týsdagur 29. august 2000síða 8
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
15
tíðindablaðið sosialurin
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 164 - 29. august 2000
Nr. 164 - 29. august 2000
JÁKUP MØRK
HEIMILDARFRÁSØGN
FS Vágar-Sumba 0-2 (0-2)
Lagt var upp til tann heilt
stóra botngysaran, tá sum-
bingar sunnudagin fóru til
Sørvágs at dystast móti FS
Vágum.
Uttan at skilja B71 burtur
frá teimum liðum, sum
stríðast fyri at sleppa undan
niðurflyting, vóru tað fyrst
og fremst hesi bæði Sumba
og FS Vágar, sum fólk flest
høvdu í tonkunum, tá tosið
fall inn á beinleiðis niður-
flytan.
Nógv høvdu í so máta
sumbingar til favorittar at
tapa hetta stríðið, men hin-
vegin, so hava sumbingar
áður snýtt serfrøðingarnar,
og soleiðis tykist tað aftur
at skula ganga í ár.
Kenna háttin
Sumba hevur nevnliga, síð-
ani teir komu aftur í bestu
deildina í 1998, verið heitur
favorittur til niðurflyting á
hvørjum ári, men onkurs-
vegna hava teir kortini stað-
ið seg. Seinast tá teir við
einum máli í evsta minuttir
á Vágseiði bjargaðu enn eitt
ár í deildini.
Tískil vita teir betur enn
teir flestu, júst hvat skal til
í so máta, og líkt er til, at
teir aftur nú eru farnir í holt
við afturvendandi bjarging-
arroyndina.
Til dystin sunnudagin
høvdu teir styrkt seg við
Dánjal Johan Joensen, sum
annars er fluttur av land-
inum. Dánjal Johan kom
við flúgvaranum, júst sum
sumbingar komu vestur, og
beint sum dysturin var
liðugur, gekk leiðin aftur til
Danmarkar.
Saman við roynda verju-
skansanum, Marlon Kjær-
bo og Bergi Vinther, var
hann partur av hjartanum
av sumbiarverjuni framman
fyri Fróða Mortensen, sum
aftur var at síggja í sum-
biarmálinum.
Løgdu nógv fyri
Sumbingar tóktust frá byrj-
an sera uppsettir upp á at
vinna dystin, og so at siga
allan fyrra hálvleik høvdu
teir eitt støðugt trýst oman
móti vágamálinum.
Tað gekk heldur ikki long
tíð, áðrenn trýstið gav úr-
slit. Spasoje Biberdzic, ella
Bibi, slapp ígjøgnum í
vinstra borði, og tá bólturin
varð lagdur innfyri, var Ne-
bojsa Veljkovic, ella Baja
sum teir rópa hann, fyrstur
á bóltinum, og so var 1-0.
Hóast leiðslumálið, so
hildu sumbingar ongantíð
upp at við at trýsta, og hetta
kastaði eisini fleiri heilt
vandamiklar royndir av
sær. Tá teir so løgdu seg á
odda, var talan tó einamest
um eitt flott einmansavrik
frá Sasa Tomajek. Staddur
nakað í vinstru skamt uttan
fyri brotsteigin fekk Sasa
fatur á bóltinum, og eftir at
hava drigið eitt sindur,
langaði hann bóltin í netið,
uttan møguleika hjá Remi
at verja fyri.
Beint fyri hálvleik kundi
Hallur Dam Joensen sløkt
alla vón hjá vágamonnum,
men Remi bjargaði frágera
væl, tá einsamalli sumbing-
urin royndi seg móti mál-
inum.
Tóku seg aftur
Í seinna hálvleiki tóku sum-
STEFAN Í SKORINI
Undan dystinum í Fugla-
firði ímóti ÍF hevði B36
tapt heili fimm av teimum
seks útidystunum higartil í
ár. Tað var tí ikki líkt til, at
B36 fór at gera nakrar
skreytir, men hagtølini vístu
seg ikki at verða eftirfar-
andi í hesum føri. Hóast ÍF
legði seg framum, so vann
B36 sannførandi 4-1, og nú
Neyðætlanin
hjá Sumba
er sett í verk
Sumba gav FS Vágar ferðaseðilin til aðru deild í
hondina sunnudagin, og metta eftir botnuppgerðini í
Sørvági, er ilt at ímynda sær, hvussu vágamenn skulu
handa hann víðari
Sumbingar tykjast enn eina ferð at hava sett kós móti eini framhaldandi tilveru í bestu
mansdeildini
bingar seg nakað væl aftur
á vøllin, og lótu ístaðin
mótstøðumenninar um at
hava bóltin.
