Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-30, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. mars 2005síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 59 - 30. mars 2005 11 hvør mammografi eind er lutfallsliga stór og í minsta lagi telur einar 200.000 borgarar. Fortreytir fyri mammografi screening. Tað er greitt, at sovornar kanningar av annars frísk- um fólki, setur serstøk krøv til móttøkur, informatión, bíðitíðir, diagnostisk kompetansa og at meta um risiko. Og tað hevur enn størri týding av tí, at tað er heilsuverkið og ikki kvinn- an, sum hevur tikið stig til kanningina. Í fyrsta umfari krevst serlig útbúgving av tí starvsfólki, sum skal taka sær av kvinnunum. Sæð frá læknaligari síðu verða tað mest kirurgar, røntgen- læknar, patologar og onko- logar sum í tøttum sam- arbeiði eiga at gerða dygd- argóðar rutinur fyri alt virksemið. Av tí at røntgenlæknin bert hevur røntgenmynd at halda seg til, tá hann gerð metingina og, at fleiri av broytingunum, sum kunnu verða krabbamein, eru so torførar at síggja, krevst serliga góður myndakvali- tetur. Fyri at minka um strálingini verða bert fáar myndir tiknar, og tí krevst at útgerðin er serstøk til hetta endamál, og at hon verður eftirhugd regluliga fyri at tryggja dygdina. Tað er heldur ikki nokk at seta nakað í gongd. Trygd má eisini fáast fyri, at sama dygd verður hildin fram- yvir. Ein harmonisering av fortreytunum fyri mammo- grafi er eisini gjørd, har mett verður um minstu krøv fyri at screeningin skal geva meining: Screening av kvinnum í aldrinum 60 – 69 ár hvønn 18. Mánaða Tvær myndir a 1,5 mGy 70% av kvinnunum luttaka 30% minking av deyði- ligheit í bróstkrabba Eisini hevur WHO sett upp ávísar fortreytir fyri, at heilsukanningar av hesum slagi skulu geva meining og kunnu góðtakast etiskt. Hesar fortreytir eru: Sjúkan skal verða vanlig og verða ein trupuleiki millum fólk. Vitanin um sjúkuna skal verða góð. Finnast skal ein góð viðgerð fyri øll sum fáa diagnosuna. Luttøkan í kanningini skal verða høg. Diagnosa og viðgerð skal føra til hægri lívsdygd fyri tey sum hava fingið viðgerðina. Kanningin skal ikki hava við sær vandar og óbe- hag sum ikki kunnu góðtakast. Fyrimunir og vandar Tølini frá Svøríki vísa, at títtleikin av bróstkrabba økist, men at deyðiligheitin minkar. Sjálvandi kann or- søkin til hetta verða annað enn mammografi screen- ing. Tað kann skyldast betri diagnostikk og viðgerð í heila tikið, men eisini at kvinnur nú meira enn fyrrr søkja heilsuverkið, tá tær finna knykil í bróstinum. Í 1975 varð deyligheitin av bróstkrabba í Svøríki 32 fyri hvørji 100.000 kvinnur og ár. Í 1997 varð hetta fallið til 28 fyri hvørji 100.000 kvinnur og ár og tað er støðugt fallandi. Til samanberingar kann nevn- ast, at deyðiligheitin í lungakrabba hjá kvinnum í Svøríki í sama tíðarskeiði øktist frá 11 til 22 fyri hvørji 100.000 kvinnur og ár. Eitt annað krav frá WHO er, at sjálv kanningin ikki hevur við sær óynsktar vandar og trupuleikar. Vandarnir við screening við mammografi eru falskt negativ úrslit (onki verður funnið, hóast nakað er), eyka kanninga røðirnar í kjalarvørrinum av falskt positivum úrslitum (nakað verður funnið, hóast onki er), sálarligu og sosialu avleiðingarnar av bæði kanningum og skeivum kanningarúrslitum, strálu- vandin og trupuleikin við at meta um viðgerðartørvin har broytingarnar liggja á markinum til illkynjaða sjúku. Tá skipanin er væl virkandi kann roknast við, at