mikudagur 30. mars 2005síða 5
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 59 - 30. mars 2005
5
13 fuglasløg í Viðarlundini
Havn: Í døgunum 1. til 23. februar taldu studentar á
Náttúruvísindadeildini á Setrinum teir fuglarnar, tey
sóu í Viðarlundini.
Tilsamans vórðu 13 fuglasløg skrásett, og millum
hesi vóru jarðarkona, krikkont, bringureyði og
tíutlingskongur.
Teljingin av fuglunum í Viðarlundini varð gjørd
sum ein partur av undirvísingini í almennari vist-
frøði.
sb.
Fleiri tónleikatímar
Gøta: Tónlistaskúlin í Gøtu fær nú 1,5 tíma aftrat til
næmingar sínar.
Frammanundan hevur skúlin 14 tímar, men kemur
nú uppá 15,5 tímar um vikuna, eftir at Menta-
málaráðið hevur sagt seg sinnað at hækka tímatalið.
Hetta kostar sjálvandi pening, men bygdaráðið í
Gøtu hevur nú samtykt at veita Gøtu Tónlistaskúla
eina eykajáttan uppá 50.000 kr., soleiðis at tímatalið
kann økjast, samstundis sum lønarhækkingarnar í ár
eru roknaðar uppí.
sb.
27 føroyingar í Ísrael á páskum
Hesar seinastu dagarnar hevur eitt føroyskt ferðalið
hildið páskir í Ísrael.
Á Ísraels-túrinum, sum Hin Føroyska Ísraels-
missiónin skipar fyri, hava teir 27 føroyingarnir
vitjað ymisk kend støð.
Tey hava m.a. vitjað í Tel Aviv, Nasaret, Genesa-
retvatnið, Deyðahavið, Betlehem og sjálvandi eisini
á Massada.
Vitjað verður sjálvandi eisini í Jerusalem, har tey
hava verið nú um páskadagarnar. Páskamorgun vóru
tey m.a. til gudstænastu í Gordons Golgata.
Ferðalagið kemur aftur til Føroyar í dag.
sb.
Vetrarfriðing í Hvannasundi
Bygdirnar Hvannasund og Norðdepli verða nú
vetrafriðar. Sáttmálarnir um hetta eru undirskrivaðir
og sendir Búnaðarstovuni til endaliga góðkenning.
- Hagani hava vit fingið at vita, at hesir sátt-
málarnir verða avgreiddir í næstum, veit heimasíðan
hjá Hvannasunds kommunu at siga frá.
Upplýst verður, at arbeiðið við at hegna báðar
bygdirnar, hvørjumegin sundið, verður útboðið um
1-2 mánaðir.
sb.
Nýggja summarferða-
ætlanin hjá Atlantsflog
gevur fólki ein hóp av
møguleikum at ferðast
fyri ein bíligan penga.
Túratalið verður økt
upp í 34 fráferðir um
vikuna og talið av
setrum er nú sløk 6000
á Føroya-rutuni. – Tað
skal bæði verða bíligt
og lagaligt hjá
føroyingum at sleppa
til Danmarkar, sigur
stjórin, Magni Arge
FLOGFERÐSLA
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Flúgving: Við fráferðunum
úr Vágum í dag er Atlants-
flog nú farið undir sína
mest umfatandi summar-
ferðaætlan nakrantíð: Ikki
færri enn 34 fráferðir verða
til Danmarkar í summar.
Í summar fara flogførini
hjá felagnum at flúgva upp
í fýra ferðir um dagin til
Keypmannahavnar,
eina
ferð um dagin til Billund og
einaferð um vikuna til
Ålborg.
Samstundis við hetta er
avgjørt, at tað skal gerast
munandi bíligari hjá før-
oyingum at flúgva til Dan-
markar. Nú ber til at fáa ein
einvegis ferðaseðil fyri
einans 745 kr.
– Okkara ynski er at geva
føroyingum størri frælsi til
at ferðast, eins og vit vilja
knýta Føroyar tættari at
meginøkinum.
