mikudagur 30. mars 2005síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 59 - 30. mars 2005
Vitjan av donskum uttanríkisráðharra er ein hending av
stórum politiskum týdningi. Spurningurin um størri
heimildir á uttanríkis- og verjuøkinum er sera
aktuellur, og ósemjan um lógaruppskotið hjá donsku
stjórnini um uttanríkispolitiksu heimildirnar er endað í
kreppulíkari støðu millum forsætismálaráðið og løg-
mansskrivstovuna. Partarnar standa langt frá hvørjum
øðrum og danska stjórnin hevur gjørt landsstýrissam-
gonguni eina bjarnatænastu við at leggja grønlendsku
heimildarlógina fyri Fólkatingið, hóast áheitan frá
løgmanni og føroysku fólkatingsmonnunum um at
bíða. Við hesum hevur danska stjórnin eftir øllum at
døma við beráddum huga sett grønlendingar og føroy-
ingar upp ímóti hvørjum øðrum. Hetta er donsku
stjórnini til lítlan heiður.
Landsstýrið eigur ikki at góðtaka donsku harraboðini
um uttanríkispolitisku heimildirnar - vit kundu eins
væl sagt væntandi uttanríkispolitisku heimildirnar. Tað
ber ikki til at góðtaka nakað, sum bert minnir um eitt
afturstig á sjálvstýrisleið. Er minsti ivi, so má hetta mál
endursamráðast. Men tað verður alt annað enn lætt, tí
eitt gott úrslit fyri Føroyar, vil merkja, at Grønland
verður verri fyri enn vit. Danska stjórnin hevur
forklutrað og gruggað hetta mál so til, at tað verður
sera trupult at finna fram til eina loysn, sum allir partar
kunnu vera nøgdir við. Løgmaður eigur at nýta høvið
við vitjan uttanríkisráðharrans at gera honum púra
greitt, at vit ikki lata okkum slíka viðferð lynda. Løg-
maður eigur vinarliga at greiða uttanríkisráðharranum
frá, at her býr ein tjóð, sum er farin inn á sjálvstýrisleið
og at vikið verður ikki frá hesi kós. Breið tjóðskaparlig
semja er um hesa kós, og kann tað tí ikki góðtakast, at
danska stjórnin á stívrendan hátt hóttir hesa breiðu
semju. Semjan er í stóran mun tengd at nøktandi úrslit-
um. Um danska stjórnin nú framhaldandi ger seg so
ómøguliga og tvøra, at sjálvstýristilgongdin steðgar, so
hevur stjórnin við hesum átikið sær politisku og
moralsku ábyrgdina av, at breiða tjóðskaparliga semjan
í Føroyum støkkur sundur. Vitjanin hjá uttanríkis-
ráðharranum er eitt gott høvi at byrgja fyri hesi
vanlukku gongd og eigur vitjanin at verða nýtt til tess
at fáa málið alt aftur á kósina.
Annars er endamálið við vitjanini sambært danskar
netavísir at undirskriva samstarvsavtalu um uttan-
ríkismál. Hetta er eitt sindur ørkymlandi, men tykist,
um farast skal eftir donsku pressuni einki beinleiðis at
hava við lógaruppskotið um uttanríkispæolitisku heim-
ildirnar at gera. Hetta snýr seg meira um ítøkiligt
samstarv umvegis donsku sendistovurnar og á donsku
sendistovunum. Í øðrum lagi fer ráðharrin at kunna
løgmann og løgting um uttanríkispolitisku støðuna
sum heild. Slíkt kann bert vera gott og gagnligt. Vit
bjóða uttanríksiráðharranum vælkomnum til Føroya og
ynskja honum eina góða vitjan her og fara annars at
venda aftur til vitjanina, um tørvur verður á við-
merkingum til avtaluna, sum varð undirskrivað í gjár,
týsdagin.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Vitjan av uttanríkis-
málaráðharra
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo
Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Tað er helst ongin yvi um,
at screening við mammo-
grafi undir framkomnum
og dyggum umstøðum
kann bjarga kvinnulív.
