mikudagur 30. mars 2005síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 59 - 30. mars 2005
Í Thisted lesa 4 før-
oyskar kvinnur til
sjúkrarøktarfrøðing.
Sjálvar meta tær hetta
vera sjáldsom hend-
ing, tí tær vistu ikki
av hvørjari aðari. Men
tær hava tað í felag,
umframt lesnaðin, at
tær trívast sera væl í
skúlanum og á stað-
num sum heild
ÚTBÚGVING
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
At sleppa inn á skúla at lesa
til sjúkrarøktarfrøðing í
Føroyum er ikki so lætt,
sambært fýra lesandi á
sjúkrarøktarskúlanum
í
Thisted. Tí vilja tær fegin
vísa á skúlan í Thisted og á
hendan
møguleikan,
tí
skúlin har tekur fegin ímóti
føroyingum, siga tær.
Tær koma ymsastaðni frá
í Føroyum, men hava í dag
tað í felag, at tær lesa til
sjúkrarøktarfrøðing í Thi-
sted.
Og í sær sjálvum er hetta
ein løgin og sjáldsom hend-
ing, meta tær, tí ongin teirra
visti av hvør øðrum, tá tær
søktu á skúlan. Men eisini
hava tær tað í felag, at tær
stórtrívast á skúlanum og í
Thisted.
Og tær vilja fegnar siga
frá skúlagongdini og ger-
andisdegnum har.
Ymiskar
Heidi Joensen er 23 ár. Hon
byrjaði lesturin í Ålborg,
men skifti eftir einari viku,
tí hon treivst ikki har, tí har
var ov stórt. Hon skifti til
Thisted, og angrar hetta
ikki eina løtu.
- Eg valdi at flyta til
Thisted eftir eina viku og
hetta angri eg ikki ein
minutt. Orsøkin til at eg
flutti til Thisted er, at bróð-
ur við familju býr í Hanst-
holm og at Thisted minnir
nógv um Føroyar. Tad
búgva uml. 10.000 fólk her.
Eg byrjaði eina viku aftaná
øll hini, men bleiv væl
móttikin. Eg visti ikki, at
tað vóru 3 aðrar úr Føroy-
um, og gjørdist eg bilsin og
glað, sigur Heidi.
Maiken Høgnesen er 36
ár, er gift og hevur børn.
- Eg vildi fegin lesa
okkurt og tá eg havi arbeitt
sum heimahjalp í nógv ár,
var tað nærliggjandi at lesa
til til sjúkrasystir. Eg hevði
bert 10 floks prógv, og
hevði ikki dirvi at taka HF.
Á netinum sá eg, at ein
kundi
taka
"sygepleje-
pakken" á vuc - tvs. danskt,
enskt, samfelagsfrøði, bio-
logi c og b, sálarfrøði og
tímar a sjúkrasystraskúlan-
um. Klárar ein "sygepleje-
pakken", er ein eisini upp-
tikin á sjúkrasystraskúlan-
um. Hetta er ein góður
møguleiki fyri tey, sum ikki
hava HF ella student, sigur
Maiken.
Maiken Sakarisdóttir er
28 ár.
- Eg lesi til heilsurøktar-
frøding her í Thisted. Eg
havi gingið á HF skúlanum
í Klaksvík og havi síðan
arbeitt í Heimarøktini í
Norðoyggjum í tvey ár.
Síðani setti mær fyri, at eg
vildi meir, og eg søkti inn á
Sygeplejeskolen her í Thi-
sted. Eg havi tvey børn og
vildi eg tí ikki velja eitt og
stórt pláss, og sigast skal at
børnini stórtrívast, sigur
Majken.
Anja Davidsen er 23 ár.
- Eg havi sjeik og ein son
uppá 3 ár. Mín dreymur
hevur altíð verið at lesa til
sjúkrasystur.
Eg
valdi
Thisted, tí tað ikki er ein so
stórur býur, og so liggur tað
tætt vid Hanstholm, so tað
er lætt at ferðast ímillum
Danmark og Føroyar.
Og Heidi, sum kom á
skúlan eina viku seinni enn
hini, letur væl at skúlabyrj-
anini.
- Eg byrjaði eina viku
aftaná øll hini, men bleiv
væl móttikin. Eg visti ikki
at tað vóru 3 aðrar úr Før-
oyum. Vit eru 21 í flokkin-
um, 20 gentur og 1 drongur.