– Vit vilja tí vera til tæn-
astu hjá øllum – bæði hjá tí
vanliga fólkinum sum eigur
familju og kenningar í Dan-
mark, og hjá teimum, sum
skulu loysa ávísar uppgáv-
ur uttanlands, sigur Magni
Arge, stjóri í Atlantsflog,
sum 28. mars kundi hátíð-
arhalda 17 ára føðingardag
sín.
Í summar verður møgu-
ligt at sleppa til Danmarkar
kl. 8:15 á morgni og verða
aftur í Vágum kl. 10 á
kvøldi.
Bílig ferðing
Á
tíðindafundi
í
gjár
greiddi stjórin, Magni Arge
frá nýggju ferðaætlanini.
Trý orð gingu aftur alla
tíðina: Oftari, bíligari og
smidligari.
Hann vísti á, at fráferð-
irnar til Danmarkar nú
verða øktar munandi, men
at prísurin á ferðaseðlunum
hinvegin verður lækkaður
um somu tíð.
Tað skal eisini verða
lættari hjá fólki at seta
saman sína egnu rutu, so at
ein kann fara til ein dansk-
an flogvøll og heimaftur úr
einum øðrum flogvølli.
Tann lækkaða prísin á
ferðaseðlunum varð - sum
vera man - gjørt nógv burt-
urúr. Og talan er veruliga
um eina stóra lækking, vísti
Magni Arge á.
- Í dag kanst tú flúgva
fyri 745 kr. annan vegin, og
gevur hetta íalt 1.490 kr.
umframt avgjøldini. Hetta
er ein munandi lækking, tá
sama ferð áður kostaði
2.010 kr., vísti hann á.
Vón hansara er, at før-
oyingar fara at taka væl
ímóti hesum tilboðnum,
soleiðis at enn fleiri fáa hug
at ferðast til Danmarkar.
– Við hesum økta útboð-
num av ferðamøguleikum
vóna vit tí eisini at fáa enn
fleiri
ferðafólk,
sigur
Magni.
At økja túratalið so nógv
sum gjørt verður í summar
krevur
sjálvandi
bæði
manning og flogfør. Í løtuni
eru trý flogfør í flotanum,
men í næsta mánaði kemur
eitt flogfar aftrat – og
óhugsandi er ikki, at neyð-
ugt verður við einum fimta
flogfari seinni í summar.
Økt og bíligt
Nýggja summarferðaætl-
anin hjá Atlantsflog er nú
komin í gildi. Og tað er ikki
at taka seg aftur í, at fyri
ferðafólkið er henda eitt
heppið stig til at sleppa
uttanlands, nærum tá ein
vil.
Í fyrstu syftu verður túra-
talið á rutunum til Dan-
markar økt rættiliga nógv.
Men tá mest verður at gera
í summar verða ikki færri
enn fimm møguleikar um
dagin at flúgva millum Før-
oyar og Danmark.
Tað er serliga á rutuni til
Keypmannahavnar at øk-
ingin sæst, men eisini á
rutuni til Billund verður
flúgvingin økt við upp til
sjey fráferðir um vikuna.
Atlantsflog ætlar eisini at
víðka um tilboðið til tey, ið
ætla sær at vitja í Ålborg
ella nærhendis, tí í summar
verður høvið at flúgva
hagar hvønn leygardag.
Íalt verður túratalið til
Danmarkar økt heilt upp í
34 fráferðir um vikuna, tá
mesta flúgvingin er.
Her er tó bert talan um
rutuna til Danmarkar, tí At-
lantsflog fer eisini at røkja
rutusambandið til granna-
lond okkara í summar.
Til arbeiðis í
Danmark
Í lýsingum hava vit sæð
Atlantsflog lýst við at ein
kann sleppa niður til Dan-
markar og aftur til Føroyar
sama dag, soleiðis at neyð-
ugt er ikki at gista í Dan-
mark.
