Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-08-29, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. august 2000síða 7

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 13 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 164 - 29. august 2000 Nr. 164 - 29. august 2000 GÍ situr við lyklinum Eftir fjúrtanda leikumfar er tað mest sum greitt, at tað verða B68, HB og VB, sum 30. september fara at fáa handa heiðursmerkini. Øll liðini fingu stig í vikuskift- inum, og tá næstu kapping- arneytarnir til heiðursmerk- ini, B36, óvæntað snávaðu á heimavølli ímóti B71, og NSÍ og KÍ eisini taptu, so breiðkaðist gloppið frá biðlunum til heiðursmerkini og altjóða fótbólt og niður til hini liðini. Felags fyri B68, HB og VB er, at tey øll royna líka sum at undirspæla sín møguleika í meistarastríð- num. Eingin teirra sigur seg hava havt meistaraskapin í ár sum mál, men sjálvandi siga øll liðini seg verða meiri enn fegin, um tað eydnast at vinna. GÍ hevur við steypasigr- inum tryggjað sær rætt til altjóða luttøku komandi ár. Meistaraliðið fær møgu- leika at royna seg í undan- kapping til europeisku meistarakappingina, næst- besta liðið fær høvi at royna seg í UEFA Cup, og bronsuvinnararnir fáa eitt pláss í Intertoto. Fíggjarliga er eingin ivi um, hvar úrtøkan er størst. Meistaraliðið fær meiri enn eina millión burturúr, næst- besta liðið fær eina lítla hálva millión, meðan Inter- toto plássið ikki gevur meiri enn upplivilsið. Pengarnir koma ikki fyrrenn á sumri í 2002, men tað er trygd fyri teimum, og tí ber til at ar- beiða við teimum, sjálvt um teir framvegis vera í Sveis. Har eru peningastovnarnir tryggir! Langt síðani seinast Eftir stórsigurin á KÍ er B68 ovast. Tað hava teir roynt áður, men nú er langt síðani seinast. B68 var meistari í 1992, og í 1993 vóru teir fremst eftir sætta umfar. Í 1995 endaði B68 á triðja plássi. Teir vóru fremstir eftir triðja umfar. Síðani hevur stríðið hjá toftamonn- um snúð seg um at halda niðurflytingini burtur. Eftir 5–1 sigurin í fyrsta umfar- inum í 1997 vóru teir fremstir. Ikki fyrrenn nú hava teir endurvunnið fremsta plássið, og so er spurningurin, hvussu leingi teir fara at varðveita plássið. B68 og HB hava eins nógv stig, men B68 er ovari á støðutalvuni, tí teir undan summarsteðginum vunnu dystin í Gundadali. Hetta er fyrsta árið, at innanhýsis úr- slitini telja, áðrenn tað verð- ur hugt at málmuninum. VB gloymt málini VB megnaði bara eina viku at halda tørn um oddasessin. Nú hava teir í tveimum dystum bara fingið eitt stig, og teir hava einki mál skor- að. VB er tvey stig aftanfyri B68 og HB. Støðan hjá VB er nú soleiðis, at teir skulu hava hjálp frá øðrum liðum fyri at endurvinna fremsta plássið og harvið vinna fyrsta meistaraskapin nakrantíð. Men tað skal ikki so nógv til. Sjálvt um B68 er tvey stig frammanfyri VB, so kunnu toftamenn hjálpa til at fáa meistaraskapin til Vágs. Tað gera teir í B68, um teir vinna, tá HB um tríggjar vikur vitjar á Svangaskarði. Vinnur B68 ta ferðina, og VB vinnur allar sínar dystir – millum annað tá B68 í næstsíðsta umfarinum vitjar í Vági – so verður VB meistari. Higartil er VB best fyri í innanhýsis kappingini mill- um fremstu liðini. Móti HB hava teir tvær ferðir spælt javnt, men tað hevur stóran týdning, at dysturin í Gundadali endaði 2–2, og at tann í Vági endaði mál- leysur. Um tað eftir síðsta umfarið fer at standa á jøvnum í stigum millum VB og HB, so verða málini á útivølli avgerandi. VB vann 2–1 á Svanga- skarði. HB tapti 4–3 á heimavølli móti B68. GÍ leikluturin Komandi vikuskifti verður ikki spælt