Heimaliðið slapp nú at
leggja eitt hampuligt trýst
oman móti sumbiarmálin-
um, men veruligar møgu-
leikar komu teir so at siga
ikki fram til. Sumbingar
stóðu sera stinnir í verju-
partinum, og fleiri ferðir
høvdu teir eisini heilt góðar
møguleikar at seta ígongd
mótálop. Fleiri ferðir førdi
hetta eisini yvirtalsstøður
við sær, men heilt vanda-
miklir gjørdist teir tó ong-
antíð, tí sendingar teirra
ikki vóru nóg neyvar.
Móti endanum av dyst-
inum var hetta um at kosta
teimum sigurin, men í ein-
um føri eydnaðist Halli at
verja fyri skoti á sjálvari
málstrikuni, og tá vága-
menn at enda komu fram
við Fróða í málinum, var
Marlon komin aftur at verja
fyri, tá bólturin skuldi rull-
ast seinasta pettið.
Returbillett
Nógv bendir á, at vága-
menn eftir tapið standa við
eini returbilett til aðru deild
í hondini. Enn kann støðan
sjálvsagt bjargast, men
hetta krevur í øllum førum
ein sigur, tá sandoyingar
koma á vitjan í næstum.
Nýggju kappingarregl-
urnar viðføra nevnliga, at
hóast ein javnleikur ber í
sær, at vágamenn og sum-
bingar verða javnir í stig-
um, og hóast FS Vágar hev-
ur betri málmun, so eru
sumbingar betri í innanhýs-
is uppgerðum.
Harafturat kemur, at um
vágamenn skulu gera sær
vónir um at vinna á sandoy-
ingum, so skal heilt annað
spæl finnast fram. Sum er
tykjast teir at vera fangaðir
í vælkendu óndu ringrásini,
soleiðis at menn tykjast
fullkomuliga máttleysir, tá
farið verður á vøllin.
Møguliga verður støðan
betri, tá Tór-Ingar aftur
verður klárur at spæla, men
ein maður fær ikki gjørt
nógv einsamallur. Tað skal
eitt heilt lið til, og tað hava
sumbingar lært.
FS Vágar-Sumba 0-2 (0-2)
0-1: Nebosja Veljkovic 11
0-2: Sasa Tomajek 34
Dómari: Niklas á Líðar-
enda (GÍ)
FS Vágar:
Remigius Mikocionis –
Poul Kjartan Thomsen,
Eyðfinn Fjalsbak, Zylvan-
ius Zudis, Heðin Joensen –
Hannus Olsen, Igoris Kiril-
lovas, Ari Thomassen,
Rimvydas Bakus – Birgir
Joensen, John Johannesen
Sumba:
Fróði Mortensen – Dánjal
Johan Joensen, Marlon
Kjærbo, Bergur Vinther –
Mortan úr Hørg, jan Poul-
sen, Hallur Dam Joensen,
Sasa Tomajek, Spasojé
Biberdzic,
hans
Jacob
Thomsen – Nebojsa Veljko-
vic
B36
nærkast
heiðurs-
merkjum
2. deild: Við ein-
um 4-1 sigri á ÍF
á útivølli er B36
av álvara farið at
nærkast einum
heiðursmerki í 2.
deild
eru heiðursmerkini av álv-
ara í ljósmála. Hesin sigurin
var kanska serliga týdning-
armikil hjá havnarmonnum,
sum nú bara eru eitt stig
aftanfyri ÍF á triðja plássi.
Tað var annars ÍF, sum
legði betur fyri, og Bárður
á Lakjuni skeyt eisini
heimaliðið framum. Rúni
Petersen legði ein flatan
bólt innfyri, sum eingin av
verjuleikarunum fekk fatur
á. Við handaru stong stóð
Bárður á Lakjuni og skeyt í
tað tóma málið.
Eftir hetta gekk javnt á,
og eingin nevnisverdur
møguleiki var. Beint fyri
steðgin javnaði B36, tá
Brynleif Hansen tveitti seg
fram og beindi eitt flatt inn-
legg úr høgru í málið, og 1-
1 var støðan, tá liðini fóru
til hálvleiks.
Beint sum seinni hálv-
leikur var farin gongd, var
Brynleif Hansen aftur uppá
spæl. Hesuferð skallaði
hann ein bólt niður til Niels
Joensen, sum stóð púra
fríur í málteiginum. Niels
Joensen var eisini maðurin,
sum gjørdi tað til 3-1, tá
hann varð spældur púra fríur,
og hann rak eisini málverjan
av, og so var 3-1 til útiliðið.
