Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-30, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. mars 2005síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 59 - 30. mars 2005 Eitt amerikanskt privatflogfar, sum var á veg úr Bergen til Reykajvíkar, lendi skírisdag á Sørvágs- vatni, tí brek var við lendingarhjólunum, so flogfarig ikki fekk sett seg á flogvøllin- um í Vágum FLOGFERÐSLA Edvard Joensen Vágar: Stutt eftir middag skírisdag fekk bjargingar- liðið á flogvølinum boð um, at eitt flogfar hevði trupulleikar við lendingar- hjólunum og fór at seta seg á Vatninum. Bjargingar- liðið sleipaði flogfarið á flúgvarabedingina, har mekanikarar hjá Atlants- flog umvældu brekið, og flogfarið helt fram til Ís- lands dagin eftir. Flogskiparin, Alex Hayn- es úr Seattle í USA, ið var einsamallur við flogfarin- um, segði, tá Sosialurin hitti hann seinnapartin skírisdag, at hann var á veg úr Finnlandi til USA við flogfarinum. Á vegnum hevði hann verið í Bergen og skuldi úr Vágum til Reykjavíkar. Tá hann skuldi lenda í Vágum, varnaðist hann, at hann ikki fekk hjólini niður. Men av tí, at talan er um flogfar, sum bæði kann lenda á vatni og á landi, var eingin vandi á ferð yvir- høvur, og hann gjørdi av at seta seg á Vatninum. Lotið gjørdi tó, at hann ikki metti, at hann fekk vent flogfarinum, og tí var skilabest at sleipa tað at landi, greiddi hann frá. Tað gjørdi bjargingarliðið á flogvøllinum so, og flog- farið varð tikið upp á flúgvarabedingina, har mekanikarar hjá Atlants- flog umvældu brekið. Alex Haynes greiddi frá, at hann fyrr hevur verið í Føroyum. Tað mundi vera einaferð í áttatiárunum, helt hann seg minnast. Tá ætl- aðu føroyingar at fara undir flúgving millum Tórshavn og Suðuroy, segði hann. Men tað gjørdist ikki til nakað, so hansara »karri- era« sum innanlands flog- skipari í Føroyum mundi fara at avmarka seg til at flúgva hetta flogfarið av Vatninum niðan á flog- vøllin at bunkra, tá brekið við hjólunum var umvælt, væntaði hann. Lendi á Vatninum Amerikanska privatflogfarið, sum skírisdag lendi á Sørvágsvatni Mynd: Edvard Joensen Bjargingarliðið á flog- vøllinum sleipaði flogfarið á flúgvarabedingina, har tað varð tikið upp, og brekið við hjólunum umvælt Tá flogfarið var komið upp á turt, vórðu hjólini vundin niður við handamegi, og mekanikarar hjá Atlantsflogi umvældu brekið Mynd: Edvard Joensen