í 1. deild. Tá fer alt at snúgva seg um lands- dystin ímóti Slovenia. Um tvær vikur verður farið undir endaspurtin, og Í fýra teimum síðstu umførunum sær skráin hjá teimum trimum fremstu soleiðis út: í 15. umfari VB–FS Vágar, NSÍ–B68 og HB–GÍ. Í 16. umfari B68–HB og GÍ–VB. Í 17. umfari VB–B68 og HB–B36. Og í síðsta um- farinum B68–GÍ, B36–VB og Sumba–HB. Tað ber kanska til at siga, at VB eigur ein lættan dyst í 15. umfarinum, og at HB eigur ein lættan dyst í síðsta umfarinum, men tað er ein royndur lutur, at tað altíð er torfært at spæla móti liðum, sum stríðast fyri lívinum, og tað fara bæði Sumba og FS Vágar at gera í øllum fýra umførunum. Merkisvert er tað, at tey trý liðini, sum kappast um FM, øll skulu spæla móti GÍ. Gøtumenn komu til Før- oya seinnapartin leygar- dagin, men teir vóru ikki meiri tyngdir av ferðini í Svøríki, enn at teir megnaðu á heimavølli at steðga sig- ursrøðini hjá NSÍ, sum har- við enn eina ferð má stað- festa, at teir verða ov stuttir til altjóða fótbólt. Gøtumenn plaga at vera væl fyri síðsta partin av kappingini. Hugurin tykist vera góður at spæla, og tað verður ikki minst avgerandi fyri, hvussu fín heiðurs- merkini skulu vera í Vági, á Toftum og í HB, hvussu tað fer at laga seg móti gøtu- monnum. FSV í andaleypi Vágamenn spentu bogan høgt, tá teir fóru av landin- um eftir venjara og spælar- um. Avrikini á vøllinum vóru undan summarsteðg- inum fleiri ferðir á góðari leið, men úrtøkan var lítil. Eftir summarsteðgin hevur verið sera soltið. Sumbingar hava ásannað, at teir í serligan mun savna seg um lykladystirnar í botnstríðnum. At teir megn- aðu at vinna 2–0 í Vágum boðar frá, at vágaliðið er í sera tungum sjógvi. Tvey tey næstu umførini gera av, hvør skal flyta beinleiðis niður. Næstu ferð skulu sumbingar til Sands. Í B71 hava teir alt kappingarárið hildið, at teir hava havt manning til hægri støðu enn niður móti strikuni. Í Gundadali vunnu teir á máttleysum B36, og um teir vinna á Sumba, so eru teir púra leysir av botninum. Hjá vágamonnum er illa vorðið. Klæna línan til næstaftasta plássið hongur í sandoyingum. Í fyrstu atløgu mugu teir vóna, at B71 vinnur á sumbingum, og so verður møguleikin hjá FSV, at teir vinna, tá B71 17. september kemur til Sørvágs. Fótbóltslíkindini vóru sunnudagin tey bestu um alt landið. Vónandi verða tað avrikini á vøllinum og ikki veðurlíkindini, sum í fýra teimum síðstu umførunum fara at gera av, hvussu enda- støðan verður. jh Nú er greitt hvørji trý lið fara at vinna heiðursmerkir. Hvat teirra fer at vinna FM veldst ikki minst um, hvussu gøtumenn fara at standa seg ímóti øllum trimum liðunum Eftir stórsigurin á KÍ vann B68 seg aftur upp á ovastu rók, har teir ikki hava verið síðani triðja leikumfar í 1995 GÍ sendi enn eina ferð NSÍ um aftur Gøtueið ongul í reyv. Tað hava teir gjørt so mangan, men hesa ferð gagnaðist tepri sigurin serliga væl. NSÍ hevur síðani summarsteðgin havt rættuligan undanvind, og fyritreytirnar hjá GÍ vóru ikki av teimum bestu. Á veg til hús leygardagin tosaðu teir um møguleikan at útseta dystin. Tað rokn- aðu teir við, at NSÍ og FSF høvdu gingið við til, men kortini samdust teir um, at tað var best at fáa setningin avgreiddan. Eftir lokið stríð vóru teir fegnir um tað. At GÍ ikki kom til hús fyrrenn leygardagin á mid- degi, og at teir tískil tosaðu um at útseta landskapping- ardystin komst av óvanliga langari ferð heim úr Svø- ríki, har teir hóskvøldið spældu Europa Cup. Gøtumenn fóru við bussi úr Norrköping kl. trý fríggjamorgunin. Teir vóru í Stokholm klokkan 6.30, og teir rukku akkurát til