Einki vildi bera til hjá ÍF,
sum skuldi vinna henda
dystin fyri at halda lív í
vónunum um at endurvinna
sætið í 1. deild beinanvegin.
ÍF hevði ikki tað stóra at
bjóða uppá, og heimaliðið
megnaði ongantíð at leggja
nakað stórt trýst á B36 verj-
una, sum serliga í seinna
hálvleiki vardi sera væl.
Seinasta málið í dystin-
um tók væl samanum av-
rikið hjá ÍF leygardagin.
Hornaspark varð sent inn-
fyri, og heilt inni í málteig-
inum kundi Bárður Olsen
púra ótarnaður set fótin á
bóltin. 4-1 til B36, og teir
fáu fuglfirðingarnir, sum
vórður savnaðir omanfyri
vøllin, sóu vónina um 1.
deildar fótbót hvørva sum
døgg fyri sól.
Nú eru heili fimm stig
upp til TB, og tað verður
torført at fáa tvørámenn
aftur, nú bara fimm dystir
eru eftir. Næsti dysturin
verður avgerandi fyri lagn-
una hjá ÍF. Tá gongur leiðin
til Tvøroyrar, og tann dyst-
urin skal vinnast, um nøkur
vón skal verða fyri uppflyt-
ing, men tað verður torført
at vinna, tí TB hevur vunnið
fimm av teirra seks heima-
dystunum.
ÍF-B36 1-4 (1-1)
1-0: Bárður á Lakjuni
1-1: Brynleif Hansen
1-2: Niels Joensen
1-3: Niels Joensen
1-4: Bárður Olsen
JÁKUP MØRK
HEIMILDARFRÁSØGN
B36-B71 2-4 (2-1)
Undan dystinum millum
árstalsfeløgini bæði vóru
tað fá, sum roknaðu við, at
B71 fekk gjørt nakað sum
helst við B36 liðið, sum
tóktist at hava funnið rætta
stevið aftur.
B36 hevur annars havt ein
niðurtúr av teimum heilt
stóru í vár, men eftir seks
stig í teimum báðum sein-
astu dystunum var líkt til,
at skútan var vend. Vóru
havnarmenninir fegnir um
hesi seks stigini, vóru
sandoyingar tað ikki minni.
Hesi vóru nevnliga fingin
til høldar móti sumbingum
og vágamonnum, sum B71
kappast við í botninum, og
vóru tí viðvirkandi til, at
B71 framhaldandi var røttu
megin niðurflytingarstrik-
una, tá dysturin varð bríksl-
aður í gongd sunnudagin.
Sandoyingar vóru tó full-
greiðir um, at eitt tap móti
B36 sendi teir niður um
hesa striku, tí kappingar-
neytarnir báðir dystaðust í
Sørvági um sama mundi.
Tá dysturin byrjaði, var
tó líkt til, at sandoyingarnir
ikki løgdu so nógv í tann
mun, sum var millum liðini
á
stigatalvuni.
Heldur
royndu teir at spæla sítt
spæl, uttan at hava óneyð-
uga virðing fyri gestunum.
Longu tíðliga í dystinum
tóktist tað greitt, at talan
undir ongum umstøðum fór
at verða um ein málleysan
dyst, og tá 10 minuttir vóru
leiktir, eydnaðist heimalið-
num at leggja seg framum.
Jens Kristian Hansen átti sín
stóra lut í málinum, tá hann
driblaði og bandaði seg
niðan eftir sandoyarhálvuni,
áðrenn hann at enda fann
ein púra leysan Magna á
Lakjuni, sum kundi leggja
heimaliðið á odda.
Brotsspark og ikki
Eftir hetta leikaði framvegis
javnt á, og í nøkrum førum
varð talan eisini um sera
spentar støður framman fyri
báðum málunum. Millum
annað átti Julian Florescu
eitt øgiligt langskot, sum
tók í tvørstongina.
B36 leikararnir hildu seg
tó eiga brotsspark, tá Jákup
á Borg varð feldur í brots-
teiginum. Floytan hjá dóm-
aranum tagdi tó, og ístaðin
vórðu tað gestirnir, sum
nakað seinni fingu brots-
spark. Hetta hendi, tá
Kristian Nielsen royndi at
bróta ígjøgnum. Eli Hentze
tók sær av royndini úr 11
metrum, og so var aftur
javnt.
Møguleikar fullu fram-
vegis til báðar partar, og
áðrenn Mikkjal fekk javnað
eftir trunkaspæl, høvdu
einar tvær líknandi støður
verið í B71 brotsteiginum,
uttan at hetta kastaði nakað
av sær.
