mikudagur 23. mars 2005síða 37
‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 58 - 24. mars 2005
37
Kjartan Stakksund
Tornakrýningin
Tá tóku hermenn
landshøvdingans Jesus við sær
inn í borgina og savnaðu alla
manningina uttan um hann. Og
teir lótu hann úr og hongdu eina
skarlaksskikkju upp á hann; og
teir flættaðu eina krúnu av
tornum og settu honum á høvdið
og góvuhonum ein sevlegg í
høgru hondina; og teir fullu á
knæ framman fyri honum og
hildu hann fyriháð og søgdu:
»Heilur og sælur, tú, Jøda
kongur!« Og teir spýttu á hann,
og tóku sevleggin og slógu hann
í høvdið á honum. Og tá ið teir
høvdu spottað hann, lótu
teirhann úr aftur skikkjuni og
lótu hann í hansara egnu klæði;
og teir fóru avstað við honum at
krossfesta hann. Matt. 27, 27–31.
Hetta var prísurin fyri frelsu
okkara, háð, spott, tornakrýning
og at enda krossfesting; ja, so
nógv skuldi til fyri at syndaskuld
okkara kundi verða strikað, tann
syndaskuld, ið lá á mannaættini
síðani syndafallið í Edens
aldingarði á sinni, tá Adam og
Eva fullu fyri freistingini, við tað
at tey ótu av eplinum og sostatt
vóru Gudi ólýðin, og hetta elvdi
til at øll mannaættin kom at
liggja undir deyðadómi, og tí eru
glatunnar børn øll somul, eingin
undantikin, tí mátti Gud rinda so
nógv í loysigjaldi fyri ta falnu
mannaættina, hann mátti senda
sín einborna son til jarðar fyri at
bjarga sínum falna skapningi
aftur til Guds, soleiðis sum
skrivað stendur í lítlu bíbliuni. Tí
at so elskaði Gud heimin, at
hann gav son sín, hin einborna,
til tess at ein og hvør, sum trýr á
hann, ikki skal glatast, men hava
ævigt lív. Jóhs. 3,16.
Vit standa í botnleysari skuld,
tað er einki av okkara, sum kann
brúkast sum loysigjald fyri
syndina, hvussu vit so bera
okkum at, so koma vit ongantíð
at kunna gjalda fyri syndina; tað
er einans eitt offur, sum kann
rinda skuldina, tað er júst tað,
sum Jesus mátti ígjøgnum á
Golgata krossi, øll tann líðing,
hann mátti ígjøgnum áðrenn
hann varð krossfestur, tað er
onkur, sum hevur sagt
viðvíkjandi tornakrýningini, at
teir rómversku hermenninir
trýstu tornakrúnuna enn fastari
niður á høvdið, soleiðis at
lýðingin skuldi verða enn
svárari.
Tað er ikki til at skilja, at Gud
skuldi hava ein slíkan kærleika
til mannaættina, at hann vildi
senda sonin her niður til jarðar
fyri at bjarga okkum frá ævigari
glatan; men so stór er Guds náði,
ja, hon røkkur út um øll
landamørk og um øll
samkomumørk, tað er einki, sum
kann forða Guds náði at náða til
eitt menniskja, tí at vit eru øll
elskað av Gudi, hann vil ikki at
nakað menniskja skal glatast,
men at øll skulu verða frelst.
Heilagi Andin
Tá ið tað verður sagt, at Gud
elskar øll menniskju, so vil tað
ikki siga tað sama sum at hann
er líkasælur og ber yvir við
syndini; nei, hann hatar syndina,
men elskar syndaran, og vil
fyrigeva okkum alla syndaskuld
okkara, bert vit vilja koma til
hansara við allari synd okkara,
biðja um fyrigeving, so vil hann
fyrigeva okkum ríkiliga; ja, hjá
honum er tað øðrvísi enn við
okkum, vit seta ofta mørk fyri
hvat vit skulu fyrigeva næsta
okkara ella ikki, Gud fyrigevur
okkum alt uttan nakað mark,
hann fyrigevur okkum alla synd
okkara, soleiðis at vit eru
fullkomiliga skuldafrí.
Hvussu er við tær? Er tað
soleiðis, at tú kennir teg
niðurtyngdan av syndaskuld, tú
sær ongan veg fram, tað er ein,
sum kennir tína vónleysu støðu,
hann er fúsur til at hjálpa tær
burtur úr tí vónleysu støðu, tú er
komin í; tað er Heilagi Andin,
sum vísir tær hvørja støðu tú er
komin í, tað sum tú hevur at gera
er at koma til Jesus, soleiðis sum
tú er, tað nyttar tær einki at tú
byrjar at pynta upp á lív títt,
endin verður bert tann, at tú
søkkur longur niður í vónloysi.