falskt positivt liggur millum 10 – 20%. Tær kvinnur sum verða kallaðar aftur til fleiri kann- ingar, hava tørv á kvali- ficeraðari informatión av serlækna við serligum kunnleika til krabbameins sjúkum í brósti, áðrenn far- ið verður víðari. Harafturat hevur tað ávísan skund, at fáa avgjørt hvørjar kann- ingar skulu gerðast afturat, og at hesar verða gjørdar so skjótt sum til ber, og at kvinnan fær boð um kann- ingarnar úrslitini skjótast gjørligt. Tað er heilt greitt, at hetta setur stór krøv til at skipanin fungerar væl. Tað sum summi meta sum ein enn størri vanda er, tá mammografiin ikki vísir nakað hóast nakað er. Her fær kvinnan eina falska trygd og kemur ársakað av hesum at fáa viðgerð seinri, enn hon annars vildi, um mammografiin ikki varð gjørd. Hetta setur stór krøv til útgerð og gransking av myndum. Og hetta er eisini ein av ársøkunum til at svenska skipanin krevur serstakta mammografi út- gerð, serstaka útbúgving av starvsfólki, at tveir rønt- genlæknar granska mynd- irnar og at tveir patologa granska vevnaðin óheftir av hvørjum øðrum. Stráluvandin kann góð- takast um kanningin annars hevur stóra dygd, og er væl kontrollerað. Vandin við strálum er stórstur millum tær yngru kvinnurnar. Met- ingar í svensku skipanini hava víst, at um vit taka kvinnur sum eru 40 ár og gera mammografi í 10 ár við 18 mánaðum ímillum, kemur sjálv kanningin at geva strálur, sum elva til til deyðamein í krabbameini í brósti hjá einari kvinnu útav 10.000. Hetta svarar í svensku skipanini til, at teir elva til deyðamein hjá ein- ari kvinnu, meðan teir bjarga 10. Hjá 50 ára goml- um kvinnum er strálu vandin væl lægri. Aðrar kvinnusjúkur Sum nevnt áður økjist vandin hjá kvinnum at doyggja av lungakrabba. Tað økta talið av roykjandi kvinnum hevur gjørt, at kvinnur nú verða raktar av sjúkum, sum fyrr mest vóru mannfólka sjúkur. Tað er ikki bert lungakrabbi sum veksur skjótt, eisini vandin fyri øðrum krabbameins sjúkum og hjarta/æðrasjúk- um veksur nú skjótt millum kvinnur. Royking gerst alt van- ligari, serliga millum yngri kvinnur við lágari útbúgv- ing. Verður hugsað um hvussu peningurin best kann brúkast fyri at bøta um heilsuna hjá kvinnum, so vísa flestu kanningar at peningur ætlaður til at fáa kvinnur at gevast við at roykja, er væl givin. Eitt annað øki sum hevur stóran tydning fyri heilsuna er alkohol. Økingin av alkohol nýtslu er serliga millum yngri kvinnur við lágari útbúgving. Trupul- leikar í hesum sambandi er høgt blótrýst, heila- og æðraskaðar, krabbamein og livurskaðar. Harafturat kemur so øktur vandi fyri ferðsluvanlukkum, lógar- brotum, harðskapi og sosialari neyð. Eisini fremur alkohol øking av tablett misnýtslu og royk- ing. Roknað verður við at um peningur verður nýttur á hesum øki, so kunnu lív sparast og lívskvalitetur økjast millum kvinnur. Men higartil hevur tað ikki verið gjørligt at fáa tøl fyri hesum. Og at enda kann nevnast trupuleikin við kost, motión, arbeiðsmark- naðurin og sosialu viður- skiftini. Vanligasta deyðsársøkin hjá kvinnum er tann sama sum hjá monnum, nevni- liga blóðtøppur í hjarta. Svensk hagtøl fyri 1995 vísa, at tað árið doyðu 6000 kvinnur av blóðtøppi í hjarta, 1000 doyðu av lungakrabba meðan 2400 doyðu av bróstkrabba. Við verðandi gongd, fer tað helst ikki at ganga long tíð, fyrr enn lungakrabbin yvirhálar bróstkrabban hjá kvinnum. Gongdin í ymiskum londum Í Europa hevur síðani 1985 verið ein ætlan kallað “Europe against cancer” (EAC). Hon