Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-08-29, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. august 2000síða 10

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 19 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 164 - 29. august 2000 Nr. 164 - 29. august 2000 STEFAN Í SKORINI KÍ legði nógv fyri í royndini at vinna botndystin ímóti Royn í Klaksvík leygardag- in, og tað var eisini viljin til at vinna, sum at enda var á muni millum liðini. Tá eitt korter restaði av dystinum var einki mál komið, men síðani setti klaksvíkingar hol á við brotssparki, sum Fríðin Ziskason setti í málið. Brotssparkið var dømt, eftir at innskifti Karl Marius Poulsen var trýstur í ryggin, tá ein høgur bóltur varð sendur inn í brotsteigin. Tá fimm minuttir vóru eftir at spæla økti Johannes Færø til 2-0. Hann vann sjálvur bóltin frá einum Royn-spælara í høgru síðu, dróg inn í brotsteigin og sendi bóltin flatt í handara síðunet. Og beint áðrenn leiklok fekk KÍ aftur brotsspark, tá Karl Marius Poulsen varð feldur stutt frá baklinjuni. Karl Marius sendi sjálvur brotssparkið í málið til endaliga úrslitið 3-0. Byrjaðu væl Royn var fyrstu minuttirnar nær við at leggja seg fram um. Hvalbingar byrjaðu dystin sera væl, og tvær STEFAN Í SKORINI Gøtumenn vunnu ein kær- komnan 2-0 sigur á grann- unum úr Runavík, og við hesum sigrinum hava teir tikið eitt stórt fet burturfrá niðurflytingarvandanum, sum teir annars hava verið í. GÍ royndi fyrst og fremst at halda málið reint, og síð- ani síggja um tað bar til at skapa nakað frameftir vøll- inum. Hetta vísti seg at verða eitt klókt útspæl, tí alt gekk sum fótur í hosu hjá gøtumonnum. Hóast NSÍ hevði bóltin meira, var tað GÍ, sum skeyt málini í dyst- inum, og tað var eisini teirra ætlan. Fyrra málið kom, eftir at 25 minuttir vórðu farnir. Eftir eitt GÍ álop í NSÍ brotsteiginum, støkk bólt- urin útfrá til Bárð Heinason, sum við einum langskoti úr 25-metra fjarstøðu sendi bóltin í netið og legði harvið útiliðið framum 1-0. Hetta var eisini støðan eftir fyrra umfar. Einar fimm minuttir inn í seinna hálvleik fekk GÍ sítt seinna mál. Tað var Jan Skoradal, sum setti eitt brotsspark í málið. Magni Jakobsen rak fleiri NSÍarar av, og komin inn í brots- teigin, varð hann feldur, tá ein verjuspælari var ov sein- GÍ úr niðurflytingarvandanum 2. deild: GÍ kom til Runavíkar fyri at spæla uppá skjótálop, og taktikkurin við góðum verjuspæli eydnaðist eisini til fulnar ur at seta takklingina inn. 2-0 til GÍ var eisini endaliga úrslitið, sum GÍ kempaði seg fram til. Eftir hetta royndi NSÍ av øllum alvi at leggja trýst á GÍ málið, men tað eydnaðist bara ta einu ferðina at skapa ein opnan møguleika. Mál- verjin hjá gøtumonnum bjargaði tó, tá ein NSÍari kom at standa púra fríur frammanfyri málinum. NSÍ misti við hesum tap- inum ein góðan møguleika at nærka seg ÍF, sum er á triðja plássi, og harvið er møguleikin fyri einum heið- ursmerki nú eisini minni. Hetta var eisini annað tapið á rað hjá NSÍ. Næsta viku- skiftið skal NSÍ royna seg móti B36 í Havn, og um NSÍ vinnur tann dystin, so