Kom tí til Jesus við allari tínari
synd, og hann vil frelsa teg. Tú
verður eitt nýtt menniskja, tað
gamla er farið, tú fær loyvi til at
byrja eitt nýtt lív saman við
tínum frelsara eins og tann
burturvilsti sonurin. »Ein maður
átti tveir synir. Og hin yngri
teirra segði við faðirin: »Faðir,
gev mær tann partin av ognini,
sum mær líknast«. Og hann býtti
góðsið millum teirra. Og ikki
mangar dagar eftir hetta savnaði
hin yngri sonurin alt saman og
fór burtur í eitt fjarlagið land, og
har oyddi hann burtur ogn sína í
einum óryggiligum levnaði. Men
tá ið hann hevði forkomið øllum
burtur, kom hørð hungursneyð
um hetta sama land, og hann fór
at líða neyð. Og hann fór til ein
bónda har í landinum og helt seg
aftrat honum, og hesin sendi
hann út á mark sína at sita hjá
svínum. Og hann vildi fegin fylla
búk sín av tí dravi, sum svínini
ótu; men eingin gav honum
nakað. Tá gekk hann í seg
sjálvan og segði: »Hvussu
mangir bønarmenn hjá faðir
mínum hava ikki yvirflóð av
mati, men eg doyggi her í
hungri! Eg vil standa upp og fara
til faðirs míns og siga við hann:
»Faðir, eg havi syndað ímóti
himlinum og ímóti tær; ikki eri
eg longur verdur at eita sonur
tín; lat meg sleppa at vera sum
ein av bønarmonnum tínum?««
Og hann reistist og tók at ganga
til faðirs síns. Men meðan hann
enn var langt burtur, sá faðir
hansara hann og tókti stórliga
synd í honum; og hann kom
rennandi og hálsfevndi hann og
kysti hann. Men sonurin segði
við hann: »Faðir, eg havi syndað
ímóti himlinum og ímóti tær;
ikki eri eg longur verdur at eita
sonur tín«. Men faðirin segði við
húskallar sínar: »Farið eftir
teimum bestu klæðunum og latið
hann í tey, og setið ring á
fingurin á honum og gevið
honum skógvar upp á føturnar;
og farið eftir gøðingarkálvinum
og drepið hann, og latum okkum
eta og vera glaðar! Tí at hesin
sonur mín var deyður og er
livnaður aftur, hann er farin og er
fingin aftur«. Og teir tóku at
halda sær á gaman. Luk. 15,
11–24.
Um hetta er støða tín, mín vinur,
so veit eg at sami møguleiki er
fyri teg eins og tað var fyri tann
burturvilsta sonin. Hervið vil eg
ynskja
øllum
einar
Páskir
Páskasálmur
Lag: Bf. 227.M1 184.856. Dk.409
Gud havi lov, á páskamorgni reyða,
tá Jesus Kristus stóran sigur vann;
hann bjarga hevur mær frá synd og deyða,
eg prísa honum nú av hjarta kann.
Gud havi lov, at vónin mær man lýsa,
tá eg skal fara hesum foldum frá;
og andi Guds mær vegin heim skal vísa,
har eg mín frelsara skal altíð sjá.
Gud havi lov, tú vegin hevur slóðað,
so eg kann koma heim til tín ein dag;
tann tøkk er veik sum eg á fold kann bjóða,
tær faðir mín alt gjølla veit um tað.
Gud havi lov, tú frelsuvegin legði,
sum tú ei nakar var á hesi fold;
í orði tínum greitt tú mær tað segði,
at tú íklæddist her várt mannahold.
Gud havi lov, at heima eg skjótt verði,
skal syngja tær um ævir lov og prís;
tær heiður, dýrd og æru eg framberi,
at tú mær hevur opnað sæla Paradís.
Gud havi lov, í tíni náði hvíli
eg hvønn dag, foldarlívið vara má;
hjá tær og Jesus er mítt trygga skýli,
til eg ein dag má foldum fara frá.
Kjartan Stakksund
Tey, ið hava hug at eta
eina máltíð sum jød-
arnir gera tað á pásk-
um, fáa ein gyltan
møguleika til hetta um
páskirnar
PÁSKASIÐUR
Snorri Brend
Viðareiði: Tað er ikki á hvørjum
degi, at ein hevur høvið at eta
somu rættir sum á Jesu døgum.
Men hesin sjáldsami møgu-
leikin er til staðar, tá Hin Før-
oyska Ísraelsmissiónin bjóðar til
serstaka jødiska páskamáltíð á
Viðareiði 2. páskadag.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at
Ísraelsmissiónin skipar fyri slík-
um tiltaki.
Endamálið er at geva fólki eina
ímynd av, hvussu lærusveinarnir
høvdu tað, tá teir undan páskum
ótu saman við Jesusi, stutt
áðrenn hann doyði á Golgata
krossi.
Sangur og upplestur
Ísraelsmissiónin hevur so líðandi
fingið tann siðin inn at bjóða
fólki til eina slíka páskamáltíð.
Hesar máltíðirnar hava verið á
ymsum støðum, og í ár stendur
missiónshúsið á Viðareiði fyri
tørni.
Undir hesi jødisku páska-
máltíðini fer nógv ymiskt fram.
Lisið verður upp úr Bíbliuni og
sangur er eisini á skránni.
Men so hava fólk eisini møgu-
leikan at royna nakrar av teimum
rættunum, sum natúrliga hoyra
við til eina slíka jødiska páska-
máltíð.
Neyðugt er kortini at tekna seg
áðrenn, og gerst tað hjá Johan
Henriksen í Klaksvík.
Ein máltíð sum á Jesu døgum
Tey eru óføra hugalig, nú tey slupp at eta eina jødiska páskamáltíð