mikudagur 30. mars 2005síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 59 - 30. mars 2005
Suðuroyingar
fara at ganga
við stavum
Tað heilt stóra
mótaherðindi í
løtuni er at ganga
við skíðstavum og
hóskvøldið verður
stavgonga á Tvør-
oyri
RØRSLA
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
At ganga við skíð-
stavum er tað heilt
stóra mótaherðindi í
løtuni. Og nu taka tey
eisini táttin upp á
Tvøroyri
Hóskvøldið skipar
Kunningarstovan
á
Tvøroyri fyri gongu-
ferð, sum serliga er
ætlað teimum, sum
ganga við skíðstavum.
Men Kunningarstovan
leggur dent á, at fólk er
meiri enn vælkomin
við, hóast tey ikki hava
skíðstavar.
Gonguferðin byrjar
hóskvøldið klokkan 18
undir garðinum við
sjúkrahúsið og ætlanin
er at ganga inn til
viðarlundina.
Tey, sum ganga við
stavum siga, at tað er
nakað heilt serligt, tí
tað fæst nógv meiri
rørsla
burturúr
at
ganga við stavnum enn
við vanligari gongu.
Tað er tí, at við stavum
eru tað ikki bara bein-
ini, sum verða brúkt,
men eisini armarnir og
allir yvirrkoppurin og
tað gevur nógv meiri
motión.
Einir bíligir skíð-
stavir fáast fyri einar
100 krónur, men teir
fáast eisini dýrari- og
betri- fyri einar 500-
600 krónur.
Tað er nú greitt, at tey
kongligu eisini fara at
vitja í Suðuroy, tá ið
tey koma til Føroya í
summar
KONGLIG VITJAN
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Hóast tað ikki enn er likið
nógv út um skránna, tá ið
kongshúsið
kemur
til
Føroya á vitjan í summar,
er tað í øllum førum greitt,
at Suðuroyggin stendur á
skránni
hjá
teimum
kongligu.
Kongshúsið vitjar í Før-
oyum í døgunum frá 21.-
23. juni í summar og við í
ferðini eru bæði Margretha,
drottning,
Heindrikkur,
prinsur, Fríðrikkur, krún-
prinsur og Mary, prinsessa.
Á kommunustýrisfund-
um í Suðuroy eru komm-
unustýrini kunnað um, at
tey kongligu koma til Vágs
fyrrapartin týsdagin, 21.
juni við kongsskipinum,
Dannebrog.
Í Vági skulu tað hava eina
málttíð, áðrenn tey koyra
norður á Tvøroyri. Á Tvør-
oyri eta tey døgverða um
kvøldið, áðrenn tey fara
avstað aftur av Tvøroyri við
kongsskipinum.
Bæði í Vági og á Tvør-
oyri skulu tey hyggja eftir
ymsum. Eitt nú er tað
greitt, at á Tvøroyri skulu
tey vitja í krambúðini hjá
Thomsen, sum er gamal,
kongligur handil og søgu-
ligt pláss yvirhøvur.
Annars er ætlanin at tey
skulu vitja víða um landið
og tá ið tey koma á Vág við
kongsskipinum, verður tað
av Sandi, so har vitja tey
eisini.
Tá ið tey kongligu koma til
Føroyar í summar, skulu tey
eisini vitja í Suðuroy
Tvøroyrar Kommuna
ætlar nú at keypa eina
stóra trøð mitt á
Tvøroyri til grund-
stykki
ÚTSTYKKING
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tvøroyrar Kommuna ar-
beiðir nú við at útvega eitt
stórt øki til grundstykki.
Tað er ikki á hvørjum
degi, at Kommunan á Tvør-
oyri hevur grundstykki at
bjóða fólki, sum vilja
byggja og tað eru enntá tey
sum siga, at hetta er fyrstu
ferð yvirhøvur, at kommun-
an fer undir eina útstykking
í stórum mátistokki.
Tað er nú nakað síðani, at
Tvøroyrar
Kommuna
keypti 6000 fermetrar av
Heiðatrøðini miðskeiðis á
Tvøroyri, beint við Keyp-
samtøkuna.
Ta ferðina var ætlanin at
fara undir íbúðarbygging á
Trøðini.
Men tað datt niðurfyri og
nú ætlar Kommunan eisini
at keypa, tað, sum eftir er
av Heiðatrøðini.
Tilsamans er Heiðatrøðin
einar 20.000 fermetrar til
støddar, so tað eru einir
14.000
fermetrar,
sum
kommunan nú ætlar at sam-
ráðast við eigaran um at
keypa, sigur Kristin Mich-
elsen, borgarstjóri.
Borgarstjórin metir, at
tað verða eini 30 grund-
stykki á Heiðatrøðini. Men
spurningurin er um ein
partur av trøðini skal brúk-
ast til almenn endamál.
– Tað er ikki avgjørt enn,
men eitt, sum hevur verið
frammi, er at seta ein part
av trøðini av til ætlaða
heilsuskúlan á Tvøroyri,
sigur Kristin Michelsen.
