Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-23, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. mars 2005síða 41

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 58 - 24. mars 2005 41 eingin sum helst meining í at áseta hendan høga prís. Ein lægri prísur hevði jú drigið fleiri kundar. Sannleikin er helst, at tað eydnast handlunum at vinda so nógv burtur úr fólki sum Pól, at tað er betri at hava færri kundar og nakrar Pól'ar at lumpa, enn fleiri kundar og ongan Pól at lumpa. Pól og jólamaðurin Eitt annað endamál við hesum príspolitikkinum er, at handlarnir skulu kunna pynta seg við læntum fjaðrum. Tá Pól ivast í, um hann skal keypa ein vøru ella ikki, kann handilsmaðurin siga: "Veitst tú hvat - eg taki fimm prosent av prísinum!" Tá ivast Pól ikki longur. Hann keypir - og kennir seg vísan í, at hann hevur gjørt eitt ordans kupp. Hann veit ikki, at sjálvt tá tey fimm prosentini eru tikin av, er talan um yvirprís. Handilsmaðurin er sjálvsagt eisini væl nøgdur. Samstundis sum hann hevur snýtt Pól upp um bæði oyru, stendur hann í Pólsa eygum sum ein reinur jólamaður. Og Pól fer uttan iva at mæla øðrum til at fara at gera sama kupp... Skal Pól verjast? Høvdu marknaðarkreftirnar virkað í Føroyum, hevði Pól ikki verið snýttur. Tí so høvdu vit havt ta sunnu og gagnligu kappingina, sum undir vanligum umstøðum trýstir prísirnar so langt niður, sum teir kunnu fara. Ein ávís kapping er sjálvsagt til staðar í dag. Men Pól fær einki gagn av henni, tí hon er ikki gjøgnumskygd. Skal Pól hava t.d. tilfar til eini hús fyri tann besta prísin, so má hann fyrst fara í ein timburhandil at prutta. Síðani má hann fara í næsta handil at prutta. So má hann aftur fara til tann fyrra handilin og siga, hvussu nógv tann seinni handilin vildi slaka. Soleiðis má hann renna aftur og fram í langa tíð. Men tað liggur ikki til Pól at gera tað. Hann er tann typan, sum hevur álit á tí, ið fólk siga við hann. Tí er tað skeivt, at handlar seta prísir á ting og láta sum um, at hesir prísir eru "rættir". Prís- seðlarnir í sýnisgluggunum áttu at verið skifti út. Í staðin fyri "Nýmótans bilur. Einans 130.000 krónur" átti at staðið: "Nýmótans bilur. You very special person. Very special price for you. How much you pay?" Men tað ger tað ikki. Pól verður snýttur. Á tinghelluni í dag spyrja vit, um ikki myndugleikarnir áttu at vart Pól. Tí er tað ikki skeivt, at handlarnir sleppa at útnytta hann, sum teir gera? Hann kann jú ikki gera við, at hann er so smæðin og góðtrúgvin. TINGHELLUKLLUMMAN Thomas Arabo arabo@post.olivant.fo Hvør eigur trupulleikan? Tað má sigast at verða skomm, tá okkara sjófólk ikki hoyrir útvarpið, tí at eitt radiorør manglar. Tá tað er sagt, so eri eg ikki samdur við teimum, ið royna at leita eftir trupulleikanum hjá persónum, tað verði seg telestjóra ella landsstýris- manni. Spurningurin í mínari verð er, um ikki tingið hevur sær sjálvum fyri at takka. Løgtingið og detailstýring Løgtinginum dámar væl detailstýring. Hetta er ikki nakað nýtt fyribrigdi. Eg minnist frá mínari tíð á Strandferðsluni, tá Løgting- smenn vildu sleppa at avgera, hvat merki av motorum skuldu í Másan og Sam. Detailstýring úr tinginum av tekniskum økjum er og hevur altíð verið óheppið. Ongantíð meir so enn í dag, har fíggjar- lógin er so mikið stór, at tað ikki er hugsingur um, at Tingið kann forútsiga uppá krónuna, hvat pengar skulu brúkast til eitt ár fram. At eitt radiorør skal gerast mál í einum parlamenti í ár 2005 er einki minni enn syrgiligt. Játtanarskipanin óheppin Vit fingu fyri nøkrum árum síðani eina nýggja játtanar- skipan. Vit hava nú havt nøkur ár at vurdera hesa skipan. Um til dømis eitt sjúkrahús ella ein stovnur kann spara pening netto við ikki at brúka av einari kontu við at brúka eitt sindur meir av einari aðrari, so má hetta fyri tingið sum ein eyka- fíggjarlóg. Er hetta rímiligt? Er hetta tað, ið borgarin ynskir? Motivatiónin til at spara gerst sera lítil, um einki kann gerast t.d. tá Tingið er í summarfrí. Íløgujáttanir kunnu ikki flytast tvørturum nýggjár. Aftur eitt dømi, har studentikosar tulkingar av stýrisskipanarlógini, kombi- nerað við vantandi royndum í vanligum rakstri, hava leitt okkum út í óføri. Heimurin steðgar ikki upp 1 januar, og tað er reint spill av ressours- um, at Tingið játtar fleiri ferðir til somu íløgu. Vit síggja eisini, at stirvna skip- anin ger, at almennir stovnar aftra seg við at brúka pening fyrst í árinum, tí man er bangin fyri at koma til markið á játtanini, fyri síðani at brúka eina rúgvu av pengum millum jól og nýggjár, fyri at játtanin ikki skal fella aftur í stóra pott 1 januar. Rammujáttanir við útdelegering Radiorørið er eftir mínum tykki symptomatiskt fyri hesa játtanarskipan, vit hava fingið. Tað næsta kann verða sjónvarpssendinetið. So leingi vit ynskja, at Løgtingið samtykkir eykalutskeyp, so kunnu vit vænta okkum mál sum hetta. Rammujáttanir við kravspesifikatiónum til landstýrismenninar eiga at verða samtyktar av Tinginum. Landstýrismenninir eiga so at fáa heimild til at økja detaljeringsgradina og at kunna flyta ímillum konti. Vit eiga nógvar dugnaligar stovnsleiðarar í dag, og hesir eiga eisini at kunna flyta millum konti, tó lønarkonti undantikið. Vit mugu minn- ast, at endamálið við einari og hvørjari almennari játtanar- skipan er at borgarin skal fáa sínar tænastur so smidliga og bíligani sum møguligt. Ber hetta ikki til, so eigur lóg- gávan at broytast, so tað fer at bera til. Trupulleikin er ikki persónar, men skipanin. Játtanarskipanin og radiorørið