týsdagur 29. august 2000síða 9
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
17
tíðindablaðið sosialurin
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 164 - 29. august 2000
Nr. 164 - 29. august 2000
JÁKUP MØRK
Rúni Nolsøe var í nøkur ár
spælskipari á miðvøllinum
hjá VB, men síðani 1993
hevur hann havt hendan
leiklutin hjá HB, har hann
nú eisini er liðformaður.
Eftir dystin móti VB helt
hann, at sum so var hann
ikki nøgdur við spælið, sum
HB sýndi, men at úrslitið
JÁKUP MØRK
VB-HB 0-0
Karmarnir til ein rættan
toppdyst vóru so avgjørt til
staðar, tá leikararnir hjá
ávíkavist VB og HB gjørdu
seg til reiðar at fara á vøllin
sunnudagin.
Heimaliðið, sum ikki
hevur ligið so væl fyri í
nógv, nógv ár, hevði sjálv-
sagt dyggan stuðul frá
áskoðarunum, og longu áðr-
enn dysturin byrjaði, vórðu
nøkur dundur frá fýrverki
at hoyra á Eiðinum.
HB leikararnir høvdu tó
eisini nakrar av sínum stuðl-
um við. Stuðlafelagið hevði
skipað fyri útferð, og alt í
alt mundu eini hálvhundrað
havnarfólk
standa
við
eystursíðuna av vøllinum,
haðani tey royndu at eggja
sínar leikarar.
Og tað hoyrir eisini til, at
veðrið var av tí allarfagr-
asta, og longu langt undan
dystinum streymaðu fólk út
á Eiðið.
Verjukent
Frá byrjan var líkt til, at
talan skuldi gerast um ein
dyst við sera fáum opnum
møguleikum. VB var skert,
tí Robert Cieslewicz hevði
leikbann, og tí var leikandi
venjarin,
Krzystof
Popczynski, einsamallur á
toppinum. Ætlanin var
allarhelst, at vongverjarnir
og annar av framrættaðu
miðvallarunum
skuldu
stuðla í álopspartinum, men
yvirhøvur var uppgávan hjá
venjaranum sera trupul.
Vandamestir vóru vágbing-
arnir, tá tað eydnaðist at
spæla seg ígjøgnum í borð-
unum, men innleggini sakn-
aðu neyvleika, og tí gjørdist
talan sjáldan um vanda-
miklar støður.
Eisini HB var sera verju-
kent í útgangsstøðnum. Ikki
tí, fólkið var tað sama, og
taktiktalvan segði framveg-
is 4-4-2, men eitt nú varð
sera sjáldan roynt at nýta
síðurnar til at bróta seg
Bæði vardu sítt
Oddastríðið í Vági endaði, sum tað byrjaði. Hvørki HB ella VB megnaði at
skapa teir stóru møguleikarnar, og yvirhøvur tóktist aðalmálið hjá báðum at
liggja í verjupartinum
Nøgdur við stigið
Liðskiparin hjá HB var nøgdur um
úrslitið, sum teir fingu suðuri í Vági
var í lagi fyri teirra viðkom-
andi:
- Nei, vit fóru ikki inn á
vøllin eftir einum javnleiki.
Vit kunnu í øllum førum
liva betri við einum javn-
leiki enn VB kann, helt
hann fyri, tá vit spurdu
hann, um teir fóru á vøllin
eftir einum javnleiki.
Einki er avgjørt
Tá tosið fall inn á, hvat lið
kann kalla seg føroyameist-
ara, ta kappingin er liðug
um ein góðan mánað, var
HB liðformaðurin tó eitt
sindur í iva:
- Sjálvandi vilja vit royna
at vinna, men tað er ógvu-
liga torført at spáa um, hvat
lið tað verður. Tað tó tað
liðið, sum sýnir størsta
stabilitetin í avrikum sínum,
tað sum eftir er av kapping-
ini. Øll oddaliðini hava tor-
førar dystir eftir, so har kann
alt henda, segði altso Rúni
Nolsøe.
Hóast spælið ikki var av tí
besta, var Rúni Nolsøe
kortini nøgdur um úrslitið
móti vágbingum
Hvørki av liðunum vildi offra nóg nógv í verjupartinum, og millum annað varð Krzystof Popzynski einsamallur á
toppinum hjá VB
Mynd: Áki Bertholdsen
ígjøgnum. Bakkarnir høvdu
heilt sjónligt fingið boð um
at halda seg til verjupartin,
og hetta avmarkaði álops-
møguleikarnar hjá gestun-
um.
