mikudagur 30. mars 2005síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 59 - 30. mars 2005
7
Útflutningur
til privata
nýtslu
Føroyingar hava
loyvi at hava mat
við sær til Dan-
markar – antin í
viðføri ella sent
við pakka, men
ávísar reglur eru
galdandi fyri hes-
um útflutningi
ÚTFLUTNINGUR
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Heilsufrøðiliga Starvs-
stovan hevur sent út
kunningarskriv, har víst
verður á, hvørjar reglur
eru galdandi við útflutn-
ingi av matvørum til
Danmarkar til privata
nýtslu. Hetta ger stovn-
urin, eftir at reglurnar
vórðu broyttar í fjør.
Sambært ES-reglunum
hava føroyingar loyvi at
innflyta til privata nýtslu
í Danmark – antin í við-
føri ella sent við pakka –
• Fisk og fiskavøru,
íroknað eitt nú turran
og ræstan fisk, í mesta
lagi 5 kilo.
• Seyða- og neytakjøt og
aðra matvøru, í mesta
lagi 5 kilo.
Heilsufrøðiliga Starvs-
stovan sigur, at samsend-
ing av mati er loyvd; tað
merkir, at loyvt er at
senda fleiri pakkar til
sama bústað.
Treytirnar eru –
• at váttan fylgir pakk-
anum, har navn og bú-
staður á øllum móttak-
arunum stendur á
• at hvør pakki í mesta
lagi vigar 5 kilo
• at maturin er til egna
nýtslu.
Heilsufrøðiliga Starvs-
stovan sigur, at tá ið talan
er um útflutning til onnur
ES lond enn Danmark,
hava
føroyingar
ikki
loyvi at taka kjøtvørur
við sær, ei heldur senda
tær í pakka.
– Best er at venda sær
til myndugleikan í við-
komandi landi og spyrja
um reglurnar, um tú ætl-
ar tær at hava mat við,
sigur
Heilsufrøðiliga
Starvsstovan í kunning-
arskrivinum.
Tvey fólk vóru í
húsunum, tá ið eldur
kom í. Tey vórðu
innløgd á Lands-
sjúkrahúsið í eitt
samdøgur fyri
møguliga roykeitran
ELDUR
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Páskamorgun
klokkan
05.31 varð boðað frá, at
roykur stóð úr einum set-
húsum á Landsvegi 25 í
Havn, og klokkan 05.53
fekk løgreglan fráboðan
um, at sjálvur eldurin var
bastur.
Tað var ein maður, sum
koyrdi framvið í einum
hýrivogni,
ið
varnaðist
roykin. Farið varð á dyrnar,
og tað vísti seg, at tvey fólk
vóru í húsunum. Tíbetur
eydnaðist teimum at fáa tey
út úr húsunum, áðrenn
veruligur mansskaði stóðst
av eldi og royki.
Løgreglan í Havn sigur,
at tey bæði – ein maður og
ein kona – vórðu flutt á
Landssjúkrahúsið, har tey
vóru
til
eftirlit
fyri
møguliga roykeitran í eitt
samdøgur. Tey vóru hampi-
liga væl fyri, men vóru
kortini merkt av roykinum,
tá ið læknin kom á staðið.
Málið kannað
Løgreglan sigur, at enn ov
tíðliga at siga, hvør orsøkin
var til eldin, men málið
verður nú gjølligari kann-
að.
– Enn kunnu vit einki
siga um, hvørt hetta var eitt
hendiligt
óhapp
ella
ósketni. Tað fara kanning-
arnar væntandi at vísa,
sigur Jón Karlson á Politi-
støðini í Havn.
Sum skilst, fingu húsini
við
Landavegin
stóran
skaða av eldi, royki og
vatni.
VANLUKKA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Um 9-tíðina páskamorgun
fekk løgreglan í Havn frá-
boðan um, at ein maður
fleyt á vánni í Vestmanna.
Tað var onkur av manning-
ini á einum russiskum
skipi, sum liggur á Vest-
manna, ið bað vestmenn-
ingar boða løgregluni frá
hesum.
Bæði løgregla, lækni og
fólk frá bjargingarfelagn-
um fóru á staðið, men tað
vísti seg, at maðurin var
druknaður.
Løgreglan heldur alt
benda á, at maðurin hevur
verið áhaldsin og er dottin
á sjógv.