B71 hevði møguleika at
javna beint eftir nýggja
leiðslumálið hjá heima-
liðnum, men skotið frá
Jógvani Jón Petersen tók í
træverkið, áðrenn bólturin
støkk útaftur.
B36 kundi sostatt fara til
hálvleiks við eini eitt máls
leiðslu, men tað gingu ikki
meira enn seks minuttir eftir
steðgin, so stóð aftur á jøvn-
um. Høgni Hansen fekk
bóltin í vinstru síðu, og eftir
at hava driblað eina løtu, var
hann at enda komin heilt inn
undir B36 málið, hagani
hann sendi út frá til Kára
Nielsen, sum sendi í tóma
málið.
Javnleikur var als ikki
nakað, sum teir á heimalið-
num vóru nøgdir um, men
fortreytir teirra fyri einum
sigri versnaðu nógv, tá
Klæmint Matras varð rikin
av vølli fyri at hava sparkað
Michael Jørgensen niður, tá
hesin dró framvið.
Líkt var tó til, at møgu-
leikarnir aftur batnaðu, tá
Jón Brekku varð rikin av
vølli, fyri hevnisøku móti
Jørgin Meitilberg. Hetta
tóktist tó ikki at nerva
gestirnar, og tíggju minuttir
fyri leiklok fingu teir
endiliga lagt seg á odda.
Hetta hendi, tá Julian fekk
bóltin á miðjum vølli. B36
verjan ivaðist, og tá eingin
kom ímóti, dróg rumenin
nakað fram eftir vøllinum,
áðrenn hann langaði eitt
flatt skot heilt úti við stólp-
an.
B36 tóktist nú at falla
fullkomuliga í fátt, og um-
framt málið, sum Høgni
Hansen skeyt, eftir at ein
púra leysur Eli Hentze
hevði rullað upp á tvørs,
hevði B71 fleiri atsóknir,
sum við eitt sindur av hepni
kundu gjørt sigurin enn
størri. Samanlagt tó ein
sigur, sum sandoyingar
kunnu vera væ nøgdir um,
og sum B36 leikararnir sum
so ikki kundu mótmæla.
Hugsa frameftir
Eftir dystin helt liðskiparin
hjá B36, at avrikið hjá teim-
um sunnudagin ikki hevði
uppiborið eina betri lagnu.
- Tað var eins og vit ikki
orkaðu at spæla í allar 90
minuttirnar, men tað skal
ikki vera nøkur umbering,
tí tað er eisini ov vánaligt
at tveita leiðsluna burtur
tvær ferðir, helt hann um
sjálvan dystin.
Um tað, sum eftir er av
kappingarárinum, helt B36-
skiparin, at tað nú ráddi um
at hyggja frameftir:
- Nú hava vit einki at
spæla fyri restina av árin-
um, og tí er kanska líka so
gott, at onkrir av yngru leik-
arunum fáa meira spælitíð
og harvið royndir, helt Jens
Kristian, sum tó iðraði seg
um mista møguleikan at
fylgja við oddaliðunum.
Var Jens Kristian vón-
brotin, kann tað sama ikki
sigast um liðskiparan hjá
B71 tók B36 á bóli
B71 fekk við
sigrinum á B36
trý ógvuliga
týdningarmikil
stig í niðurflyt-
ingarstríðnum.
B36 er hinvegin
at finna í onga-
mannalandi eftir
tapi
sandoyingum, Eli Hentze.
Hann
var
hinvegin
óguliga fegin um stigini, og
vísti eisini á stóra sálarliga
týdningin av júst hesum
sigri:
- Vit vistu jú framman-
undan, at eitt tap hevði
koyrt okkum niður um
strikuna, so sigurin var
ómetaliga týdningarmikil
hjá okkum, helt veteranurin.
Hann helt eisini, at sigurin
hjá teimum var uppiborin,
tá alt varð lagt saman.
Um dystirnar, sum eftir
eru at spæla, helt hann, at
talan í ongum førum fór at
gerast um lættar dystir, men
at sigurin sunnudagin tó var
komin sera væl við í roynd-
unum at sleppa undan
niðurflyting.
B36-B71 2-4 (2-1)
1-0: Magni á Lakjuni 10.
1-1: Eli Hentze (br.) 38.
2-1: Mikkjal Thomassen 44.
2-2: Kári Nielsen 51.
3-2: Julian Florescu 80.
4-2: Høgni Hansen 83.