Keypmannahavnar, soleiðis at tað eydnaðist teimum at sleppa upp í flogfarið, sum ætlaðist at vera í Føroyum fyri døgurða fríggjadagin. Men ólukkutíð fyri GÍ, øll hini ferðafólkini og flog- felagið, so var mjørki í Vág- um. Tað hevði nógva flúgv- Gøtumenn hingu leingi í luftini Men hóast teir áttu at verið illa fyri, so megnaðu teir í GÍ at steðga góðu gongdini hjá NSÍ, sum ikki gjørdi uppgávuna hjá gøtumonnum so torføra GÍ leikararnir kendu seg ikki óhepnar, tá teir eftir 90 minuttir enn eina ferð høvdu fingið trý stig móti runavíkingum Mynd: Jonhard Hammer STEFAN Í SKORINI Við 2-1 sigrinum á LÍF heldur EB/Streymur fast um oddasessin í 2. deild. EB/ Streymur sannførdi tó ong- an um, at liðið hoyrir heima í 1. deild eftir avrikið á Mølini leygardagin. Tað var við neyð og deyð, at EB/ Streymur hálaði sigurin í land. EB/Streymur legði hart út, og fyrri hálvleikur var ikki meira enn hálvrunnin, tá EB/Streymur hevði lagt seg framum 2-0. Tað var toppskjúttin í 2. deild, Jón Sigurð Gleðisheygg, sum hesuferð var tann, ið legði seinastu málgevandi av- leveringina. Hann rak til baklinjuna í høgra borði og legði síðani útfrá, har Jákup Martin Kristiansen kom rennandi og langaði til. Málverjin hjá LÍF fekk hondina á bóltin, men hann fór kortini í netið. Seinna málið hjá heima- liðnum var meinlíkt tí fyrra. Jón Sigurð legði út frá til Jákup Martin, og skotið frá honum fór í stongina, áðr- enn bólturin rakti netmesk- arnar. LÍF raknaði eitt sindur við móti endanum av fyrra hálvleiki, men ikki eydn- aðist teimum at minka um munin beinanvegin, hóast teir høvdu ein góðan møgu- leika, tá ein LÍFari kom at standa fríur inni í brotsteig- inum, men hann skallaði á stongina. LÍF legði trýst á heimaliðið LÍF kom út sum eitt ódnar- veður eftir steðgin, og mál fingu teir bara tíggju mi- nuttir eftir, at dómarin hevði sett dystin í gongd aftur. Brian Jensen hevði hondina á bóltinum beint innanfyri brotsteigarmarkið, og dóm- arin var ivaleysur. Brots- spark til LÍF og tað setti Kaj Eli Olsen í netið. Leirvíkingar sótu á restini av dystinum, men tað eydn- aðist ikki at fáa útjavnandi málið. EB/Streymur megn- aði at standa ímóti ógvus- liga trýstinum frá LÍF, men tað var um reppið, at útiliðið javnaði. Óla Kristian Djur- huus mátti ta einu ferðina út í fulla longd, og leirvík- ingar megnaðu ikki at fáa mál burturúr trunkaspæl- inum aftaná. EB/Streymur gjørdi so- ing við sær. Ferðalagið, sum GÍ var partur av, var tvær ferðir yvir Føroyum fríggjadagin. Tey endaðu leygarnáttina aftur í Keyp- mannahavn, og ikki fyrrenn leygarmorgunin eydnaðist tað. Tá vóru bæði gøtumenn og hini ferðafólkini útlúgv- að, men teir í Gøtu royndu kortini at seta seg upp til stríðið móti grannunum. Ov lítið hugflog NSÍ hevði allar fyritreytir at gera av við vánaligum hagtølini í Gøtu. At tað ikki eydnaðist teimum, kunnu teir fyrst og fremst takka sær sjálvum fyri. Gøtumenn vóru ikki hug- aðir at spæla fyri gallarínum og undirhalda. Teir tóku sær góða tíð til deyðbóltsstøð- urnar, og teir ynsktu á ong- an hátt at vera við til at seta ferðina upp. At teir tíðliga fingu hol á styrkti um fyri- treytirnar at spæla soleiðis. NSÍ megnaði ikki at halda stílin frá sannførandi av- rikinum og stórsigrinum á heimavølli móti VB. Liðið var nett tað sama, men tað var ein smeitur, tá teir tíð- liga noyddust at skifta Gert Langgaard út. Hann hevði trupulleikar við fótliðnum. Men sjálvt um fólkið var tað sama, so eydnaðist ikki at fáa 4–4–2 spælskipanina at rigga. Gøtumenn, sum síðani summarsteðgin hava umskipað, vóru tættir á miðvøllinum. Magni Jarn- skor, sum rann fyri