Ístaðin varð ofta roynt við
longum sendingum niðan til
áleypararnar, sum meira ella
minni einsamallir royndu at
koma framvið VB verjuni.
Undantakið var, tá Allan
Mørkøre, sum nú tykist á
veg upp aftur, kom framvið
í høgru.
Hvør sína løtu
Eftir at bæði liðini sostatt
løgdu sera varisliga fyri,
fekk HB eina lítla yvirvág
seinna partin av fyrra hálv-
leiki.
Yvirvágin gav tó ikki teir
stóru møguleikarnar, men
hinvegin hildu teir í allar-
flestu førum vágbingum
langt frá HB málinum.
Gestirnir vóru hesa løtuna
fyrst á flest øllum bóltum á
miðvøllinum, men nærri
enn einari góðari roynd við
høvdinum frá Jón Róa
Jacobsen, og einum frí-
sparki frá Allani úr 25 metr-
um, komu teir ongantíð.
Sum nevnt, so hevði HB
gott tak á miðvøllinum hesa
løtuna, og allarhelst var tað
hetta, sum VB venjarin
hevði hugsað mest um í
hálvleikinum. Í øllum før-
um tóktust vágbingarnir
nógv meira tendraðir, tá teir
fóru á vøllin til seinna hálv-
leik.
Bóltarnir, sum HB hevði
vunnið í fyrra, komu nú
aloftast til eitt VB bein, og
spakuliga otaðu vágbingar
seg longur oman móti HB
málinum. Nærmast vóru
teir við, tá Milan Kulic frá-
gera væl snaraði HB verju-
leikara av sær á skeyt frá
brotsteigarsamankoming-
ini. Bárður vardi tó sera væl
fyri, tá hann fekk sligið
dúkkandi skotið upp um
málið.
Nakað seinni fekk VB eitt
heldur bíligt fríspark beint
uttan fyri brotsteigin, tá
Símun klossaðist so við
bóltinum, at hesin støkk upp
í hondina. Milan royndi seg
við einum fløtum skoti nið-
ur móti handara horni, men
Bárður fekk tveitt seg, so-
leiðis at eisini tann vandin
var av.
Júst hetta frísparkið var
annars eitt gott dømi um,
hvussu ótryggir leikararnir
vóru á vøllinum. Hóast tal-
an var um ógvuliga taktiskt
vøllinum, og so vóna at teir
har frammi megnaðu at gera
eitthvørt.
Talan er tó um stórar íløg-
ur, sum skulu gerast, um
nøkur vón skal vera at betra
um vøllin, og tí er helst líkt
til, at trupulleikin av vøll-
inum í Vági stendur við
nøkur ár frameftir.
Ingi tetti aftur
VB hevði sostatt eina
hampuliga yvirvág á mið-
vøllinum hesa løtuna, men
eftir at HB venjarin hevði
sett Inga Rasmussen inn fyri
Hall Danielsen broyttist
hetta aftur.
Ikki soleiðis at HB nú
fekk nakra yvirvág, men
evnini hjá Inga sum bólt-
vinnara og bylgjubrótara á
miðvøllinum komu sera
greitt til sjóndar, og HB
fekk nú aftur flutt spælið eitt
sindur niðan á vøllin.
Málmøguleikar varð tó
ongan tíð talan um. Tað einu
ferðina fekk Bjarni ikki
fatur á einum innleggi, men
VB verjan fekk ruddað
burtur, og í hinum endanum
royndi Krzystof seg við ein-
um skotið úr stórari fjar-
støðu, sum gav Bárða nakað
av trupulleikum, tá bólturin
støkk í váta vøllin.
Málleysi
javnleikurin
nærkaðist tí alsamt, og
gjørdist at enda veruleiki.
Sum heild kann sigast um
dystin, at hóast taktiska
uppleggið hjá báðum pørt-
um var at binda fyri í verju-
partinum, so var talan alla
tíðina um ein spennandi
dyst. Nervin fór ongantíð úr,
og nógvir intensir nærdystir
vóru eisini at síggja. Javn-
leikur var tó einasta rætta
úrslitið, og hetta tóktust
báðir partar eisini at vera
hampuliga væl nøgdir um,
tá dómarin hevði bríkslað
fyri seinastu ferð.
