mikudagur 30. mars 2005síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 59 - 30. mars 2005
9
Skal nakað munandi
fáast burtur úr
lokalari ferðavinnu,
er neyðugt, at peng-
arnir, sum ferðafólk
leggja eftir seg, verða
verandi í lokaløkin-
um
FERÐAVINNA
Edvard Joensen
Vágar: Tað er sera umráð-
andi, at fólkið, sum býr á
staðnum, har fremmand
ferðafólk vitja, eru við í
ferðavinnuni, soleiðis at
peningurin, sum fremm-
andafólkini leggja eftir seg
í landinum, verður verandi
á staðnum, har hann er
brúktur, segði Oda Andrea-
sen, »produktchefur« hjá
Stena Line, á ferðavinnu-
fundi í Vágum á páskum.
Oda Andreasen, sum er
ættað úr Havn, arbeiðir í
dag hjá stóra ferjufelagnum
Stena Line, men hevur áður
verið ferðavinnustjóri í
Løkken í Norðurjyllandi.
Tað var við støði í hesum
starvi, at hon var biðin um
at hugleiða um ferðav-
møguleikar í Føroyum við
serligum atliti at Vágum.
Fyrsta boð hennara var,
at skal nakað munagott
fáast burtur úr ferðavinnu í
Vágum, eins og í øllum
slíkum
lokaløkjum,
er
neyðugt, at heimafólkið er
við og fær vinningi, heldur
enn at ferðaskrivstovur ella
incomingfeløg aðrastaðni
fara við teimum.
Tað er sera umráðandi, at
ferðafólkini koma bein-
leiðis til teirra, sum skulu
liva av lokalu ferðavinnuni.
Ov nógv millumlið gera
bara ferðina ov dýra, so ov
lítið liggur eftir á staðnum.
Tí er sera umráðandi hjá
lokalu vinnuni, eitt nú eini
kunningarstovu, at gera
gott lýsingararbeiði, vísti
Oda Andreasen á.
Hon vísti sum dømi á
allar tær milliónirnar, sum
norðurlendsk
ferðafólk
brúka á Mallorca. Pengar-
nir fara ikki til Mallorca-
búgvar, men til stóru norð-
urlendsku
ferðafeløgini,
sum senda hesi fólkini av-
stað og sjálv skipa fyri øll-
um, sum gjørt verður á
ferðini.
– Skal hetta mynstrið
brótast, er neyðugt, at
heimafólkið sjálvt aktivt
tekur lut í vinnuni, segði
Oda Andreasen.
Hon vísti á nakrar møgu-
leikar, ið ein oyggj sum
Vágar hevur, men sum hon
metti vórðu ov lítið troyttir.
Ikki bara her, men í land-
inum yvirhøvur.
Oda Andreassen vísti á,
hvørja styrki hon sá í
ferðavinnu í Vágum, eins
og hon eisini vísti á nakrar
eyðsýniligar veikleikar.
Tað, sum ferðavinnan í
Vágum eftir hennara met-
ing eigur at gera nyttu
burturúr, er vøkru náttúruni
og góðu gongumøguleik-
unum, ið Vágar hava at
bjóða. At fólk halda seg til
sum ferðaleiðarar á slíkum
túrum, og at tey samstundis
leggja seg eftir at brúka ta
søgu og tær sagnir, sum
knýta seg at oynni. Tað
sama er galdandi, tá siglt
verður fram við landi við
ferðafólki. At duga at siga
frá tí, sum fólk síggja.
Men vit eiga at ansa eftir
ikki at gerast alt ov stað-
bundin kortini, vísti hon á.
Ikki at smæðast fyri at siga
eina søgu ella vísa á eitt-
hvørt, sum finst aðrastaðni
í landinum. Tí ferðamað-
urin er ikki staðbundin og
kennir ikki kommunumørk.
So um hann fær eina góða
søgu um eitthvørt aðra-
staðni í landinum, ger tað
bara uppliving hansara tað
størri.
Og eisini Oda Andreasen
vísti á tann afturvendandi
vansan, sum ferðavinnufólk
vanliga steðga við. Ov fáar
gistingarmøguleikar
í
oynni. Ov fá matstøð. Og
ov fá alment atkomilig wc.
Slík sjálvsøgd ting, sum
ferðafólk bara taka sum
givið, at tey fáa boðin, tá
tey vitja eitt fremmant stað.