fleiri, var á sentrala miðvøllinum saman við altíð skilagóða veteraninum Jóan Petur Olsen og Súna Olsen, sum gerst alt støðugari, og tað bar trupulleikar fyri NSÍ við sær. Uppspælið gjørdist tískil stirvið. Sendingarnar fram til Dánial Hansen og Christian Høgna Jacobsen vóru ofta langar og høgar, og tað var akkurát soleiðis, sum Bartal Eliasen, Poul Ennigarð og Leivur Hansen vildu hava tær at vera. NSÍ hevði ikki nógvar upplagdar málmøguleikar. Christian Høgni hevði onkrar royndir, og fram móti endanum var um repp- ið, at tað skuldi eydnast, men skotið úr spískum fór omanfyri málið hjá Sun- vardi Joensen. Heppið mál Gøtumenn lúrdu eftir kontramøguleikum. Teir høvdu einar tríggjar møgu- leikar, men teir fingu bara eitt mál. Magni Jarnskor hevði tveir møguleikar í 2. hálvleiki. Aðru ferðina valdi hann at spæla tvørturum í staðin fyri at royna móti málinum, og so spurdist einki burturúr, og aðru ferð- ina sendi hann dygst við síðuna av. Helgi L. Petersen fekk einasta málið. Talan var um eitt sera heppið mál. Ás- lakur R. Petersen hevur verið tolin, síðani hann fyrst í hesum árinum flutti úr Fuglafirði og um Varma- keldueið at spæla fótbólt. Hann hevur sitið nógv á beinkinum, men nú hevur hann vunnið sær fast pláss ystst í høgru. Hann legði upp til einasta málið, men tað var næstan av óvart. Eftir langt skift frá Súna Olsen í vinstru smekkaði hann innfyri. Tað tóktist sum um ætlanin var at royna móti málinum, men bólturin skrúvaði út frá og í pannuna á Helga L. Petersen, sum harvið var millumstøð, áðrenn bólturin legði seg í meskarnar aftanfyri Rúna Joensen. Gøtumenn fegnaðust um málið og sigurin. Teir vóru á einum máli um, at um NSÍ hevði fingið fyrsta málið, so hevði møguleikin verið stórur fyri, at troyttu heima- beinini ikki høvdu orkað so nógv, og so kundi NSÍ sig- urin gjørst sannførandi. Men NSÍ kendi ikki sína vitjunartíð, og teir noyddust enn eina ferð at staðfesta, at í Sarpigerði fáa teir sjáld- an nakað burturúr. jh GÍ-NSÍ 1-0 (1-0) 1-0: Helgi L. Petersen 9 Dómari: Petur Hansen (LÍF) GÍ: Sunvard Joensen – Poul Ennigarð, Bartal Eliasen, Leivur Hansen – Áslakur R. Petersen, Magni Jarnskor, Jóan Petur Olsen, Súni Olsen, Henning Jarnskor – Helgi L. Petersen, Hans Pauli Petersen NSÍ: Rúni Joensen – Kári Han- sen, Arnfinn Langgaard, Djóni N. Joensen, Sjúrður Jacobsen – Gert Langgaard, Abraham Løkin, Ian Høj- gaard, Jónstein Petersen – Dánial Hansen, Christian Høgni Jacobsen EB/Streymur heldur fast um oddasessin 2. deild: Tað var einki sannførandi spæl at síggja á Mølini leygar- dagin, tá botn- liðið LÍF vitjaði oddaliðið EB/ Streym, sum tó gjørdi sína skyldu statt sína skyldu og fekk trý stig, og tað merkir, at teir enn eru trý stig frammanfyri TB, sum er beint aftanfyri. LÍF má nú av álvara ansa sær fyri niðurflyting, sum hóttir liðið, ið hevur verið nær við at flutt upp seinastu tvey árini. Í løtuni stendur dysturin um uppflyting bara millum EB/Streym og TB. EB/ Streymur hevur tó eina sera torføra skrá í teimum fimm dystunum, sum eftir eru at spæla, so enn kann alt broytast. Næsta vikuskiftið gongur leiðin so norður til Klaksvíkar, og KÍ er sera væl koyrandi í løtuni, so tað verður ikki nøkur løtt upp- gáva. Enn er einki avgjørt viðvíkjandi, hvat uppflyting viðvíkur, men tað liðið, sum endar á øðrum plássi flytir neyvan upp, tí 1. deildar liðini eru ov sterk. EB/Streymur-LÍF 2-1 (2-0) 1-0: Jákup Martin Joensen 2-0: Jákup Martin Joensen 2-1: Kaj Eli Olsen EB/Streymur tykist nú at hava sett beina kós móti 1. deild, og leygardagin fingu teir enn trý stig í tunga posan Mynd: Edvard Joensen