At enda skal nevnast, at
tað tænir báðum pørtum til
rós (og eisini dómaranum)
at hóast talan var um ein
sera javnan dyst, so gjørdist
ongantíð neyðugt við nakr-
ari kortveittran, so sum tað
ofta sæst, tá nærdystirnir eru
nógvir og tættir. Tað sama
kann ikki sigast um Eyðun
Kjærbo, sum av beinkinum
fekk gult kort fyri at brúka
seg móti bæði dómara og
linjuverja.
VB-HB 0-0
Dómari: Lassin Isaksen
VB:
Bjarni Johansen – Predrag
Zivkovic, Eyðun Jacobsen,
Magni Jacobsen – Palli
Augustinussn,
Eyðun
Kjærbo,
Milan
Kulic,
Tórður Holm, Michael í
Lágabø, Jón Pauli Olsen –
Krzystof Popzynski
HB:
Bárður
Johannesen
–
Jóhannis Joensen, Hans á
Lag, Símun Eliasen, Janus
Joensen – Allan Mørkøre,
Rúni
Nolsøe,
Hallur
Danielsen, Rói Árting – Jón
Rói Jacobsen, Andrew á
Fløtum
spæl frá báðum pørtum, er
einki at ivast í, at undir-
haldsvirði
hevði
verið
størri, um vallarumstøðurn-
ar vóru betri. Uppbyggjandi
spæl frá verjuni og frameftir
var sostatt nærum ikki talan
um. Heldur varð satsað upp
á langar bóltar niðan eftir
KÍ plagar at hava takið á
B68 á Svangaskarði. Hetta
varð sagt í blaðnum leygar-
dagin, og hagtølini staðfestu
henda veruleikan. Undan
sunnudegnum vísti samlaðu
tølini á Svangaskarði frá
1988 og til 1999 13 til B68
og 23 til KÍ. Stórsigurin
hesa ferð hjá toftamonnum
var tann rudduligasti nak-
rantíð ímóti klaksvíkingum,
og hann boðaði frá, at úti-
liðið hevur mist allan íblást-
ur, meðan B68 av álvara
tykist trúgva upp á møgu-
leikan fyri at enda ovast.
Men áðrenn tað verður
farið víðari við útpensling-
ini av, hvussu sannførandi
B68 sigurin gjørdist, so
eigur at verða undirstrikað,
at fyrra umfarið bendi lítið
ella rættari sagt einki á, at
talan skuldi gerast um stór-
sigur.
Klaksvíkingar
trýstu
fyrstu fáu minuttirnar, og so
spældu teir væl eina løtu.
At tað var B68, sum setti
hol á málskjótingina, var
eitt sindur misvísandi, tí tá
fyrra umfarið var hálvrunn-
ið lá tað í luftini, at KÍ
skuldi fáa fyrsta málið. Teir
samanspældu væl fram móti
brotsteiginum, og Heðin á
Lakjuni og Ove Nysted
vóru nær við, men teir
komu ikki nærri, og so
small B68 hamarin:
Álopssinnaði
Marlon
Jorge hevði ongar trupul-
leikar á høgra vongverja.
Jákup Djurhuus, sum hesa
ferð spældi við stórum
sjálvsáliti í vinstru, vann
bóltin, stakk fram á vinstra
vong til Øssur Hansen, sum
krúllaði langt fram á KÍ
hálvuna, áðrenn hann sendi
mitt innfyri málið, har Mar-
cello Marcellino hekk mitt
fyri málinum og stútaði í
kassan.
Tá var fyrra umfarið hálv-
runnið, og klaksvíkingar
vóru skelkaðir. Men tað
gekk bara ein lítil løta, so
høvdu teir javna, og restina
av 1. hálvleiki var spælbýtið
javnt, og einki bendi á av-
hølving.
Marek javnaði við fløtum
frísparki úr 18 metrum, og
løtuna aftaná vóru boð eftir
toftamonnum. Eftir lítlari
løtu hevði Ove Nysted
vandamiklan stútara, sum
Magnus Poulsen avbera væl
bjargaði til horna, og so
sendi Rógvi Jacobsen úr
átjan metrum úr høgru og í
handara stólpan.