er enn møguleiki fyri at og- na sær eitt bronsumerki. Tað verður tó torført, tí tað vísir seg ikki at verða lætt at vinna á B36 í Gundadali, har havnarliðið enn ikki hevur tapt nakran dyst. GÍ hevur vitjan av Royn næsta vikuskiftið, og um trý stig verða fingin til høldar tá, so er lítil vandi fyri nið- urflyting. NSÍ-GÍ 0-2 (0-1) 0-1: Bárður Heinason 0-2: Jan Skoradal KÍ útnyttaði síðsta korterið 2. deild: KÍ vann botndystin ímóti Royn 3-0, hóast einki mál var komið eitt korter fyri leiklok ferðir eftir hornaspark mátti KÍ-málverjin, Meinhardt Joensen, forða fyri, at Royn skoraði. Fyrst var tað vágbingurin John Eystberg, sum stútaði, men Meinhardt fekk sligið bóltin á tvørstongina og út, og seinnu ferðina var tað aftasti maður, Poul Poulsen, sum royndi seg, men aftur bjargaði Meinhardt. John Eystberg mátti av vøllinumv ið skaða eftir ein- ar 20 minuttir, og í hálv- leikinum máttu bæði John Ryan og Tomislav Sivic hjá KÍ gevast at spæla, tí teir høvdu fingið snuddir. KÍ hevði leikliga yvirvág mesta av tíðini, og serliga í seinna hálvleiki trýsti heimaliðið. Royn royndi fyrst og fremst at verja, men tá teir komu aftur um 1-0, fóru teir fram á vøllin. Teir høvdu gyltan møguleika at javna eftir frísparksinnlegg frá Zoran Mancic, men av- slutningurin var ov vána- ligur. Og tá KÍ skoraði til 2-0, misti Royn mótið, og KÍ kundi hvat økt fleiri ferðir seinastu løtuna. KÍ-Royn 3-0 (0-0) 1-0: Fríðin Ziskason 2-0: Johannes Færø 3-0: Karl Marius Poulsen CENS & EN Úr Keypmannahavn gekk leið okkara suður gjøg- num Evropa. Endastøðin í Presov, Slovakia skuldi vísa seg at verða 27 drúgvar toktímar framan- fyri okkum. Áhugavert var at eygleiða landslagið sum streymaði ímóti okk- um suður gjøgnum Týsk- land, Kekkia og Slovakia. Ein sera vøkur náttúra við nógvum skógarvøkstri, fjøllum og breiðum áum. Tað teknologiska lands- lagið broyttist eisini, jú longur eystureftir vit komu. Niðurslitin ídn- aðartól, bygningar og tok- støðir, og skorsteinarnir sum spýttu svartan royk úr sær. Fyri hvørt tok- skiftið vit gjørdu versnaði støðið. Í Presov sum liggur heilt eystri í Slovakia, væntaði okkum ein sera hugnaligur og gestablíður býur. Summarið er ser- stakliga heitt har á leiðini, og hjá hesum stolta fólki sýntist høgt til lofta og vítt til veggja. Í teatrinum í miðbý- num, sum er ein av hesum glæsiligu betonmonstru- num frá kommunistatíð- ini, varð talvkappingin hildin. Umleið 300 telv- arar luttóku, við undirrit- aðu sum einastu umboð úr vesturheiminum. Um- framt høvuðskappingina vórðu eisini aðrir talvakti- vitetir fyriskipaðir, eitt nú simultan í blindtalvi. Her eydnadist Carl Eli at vinna ímoti kjekkiska IM´arinum Haussner, sum telvaði blint ímóti 5 telvarum. Hesin Haussner vann 3-2. Misjøvn úrslit Kappingin hjá undirritaðu gekk heldur misjavnt. Heilt fram til sjeynda um- far hevdi Eyðun eina sera góða kapping við fleiri góðum úrslitum móti sterkari mótstøðu. Í næst- síðsta -og síðsta umfar- inum gekk orkan undan, og hóast lovandi støður á talvborðinum tapti Eyðun tey síðstu talvini. Eyðun fekk hálvtfimta stig av níggju