Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-30, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. mars 2005síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 59 - 30. mars 2005 Kunnu vænta hægri rentu Mánakvøldið hækkaði amerikanski tjóðbankin rent- una. Hetta var tann sjeynda hækkingin síðani seinasta summar, men vit kunnu vænta uppaftur fleiri. Tað kom ikki óvart á nakran, at amerikanska rentan hækkaði nú, og hækkingin, sum Alan Greenspan kunn- gjørdi mánakvøldið, var sum væntað 0,25 prosentstig. Sostatt er amerikanska rentan nú 2,75 prosent ella um- leið eitt prosentstig oman fyri meðalrentuna í Evropa. Amerikanski tjóðbankin hevur boðað frá, at hann er til reiðar at hækka rentuna uppaftur meiri, um tað er neyðugt fyri at tálma inflasjónini. Bankin sigur, at sum er er ikki vandi fyri ov stórari inflasjón, men at trýstið er vaksið í seinastuni, og tí er tað væl hugsandi, at rentan hækkar aftur um stutta tíð. Tær fyrstu handtøkurnar Myndugleikarnir í Sudan hava tikið 15 fólk, sum eru skuldsett fyri ágang ímóti sivilfólkinum í landspartin- um Darfur. Hetta er fyrstu ferð, at sudansku myndugleikarnir hava tikið fólk, tí tey hava verið uppi í áganginum í Darfur. Sambært einum talsmanni hjá stjórnini eru tey 15 úr herinum, løgregluni og fregnartænastuni, og tey eru skuldsett fyri harðskap, neyðtøku, morð og eldáset- ing. Frakland hevur kravt, at tey, sum verða tikin í sam- bandi við ágangin í Darfur, skulu fyri altjóða krígs- brotsmannadómstólin í Haag, men tí hevur Sudan sýtt fyri higartil. Stjórnin har heldur uppá, at tað sudanska rættarverkið er ført fyri at taka sær av slíkum málum. Ágangurin í Darfur byrjaði fyri tveimum árum síðani, men altjóða samfelagið hevur gjørt lítið fyri at steðga honum. ST hevur lagt sudansku stjórnina undir at stuðla vápnaðum bólkum, sum gera seg inn á sivil- fólkið, og USA og onnur lond hava hótt Sudan við til- tøkum, heldur ágangurin ikki uppat. Einki oljuævintýr enn Í seinastuni hava norðmenn bíðað í spenningi eftir, at felagið Hydro skuldi finna olju í Obelix-økinum í Bar- entshavinum, og útlit vóru eisini til, at fundið kundi gerast tað størsta í norska partinum av Barentshavin- um. Serliga í Norðurnoregi bíðaðu fólk í spenningi, tí eitt oljufund hevði drigið nógv arbeiðspláss til økið. Men í páskavikuni brustu allar vónir. Tá kunngjørdi oljumálaráðið í Oslo, at Hydro var komið fram á olju, men at talan er um so smáar nøgdir, at tað loysir seg ikki at gera meiri við tað. Tí er boriholið tett aftur. Úrslitið hjá Hydro merkir kortini ikki, at tey norsku oljufeløgini hava mist allar vónir um at finna olju í Barentshavinum. Boripallurin "Eirik Raude", sum boraði leitiholið fyri Hydro, skal nú bora fyri Statoil, sum ætlar sær at bora tveir brunnar í Barentshavinum. Tann fyrri skal borast í Guocva-økinum og tann seinni í Uranus-økinum, skrivar Aftenposten. Kofi Annan í døpurhuga Keldur á ST-høvuðsborgini í New York vilja vera við, at Kofi Annan, aðalskrivari, er í døpurhuga, og at hann umhugsar at leggja frá sær. Orsøkin er ein frágreiðing, sum verður løgd fram seinni í vikuni. Har kemur millum annað fram, at tann 29 ára gamli Kojo Annan, sum er sonur aðalskrivaran, hevði ein rættiliga ivingasaman leiklut, tá ST loyvdi Irak at selja olju, so landið kundi keypa mat og heili- vág. Kojo Annan arbeiddi tá hjá einari sveisiskari fyri- tøku, sum slapp at selja Irak vørur, og tað er komið fram, at fyritøkan rindaði Kojo Annan 2,5 milliónir krónur í ómaksløn. Fleiri amerikanskir politikarar hava kravt, at Kofi Annan skal leggja frá sær orsakað av málinum um sonin. Teir vísa