Spurningurin er so um
hesar umstøður eru í Før-
oyum.
Jákup Petersen
yvirlækni
Hvussu fungerar mammo-
grafi screening (skrining)
Seinastu tíðina er farið
fram eitt orðskifti um nytt-
una av heilsukanning av
bróstum,
eisini
kallað
mammografi
screening.
Hetta er ein røntgenkann-
ing av bróstum hjá øllum
kvinnum í einum ávísum
aldri við atliti til, at finna
álvarsligar broytingar í
bróstunum so tíðliga, at
viðgerðin gerðst lættari og
møguleikin hjá kvinnuni at
yvirliva økist.
Tað er sostatt gjørligt við
screening at ávísa krabba-
mein, sum ikki gevur
symptomir. Í ávísum førum
er tað eisini gjørligt, at
ávísa broytingar sum koma
áðrenn tað gerðst illkynjað.
Summar
krabbameins-
sjúkur kunnu tá viðgerðast
meira effektivt, og sjúk-
lingarnir kunnu vænta, at
liva longri. Um so screen-
ingin hevur nyttu ella ikki
sæst við, at færri doyggja
av hesum krabbameini.
Screening merkir sostatt,
at ein kannar frísk fólk fyri
krabbamein, sum higartil
ikki hevur givið symptom.
Av tí at screening eisini
hevur negativ hjáarin, verð-
ur hon ein balansu gongd
millum møguligar fyrimun-
ir og vansar. Fyriuttan
screening fyri bróstkrabba,
er screening fyri tarm- og
lívmóðurkrabba
eisini
nokkso vanlig, meðan ætl-
aðu screeningarnar fyri
prostata- og lungakrabba
ikki hava víst seg, at nytta
verið stórvegis.
Kanningar sum hava til
endamáls at finna krabba-
mein týðliga millum borg-
arar, sum ikki hava symp-
tom, hava bert meining um
kanningarnar eru tryggar
og bíligar, og um viðgerð
kann bjóðast. Úrslitið av
viðgerðini skal eisini geva
størri møguleika fyri bót og
betring enn um hon varð
givin eftir at sjúkan hevur
givið symptom. Tað vísir
seg, at undir ávísum for-
treytum og umstøðum, so
er screening fyri bróst-
krabba ein góð metoda.
Og tað er ikki uttan
orsøk, at hugsað verður um
atgerðir á hesum økinum.
Krabbamein í bróstinum er
vanligasti
krabbameins
formurin hjá kvinnum.
Statistiskt roknað doyggja
eini 4 – 6 kvinnur árliga í
Føroyum av hesi sjúku.
Fyrireikingar og
kanningarúrslit higartil.
Screening fyri bróstkrabba
við mammografi er helst
tann best kannaða screen-
ings metodan. Umleið 10
lutakast royndir eru nú
gjørdar, harav 5 eru gjørdar
í Svøríki. Longu í 1986 gav
svenska heilsuskipanin ráð
um, at screena kvinnur við
mammografi. Hetta varð
grundað á svensku kann-
ingarúrslitini tá. Í 1996
varð stovnað ein sokall-
aður ekspert bólkur at taka
sær av samskipanini av
virkseminum. Og hetta
varð fjølbroytt. Viðurskifti
sum ábyrgdarspurningar,
innkallingar rutinur, lut-
tøkutal, móttøka og in-
formatión,
aldursmark,
kanningartýttleiki, teknisk
viðurskifti og dygdarkon-
troll vóru viðgjørd. Ekspert
bólkurin kom tó skjótt eftir,
at dygdar- og trygdarspurn-
ingar vóru alt avgerandi.
Screening við mammo-
grafi førir við sær, at
kvinnan sum oftast fær sína
diagnosu fyrr, og á henda
hátt fær eina lagaligari
viðgerð og betri møguleika
fyri at gerast frísk. Fyri tær
flestu
kvinnurnar
gerð
kanningin, at tær kenna seg
tryggar. Men fyri nakrar
vekja kanningarnar órógv.
