøddu málunum í samfelag- num. Felagið hevur verið í kreppu, og krepputilfar er gott fjølmiðlatilfar. At málið eisini hevur verið umrøtt í hetlendsku og norsku pressuni, hevur ikki gjørt tað minni áhugavert og atkomuligt hjá føroysku pressuni at snara og venda spurningunum, um nú skipið mundi fara at verða selt, um fremmandir partaeigarar mundu fara at seta meiri í, um skipið mundi fara at skifta heimstað, og um siglingin harvið mundi fara at hava annan miðdepul enn Føroyar. Og um broytingar í felagnum mundu fara at hava við sær, at leiðslan í felagnum fór at verða skift út. Tað er ikki undur í, at áhugin fyri Norrønu og Smyril Line er stórur. Felagið fór í 1983 við ta tíggju ára gomlu Norrønu, sum var keypt úr Svøríki, og sum nú er vorðið trúboðanarskip, undir rutuna í Norðuratlantshavinum, sum fleiri høvdu droymt um, uttan at tað nakrantíð gjørdist veruleiki. Síðstu tíðina, áðrenn skipið varð selt til Føroya, sigldi tað millum Trelleborg og Trave- münde. Smyril Line bygdi á royndir- nar, sum síðani 1975 vóru gjørd- ar við Smyrli, ið Strandferðslan við Finnboga Ísakson og Tumm- asi Arabo á odda og ivaleyst væl stuðlað av Atla P. Dam, løg- manni, sála, hevði keypt frá Mols felagnum í Danmark. At føroyingar fyri tredivu árum síðani umframt til Danmarkar fingu fast sjóvegis ferðasamband til Íslands, Skotlands og Noregs var einki minni enn ein kollvelt- ing. Hesa seinastu tíðina hevur lítið verið at sæð og hoyrt um hetta. Tí verður róð aftur á aftur, nú slóðarin ikki longur verður á brúnni. Tað var tá ið Strandferðslan fór undir uttanlandssigling, at familjan Føroyar, sum ikki so langt frammanundan hevði fing- ið bil, fyri rættuliga rímuligan kostnað fekk møguleikan at ferðast í grannalondini at halda summarfrí og hyggja seg um, og tey vóru mong, sum tóku av. Vinnulívið nýtti serliga far- leiðina til Skotlands. Hon tóktist vera í skjótari menning, tá ið Teistin, ið var seinna Mols skipið, sum Strandferðslan hevði keypt, brádliga varð seldur. Ferðasambandið til Skotlands og Bretlands hevur síðani Teistin var seldur verið vánaligt og kostnað- armikið. Onkur helt fyri, at avreiðingin av ferðasamband- inum tann vegin kendist á sama hátt, sum tað hevði havt gjørt, um motorvegirnir suður ígjøg- num Jylland og um týska markið høvdu verið avgrivnir. Stóra takið Óli Hammer var skipari á Smyrli tey fyrstu árini, og hann stovnaði í november í 1982 saman við øðrum, ið høvdu verið uppií, Smyril Line. Í juni í 1983 varð umbygda Gustav Wasa, sum nú hevði fingið navnið Norrøna, sett í sigling millum Føroyar, Ísland, Hetland, Danmark og Noreg. Fyrstu árini vóru tung. Ymsar royndir vórðu gjørdar fyri at fáa inntøkur vetrarmánaðirnar, og onkra ferðina mundi tað vera um reppið, at skipið glapp føroying- um av hondum. Men tað eydnað- ist at varðveita skipið og týdn- ingarmiklu rutuna. Í 1995 vórðu fyrstu hugsan- irnar frammi um at byggja nýtt skip. Gamla Norrøna var 22 ára gomul, og nógva siglingin og økta ferðingin høvdu við sær, at tað var eyðsæð, at okkurt mátti gerast, um haldast skuldi fram við siglingini. Í 1998 varð avgerð tikin um at sigla til Hanstholm alt árið, og tá varð eisini avgerð tikin um at fara undir byggingina av nýggjum skipi. 700 milliónir fyri eitt skip ljóðaði av nógvum. Men hóast tað bara eru sjey ár síðani, so vóru tíðirnar væl øðrvísi tá, enn tær eru nú. Alivinnan tóktist eiga ljósa framtíð og roknaðist at skula syrgja fyri 20-25 prosent- um av útflutninginum, og harvið vóru trailararnir nógvir at føra. Oljuprísirnir vóru so nógv lægri, enn teir eru nú, og fleiri aðrir parametrar, sum nú eru ímóti, vóru við. 10. apríl í 2003 varð Norrøna sett í sigling, og eingin føroy- ingur er sloppin undan tíðindun- um um, at tað ikki hevur hilnast soleiðis, sum tað varð vónað. Nú tykist tað sum um, at Norrøna verður varðveitt á føroyskum hondum, og tað fegnast føroy- ingar um, hóast tilknýti hjá tí einstaka ikki kennist eins tætt nú, sum tað gjørdi, tá ið ein stórur partur av fólkinum vóru parta- eigarar og fingu avsláttur í gjaldinum fyri ferðaseðlarnar. Persónligu royndirnar Smyril Line hevur ikki spunnið gull av ferðunum hjá undirritaða á rutunum í Norðuratlantshav- inum. Í sjeyti árunum varð ein ferð gjørd til Íslands við Smyrli, og í 1976 varð ein minnilig ferð gjørd til Skotlands saman við tveimum ungdómsvinum í Klaksvík. Annar teirra hevur í nógv ár verið maskinstjóri umborð á Norrønu. Tá ið vit hittast, verður ikki so sjáldan minst aftur á ferðina, tá ið tað, eftir at vit høvdu koyrt suður ígjøgnum Skotland og vestur á Liverpool leiðina - stakst upp á okkum at fara við ferjuni til Norðurírlands. Vit endaðu í miðbýnum í Belfast, har bretska herliðið spurdi, um vit vóru rættsiktaðir og bað okkum sum skjótast sleppa okkum burtur úr spentu støðuni í norðurírska høvuðsstaðnum og suður um markið til Írlands! Miðskeiðis í níti árunum var farleiðin til Aberdeen hent at flyta aftur og fram við. Tað segðist, at Smyril hevði so stóran týdning fyri okkurt felag í Aber- deen, at tað hvarv úr býnum, tá ið Strandferðslan gavst at sigla tann vegin. Á ferð til Danmarkar við Norrønu fyrrapartin av níti árun- um kendist tað trongligt, og tískil kom hugsanin um nýtt og betri skip ikki púra óvart, tá ið hon gjørdist almenn. Tá ið børnini eru vorðin vaks- in, broytist ferðingarmynstrið. Í fjør fóru vit bæði við stásiligu Søguligt tíðarskeið í s Nú Smyril Line hevur verið í tungum sjógvi, og stjórin øll árini fer av brúnni er ikki av leið at varpa ljós á, at tað seinastu 30 árini hevur eydnast at leggja lunnar undir siglingina í Norðuratlantshavinum, sum aðrir bara hava droymt um Vælkomin og farvæl. Nýggja og gamla Norrøna møtast á víðum havi Mynd Jan Müller Óli Hammer og frú saman við øðrum, tá nýggja Norrøna kom á føroyskar hendur. Mynd Jan Müller Merkið vundið á stong á nýggju Norrønu, tá ho fyrsta túrin til Føroya. Mynd Jan