hevur afturat sær “Committee of Cancer Experts” og harafturat fleiri sokallaðar “subcommit- tees”. Ein av teimum eitur “Subcommittee on breast cancer screening”. Í Ong- landi, Finlandi, Hollandi og Svøríki finnast væl út- bygdar almennar skipanir fyri mammografi screen- ing. Lond sum Grikkaland, Frankaríki, Belgien, Dan- mark, Portogal, Spanien og Luxenburg eru nú á veg. Í Danmark er eftir lóg frá 1999 farið ígongd, og mammografi screeningar eru fungerandi fyri kvinnur í aldrinum 50 – 69 ár í Køb- enhavns kommunu, Frede- riksberg kommunu og Fyns Amt svarandi til ca. 18% av kvinnunum í aldrinum 50 – 69 ár. Onnur amt hava tikið støðu til ikki at fara í skip- anina, so her er langt á mál. EAC avgjørdi í 1991 at úrslitini frá Svøríki, Ong- landi og Hollandi skuldu verða grundarlag fyri ráð- um og reglum fyri virk- semið innan mammografi screening í Europa. “Euro- pean Guidelines for Quali- ty Assurance in Mammo- graphy Screening” varð prentað í 1993 og endur- prentað í 1996 og gevur leiðbeiningar innan dygdar kontroll, fysiskar og tekn- iskar fortreytir, cytologi, patologi og viðgerðir. Í Nijmegen í Hollandi finnst “European Network of Reference Centers in Breast Cancer Screening” (EUREF) sum tekur sær av at útbúgva starvsfólk sum skal leiða mammografi screening í ymsu europe- isku londunum. Klinisk mammografi Við síðuna av mammografi screening finst nakað sum vit plaga at kalla klinisk mammografi. Hetta er tá kvinnan av sær sjálvari vendir sær til lækna vegna bróstini. Tað er tað sum vit longu nú hava. Læknin gerð so eina kliniska kann- an av bróstinum, sum verð- ur grundarlag undir avgerð um mammografi skal ger- ast ella ikki. Hesar kann- ingar sleppa vit ikki undan sjálvt um vit innføra mammografi screening. Kvinnur vilja áhaldandi koma til sín egna lækna við illgruna um bróstkrabba. Hetta verið seg kvinnur sum ikki vilja luttaka í screening ella kvinnur, sum millum screeningar hava følt ein knykil. Kanningar í okkara grannalondum hava víst at umleið 50% av tei- mum kvinnum, sum fáa gjørt kliniska mammografi eru yngri ella eldri enn tær sum fáa gjørt mammografi screening. Serstakar treytir fyri væl- eydnaðari mammografi screening Fyri at tryggja dygd er neyðugt við eini vælvirk- andi skipan har røntgen- lækni, kirurgur, cytologi (fínnáls biopsi har vevn- aður verður tikin frá bróst- inum), onkolog (krabba- meins serfrøðingur), og patologur arbeiða í tøttum samarbeiði. Tað mest praktiska í hes- um sambandi er at rønt- genlæknin og onkologurin taka yvirordnaðu ábyrgdina fyri allari skipanini. Tað er harafturat umráðandi at allir hesir persónar eru á sama staði og kunnu møtast regluliga, eisini til at um- røða serstakar royndir og viðgerðir. Hesar funktiónir skulu stostatt verða á sjálv- um sjúkrahúsinum (Lands- sjúkrahúsinum), og hesir læknar skulu verða settir á sjúkrahúsinum og til reiðar at hjálpa til hjá hvørjum øðrum, tá tørvur er. Aðrastaðni hava tey harafturat ráð, sum taka ábyrgd av økjum til støddar sum býir ella amt. Hesi ráð hava saman við onkolog- isku læknunum ábyrgd av at gerða ætlanir fyri rap- portum, kvalitets skipanum og samanbering av data. Alt hetta fyri at trygd og dygd alla tíðina skal verða á høgum støði, og sum kon- troll av, at mammografi screening gevur tað nyttu sum ætlað er. Sjálv screeningin førir til eitt økt tal av biopsium. Harafturat er ofta neyðugt, at røntgenlækni og patolog- ur samarbeiða tá biopsi verður tikin. Broytingarnar