Tá mammografiin er iva-
som krevjast fleiri kaningar
og til tíðir skurðviðgerð
fyri at vita, um tað er ill-
kynjað ella ikki.
Tann økti møguleikin
sum nú er, at finna heilt
smáar krabbameins broyt-
ingar, og eisini broytingar
sum koma áðrenn tað
illkynjaða tekur seg upp,
hevur tó ikki víst seg bert at
hava nyttu við sær. Tað førir
eisini við sær, at kvinnur
sum annars aldri skuldu
fingið diagnosuna bróst-
krabba, í styttri ella longri
tíð, fáa eina viðgerðar-
krevjandi og hóttandi diag-
nosu hefta á seg.
Ymisk úrslit
í ymiskum londum
Nú eru tær svensku kann-
ingarnar eisini vornar mett-
ar samlaðar. Umleið 9 ár
eftir at tær byrjaðu vístu
hesar kanningar at deyði-
ligheitin varð fallin 24% í
screenings bólkinum í mun
til kontrollbólkin. Eitt sind-
ur ymiskt varð í teimum
ymisku aldursbólkunum.
Millum kvinnur í aldrinum
40 – 49 ár fall deyðiligheit-
in við 10%, meðan fallið
varð 28% fyri kvinnur í
aldrinum 50 – 59 ár og heili
31% fyri kvinnur í aldrin-
um 60 – 69 ár. Fyri kvinnur
í aldrinum 70 – 79 varð
fallið einans 2%. Hetta er
samanumtikið tó eitt so
mikið stórt fall í deyðilig-
heit, at nyttan verður mett,
at verða væl størri enn
vansarnir, serliga í bólk-
inum 50 –69 ár. Hav tó í
huga, at hetta er støðan, tá
screening við mammografi
verður gjørd í tí svensku
skipanini.
Kanningar í New York og
Edinburgh styðja lutvís
svensku
kanningarnar,
meðan Kanada ikki kundi
finna nakað fall í deyði-
ligheit hjá kvinnum í aldr-
inum 50 – 59 ár. Harafturat
vísti kanadiska kanningin
at deyðiligheitin millum
kvinnur í aldrinum 40 – 49
ár vaks við 14% eftir
mammografi screening.
Úrslitini frá mammografi
screeningum fra einstøkum
londum er nú tøk, og vísir
eitt sindur blandað úrslit. Í
Nijmegen í Hollandi (mið-
depil
fyri
útbúgving
mammografi screeningum
í Europa) varð ongin nytta
at síggja, og í Onglandi
varð einans eitt lítið fall í
deyðiligheitini. Samstundis
kemur
ein
rapport
úr
Kopparberg-Østergøtland í
Svøríki, sum vísir stóra
nyttu av screening. Og
hvussu skulu vit tolka alt
hetta?
Nógv bendir á, at tað er
dygd og rættur aldursbólk-
ur sum kann verða alt av-
gerandi.
Mammografiin
stendur ikki einsamøll.
Kanningar av bróstkrabba
innibera eisini ultraljíð og
sokallaða fínnálsbiopsi, har
vevnaður við tunnari nál
verður tikin úr tí illgruna-
sama økinum og sendur til
nærri kanning. Harafturat
kemur so at bróst kunnu
kannast við magnetskann-
ara og at serlækni eftir at
hava kannað sjúklingin og
sæð kanningarnar skal gera
eina meting. Og her ræður
um, at tað er dygd í allari
ketuni.
Svøríki liggur sum sagt á
odda í heiminum, tá tað
kemur til mammografi
screeningar. Ársøkin til
teirra góðu úrslit liggur
eisini í, at øll screeningin er
umgyrd av dygd og kon-
troll. Øll stigini í screening-
ini eru gjølla gjøgnum-
gingin. Starvsfólk hava
fingið serútbúgving og tól-
ini fingið serliga profiler-
ing móti mammografi, og
tað er eitt skipað eftirlit við
allari kanningar- og við-
gerðarketuni Haafturat er
tað
teirra
royndir,
at
skipanin riggar best um
Mammografi?