Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-23, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. mars 2005síða 38

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Ein forelskaður Egon Olsen skal royna at koma seg í samfelags- skipanini, men sum ikki einaferð, so hava brotsgerðirnar størri áhuga Her er talan um næsta filmin í væl kendu røðini um teir tríggjar, Egon, Benny og Kjeld. På Spand- en kom á hvíta løriftið í 1969, og tað var fyrst og fremst við hesum filmin- um, at fólk av álvara fingu eyguni upp fyri fólkakæra bandanum, sum framvegis í dag eigur eitt stórt pláss í donsku fólkasálini. Egon hevur enn einaferð verið í fongsli, men hesa- ferð hevur almannaverkið sett sær fyri at fáa skil upp á smákriminella heila hansara. Hann skal verða partur av eini resosialiser- ingsskipan, og tað verður tann vakra Bodil – Ghita Nørby – sum skal ansa eftir, at hetta gongur eftir ætlan. Og við vakra málsviðgerð- anum tykist tað eisini, sum hevur Egon fingið ein eyka motivatiónsfaktor í stríð- num at gerast ein hampa- maður. Tað eydnast tó ikki Bodil heilt at taka pippið frá Egon. Tað vildi nú heldur ikki líkst honum serliga nógv, um hann lá á løtu síðuni ein heilan biograf- film. Amerikanskir brots- menn koma upp í leikin, og so er Olsen Bandin at kenna aftur. Sum vit øll eru von við, so er tað Ove Sprogøe, sum hevur leiklutin sum Egon. Morten Grunwald og Poul Bundgaard hava leiklutirnir sum Benny og Kjeld, og húsliga partinum stendur Kirsten Walther – alias Yvonne – fyri. Hartil finna vit eisini aðrar av føstu leiklutunum í hesum næsta filminum við Olsen-bandanum. Preben Kaas varð virðisløntur fyri sín leiklut sum Dynamit- Harry, og teir báðir løg- reglumenninir verða spæld- ir av Peter Steen og Poul Reichardt. Sum vant er tað Erik Balling, sum hevur skrivað handritið og leikstjórnað. 38 Nr. 57 - 23. mars 2005 Skal Danmark við til HM- endaspælið í Týsklandi komandi summar, eru stig neyðug, tá teir mikudagin vitja í Ukraina. Danir hava bert vunnið eina ferð fyrstu fimm dyst- irnar í endaspælinum, og tí er trýstið á Morten Olsen og hansara menn stórt, nú vandi er fyri, at liðið ikki verður partur av endaspæl- inum. Um so er, so verður tað fyrstu ferð síðani 1994. Morten Olsen sjálvur var »leikbannaður«, tá danir spældu seinast, men hann er aftur á beinkinum. Tað er venjarin hjá Ukraina – fyrrverandi stórspælarin – Oleg Blokhin tó ikki. Hóast góðu úrslitini, so hevur stórt trýst verið á venjaran- um, og nú hevur hann so stungið í sekkin. Millum mongu dystirnar, sum verða í dystinum, verður ivaleyst áhugavert at fylgja við, hvussu tað gongst teimum báðum Milan-stjørnunum, Andrej Shevchenko og Jon Dahl Tomasson. Talan er annars um sein- asta dystin, har Svend Gehrs fer at siga frá. Hann hevur síðani 80’ini verið ein av ímyndunum av donsku dynamitt-dreingj- unum, og vónin er sjálv- andi, at hann enn einaferð kann siga »Ih hvor det luner« tá danir fáa týðandi stig í undankapping. Olsen-banden på spanden Tað gongur hart fyri seg, tá Olsen-bandin leggur seg út við amerikonsku mafiuna Talan er um næsta filmin í røðini um teir tríggjar, Egon, Benny og Kjeld. Ein filmsrøð, sum við tíðini gjørdist ein partur av donsku fólkasálini Á DR1 leygarkvøldið kl. 19.50 Stór ábyrgd liggur á Jon Dahl Tomasson, sum er maðurin, ið danir vóna fer at skjóta landið til HM-endaspælið Talan verður um seinsta landsdystin við Svend Gehrs sum frásøgumanni Ukraina-Danmark Á TV3 mikudagin kl. 16.00