mikudagur 30. mars 2005síða 3
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 59 - 30. mars 2005
3
Skírismorgun
hoyrdust fyrstu
smálambajarmini í
Vági. Ein tvílemba, í
Suðuroynni nevnt
tvølba, hevði lembt
tvey lomb - eitt svart
og eitt hvítt
LOMB
dagfinn@sosialurin.fo
Skírismorgun
hoyrdust
morgunfrísk og nýggj ljóð
uttanfyri húsini hjá Hend-
rik Old í Vági.
Ein ær hevði lembt tvey
lomb. Sostatt er ærin
tvílemba – tvølba, sum tað
eitur í Suðuroynni. Fyrstu
lombini í Vági komu sostatt
skírisdag – skertisdag, sum
tað eitur í Suðuroynni. Tal-
an er um ær, sum vanliga
gongur
í
haganum
á
summri.
At koma í túnið hjá
Hendriki hóskvøldið var
hjartarørandi – eitt lítið
hvítt lamb og mamman.
Lambið jarmaði við høgum
tóna, so lítið tað var. Men
inni í heita køkinum var hitt
lambið, tað svarta. Bæði
lombini hava tað gott.
Orðatakið sigur, at tann,
ið fyrst sær eitt hvítt lamb,
fær eitt gott summar, og
sostatt fáa mong eitt gott
summar, tí mong hava
spákað sær framvið hjá Old
hendadagin – á veg vestur á
Eiðið – í góðveðrinum.
Leygardagin 9. apríl
kl. 14.00 verður stór
heilsurenning í
Klaksvík
HEILSURENNING
tíðindaskriv
Tað er Føroya Shell í Norð-
oyggjum, sum saman við
rennifelagnum Treysti skip-
ar fyri. Umframt at renna,
so kunnu luttakararnir, um
teir ynskja tað, eisini mála
blóðtrýstið – bæði áðrenn
og aftaná tey hava runnið.
Tað er Hjartafelagið, sum
kemur at taka sær av hesari
uppgávuni.
Áhugin fyri renning er
nógv vaksin tey seinastu
árini, og fyri hvørt ár sum
gongur, sær man fleiri og
fleiri sum renna og jogga.
Hetta er bara gott, tí øll
vita, hvussu umráðandi tað
er at røra seg. Umframt at
fáa fríska luft, so er tað gott
fyri øll heilsutøl. Sjálvt um
áhugin fyri renning er nógv
vaksin, so eru tað fleiri,
sum ikki fáa tikið seg sam-
an, og tí halda fyrireikar-
arnir tað verða eitt gott
hugskot við hesum tiltaki.
Sum sagt, so er tað renni-
felagið Treysti, sum kemur
at samskipa tiltakið og út-
flýggja teir startnummur á
startinum, sum er á økinum
uttan fyri Shellstøðina.
Tiltakið byrjar kl. 14.00, og
verður tað formaðurin í
Heilsunevndini hjá Klaks-
víkar Kommunu, Rani Nol-
søe sum setur kappingina í
gongd. Runnið verður frá
Shellstøðini og heimeftir
Nólsoyar Pállsgøtu. Tá
komið verður til Norðoya
Sparikassa verður farið
eftir Skúlavegnum og yvir
til KFUM. Síðani verður
runnið norður eftir Heyga-
vegnum og oman gjøgnum
Biskopstøðbrekkuna
og
norður aftur eftir Nólsoyar
Pállsgøtu. Málið er á Shell-
støðini. Av tí at tiltakið er
ætlað øllum – eisini teim-
um sum ikki eru von at
renna, er teinurin einans 3.
km – tó verður eisini ein
bólkur fyri rennarar sum
eru vanir at renna. Hesir
rennarar renna teinin tvær
ferðir – t.v.s. 6 km.
Føroya Shell í Norð-
oyggjum hevur gjørt avtalu
við Hjartafelagið um at
verða á staðnum áðrenn og
eftir hetta tiltak. Hjartafel-
agið bjóðar øllum teimum
sum renna, møguleikan at
fáa mált blóðtrýstið – bæði
áðrenn og aftaná, um áhugi
er fyri tí.
Samstundis sum hetta er
ein heilsurenning, so verð-
ur tiltakið eisini skipa sum
ein kapping, og tí verða lut-
takararnir bólkaðir soleið-
is: Menn, kvinnur, dreingir
sum eru føddir millum 93
og 98, gentur sum eru fødd-
ar millum 93 og 98.
Dreingir sum eru føddir
seinni enn 98 og gentur
sum eru føddar seinni enn
98. Umframt hesar bólkar,
so kunnu veteranar eisini
melda seg til. Hetta eru tey
sum eru fødd í 59 og áðr-
enn. Sum sagt, so verður
eisini ein bólkur fyri renn-
arar, sum vilja royna teinin
á 6 km.
Nummar 1, 2 og 3 í
hvørjum bólki fáa heiðurs-
merkir og lutakast verður
millum øll sum hava runn-
ið, har vinningurin er eitt
Viðskiftakort á Kr. 1.000,-
frá Føroya Shell í Norð-
oyggjum. Á málinum bjóð-
ar Shellstøðin kaffi og
Føroya Bjór vatn. Tilmeld-
ing til tiltakið sum er
ókeypis, kann gerast á
Shellstøðini í seinasta lagi
hóskvøldið 7. apríl.
Um áhugin vísur seg at
verða fyri hesum tiltaki, so
er meiningin at tað skal
verða afturvendandi.
NRK í rásúrvalið hjá Televarpinum 1. apríl
... og tað er ikki apríl!
Besta rásúrvalið
finnur tú í Televarpinum!
Mánaðargjald fyri
Canal+ pakkan,
við 4 rásum
219,-
Canal+ pakkin er ein ískoytispakki
Kortleigugjald:
Haldarakort kostar kr. 150,- um hálvárið.
Gjaldið verður kravt fyrstu ferð, goldið
verður fyri ráspakkan, og síðan 6. hvønn
mánað.
Mánaðargjald
fyri reyða
pakkan,
við 14 rásum
249,-
REYÐI
* Hesar rásir
skiftast um
at senda
(Timeshare)
BLÁI
Mánaðargjald
fyri bláa
pakkan,
við 21 rásum
199,-
* Hesar rásir
skiftast um
at senda
(Timeshare)
Mánaðargjald fyri
gula pakkan,
við 13 rásum
169,-
GULI
Televarpið kann bert vegleiða um uppseting av
Force móttakarum, sí mynd.
Keyp
Televarpsmóttakara
Force D-master 1144T
Treytað av 12 mánaða Televarpshaldi
fyri einans 995,-
og síggj Televarpið ókeypis
til 1. mai 2005
ÆLABOGIN
Mánaðargjald fyri
Ælabogan, við 24 rásum299,-
* Hesar rásir skiftast um
at senda (Timeshare)
* Hesar rásir
skiftast um
at senda
(Timeshare)
Champions League
á TV3+ og
Viasat Sport
Sí sølustøð á www.televarp.fo ella ring á 340340
Heilsurenning í Klaksvík
Fyrstu lombini lembd í Vági