eisini á, at hetta er ikki tann fyrsta gøl- an, sum ST er komið í, meðan Annan hevur verið aðal- skrivari. Eitt nú vísa teir á, at ST-hermenn hava neyð- tikið børn í Kongo. UTTAN ÚR HEIMI Uppreistrarmenn hjá Harrans Mótstøðu- heri í Uganda hava aftur gjørt seg inn á ósekar kvinnur UGANDA Árni Joensen fartekst@mail.dk Harrans Mótstøðuherur er aftur farin í hernað ímóti sivilfólkinum í Uganda. Herurin er kendur fyri sín óhugnaliga harðskap, og almennar keldur upplýstu í gjár, at menn hjá Harrans Mótstøðuheri høvdu lopið á eina bygd nærhendis sud- anska markinum. – Tá teir høvdu tikið bygdina, savnaðu teir kvinnurnar saman og bardu tær av. Í Kitgum tóku teir eisini fleiri kvinnur og skóru bróstini og varrarnar av summum teirra, segði guvernørurin í Gulu-lands- partinum, Walter Ochora, við amerikonsku tíðinda- stovuna AP. Tað er ikki greitt, hvussu nógvar kvinnur fingu hesa viðferðina. Eitt blað vil vera við, at tær vóru tvær ella tríggjar, og at tann yngsti álopsmaðurin var bara 16 ára gamal. Blaðið visti eisini at siga, at fleiri aðrar kvinnur vórðu burtur- fluttar. Sambært ugandisku myndugleikunum hevur Harrans Mótstøðuherur skipað fyri fleiri tílíkum álopum í seinastuni. Mynd- ugleikarnir halda, at ovastin hjá herinum, Vincent Otti, hevur fjalt seg í Sudan, men at hann er komin til Uganda nú, og at hann hevur einar 300 væl vápnaðar menn við sær. Teir seinastu fjúirtan dagarnar hava myndugleik- arnir fingið boð um fleiri álop hjá herinum, og alla- staðni er framferðin líka óhugnalig. Harrans Mótstøðuherur hevur stríðst ímóti stjórnini hjá Yoweri Museveni, for- seta síðani 1988. Endamál- ið hjá herinum er at koyra forsetan og stjórnina frá og at skipa Uganda eftir einari lóggávu, ið skal hava Tey tíggju boðini sum grundar- lag. Tann harði jarð- skjálvtin undir hav- botninum vestan fyri Sumatra mánadagin hevur helst kravt ímillum 1.000 og 2.000 mannalív JARÐSKJÁLVTI Árni Joensen fartekst@mail.dk Fólk í Indonesia, Reilandi og Sri Lanka gjørdust ræðslusligin, tá tey sunnu- dagin frættu, at ein harður jarðskjálvti hevði verið undir havbotninum vestan fyri Sumatra. Skjálvtin, sum var 8,7 á Richter-stiganum, fekk fólk at minnast tað, sum hendi annan jóladag. Amerikanska flóðaldu- ávaringin í Kyrrahavinum ávaraði um, at skjálvtin kundi elva til eina flóðaldu. Tað fekk myndugleikarnar í Indonesia, Teilandi og Sri Lanka og kunngera flóð- alduávaring, og fólk í tús- undatali leitaðu sær burtur frá strondini. Í indonesiska landspartinum Bandar Ac- eh tóku fólk til rýmingar, og á gistingarhúsunum í Teilandi fingu tey út- lendsku ferðafólkini boð um at fara út og at leita sær burtur frá havinum. Men einar tveir tímar seinni bleiv flóðalduávar- ingin avlýst. Heilt snikka- leys sluppu londini ikki, tí á nøkrum indonesiskum oyggjum vistu fólk at siga, at har var ein tríggjar merar høg flóðalda komin inn á strondina. Tann størsti skaðin stóðst kortini av tí harða skjálvt- anum. Á indonesisku oynni Nias hildu myndugleikarnir í gjár, at har hevði skjálvtin kravt umleið 1.000 manna- lív, og at nógv hús høvdu fingið stóran skaða. Mynd- ugleikarnir í Jakarta søgdu í gjár, at talið á deyðum kundi koma upp í 2.000. Miðdepilin í jarðskjálvt- anum mánadagin var einar 30 kilometrar undir hav- botninum vestan fyri Sum- atra ella einar 20 kilomerar niðari enn miðdepilin í skjálvtanum annan jóladag. Tað var sambært jarðfrøð- ingum orsøkin til, at skjálvtin hesaferð ikki elvdi til eina flóðaldu. Harrans Mótstøðuherur ger aftur um seg Flýddu undan havinum Fólk gjørdust ræðslusligin, tá myndugleikarir ávaraðu um flóðaldu. Hendan myndin er úr Teilandi