Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-23, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. mars 2005síða 38

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

38 Nr. 58 - 24. mars 2005 OPERA Hans Kárason Mikkelsen mikkels@fas.harvard.edu Myndir: Jens Kristian Vang Ein íslendskur operabólkur fram- førdi operaina Spellbound í Norðurlandahúsinum um vikuskiftið. – Fólk vóru glað fyri fram- førsluna, men tíverri fall opera- tiltakið saman við konfirmatión- unum sunnudagin, so tað vóru ikki so nógv fólk í Norðurlanda- húsinum henda dagin. Eini 30-40 fólk vóru komin at lýða á, sigur Niels Halm. Eitt franskt sjónvarpslið var við á ferðini hjá íslendingunum, tí leiðarin fyri bólkin er fraklend- ingur, og dokumentarfilmur skuldi upptakast. Tískil bar ikki til at flyta tiltakið. Tað var Helga Hjörvar, fyrr- verandi stjórin í Norðurlanda- húsinum, sum hevði fingið avtaluna í lag við íslendska operafólkið. Íslendsk opera í Norðurlandahúsinum -Tað var ein góð framførsla hjá íslendska operabólkinum, og fólk vóru glað fyri tað, sigur Niels Halm, stjóri í Norðurlandahúsinum Húsið skal brúkast Niels Halm varð settur sum stjóri í Norðurlandahúsinum tann 1. februar í ár, tá hann tók við eftir Helgu Hjörvar. Áður hevur Niels Halm verið stjóri á tí donsku altjóða mentanarskrivstovuni og booking- og eventstjóri í ARTE. Tann 52 ára gamli danin stóð eisini fyri mentanarskránni, tá danir sótu við ES-formansskapinum. Tað var eitt samt stýri fyri føroyska Norðurlandahúsið, sum setti Niels Halm í stjórasessin. Niels Halm sigur, at hann vil satsa so breitt sum gjørligt og upp á góðsku. -Eg vil fegin arbeiða saman við mentanarumhvørvinum í Føroyum, og eisini saman við fjølmiðlunum og fyritøkum, sigur Niels Halm. Hann leggur afturat, at tað er sera týdningarmikið, at húsið verður brúkt og sigur í tí sambandi, at hann avgjørt heldur, at húsið skal vera opið í desember mánaði. -hkm