Skipbrotið
Fyrsta korterið av 2. hálv-
leiki datt KÍ saman. Tá
tíggju minuttir vóru farnir,
hevði B68 skorað tvær ferð-
ir, og so gjørdist tað upp-
aftur meiri eyðsýnt, at løtan
nærkaðist, tá Tummas Pauli
Olsen fór at leita eftir osta-
skorpuni.
Longu í 1. hálvleiki
høvdu fleiri klaksvíkingar
fingið gul kort fyri ófantalig
fríspørk langt frammi á
vøllinum, og eftir at B68
hevði lagt seg á odda og økt
um leiðsluna spældu klaks-
víkingar sjálvir sær av við
allar møguleikar.
Inni í B68 brotsteiginum
gjørdi Ove Nysted av við
seg sjálvan í samanbresti
við B68 miðverjan Oleif
Joensen, og Rógvi Jacob-
sen, sum á miðvøllinum var
heilt við síðuna av tí, sum í
fjør gjørdi hann til lykla-
spælara á FM og steypa-
vinnaraliðnum, so at siga
kroysti dómaran eftir næsta
gula kortinum og harvið tí
reyða.
So var KÍ liðið upployst.
Teir vóru níggju ímóti ell-
ivu. Veteranarnir skulu hava
rós fyri, at teir royndu sum
frægast fyri at avmarka tap-
ið. Høvdu teir ikki gjørt tað,
so kundi úrslitið sæð upp-
aftur ljótari út.
Liðavrik og
úrmælingar
Jóannes Jakobsen tóktist
síggja møguleikan fyri to-
talari eyðmýking av sínum
gamla liði. Síðstu løtuna
hevði KÍ bara ein álops-
spælara. So varð Jan C.
Dam, sum hevði verið
tryggur aftasti skansi aftan-
fyri sannførandi Arnbjørn
Danielsen og stóra stríðs-
mannin Oleif Joensen, tikin
út, og Øssur Jacobsen kom
inn. Tá var støðan 5–1, og
tað eydnaðist eftir uppspæl
frá hesum Øssuri at økja til
tennisúrslitið.
B68 brúkti í 2. hálvleiki
sínar talentir til fulnar. Teir
dúvaðu upp á kontraálop,
og avgerandi málini vórðu
skorað eftir genialar langar
og neyvar sendingar. Øssur
Hansen hevur neyvan verið
betri fyri, enn hann er nú.
Tíðliga í 2. hálvleiki var
hann arkitekturin aftanfyri
tvey framúr uppspæl til mál:
Eftir at hava fingið bóltin
frá Eyðsteini Skipanes við
síðulinjuna í vinstru, dróg
hann tjúgu metrar inni á KÍ
hálvuni upp á tvørs. Í besta
Laudrup stíli, ella sum tá ein
strikuspælari í hondbólti
verður spældur leysur, sletti
hann bóltin fram ímillum til
Fróða Benjaminsen, sum á
markinum til rangstøðu
B68 setti met móti KÍ
KÍ korthúsið hoyknaði undir kontraspælinum hjá toftamonnum, og tað kendist
eyðmýkjandi hjá gestunum, tá tveir teirra vórðu riknir av vøllinum
gjørdist púra leysur ímillum
tøvandi Andrzej Pacek og
Jan Andreasen. Í tí støðuni
var landsliðsmaðurin trygg-
ur, og lítla løtu seinni varð
aftur staðfest, at KÍ verjan
var skelkað.
Øssur Hansen stríddi seg
ígjøgnum heilt í vinstru, 30
metra neyvu sendingina
tvørtur um tamdi Marcello,
og sjálvt um Súni Fríði
Johannesen var eitt sindur
trongdur, so eydnaðist hon-
um at skora.
3–1 gjørdist til 4–1. Aftur
var talan um uppspæl í
vinstru. Jákup Djurhuus
vann bóltin, legði innfyri,
aftur hesa ferð tamdi Mar-
cello og prikaði til Súna
Fríða Johannesen, sum
skoraði.
Marcello stóð fyri síðstu
avklæðingini. Fyrst lyfti
hann úr 25 metrum og frá
síðulinjuni langt upp og nið-
ur í handara tríkantin, og
fýra minuttir undan leikloki
setti hann síðsta seymin í.
Toftamenn spældu seg til
fleiri aðrar møguleikar
ímóti undirmannaðu mót-
støðumonnunum, men Zol-
tan vardi fleiri ferðir væl
fyri.