møguligum. Carl Eli hevdi ilt við at koma í gongd móti sterku mótstøðuni, og raknaði ikki vid fyrrenn ímóti endanum, tá hann megn- adi 1,5 stig av tveimum teimum seinastu talvu- num. Carl Eli endaði lok- sins við trimum stigum. Samanumtikið ein frálík ferð og eitt gott talvupp- livilsi. Vit vilja takka Føroya Lívstrygging, Postverk Føroya og Nordoya Sparikassa fyri vælvildina hesi sýntu við at studla okkara talvferð. Talvið hesa ferð Talvid í blaðnum er ein góður skalpur hjá Eyduni úr 5. umfari. Hvítt. Eydun Nolsøe Svart. Frantisek Lisko: 2339 Presov Chess Festival 12- 20. august 2000 1.e4 c5 2. Rif3 Ric6 3. d4 cxd4 4. Rixd4 Rif6 5.Ric3 e5 6.Rib5 d6 7.Bg5 a6 8.Ria3 b5 9.Rid5 Be7 10.Bxf6 Bxf6 11.c3 Bg5 12.Ric2 0-0 13.Rice3 Rb8 14.b3 g6 15.g3 b4 16.c4 Rid4 17.Bg2 Bh6 18.0-0 Bg7 19.Ric2 a5 20.Rixd4 exd4 21.Fd3 a4 22.Rif4 f5 23.Rie2 Ff6 24.Rad1fxe4 25.Fxf4 Bf5 26.Fd5+ Kh8 27. Rixd4 a3 28.Rixf5 gxf5 29.Fxd6 Fg5 30.f4 Fg4 31.Bf3 Fh3 32.Rfe1 Bc3 33.Re6 Bg7 34.c5 Rg8 35.c6 Bf8 36.Fe5+ Bg7 37.Fe2 Rc8 38.Rd7 Bf8 39.Fe5+ Bg7 40.Rxg7 Rxg7 41.Re8+ Rxe8 42.Fxe8+ Rg8 43.Fe5+ Rg7 44.c7 svartur gavst 1-0 Talvferd til Slovakia Carl Eli Nolsøe Samuelsen, sum í eitt orð hevur skrivað um talv í Sosialinum, hevur verið á talvferð saman við Eyðuni Nolsøe. Niðan- fyri verður prentað ferðafrásøgn teirra Dagarnir í bestu deildini hjá føroyska liðnum fram um onnur í íslendskum fótbólti tykjast vera av á hesum sinni. Tað eru tvey umfør eftir at spæla, og eftir ó- sigurin móti Stjarnuni í Reykjavík sunnudagin skal tað leitast langt út fyri at finna lítla møguleikan fyri, at Leiftur eisini komandi ár skal spæla í bestu deildini. Men hóast 2–1 tapið vilja føroyingarnir ikki sam- tykkja í, at møguleikin er fokin. – Møguleikin er lítil, men hann er har. Vit fara at stríð- ast av øllum alvi fyri at fáa seks stig. Um tað skuldi eydnast, so er tað á ongan hátt víst, at tað verður nóg mikið, men vit hava ikki givið skarvin yvir. Hetta sigur Sámal Joen- sen, sum saman við John Petersen hugdi, meðan lið- felagarnir stríddust fyri lív- inum. Teir vóru báðir leik- bannaðir. – Hesin dysturin var ikki góður frá okkara síðu. Teir komu á odda, tá eitt korter var farið. Talan var um eitt fínt langskot. Vit javnaðu við góðum stútara, tá 20 minuttir vóru farnir av 2. hálvleiki. So kastaðu vit alt fram fyri at fáa sigursmálið. Vit høvdu onkran møgu- leika, men teir fingu einasta málið, tá tað restaðu átta minuttir. Tað fingu teir eftir snarálop, greiðir Sámal Jo- ensen frá. Málskjútti hjá Leiftri var Ingi H. Heimisson. Tveir minuttir undan leikloki fekk hann reyða kortið. Hann hevði tá fingið tvey gul kort fyri ófantaligar taklingar. Sámal Joensen iðrar seg ikki so nógv um tapið sunnukvøldið, sum hann ið- rar seg um úrslitini fyri stuttum móti KR og ÍBV: – Sunnudagin spældu vit illa. Í hinum báðum dyst- unum spældu vit væl, men vit fingu bara eitt stig burt- urúr. Tá vit taptu 1–0 móti ÍBV høvdu vit einar fimm risa stórar málmøguleikar, og tá vit spældu 0–0 móti KR, høvdu vit einar tríggjar stórar møguleikar. Tað var sera spell, og tað kann seinni fara at vísa seg at vera lagnukent, at vit ikki skor- aðu í teimum dystunum. 