Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-23, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. mars 2005síða 42

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

42 Nr. 58 - 24. mars 2005 2.partur MATVØRUPOLITIKKUR Dánial K. Christiansen danialkc@hfs.fo Tað skortar ikki áhugi fyri upp- lýsingum um heilsugóðar mat- vørur. Kostráðgevarar hava fyrilestur ymsastaðni í landinum. Hópur av fólki ganga á tí frálíka klænkiskeiðnum "De danske Vægtvogtere". Skúlar hava evnisdagar um mat og motión. Yvirlæknar eru í hornatøkum um grind. Serfrøðingar smakka skerpikjøt á vísundaligum grund- arlag. Professarar skriva bøkur um hjallar. Bóndur gera vanda- málsgreiningar og skráseta hitan í hjallinum eftir leiðbeining frá serfrøðingum. Kommunur gera íløgur í vatnreinsiverk. Jú eg haldi meg hóma, at tíðin er búgvin til eitt breitt almennt, fakligt og politiskt orðaskifti um matvørur. Um væl liggur fyri, so kann slíkt orðaskifti hjálpa til at avdúka okkara styrkir og veik- leikar, lyfta almenna medviti upp á hægri støði og vísa á gongdar leiðir. Best er um ein breið semja fæst um tær politisku avgerðir- nar, ið heilt skjótt mugu takast . Maria Dam, fremsti serfrøð- ingur okkara viðvíkjandi kem- iskum dálkingarevnum í nátúruni kemur í grein herfyri inn á , at tað ger mun at stríðast móti dálkandi ídnaði og samfeløgum. Millum annað kvikksilvurdálk- ingini. Tað er gleðiligt at hoyra. At fyribyrgja dálking er sjálvandi einasta varðandi loysn í longdini. Hesum eri eg samdur við henni í. Trupuleikin er bert at kosttilmæli einans kunnu verja/fremja heils- una hjá konsumentinum og ikki byrgja fyri dálkingini av um- hvørvinum. Í mínum hugaheimi er tað tó heilt greitt, at umhvørvispoli- tikkur, mentunarpolitikkur, vinnupolitikkur eisini eiga sítt pláss í einum samlaðum mat- vørupolitikki, saman við heilsu- politikkinum. Men ymisku áhugamálini eiga onkursvegna at kunna ganga upp í eina hægri eind. Brúkarin í centrum ? Brúkarin/keyparin kann sjálvur gera sína ávirkan galdandi á ymiskan hátt. Skal nevna nøkur meira og minni kontroversiell dømir: • Onkur kann nokta at keypa svenskar dunnur, um tey halda at svenska kjarnorkuverkið Barsebæk burdi verið niðurl- agt. • Onkur keypir ikki heilsugóðan føroyskan fisk, tí tey halda at grindadráp er barbariskt. • Nógv velja at keypa egg av Velbastað fyri at stuðla før- oyskari framleiðslu • onnur tí at tey rokna við at hesi eru salmonellafrí. • Onkur keypir økologiskt oksa- kjøt úr Koltri, tí tey meta hetta smakkavæl • Onnur ikki, tí tey meta oksa- kjøt vera ringt fyri hjarta- og æðrasjúkur. • Summir muslimar eta bert danskar høsnarungar um biðið verður fyri teimum á slátur- virkjunum (halal-slagt) • Jødar eta heldur ikki svínakjøt, blóðpilsu og dýr, sum ikki eru útblødd. • Ein serfrøðingur helt herfyri fyrilestur í adventistakirkjuni um mat og heilsu, men eg veit ikki hvørjar hansara niður- støður vóru. • Vegatarar eta ikki kjøt (er tað av heilsuáðum? ) • Nógv kenna seg sum rættar føroyingar, tá tey piða hárygg • Onkur torir tó ikki at eta skerpikjøt av ræðslu fyri botul- ismu. • Onkur keypir tó ikki danskar dunnur, tí hesar eru ikki salmonellafríar. Av slíkum skilst at matvørupoli- tikkur er ein sera breið