Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-23, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. mars 2005síða 40

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

TINGHELLUANALYSAN Sjúrður Skaale "You very special person. Very special price for you". Øll, sum hava verið í tilafturs- komnum londum, hava upplivað, hvussu smáhandilsmenn royna at fáa sum frægast burturúr ríkum vesturlendskum ferðafólkum. Lutirnir, tey selja, hava ongan fastan prís. Písurin "flýtur", so tey, ið duga best at prutta, rinda minst. Summi halda tað vera sjar- merandi. Summi halda tað vera irriterandi. Men tey flestu halda tað vera nakað, sum hoyrir tilafturskomnum londum til. "Gott, at tað ikki er soleiðis heima hjá okkum", hugsa vit. Tí heima hjá okkum, halda vit, verða prísirnir ásettir eftir føstum reglum. Vit rinda tað, sum vøran kostar. Og hon kostar tað sama hjá øllum. Tað hjálpir ikki at vera frekur. Og tað er eingin vansi at vera lítillátin og smæin. Men er hetta so? Tí fara vit at hyggja at á Tinghelluni hesaferð. Marokko og Føroyar Tá tú keypir eitt persiskt teppi í Marokko, so veitst tú, at prísurin á teppinum ikki er endaliga ásettur. Sølumaðurin nevnir ein prís, men hann leggur eisini upp til, at tú kanst koma við einum boði sjálvur. "How much you pay?" Sigur hann, og so togast tit um prísin, til tit enda einastaðni ímillum tað, sum hann hevur lagt á, og tað, sum tú hevur boðið. Tann, sum dugir best at prutta, fær besta prísin. Soleiðis eru spælireglurnar. Í Føroyum eru spælireglurnar at handilsmaðurin, í kapping við aðrar handilsmenn, ásetir ein prís. Og so kann keyparin velja og vraka millum teir ymisku handlarnar. Her er fult gjøgnum- skygni. Keyparin kann í frið og náðum finna fram til tann besta prísin. Kappingin trýstir prísin niður á tað lægsta hann kann vera, og tann freki keyparin hevur ongan fyrimun fram um tann, ið kanska ikki er so fram- ligur. Tað er ikki sum í Marokko, hugsa vit. Og tað er fyri sovítt rætt. Í Føroyum er tað ikki, sum tað er í Marokko. Tí í Føroyum er tað er nógv verri! Pól keypir bil Lat okkum hugsa okkum ein góðvarnan og kanska eitt sindur smædnan føroying. Vit kunnu siga, at hann eitur Pól. Tá Pól skal keypa nýggjan bil, gongur hann millum bilhandlar- arnar, og samanber prísir. Hann finnur tann bíligasta av teirri støddini, hann vil hava, og keypir. Pól hevur álit á, at prísurin er, sum hann skal vera. Hann mistonkir ikki bilhandlaran fyri at selja bilin fyri okursprís. Pól veit ikki, at byrjar hann at prutta, kann hann fáa bæði 10 og 20 prosent av prísinum. Tí Pól dugir ikki at ímynda sær, at bilhandlarin hevur lagt so nógv omaná søluprísin, at hann framvegis fær pengar burturúr søluni, tá prísurin er lækkaður 20 prosent. Og Pól skilir ikki, at allir bilhandlarnir hava eina tigandi avtalu um at gera tað sama, og at kappingin, sum hann heldur vera, tí als ikki er til. Pól keypir timbur Sama ger seg galdandi, tá Pól fer í ein timburhandil at keypa tilfar. Hann veit ikki, at timbur- handlarnir geva heilt upp í 30 - ja enntá heilt upp í 40 - prosent í avsláttri til tann, sum pruttar. Pól veit, at kann ein timburhandil lækka prísin so nógv, merkir tað, at ógvuliga nógv er lagt omaná. Og tí átti vøran at verið bíligari hjá kappingarneytanum. Tá hon ikki er tað, má tað merkja, at prísurin er so lágur, sum hann kann vera. Men Pól veit ikki, at báðir teir stóru kappingarneytarnir gera júst tað sama! Tá teir hava funnið fram til tann prísin, sum gevur teimum eitt nøktandi yvirskot, so leggja teir eina velduga upphædd oman á! Pól veit ikki, at kappingin, sum hann helt vera millum timburhandlarnar, ikki er til. - Og at hon ið hvussu er ikki byrjar, fyrr enn farið verður at prutta. Pól lænir pengar Pól verður so dyggiliga lumpað- ur. Bæði tá hann keypir bil, tá hann keypir byggitilfar, tá hann keypir teldu og tá hann keypir DVD-spælara. Og tá Pól fer í peningastovnin at læna pengar til tað, hann skal keypa - tá verður hann eisini lumpaður. Tí hann dugir ikki at ímynda sær annað enn, at peningastovnarnir krevja tað sama fyri at læna smædnum fólki pengar, sum teir krevja fyri at læna framligum fólki pengar. Hann veit ikki, at eisini har ber til at prutta um prísin, so at tann, sum frekastur er, fær tað bíligasta lánið. Tey, sum fáa ágóðan av, at Pól verður snýttur, eru í fyrsta lagi tey, sum læna honum pengar og selja honum ting. Í øðrum lagi eru tað tey, sum eru so frek og so framlig, at tey tora og duga at prutta um prísirnar. Tí tá ein rindar yvirprís ger tað sjálvsagt, at ein annar kann sleppa bíligari. Pól skal snýtast Ja, vit kunnu fara so langt sum at siga, at øll skipanin við følskum prísum rætt og slætt hevur til endamáls at lumpa okkara góða vin, Pól. Tí um vit hyggja yvirskipað at tí, hví man tað so vera, at nógvir handlar seta so høgan prís á sínar vørur, at teir uttan at blunka kunnu lækka hann við bæði 20 og 30 prosentum? Um ein handil frá degi til dags hevði lækkað sínar ásettu prísir við slíkum upphæddum man lítil ivi jú vera um, at hann hevði vunnið kappingina um kundarnar. Hví ger handilin tað so ikki? Orsøkin má vera, at nógv fólk eru sum Pól. Tað mugu vera nógv góðvarin fólk, sum í góðari trúgv - ella bara tí tey eru lítil- látin - veruliga rinda tann okurs- prísin, sum stendur á vøruni. Og hesi mugu vera so mikið nógv, at tað loysir seg betur at seta okursprís á, enn at lækka prísin niður á eitt støði, sum hevði drigið fleiri kundar til handilin. Tí eitt er vist: Eydnast tað ikki at fáa nógv fólk at rinda tann høga - falska - prísin, so er Very special price for you Príspolitikkurin hjá nógvum føroyskum fyritøkum hevur eittans endamál: Tað ræður um at lumpa pengar burtur úr teimum, sum eru góðtrúgvin og smæðin. Á tann hátt tjena handilsmenninir meir, eins og teir freku og framligu kundarnir sleppa bíligari 40 Nr. 58 - 24. mars 2005