Eg vil siga, at samanhaldið
er gott. Vit hava lesibólkar,
har vit føroyingarnir hava
avtalað ikki at vera í sama
bólki, fyri at koma saman
við hinum. Eftir 2-3 vikur á
skúlanum høvdu vit sam-
anrystingartúr. Vit blivu
koyrd út í ein skóg, har vit
blivu býtt í bólkar. Har
skuldu vit kappast ímóti
hvørjum ørðum. Eftir kapp-
ingina grillaðu vit pylsur og
hugnaðu
okkum,
sigur
Heidi.
Nemt at trívast
Um staðið sum heild siga
tær fýra, at á stødd er tað
ikki ov stórt, nakað sum
Havnin, og skjótt er at
kenna seg sum heima, tí
fólk eru fyrikomandi.
- Her er nógv at fara til
um kvøldarnar og í viku-
skiftunum, sigur Heidi.
- Vit búgva i einum rað-
húsum og her er friðarligt,
men bara 5 min. oman í
miðbýin. Tann eldri drong-
urin hevur bert 3 min. í
skúla, hann var væl mót-
tikin í skúlanum og hevur
fingið nógvar vinir. Fakliga
er hann rættiliga nógv
framfarin sídan hann er
komin til Danmarkar. Tann
yngri byrjar i sama skúla
eftrir summarfrítíðina.
Eftir skúlatíð er ansingar-
møguleiki á skúlanum,
heilt upp til 7. flokk.
Barnagarðurin, sum tann
yngri kom í, var vanur við
tvímálslig børn, so hann
fall eisini skjót til. Vit eru
vælmóttikin her i Thisted,
tað
minnir
nógv
um
føroysk viðurskifti.Fólkini
eru fryntlig og fylgja væl
við, og sjálvt um her er
flatt, so kennist tað ikki so
nógv øðrvísi enn í Føroy-
um. At vit valdu Thisted var
ikki heilt av tilvild, vit vilu
ikki til ein stórby, mest fyri
dreingirnar og vit vildu
síggja sjógv. At Hanstholm
liggur tætt við, ger tað
nemmari at fáa pakkar úr
Føroyum, sigur Maiken
Høgnesen og leggur afturat,
at nógvir frítíðarmøgu-
leikar eru til ung og eldri og
at í Thisted er eisini eitt ríkt
trúðarlív.
- Thisted er á stødd við
Tórshavn og haldi eg, at tað
er gott á hátt, at ein møtir
fólki aftur í býnum, sum
man áður hevur sæð, og tað
minnir sostatt um føroyskt
viðurskifti, sigur Majken
Sakarisdóttir.
- At fáa íbúð var eingin
trupulleiki. Sonurin slapp
inn í dagpleygu beinaveg-
in, vit fluttu, og tað gekk
ikki so lang tíð, til sjeikurin
fekk fast arbeiði sum
maskinsmiður í Sjørring,
sum liggur 6 km frá Thi-
sted.
Vit trivust øll trý væl
beinavegin, so eftir at hava
verið eina tíð, keyptu vit
eini tvíhús (andelsíbúð).
Her, sum vit búgva, er sera
friðaligt og barnavinarligt,
eingin ferðsla, og grann-
arnir eru fittir og fyrikom-
andi, og heilsa ella práta, tá
ein hittist, og teir eru altíð
til reiðar at hjálpa, sigur
Anja.
Sólskinsøgur
Sum heild hava tær fýra
bara gott at bera skúla og
floksfeløgum og grannum,
eins og fólki har á leið
annars.
Tær vilja fegnar viðmæla
skúlan til teirra, ið ikki fáa
møguleikan til hesa út-
búgving í Føroyum, ella
kanska tey, sum bara kundu
hugsað sær at roynt okkurt
annað.
Men eftir stendur, at tær
fýra, sum av tilvild hittust í
samband við lesnaðin í
Danmark, uttan at vita av
hvørjari aðrari, stórtrívast
saman og í nýggja um-
hvørvinum.
Vistu ikki av hvørjari aðrari
4 útbúgvingar eru á sjúkrasystraskúlanum í Thisted:
• Sjúkrasystir, IT/elektronikteknolog, Pædagogútbúgv-
ing og Marknaðarøkonom.
• Skúlin er nýggjur og allir nýmótans hentleikar eru.
FAKTA
Maiken, Maiken og Anja
og Heidi vistu ikki av
hvørjari aðrari, tá tær
allar byrjaðu at lesa til
sjúkrarøktarfrøðing á
sama skúla