10. september fær Leiftur vitjan av Fram, og 16. sep- tember skulu teir í síðsta umfarinum spæla á útivølli í Keflavík. Tá skal Páll Guðlaugsson vitja aftur í fe- lagnum, sum hann fyrr í summar var venjari hjá. Allan í Íslandi Landsliðsvenjarin, Allan Simonsen, hevði fyri lang- ari tíð síðani gjørt av, at hann í hesum vikuskiftinum skuldi vera í Íslandi fyri at fylgja landsliðsmonnunum. Bara ein av trimum lands- liðsmonnum var á vøllinum sunnudagin. Sámal Joensen heldur, at Jens Martin Knudsen spældi ein fínan dyst. Í gjárkvøldið skuldi Allan Simonsen hyggja at dyst- inum millum Fram og ÍA. Uni Arge og teir skuldu vitja á Laugardalsvøllinum klokkan átta í gjárkvøldið, sum er tað sama sum klokk- an níggju føroyska tíð. ÍA hevur ivaleyst mist møguleikan at vinna meist- araskapin. Teir spæla fyri plássi í Europa Cup, men tað verður torført hjá teim- um. Í síðstu umførunum skulu teir spæla í Keflavík og á útivølli móti Fylkiri. JH Leiftur er á veg út av tromini Allan Simonsen sá Jens Martin Knudsen spæla væl í vánaliga botndystinum í Reykjavík vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Fylkir 16 9 - 5 - 2 36 13 23 32 2 KR 16 9 - 4 - 3 22 13 9 31 3 ÍBV 15 7 - 5 - 3 24 13 11 26 4 Grindavík 16 6 - 6 - 4 21 16 5 24 5 ÍA 15 6 - 4 - 5 14 12 2 22 6 Keflavík 16 4 - 6 - 6 17 28 -11 18 7 Breiðablik15 5 - 1 - 9 24 27 -3 16 8 Fram 15 4 - 4 - 7 19 26 -7 16 9 Stjarnan 16 4 - 4 - 8 14 24 -10 16 10 Leiftur 16 1 - 7 - 8 17 36 -19 10 Støðan, íslendska landssímadeildin vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Viborg 6 3 - 2 - 1 9 4 5 11 2 Silkeborg 6 3 - 2 - 1 9 12 -3 11 3 AaB 6 3 - 1 - 2 10 8 2 10 4 FC M 6 3 - 1 - 2 10 8 2 10 5 AB 5 2 - 3 - 0 11 5 6 9 6 Lyngby 5 3 - 0 - 2 7 9 -2 9 7 AGF 6 3 - 0 - 3 8 11 -3 9 8 Brøndby 6 2 - 2 - 2 16 7 9 8 9 OB 6 2 - 1 - 3 8 5 3 7 10 FCK 6 2 - 1 - 3 8 6 2 7 11 Herfølge 6 2 - 0 - 4 9 18 -9 6 12 Haderslev 6 0 - 1 - 5 5 16 -11 1 Støðan, danska superligan Sunnudagurin var ein góður dagur hjá føroysku spæla- runum í superliguni. Jákup Mikkelsen og Todi Jónsson vunnu, og Óli Johannesen kom aftur á besta liðið hjá AGF. Vit kunnu siga, at Óli Jo- hannesen kundi bæði smíl- ast og gráta, tí AGF tapti 3– 1 í Herfølge. Tolin trívst plagar at verð- a tikið til. Óli Johannesen hevur, síðani Ove Christ- iansen kom til AGF, ikki kent seg í nánd av besta lið- num, men undan næstsíðsta vikuskiftinum fekk hann eina ábending um, at kanska fór tað ikki at vera so leingi, inntil møguleikin fór at koma: – Umframt ein málverji er loyvt at hava tríggjar eykamenn á beinkinum. Venjarin hjá okkum hevur altíð ein eykamann við, um okkurt skuldi borist á undir upphitingini. Tá vit spældu heima móti AB, var eg 16. maðurin, sum teir kalla tað. Tí kom tað ikki so óvart á, at eg fekk boð um at koma við til Herfølge. Endaði í álopinum Óli Johannesen sat á beink- ium fyrra umfarið. Tað gekk illa hjá AGF. Jesper Jacob- sen legði Herfølge framum í 9. minutti, og í steðginum var AGF venjarin so mis- nøgdur, at hann skifti tveir Óli aftur