– Vit hava fingið at vita,
at vestmenningurin, sum
var 45 ára gamalur, hevði
eftirlit við onkrum av trol-
arunum í Vestmanna, sigur
Jón Karlson.
Tá ið Sosialurin tosaði
við løgregluna týsmorgun-
in, hevði líksýn ikki verið.
– Tað framgongur ikki,
at maðurin hevur verið
saknaður, men vit vita ikki
í løtuni, hvussu leingi
hann hevur verið deyður,
áðrenn hann varð funnin.
Løgreglan sigur, at hóast
einki bendir á, at nakað
kriminelt er tengt at hesum
málinum, so verður van-
lukkan kannað.
– Vit vilja altíð hava at
vita, nær ein slíkur persón-
ur seinast er sæddur,
hvørjum hann var saman
við, og hvussu støðan
annars var.
Á tíðindafundi í
Norðurlandahúsinum
týsmorgunin vórðu
tey fyrstu nøvnini á
Listastevnuni 2005
avdúkað. Hesi eru
Barbara Hendricks,
Aurelia’s Oratorio og
Rúni og Susanne
Brattaberg saman við
Føroya Symfoni-
orkestri og Tarira
LISTASTEVNAN
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Barbara Hendricks er ein
av teimum mest vælum-
tóktu og fjølbroyttu lista-
fólkunum í tónleikaheim-
inum í dag. Hon hevur bæði
sungið opera, jazz og annan
meiri fólksligan tónleik.
Enn er skráin fyri kon-
sertina hjá Barbaru á Lista-
stevnuni ikki endaliga fast-
løgd, men hon fer ætlandi
at syngja týskar Lieder.
Konsertin hjá henni verður
9. august.
Í 2003 hevði Listastevn-
an vitjan av dóttir Charles
Chaplin, Victoriu Chaplin
og manni hennara, Jean-
Babtiste Thierrée, við »Le
cirque
invisible«
–
tí
ósjónliga
sirkussinum.
Hetta var ein sera væl-
eydnað framsýning.
Í ár kemur so abbadóttir
Chaplin, Aurélia Thierrée,
higar við framførsluni,
»Aurélia’s Oratoriu«, og
hesaferð er mamma henn-
ara, Victoria Chaplin, við
sum leikstjóri.
Henda framførslan hevur
eisini fingið eitt ótal av
góðum ummælum í øllum
teimum londum, tær hava
vitjað
við
»Aurélia’s
Oratoriu«.
Framførslan verður 5. og
6. august.
Rúni Brattaberg og kon-
an, Susanne Brattaberg,
verða eisini við á Lista-
stevnuni í ár.
Sjálvur hevur Rúni lut-
tikið áður, men hesaferð fer
hann at hava konsert saman
við konu síni og Føroya
Synfoniorkestri, sum verð-
ur stjórnað av Benny
Wilkinson, umframt kórin-
um, Tarira.
Susanne er fødd í Týsk-
landi og hevur fingið frá-
læru í operasangi á Peter
Kornelius
Konservatori-
inum í Mainz í Týsklandi
og á tí Evropeiska Opera-
studiinum í Balchik í Bul-
gariu.
Konsertin við Rúna og
Súsonnu saman við orkestri
og kóri verður á Listastevn-
uni 11. august.
Til Tasmaniu
Í døgunum, 1.-10. apríl í ár,
verður listastevna á Tasma-
niu – Ten Days on the
Island.
Í samband við hesa
stevnu, er samskiparin av
Listastevnu Føroya, Oddvá
Nattestad, boðin at verða
gestur á stevnuni á Tasma-
niu.
Við sær í skjáttuni til
fjarskotna landið hevur
Oddvá Nattestad hópin av
fløgum, dvd, myndlistabók-
um, myndakalendarum, til-
far frá Ferðaráðnum, lista-
stevnufaldarar og annað
tilfar.
Marknaðarsamskipari
fyri Listastevnu Føroya er
Elin Hentze.
Løgreglan kannar eldin
við Landavegin
Páskamorgun kom eldur í hesi húsini við Landavegin. Lukkutíð
varnaðist ein ferðandi roykin og syrgdi fyri, at tey, sum inni
vóru, fingust út, áðrenn ov seint var
Mynd: Álvur Haraldsen
Tey fyrstu nøvnini á Listastevnuni avdúkað
Oddva Nattestad, samskipari av Listastevnu Føroya, er boðin á
listastevnu á Tasmaniu
Mynd: Jens Kr. Vang
45 ára gamal vestmenningur druknaður