Tað kundu toftamenn væl
liva við. Í góðveðrinum –
lítla lotið út eftir vøllinum
bilaði einki – høvdu teir
sett KÍ so dyggiliga upp á
pláss, sum teir ongantíð
áður hava gjørt. Eftir síðsta
bríkslið sást væl, at nú hev-
ur B68 sjálvsálit at bjóða
øllum av í kappingini um
FM. Og viðhaldsfólkini
tykjast trúgva upp á, at Súni
Fríði, Marcello, Øssur, Arn-
bjørn, Jan C. Dam og allir
hinir kunnu megna tað, teir
vilja.
jh
B68-KÍ 6-1 (1-1)
1-0: Marcello 9
1-1: Marek Wierzbicki 25
2-1: Fróði Benjaminsen 50
3-1: Súni Fríði Johannesen
57
4-1: Súni Fríði Johannesen
61
5-1: Marcello 67
6-1: Marcello 86
Dómari: Tummas Pauli
Olsen (GÍ)
B68:
Magnus Poulsen – Marlon
Jorge, Oleif Joensen, Jan C.
Dam, Jákup Djurhuus –
Fróði Benjaminsen, Eyð-
stein Skipanes, Øssur Han-
sen – Súni Fríði Johann-
esen, Marcello Marcellino
KÍ:
Zoltan Kujundzic – Harley
Bertholdsen,
Andrzej
Pacek,
Jan Andreasen,
Niclas Niclassen – Símun
Waag Høgnesen, Marek
Wierzbicki, Rógvi Jacobsen
– Arnold Joensen, Ove Ny-
sted, Heðin á Lakjuni
Leikandi venjarin hjá VB,
Krzystof Popczynski, helt
eftir dystin móti HB, at
hvørki av liðunum kundu
iðra seg serliga nógv um
javnleikin sunnudagin:
- Hatta var ein dystur,
sum átti at enda 0-0. HB
hevði kanska eitt lítið
yvirtak í fyrra hálvleiki,
meðan vit høvdu eitt lítið
yvirtak í seinna hálvleiki.
Talan gjørdist eisini um
tveir hampuligar møgu-
leikar í part, men tað var
so at siga alt, helt pólverj-
in um sjálvan dystin.
Tað var annars líkt til,
at leikandi venjarin sakn-
aði vanliga álopsfelaga
sín, Robert Cieslewicz
undir liðini á sær uppi í
álopinum, men hetta vildi
hann ikki á nakran hátt
nýta sum umbering:
- Tá vit spæla við einum
áleypara krevur tað, at vit
eisini hava ógvuliga fram-
rættaðar vongverjar. Hetta
royndu vit, men tá HB
alla tíðina helt sínum
bakkum afturi, var sera
trupult hjá okkum at
koma ígjøgnum, eins og
tað hjá mær var ringt at
skapa nakað sjálvur, var
einasta viðmerkingin vit
fingu um hetta.
Alt er opið
Og gullvónin hjá VB livir
framvegis væl, sum vit
skiltu á venjaranum. Í so
máta helt hann ikki, at
talan var um nakran kata-
strofalan stigamiss móti
HB:
- Tað er framvegis full-
komuliga opið, hvør fer
avstað við gullmerkjun-
um. Í mínum eygum hava
B68, VB og HB øll eins
góðar møguleikar, og
heldur ikki kunnu B36 og
NSÍ avskrivast. Vit ætla
so at gera tað, sum vit
kunnu, til tess at vinna
eina so góða endastøðu
sum gjørligt.
Um hetta seinasta skal
leggjast afturat, at tá vit
tosaðu við Krzystof beint
eftir dystin, vóru hinir
dystirnir ikki liðugt leikt-
ir, og at vit tí ikki kendu
úrslitini av hesum dyst-
um. Úrslit sum eftir øll-
um at døma hava tveitt
bæði B36 og NSÍ út úr
gullkálvadansinum.
Hóast stigamissin móti HB, metti VB venjarin, at alt
framvegis er púrasta opið í dystinum um gullmerkini
Mynd: Áki Bertholdsen
Rógvi Jacobsen tykist langt við síðuna av sær sjálvum í løtuni, og sunnudagin hálvavegna bað hann um at fáa
ostaskorpuna frá dómaranum
Mynd: Jonhard Hammer
Alt er opið