Hesin møguleikin verður
munandi útbygdur í summ-
ar. Í summar verður nevni-
liga møguligt at sleppa til
Keypmannahavnar
ikki
færri enn fýra ferðir um
dagin og heimaftur fýra
ferðir um dagin.
Hesin møguleikin man
koma serliga væl við hjá
teimum fyritøkum, ið loysa
uppgávur á danskari jørð.
Við hesum kunnu teir
senda fólk niður tíðliga á
morgni, soleiðis at tey
kunnu verða við hús aftur
seinni um kvøldið, uttan at
fyritøkan skal gjalda út-
reiðslur fyri gisting, dag-
pengar og annað.
– Við hesum kann vinnu-
lívið spara hópin av pen-
ingi,
samstundis
sum
starvsfólkini kunnu vera
aftur til arbeiðis í Føroyum
morgunin eftir. Hesi kunnu
tí verða meiri til arbeiðis í
Føroyum, hóast tey sam-
stundis skulu arbeiða uttan-
lands, sigur Magni.
Fyri tann einstaka ferð-
andi, ið ynskir at vitja
familju og vinir í Danmark
ber nú til at flúgva til
Keypmannahavnar,
men
síðani fara heimaftur úr t.d.
Ålborg, uttan at hetta
kostar eyka á nakran hátt.
Atlantsflog lækkar
prísirnar beint nú,
meðan teir hava eftir-
lit við rutuni, og aðrir
ikki trýsta teir at gera
tað
FLOGFERÐSLA
Snorri Brend
Flúgving: - Ja, tað er ein
góður
spurningur:
Hví
lækka vit prísin, hóast vit
eru einsamallir á rutuni?
– Svarið er, at vit ikki á
nakran hátt ynskja at mis-
brúka tað, at vit eru einsa-
mallir á rutuni. Heldur hin-
vegin, ynskja vit at økja um
útboðið til føroyingar, sigur
Magni Arge, stjóri.
Hann sigur, at Atlantsflog
ikki hevur monopol uppá
Føroyaflúgvingina, men at
tað bara er hetta flogfelagið
sum røkir rutusambandið
beint nú. Teir eru altíð í
kapping við aðrar.
At teir so økja túratalið
nú, samstundis sum teir
lækka
prísirnar
verður
gjørt, meðan felagið - sum
teir siga tað - sjálvt hevur
eftirlit við rutuni, og ikki
verður trýst av øðrum til at
gera tað sama.
– Vit hava nakrar skyldur
í felagnum, men vit vilja
eisini fegnir spæla ein
virknan leiklut í ferðingini
hjá føroyingum.
– Tí ynskja vit at bjóða
øllum ein hóp av fráferðum
fyri ein rímiligan pening,
soleiðis at øll kunnu sleppa
avstað, sigur Magni Arge.
Vónin er sjálvandi, at tað
fer at hava eina positiva
effekt á ferðafólkatalið, nú
talið á fráferðum er økt
samstundis við príslækk-
ingina, soleiðis at bæði
prísir og fráferðir kunnu
verða øllum til vildar.
Oftari og bíligari
til Danmarkar
Býlingshús í umbúna
Nólsoy: Arbeiði við at tekna og byggja eitt sameint
býlingshús og dagstovn í Nólsoy verður nú boðið út.
Býlingshúsið og dagstovnurin skal rúma eina
barnagarðsstovu til 20 børn, eina vøggustovu til 12
børn og eitt høli til frítíðarskúla við pláss til 10 børn.
Tilboðini uppá byggingina skulu verða inni í
seinasta lagi 16. mai í ár.
Í Nólsoy er eitt øki longu sett av til henda
bygningin og er tað eisini partvíst byggibúgvið.
Miðað verður eftir, at hesin stovnurin skal standa
liðugur um eitt ár ella so.
sb.
– Ikki misbrúka einastøðuna
- Vit ynskja at bjóða øllum ein hóp av fráferðum fyri ein
rímiligan pening, soleiðis at øll kunnu sleppa avstað, sigur
Magni Arge, stjóri í Atlantsflog, nú summarferðaætlanin so
smátt er byrjað