– Vit hava havt gott
samstarv við -sjúkra-
røktarfrøðingarnir á
Landssjúkrahúsinum,
men hóttanin um
verkfall máar støðið
undan einum góðum
samstarvi, sigur Poul
Geer Hansen, sjúkra-
hússtjóri
UMLEGGINGAR Á
FØÐIDEILDINI
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Vit lata okkum ikki trýsta
av hóttanum um verkfall.
Men hinvegin ætla vit okk-
um heldur ikki í stríð við
sjúkrarøktarfrøðingarnar.
Poul Geert Hansen, stjóri
á
Landssjúkrahúsinum,
heldur, at tað er ógvuliga
óheppið, at sjúkrarøktar-
frøðingarnir hótta við verk-
falli, verða ætlaðu umlegg-
ingarnar á føðideildini á
Landssjúkrahúsinum settar
í verk.
Ætlanin er at nakrir
sjúkrarøktarfrøðingar skulu
missa størvini og at ljós-
møður skulu yvirtaka tey.
Ljósmøðurnar ganga á vakt
kortini, men sum er, verða
tær bara tilkallaðar, tá ið
kvinnur skulu eiga. Við at
lata tær taka lut í vanliga
arbeiðnum, heldur leiðslan
seg fáa størri nyttu burturúr
arbeiðsmegini, samstundis
sum tænastustøðið hækkar,
tí nú fær ljósmóðurin verið
um barnakonurnar í eitt
longri tíðarskeið.
Sjúkrarøktarfrøðingarnar
taka hetta sum onki minni
enn eina krígsavbjóðing og
tær hava gjørt greitt, at tær
eru tilreiðar at taka øll
neyðug stig fyri at forða
fyri umleggingunum.
– Vit ætla okkum ikki í
kríggj við sjúkrarøktarfrøð-
ingarnar og tað er heldur
ikki endamálið við ætlaðu
umleggingunum, sigur Poul
Geert Hansen.
Máar støðið undan
góðum samstarvi
Hann vísur á, at umleið
helvtin av starvsfólkunum á
Landssjúkrahúsunum eru
sjúkrarøktarfrøðingar og at
tað hevur verið eitt gott
samstarv við tey.
– Tí er tað ógvuliga ó-
heppið, at tær seta hetta
málið so hart upp, sum tær
gera. Tað er teirra val, men
øll fakfeløg eiga at vera
opin fyri broytingum og at
leiðslan hevur rætt til at
gera broytingar, uttan at
vera hótt við verkfalli.
– Slík framferð máar
støðið undan góðum sam-
starvi, sigur stjórin á
Landssjúkrahúsinum.
Hann sigur, at sum málið
liggur í løtuni, stendur
leiðslan fast um, at ætlaðu
umleggingarnar á føði-
deildini eru tær røttu at
gera.
Men hann leggur sam-
stundis dent á, at avgerðin
er ikki tikin enn.
– Málið er í løtuni til
hoyringar. Tá ið freistin er
úti, verða hoyringssvarini
viðgjørd og so verður enda-
lig støða tikin, sigur hann.
Verður endaliga avgerð-
in,
at
umleggingarnar
verða framdar, fer leiðslan
at kenna ábyrgd mótvegis
sjúkrarøktarfrøðingunum á
føðideildini og at royna at
finna teimum, sum missa
starvi, pláss aðrastaðni á
Landssjúkrahúsinum.
Kortini heldur hann, at
tað er altíð trupult at við-
gera eitt mál, tá við eini
verkfalshóttan
hangandi
yvir høvdinum.
Hann sigur eisini, at um-
leggingarnar á føðideildini
eru ikki gjørdar í fara ikki
at lækka støðið á føðideild-
ini og ætlanin er als ikki, at
deildin heilt verður drenað
fyri sjúkrarøktarfrøðingar,
tí eftir ætlan skulu tað
verða umleið helvt um
helvt sjúkrarøktarfrøðingar
og ljósmøður til arbeiðis á
føðideildini.
Hóast avgerð ikki er tikin
enn ger Poul Geert Hansen
púra greitt, at leiðslan á
Landssjúkrahúsinum letur
seg ikki hótta til at taka
ávísar avgerðir,tí so verður
tað ómøguligt at virka sum
leiðsla.
– Men tað er heldur ikki
eitt mál hjá okkum at fara í
kríggj við sjúkrarøktarfrøð-
ingarnar, tí tað ætla vit ikki,
sigur stjórin á Landssjúkra-
húsinum.
Konglig vitjan í Suðuroy
Ætla at gera fleiri grundstykki út á Tvøroyri
Hóttan um verkfall máa støðið
undan einum góðum samstarvi
Leiðslan á Landssjúkrahúsinum letur seg ikki trýsta av
hóttanum um verkfall, men tað er avgjørt heldur ikki ætlanin
at fara í kríggj við sjúkrarøktarfrøðingar, sigur Poul Geert
Hansen, stjóri á Landssjúkrahúsinum