í hitanum Danmark: Bæði Todi og Jákup vunnu, og harvið lættu Herfølge og FCK sær úr botninum spælarar út. Lennars Bak, sum hevði verið ytstur í vin- stru í fl-tu verjuni, varð fluttur fram á miðvøllin, og Óli Johannesen kom inn á bakkplássið. – Har havi eg ongantíð spælt í AGF. Men nú tú sig- ur tað, so haldi eg meg minnast, at tá vit vunnu FM í B36, tá brúkti Tomislav Sivic meg onkuntíð í síðuni. Teir komu framum 2–0 í 70. minutti, og tá Nocko Joko- vic tveir minuttir seinni hev- ði minkað um munin, fekk eg boð um at fara fram í álopið. Hevði tú nakran møgu- leika at fáa mál hjá Jákupi Mikkelsen? – Nei, men eg átti at fin- gið ein góðan møguleika. Eg rak móti brotsteiginum og kundi havt roynt við skoti. Í staðin valdi eg at spæla eitt tvey við Nocko Jokovic. Men hann var ikki við upp á tað og royndi sjálvur móti málinum. Aft- aná segði hann, at hann hev- ði ikki fangað mína ætlan. Eg hevði verið púra leysur, og so er spurningurin, hvussu tað hevði gingist ein móti einum móti Jákupi, sigur aftasti maður á lands- liðnum. Óli heldur ikki, at hann spældi seg á liðið í Her- følge: – Avrikið var vánaligt hjá øllum liðnum. Eg vóni, at eg fái møguleikan næstu ferð. AGF venjarin Ove Christ- iansen ynskti eftir lands- dystin móti Danmark Óla Johannesen tillukku við ein- um góðum landsdysti. Óli heldur ikki, at tað var lands- dysturin, sum bar pláss á AGF liðnum við sær: – Tað hevur gingið væl undir venjing, og tað hevur gingið væl í dystunum á næstbesta liðnum, men sjálvandi er tað nógv huga- ligari at spæla í superliguni, sigur Óli Johannesen. Jákup arbeiðsleysur Fyri Herfølge, sum hevði John Faxe Jensen á mið- vøllinum, var tað sera týd- ningarmikið at vinna. – Jákup var tryggur. Hann hevði lítið at gera, tí tað var sjáldan, at vit komu í nánd av málinum hjá hon um. Tá Nocko Jokovic skoraði okk- ara mál, stóðst støðan av misskiljing í verjuni hjá teimum. Jákup hálvbjargaði í fyrstu atløgu, men bólturin fór út aftur til Nocko, sum skoraði, sigur Óli Johann- esen. Todi í hopla 34.333 áskoðarar møttu í Parkini í Keypmannahavn. Tað ber boð um, at fótbólts- hugaðir høvuðsstaðarbúgv- ar halda grannauppgerðina millum FCK og Brøndby vera nakað serligt. Men tað ber eisini boð um, at áhugin fyri er øktur, nú teir innan- fyri eina viku hava keypt ikki færri enn fýra spælarar. Jacob Laursen er nýggjur liðformaður hjá FCK. Hann hevði stóran myndugleika í miðverjuni. Ståle Solbakk- en var síðsta hálva tíman á miðvøllinum, og tað var beinanvegin eyðsýnt, at hann hevur evini, sum skulu til fyri at fáa javnvág millum verju og álop og millum síð- urnar. Todi Jónsson var alla tíð- ina ytstur í vinstru, og hann var væl upplagdur. Søren Colding hevði stórar trupul- leikar av føroyinginum, sum ferð eftir ferð sneiddi fyrrverandi landsliðsmann- in av og fór til baklinjuna. Todi hevði onkra roynd móti málinum, men serliga í 2. hálvleiki var hann noyddur at taka nógv lut í verjupartinum. Tá var FCK undirmannað, tí Thomas Rytter var rikin av vøllinum eftir at hann hevði brúkt neyðbremsuna. Thomas Thorninger, sum hesa ferð var í álopinum