vifta av spurningum, sum borgarin í einum fólkaræði má sleppa at fyrihalda seg til og hava ávirkan á. Tí er brúk fyri almennum tjaki, har øll kunnu luttaka. Valið hjá brúkaranum er rættuliga treytað av, hvussu hann er upplýstur ella villeiddur. Somuleiðis hvussu hann pen- ingaliga noyðist/velur at disponera. Brúkarin verður bom- barderaður við upplýsingum av øllum møguligum slag, sonnum og følskum. Ivasamt hvørja ávirkan brúkarin í veruleikanum hevur, tá alt kemur til alt. Kanska eru tað politikkarar, fjøldmiðlar og reklamubransja, sum vegna framleiðarar og lobbyistar, manipulera brúkaranum í einari beinharðari kapping. Kanska við fjaldum politiskum og vinnuligum dagskráum. Tað sigst, at europeiski brúk- arin er sera ørkymlaður, tá um- ræður matvørurHvat skal hann keypa og hvat ikki. Teir sum stýra Brussel vóru rættuliga skelkaðir, tá tað gekk upp fyri teimum, hvussu lítið álit brúk- arin hevur á tí mati hann keypir. Hetta av góðum og minni góðum grundum. Ásanna var at neyðugt var at gera tiltøk fyri at endur- skapa álitið. Hvør lóggáva er neyðug Galdandi matvørulóg er frá 1985. Sett íverk í 1989 fyri heimamarknaðin og í 1990 fyri útflutningsvørur. Í sjálvari lógini er staðfest,at Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur eftirliti um hendur. Men eisini kommun- urnar hava sín leiklut. Síðani miskeiðis í 90´unum hevur eftirliti hoyrt undir fyrisitingina hjá Vinnumálaráðnum (Vetriner- deildini). Mær er sagt, at matvørulógin í sera stóran mun er ein avskrift av eini gamlari danskari lóg frá 1960´unum. Matvørulógin onga endamálsgrein. Var lógin serliga ætlað sum eitt søluargument fyri útflutningsvinnuna. Lógin avloysti "vrakaralógina" sum var ein vinnulóg. Men tá vit fingu hesa lógina, fingu danir sær eina nýggja matvørulóg. Síðani hava danir havt minst 2 aðrar mat- vørulógir, meðan vit enn standa við tí somu lógini. Heilsufrøðiligu ES-krøvini byrjaðu at regna inn yvir landið fyrst í 90´unum. Arbeiðið hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni var uppslúkt av strembanini at upp- fylla tey ES-direktiv , sum landsins stýri við avtalum bant okkum at lúka. At skipa fyri løggilding og innaneftirliti á fiskavirkjum og verksmiðju- skipum, landingarmiðstøðum, BIP-støðum, ráfiskaeftirliti, ísing av útróðrarfiski vóru stór tøk í hesum sambandi. Meira ella minni populer átøk . Í kjalarvørrinum av at hesi mál vóru komin í trygga legu er ásannað, at tilsvarandi krøv mugu setast til fyritøkur á heimamarknaðium, fyri at øll skulu vera líka fyri lógini. Proportionalitetsprinsippið í fyrisitingarlógini. Matvørulógin sigur ikki nógv um hvussu brúkarar av mat- vørum skulu upplýsast. Tó finnast nakrar merkingarreglur. Men vist onki um kosttilmælir. Positivu evnini í mati hava verið ignorerað, meðan øll orka er farin til at stríðast móti teim- um nekativu. Tó hevur verið ein ávísur granskingarhugur, í slík- um sum hevur havt vinnuligan áhuga í útflutningsvinnuni. Nú hevur ES fingið sær eina nýggja matvørulóg (2002) og harafturat hygiejnukunngerðir (2003) og eina eftirlitskunngerð (2003). Hesar galda fyri øll ES- lond. Hetta verður óiva tað, sum fær vinnumálaráði at ressast viðvíkjandi einari nýggjari matvørulóg. Vónandi verður hendan ikki