Á almennum fundi
um ferðavinnu, sum
hildin varð í Vágum á
páskum, vóru fólk
samd um, at vit eru
ov illa útgjørt til at
taka í móti fremm-
andum ferðafólki
FERÐAVINNA
Edvard Joensen
Vágar: Skulu vit gera okk-
um vónir um at fáa meira
burtur úr ferðavinnuni, má
landið útbyggjast betri til at
taka í móti fremmanda-
fólki. Betri gistingarmøgu-
leikar. Betri møguleikar til
at hjálpa sær sjálvum og
ikki minst bíligari ferða-
møguleikar millum Føroyar
og útheimin.
Hesi vóru nøkur av sjón-
armiðunum, sum komu
fram á fundi um ferða-
vinnu, sum varð hildin í
bygdarskúlanum í Miðvági
páskaaftan.
Tað var Felagið Vágar,
sum millum annað stendur
fyri ferðavinnu í Vágum,
sum saman við Kvinnu-
bólkinum í Vágum skipaði
fyri fundinum, har eini 30
fólk vóru møtt. Talan var
um fólk, sum bæði bein-
leiðis hava við ferðavinnu
at gera, og um onnur
áhugað.
Fólk vóru samd um, at
tað, vit hava at bjóða ferða-
fólki, og sum tey eisini í
stóran mun koma higar at
síggja, er okkara náttúra og
tað, sum hon hevur at
bjóða.
Men fólk vóru eisini
samd um, at umstøðurnar at
taka í móti fólki eru ikki
nóg góðar. Serliga høvdu
fólk á orði væntandi gist-
ingarmøguleikar,
og
manglandi almenn nátthús,
sum nakað, ið bæði fremm-
andafólk og heimafólkið, ið
ferðast í Føroyum, staðiliga
saknar.
Leiðarin á Kunningar-
stovuni í Vágum segði frá,
at tey regluliga fáa fyri-
spurningar frá fólki, sum
vilja leiga frítíðarhúsum í
Vágum. Men tey mugu í
heilt nógvum førum vísa
teimum frá sær, tí hús fáast
ikki.
– Tað er ikki tí, at húsini
ikki eru til. Men heldur tí,
at fólk, sum eiga hús stand-
andi tóm, vilja ikki leiga
tey út, segði kunningar-
leiðarin.
Eisini varð víst á, at
ferðamøguleikarnir tykjast
ov avmarkaðir, nú bara eitt
skipafelag og eitt flogfelag
flyta fólk millum lond. Fólk
vildu halda, at tað hevði
ikki bøtt um ferðamøgu-
leikarnar. Tað kom fram á
fundinum, at fólk mettu
høgu
ferðaseðlaprísirnar
millum Føroyar og út-
heimin sum eina beinleiðis
forðing
fyri
føroyskari
ferðavinnu.
Hóast
gistingarmøgu-
leikarnir í Vágum í stóran
mun eru avmarkaðir til
Hotel Vágar og vallara-
heimið á Giljanesi, eru um-
støðurnar til at skipa fyri
gongutúrum av teimum
bestu í Vágum.
Men fleiri vildu á fundin-
um halda, at føroyingar
duga ov illa at fáa burtur úr
hesum møguleikum. Vit
eru ov lítð professionell,
var ein afturvendandi nið-
urstøða á fundinum. Vit eru
so blíð við fremmandafólk,
at vit gloyma at taka okkara
løn fyri tað arbeiðið og ta
tænastu, vit veita teimum.
Hesin
hugburður
má
broytast. Tí skulu vit tosa
um ferðavinnu sum alterna-
tiv til aðrar vinnur, mugu
vit syrgja fyri at fáa pengar
burtur úr teimum, sum
ferðast í Føroyum. Líka
mikið, um talan er um út-
lendingar ella føroyingar.
Har er einki við at gera,
staðfesti ferðavinnufund-
urin í Miðvági páskaaftan.
Ov illa útgjørd til ferðavinnu
Takið sjálv pengarnar
Gongurtúrar í Vágum eiga at gerast ein góð inntøkukelda hjá ferðavinnuni í oynni, var niðurstøðan á ferðavinnufundinum í
Vágum páskaaftan. Men tá vágafólk vísa fremmandafólki Ritunøvuna, Nýggjaberg, Reipsá ella Kjógvadal, eiga tey sanniliga
eisini at duga tað kynstur at taka løn afturfyri
Mynd : Edvard Joensen
Á ferðavinnufundi í Vágum
um páskirnar vísti Oda
Andereasen, »produktchefur«
hjá Stena Line, á tann
týdning, tað hevur fyri lokala
ferðavinnu, at ferðamðaurin
kemur beinleiðis upp á plás
og ikki umvegis ov nógvar
millumhandlarar. Tað er
umráðandi, at lokala
ferðavinnan fær fatur á fólki
beinleiðis, so peningurin, ið
ferðamaðurin brúkar, liggur
eftir á staðnum, segði hon
Mynd: Edvard Joensen