saman við norðmanninum Harald Brattbakk, stútaði til 1–0 í 1. hálvleiki. Zuma skoraði eitt framúr mál, tá hann stutt eftir at FCK hevði fingið reyða kortið, fóru sjálvur, dróg 40 metrar og skoraði. Spenningur kom í, tá dómarin eftir horna- sparksstøðu helt, at FCK hevði gjørt brotsspark. Sør- en Colding skoraði, men FCK megnaði at halda tætt. JH Tað var sera strevið, men tað eydnaðist. Sogndal hev- ði trý stig til hús aftur við sær, tá teir sunnukvøldið høvdu verið og vitjað By- åsen. Tað er altíð kærkomið at vinna á útivølli, men hesa ferð var sigurin serliga søt- ur. Sogndal vann 26. juli 6– 1 á Byåsen á útivølli, men ta ferðina vóru stigini tikin frá teimum, og Byåsen vann øll stigini við málmuninum 0–0. 84 áskoðarar vóru til dystin, og 50 teirra høvdu ferðast úr Sogndal fyri at hyggja at. Hesa ferð var tað nógv strævnari hjá Sogndal at vinna. Julian Johnsson og Hans Fróði Hansen vóru báðir leikbannaðir, meðan Kurt Mørkøre var í álop- inum alla tíðina. Hann fekk eitt gult kort. Talan var um fjórða gula kortið í hesum kappingarárinum. Sogndal fekk sigurs- málið, tá tað restaðu tíggju minuttir. Málskjútti var Dag Christian Sørum, sum er liðformaður hjá Sogndal. Hann hevur áður spælt í By- åsen. Uppleggið til málið stóð Tommy Øren, álops- felagin hjá Kurt Mørkøre, fyri. Hann sendi innfyri úr vinstru. Sogndal spældi væl í 1. hálvleik. Tá høvdu teir fýra stórar møguleikar, men teir fingu ikki mál. Í 2. hálvleiki vóru teir meiri kroystir. Byåsen hevði onkrar heilt góðar royndir, men Sogndal málverjin, Terje Skjeldestad, vardi væl fyri. Aftaná varð hann kosin besti maður á vøllinum. Kurt Mørkøre var við í nógvum. Hann spældi fleiri ferðir liðfelagarnar leysar til royndir móti málinum, og onkra ferðina var hann sjálvur framvið. T. d. hevði Sogndal segði takk fyri síðst vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Lyn 20 17 - 2 - 1 45 13 32 53 2 Strømsg. 20 13 - 4 - 3 45 21 24 43 3 Sogndal 20 11 - 5 - 4 54 30 24 38 4 Raufoss 20 8 - 6 - 6 38 29 9 30 5 Kongsv. 20 8 - 6 - 6 32 28 4 30 6 Ham-Kam20 8 - 3 - 9 34 35 -1 27 7 Tromsd. 20 8 - 1 - 11 30 47 -17 25 8 Sandefjord20 7 - 3 - 10 30 33 -3 24 9 Skeid 20 6 - 5 - 9 23 34 -11 23 10 L/F Hønef.20 6 - 4 - 10 30 34 -4 22 11 Kjelsås 20 6 - 4 - 10 24 34 -10 22 12 Byåsen 20 7 - 0 - 13 22 38 -16 21 13 Strindheim20 5 - 4 - 11 26 40 -14 19 14 Eik-Tønsb.20 5 - 3 - 12 22 39 -17 18 Støðan, norska 1. deild Noreg: Tepri sigurin á Byåsen ger, at føroyingarnir framvegis hava møguleika at flyta upp hann onkran stútara, sum fór tætt framvið, og so hevði hann eitt gott langskot úr 20 metrum, sum streyk fram- við málinum. Men tað týdningarmesta var, at Sogndal megnaði at vinna, sjálvt um Hans Fróði Hansen og Julian Johnsson ikki vóru við. Nú fara før- oyingarnir at hugsa um landsliðsfótbólt. Sogndal hevur frí frá landskapping- ini til 10. september. Tá fara teir undir endaspurtin. Fyri- bils sær tað út til, at tað fer at enda við endadystum um eitt pláss í bestu deildini. Men møguleikin fyri næst- fremsta plássinum og harvið beinleiðis uppflyting er avgjørt ikki burtur. JH