Dómari: Jens Petur Bratta-
líð
B36:
Tróndur Vatnhamar – Fróði
Clementsen, Darius Magdi-
sauskas,
Jens
Kristian
Hansen – Jan Guttesen,
Klæmint Matras, Mikkjal
Thomassen,
Magni
á
Lakjuni – Jákup á Borg,
Maciej Maryniak, Håkan
Lundholm
B71:
Waldemar Nowicki – Berg-
leif Sólsker, Jón Brekku,
Jógvan Jón Petersen, Bjrøn
Thorsteinsson
–
Kári
Nielsen, Julian Florescu,
Kristian Nielsen – Michael
Jørgensen, Høgni Hansen,
Eli Hentze
STEFAN Í SKORINI
Tað gongur væl við mál-
skjótingini, men hinvegin
fara eisini nógv mál inn í
skeiva endanum hjá TB,
sum hevur skotið flest
mál í 2. deild, meðan bara
HB hevur eina vánaligari
verju enn TB. Tað vóru
eisini júst hesi bæði liðini,
sum møttust í Gundadali
leygardagin, og tað skuldi
borga fyri einum málrík-
um og undirhaldandi
dysti, og áskoðararnir
fingu eisini nógv mál fyri
pengarnar.
Hóast HB megnaði at
javna heili tríggjar ferðir,
fingu teir einki burturúr
strevinum og máttu taka
til takkar við enn einum
tapi, sum teir eisini hava
gjørt í teimum seinastu
trimum dystunum. 2.
deildar liðið hjá HB má
nú taka sær um reiggj, um
teir ikki skulu flyta niður,
nú teir eru á triðniðasta
plássi, og bara tvey stig
eru niður til Royn á aft-
asta plássi.
Ungi spælarin hjá TB,
Bárður Dimon, legði úti-
liðið framum og byrjaði
harvið málveitsluna. An-
finn Gaard javnaði, tá
hann hevði seinasta fótin
á einum frísparki, sum
varð lagt innfyri. Birgir
Jørgensen legði útiliðið
framum aftur fyri steðgin,
og 2-1 var støðan við
steðgin.
Tá dómarin hevði sett
dystin í gongd aftur, fekk
Magni Petersen tað reyða
kortið frá svartklædda
manninum. Magni varð
vístur av vølli fyri eina
takkling, har hann eisini
meiddi sær armin illa.
Vagnur Mohr Mortensen
TB vann
við tíggju
monnum
2. deild: TB hevur framvegis EB/
Streym í stuttum tjóri, og um odda-
liðið snávar, so eru tvørámenn til-
reiðar at taka av tilboðnum um odda-
sessin
tók frísparkið, og hann
sendi eitt vakurt skot á
stongina og inn. Hóast
TBararnir vóru í minni-
luta á vøllinum, so eydn-
aðist Einari Petersen enn
einaferð at leggja útiliðið
framum, men Jónsvein
Bærendsen var skjótur at
svara aftur fyri HB, tá
hann fekk fatur á einum
skoti frá Gunnari Mohr,
sum fór á tvørstongina.
Endin gjørdist spennandi,
og dysturin kundi koppa
báðar vegir.
Tað gjørdist Birgir
Jørgensen, sum skoraði
vinnandi málið, tá bara fá
sekund vórðu eftir at
spæla. Undan hesum
hevði Gunnar Mohr brent
ein stóran møguleika, og
í álopinum aftaná gjørdi
Birgir Jørgensen sigurs-
málið. Birgir er nú eisini
toppskjútti í 2. deild sam-
an við Jón Sigurði Gleð-
isheygg. TB megnaði at
vinna henda avgerandi
dystin, hóast teir máttu
spæla við bara tíggju
monnum næstan helm-
ingin av seinna hálvleiki.
TB hevði fleiri aðrar
møguleikar, og tað var
serliga Birgir Jørgensen,
sum var sekur í at mis-
nýta, men samanumtikið
var TB betra liðið, kanska
serliga tá hugsað verður
um reyða kortið hjá
Magna Petersen.
HB-TB 3-4 (1-2)
0-1: Bárður Dimon
1-1: Anfinn Gaard
1-2: Birgir Jørgensen
2-2: Vagnur Mohr
Mortensen
2-3: Einar Petersen
3-3: Jónsvein Bærendsen
3-4: Birgir Jørgensen
Hóast teir í seinna hálvleiki vórðu skerdir niður í
10, so megnaði TB kortinin at vinna týdningarmiklu
stigini móti HB
Mynd: Jonhard Hammer
Fullkomuliga óvæntað fór B71 avstað við øllum stigunum í Gundadali. Sigurin kom
væl við hjá gestunum, men í B36 verður restin av árinum eitt tómrúm at kalla