eru ofta so smáar, at tær ikki kunnu merkjast við at kanna bróstið við hondini. Orsøkin til hetta er, at broytingar við mammo- grafi ofta eru so smáar og torførar at tolka, at neyðugt er at kanna vevnaðin nærri. Her verður so fínnáls biopsi tikin og send til sokallaða cytologi, men eisini hetta er torført at meta, og fleiri eru nú farin yvir til grovari biopsiir. Í hesi skipan verða alt fleiri kvinnur vístar víðari til skurðviðgerð. Hesar skurðviðgerðir eru eisini eitt sindur torførari av tí, at skurðlæknin í meira enn 50% hvørki kann síggja ella merkja broytingina í bróstinum. Røntgenlæknin skal tí fyrst merkja broytingina áðrenn skurð- viðgerð og ofta taka rønt- genmyndir av tí sum er skorið út fyri at vita um alt er tikið. Hetta skal fara fram undir sjálvari skurð- viðgerðini. Harafturat skal patolog- urin (ofta undir skurðvið- gerð) avgera um tað sum er tikið út í verunleikanum er illkynjaður vevnaður og harafturat gerða serroyndir við DNA, hormonanalysir og knyklamarkørar. Hetta samarbeiðið krevur, at tøk- ur røntgenlækni og tøkur patologur eru í húsinum tá skurðviðgerðin fer fram. Ein uppgerð fyri Stock- holm vísti at í aldrinum 50 – 69 ár vóru 4,6 kvinnur av 1000 screenaðum sendar til skurðviðgerð. Her varð í 70 – 80% funnin illkynjað sjúka meðan 20 – 30% hóast alt ikki høvdu ill- kynjaða sjúku. Í aldrinum 40 – 49 ár vóru enn fleiri frískar kvinnur lagdar undir skurð. Hvat kostar eitt vunnið kvinnu ár? Í Svøríki hevur eisini verði gjørd ein meting av hvat tað kostnar, at bjarga kvinnulív við mammografi screening. Her má so havast í huga, at svensku úrslitini eru væl betri en tey vit síggja í øðrum europeiskum londu. Hetta av ársøkum, sum eru nevnd omanfyri. Vit kunnu eisini sammeta tølini við aðrar viðgerðir og screen- ingar sum niðanfyri: Hjartatransplantatión 27.000,- kr/liviár Lívmóðurháls screening 16.000,- kr/liviár Bypass skjurðviðgerðir 173.000,- kr/liviár Mammografi screening 46.000,- kr/liviár Hetta er so hvat hvørt eyka liviár hjá tí screenaða ella viðgjørda kostar svenska samfelagnum. Í teimum londum sum ikki hava líka gott úrslit sum Svøríki verður kostnaðurin so mik- ið størri. Kanningar í New York góvu ein kostnað uppá kr. 270.000,- pr. bjargað ár við mammografi screening, so har kann peningurin verða brúktur betri aðra- staðni. Tað kann tykjast hjarta- leyst at rokna soleiðis. Men vit liva nú einaferð í einum peningaheimi har alt verður roknað í krónum og oyrum, og játtanin til heilsuverkið er sum alt annað avmarkað. Tað er sum tað má verða. Um heilsuverk um allan heim skuldu fingið tað tey mettu seg hava tørv á, so fór nokk øll fýggjarlógin til hetta. Niðurstøða Tað er sostatt helst ongin yvir um, at mammografi screeningar kunnu bjarga lívi. Men tað er heldur ikki nakar yvi um, at tað skulu sera góðar treytir til fyri at hetta skal eydnast. Haraft- urat skal nógv útbúgving, serstøk tól og ein bólkur av røntgenlæknum, skurð- læknum, onkologum og patologum sum í tøttum samarbeiði og regliligum fundum til at menna og halda skipanini við líka. Hesir læknar skulu eisini við stuttari freist verða tilreiðar, at hjálpa hvørjum øðrum við ávísum tørførum kanningum og viðgerðum. So teir mugu allir arbeiða fast á Landssjúkrahúsinum um tað skal bera til. Órógv- aðar kvinnur mugu fáa skjóta og kvalificeraða in- formatión og møguliga eyka kanning og viðgerð. Til hetta krevst ein serliga vælskipað rutina, sum alla tíðina er virkin. Framhald á næstu síðu