trýst niður yvir høvdi á okkum, uttan nakað tjak. Vónandi fæst eitt breitt demo- kratiskt orðaskifti, áðrenn av- gerðin verður tikin. Í hesum sambandi má eg viðmerkja at ørkymlaði meg, at eingin løgtingsmaður uttan Jenis av Rana, sýntist ánað hvat teir samtyktu, tá teir samtyktu heilsufrøðiligu avtaluna við ES. Eg hoyrdi orðaskifti í løgting- inum. Hetta er ikki tekin um fólkaræði. Vit mugu gevast við blint at avskriva útlendskar lógir. Nei, vit noyðast sjálvi at fyri- halda okkum til verunleikan, kenna okkara egnu áhugamál og eisini okkara møguleikar. Teir einastu politikarnir sum eg meti seriøst og sjálvstøðugt hava ført politikk á hesum øki eru Jenis av Rana, Hans Pauli Strøm og Bill Justinussen. So kann man vera samdur við teir ella ei.. Eigur menningarhjálp eitt pláss í matvørupolitikk- inum Vit eru ein matvøruframleiðandi tjóð burturav. Men hvussu við okkara know how á hesum øki ? Kann tað seljast á altjóðamarknaðinum? Kann tað nýtast sum menningarhjálp í 3. heiminum? Vatnreinsing, vatnforsýning, aling, fiskiskapur, ídnaður, eftirlit. Heiminum tørvar mat og reint vatn. "Gev einum manni ein fisk og tú mettar hann fyri ein dag. Lær hann at fiska og tú mettar hann fyri lívstíð " Ber ikki væl til at samstarva við okkara trúboðarar, sum eru mangastaðni har neyðin leikar harðast. Kenni eg teir rætt ynskja hesir av heilum huga at hjálpa teimum neyðstøddu . Til tess seta teir seg væl inn í mentan og tørvir. Kunnu teir vera við til at tryggja, at ein møgulig menn- ingarhjálp kemur til sín rætt ? Eigur føroyskur matur eitt pláss í matvørupolitikk- inum ? Hvat vita vit í botn og grund um skerpikjøt og ræstan fisk. Er tað rætt at okkara bøndur framleiða kjøt undir miðaldarligum um- støðum, alt meðan teirra vøra gerst meira ella minni hálv- kriminell vegna okkara egnu avskrivaðu lógir, reglur og direktiv. Skal tað vera nakað "tyss tyss" at skerpikjøt sum verður selt í handlunum ikki er framleitt undir teirri løggilding sum ásett er í matvørulógini. Ikki talingur um. Fáa vit ikki loyvi at viðgera teir trupuleikar, møguleikar og ivamál vit hava, hvussu kann tað menna landbúnaðin ? Opið tjak millum okkum sum kenna okk- ara fyrisiting og lóggávu innaní- frá, soleiðis sum løgmaður hevur proklamera við 1/2 opinleika", má vælsaktans takast bók- staviliga. Eiga kostvanar nakað pláss í matvørupolitikkinum. Um vit ikki eru áhugaði í hvat børn okkara eta, hvussu kann nakar útlendskur keypari lýta á, at vit av sonnum hjarta eru áhugaði í hvat hansara konsu- mentar fáa at eta ? Nú ein dagin var tosa í ting- inum um skrásetingar í sambandi við útflutning. Men hvussu við skrásetingini í sambandi við innflutningin ? Mær vitandi er tað tollvaldi, sum í báðum førum ger skrásetingarnar. Innflutningstølini fyri mat- vørur vera ikki viðgjørd á ein hátt, sum gevur upplýsingar um okkara matvanar. Til dømis vita vit ikki hvat eti verður av grøn- meti, fruktum, sukur og mjøli. Slík tøl kunnu siga ein heilan hóp um gongdina. Tølini liggja so vítt eg havi skilt Herman Oskarsson og John Jacobsen rætt, óviðgjørd á teldu hjá Hagdeildini. Er ein nýggjur matvørupolitikkur í eygsjón ? At halda seg frá salmonellafongdum dunnum er eisini eitt slag av matvørupolitikki hjá brúkaranum