mikudagur 30. mars 2005síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 59 - 30. mars 2005
Tað er t.d. ikki nóg gott,
at sagt verður, at boð koma
tá viðkomandi er komin
aftur úr feriu. At tað skulu
minst tveir røntgenlæknar
og tveir patologar sum hvør
í sínum lagi skulu meta um
hvørja mammografi og
hvønn biopsi og annan
vevnað, setir eisini serstøk
krøv til hesar deildir. Ein
serstøk skipan skal eisini
verða til at innkalla kvinn-
ur.
Royndir vísa, at um
luttøkan fellur undir 70% er
yvasamt við nyttuni, sjálvt í
eini annars sera vælfunger-
andi skipan. Og endiliga
skal ein neyv uppgerð ger-
ast um nyttuna av atgerð-
unum. Eisini hesin parturin
verður eitt sindur trupul at
gjørnumføra í Føroyum, av
tí at materialið er so mikið
lítið, so tað kann taka langa
tíð at vita, um nøkur nytta
er í mammografi screening
í Føroyum ella ikki. Vit
mugu ikki gloyma, at tað
eru fleiri lond, sum ikki
hava sæð nakra nyttu í
screeningini.
Og so er altíð spurning-
urin um peningurin kundið
verið betri givin til átøk
móti royking, alkohol ella
øðrum sjúkum og brekum.
Framhald av síðu 11
Niels Peter Bech
formaður í Hondbólts-
felagnum Tjaldur og
Starvsnevndarlimur í
HSF
Fyri fyrst at koma til hví
Tjaldur spælur í SunSet-
kappingin
(fyrr
1.
deild)?
Soleiðis sum tað hev-
ur verið nógv tey síðstu
árini, hevur nr. 1 ella 2
kunna flutt beinleiðis
upp úr 2. deild, meðan
nr. 3 hevður skula spælt
um plássið.
Hesin
møguleikin
varð noktaður okkum, tí
kappingarnevndin vísti
til ein “forskrift” í reglu-
gerðini, henda reglu-
gerðin vísti til ein eyka-
aðalfund, sum hevði
verið í juni 2003. Einast
vit finna frá hesum
eykaaðalfundi er ein
lýsing í Dimmalætting
(møguliga
eisini
í
Sosialinum).
Tvs
tá
einki finnist frá hesum
fundi, má ein so spyrja
var han avlýstur ella
hvat? Tá ein hvørki
finnur eina samtykt ella
veit annað frá eykaaðal-
fundinum, má so tað
sum var galdandi innan
henda aðalfundin verða
galdandi.
Tá Tjaldur so kom við
einum uppskoti á aðal-
fundinum, um at lækka
liðiðini hjá 1. deild
kvinnum úr 7 niður í 6
lið, soleiðis at hetta varð
tað sama sum hjá monn-
inum. Her var onkur fyri
og onnur ímóti uppskot-
inum, men sum ikki
einaferð fór tosið út á
eitt síðuspor, Undirritaði
skey tá upp, at Tjaldur
tók sítt uppskot aftur,
treytað av at vit fingu
møguleikan til at spæla
okkum upp/ella fluttu
upp í 1. deild. Hetta var
so tann rossahandilin
sum varð gjørdur í HSF.
Formaðurin í kapp-
ingarnevnduni, segði at
hann hevði fingi harra-
boð frá HSF, um at
broyta kappingina tí
Tjaldur var komin uppí.
Tað er sikkurt rætt, men
at tað er grundin til at
kappingin bleiv longd
ein mána,ð er skeivt. Tað
er eingin munur, um tað
eru 7 ella 8 lið í kapp-
ingin, tí tað liðið sum
kemur
aftrat,
spælir
ímóti tí liðinum sum
hevði fríviku.
Kappingin bleiv løgd,
soleiðis at menn og
kvinnur endaði sam-
stundis á páskum. Hetta
vóru nøkur feløg ikki so
glað fyri, og bleiv tí
kalla inn til ein lima-
fund, soleiðis at kapp-
ingin bleiv løgd, har øll
kundu einast. Úrslitið á
hesum fundi var, at
kappingin hjá kvinnun-
um skuldi broytast í
januar,
soleiðis
tað
skuldi spælast um FM-
heitið í øðrum bólkin-
um, meðan hin bólkurin
skuldi spæla um niður-
flyting. Og kappingin
hjá monnum og kvinn-
um endaði 9 Apríl. Hetta
var semja um á fundin-
um.
Ein ella tveir dagar
eftir oman fyri samtykt,
bleiv aftur kalla inn til
limafundar, har tað var
eitt limafelag í stóð fyri
hesum, og ikki HSF. Á
hesum fundi, bleiv sam-
tykt at kvinnurnar spæla
til 30. apríl, og menninir
vildu undir ongum um-
støðum spæla longur
enn 26. mars. HSF fer
ikki at ganga ímóti
einari samtykt har øll
limafeløgini eru samd
um okkurt, tí mátti HSF
bert staðfesta omanfyri
nevndu samtykt.
Um vit samanbera
okkum við fx. Danmark,
so hava tey 14 lið í
fremst deild, tey byrja
14. dagar áðrenn vit og
gevast nú á páskum, tá
hava tey eisini EM/VM
og aðrar CUP-dystir at
hugsa um, so hví kunnu
vit ikki klára st spæla
við 8 liðum og enda
somu tíð sum í DK.
Við hesum vóni eg at
tann negativa skrivingin,
um HSF eins og Tjaldur
støðgar her.
Nú má verða nokk
VIÐMERKINGAR
Mannbjørn Jákupson
Til Kim.
Í einari av seinastu grein-
unum hjá Kim Simonsen,
stendur millum annað helst
rætt og væl kannað, ein
stutt viðmerking í viðfarin-
um. Tað stendur umleið so-
leiðis, eg havi ikki blaðið
her ”eins og við Hamsun og
F. Nansen vita vit hvar teir
endaðu”. Kent er at Ham-
sun, kendi norski nobel-
vinnarin í bókmentum, var
nazistur, nasjunalsosialistur
av sannføring og hug-
myndafrøði. Tað er ikki
aftan fyri ryggin tos, ella
útspilling. Hann segði tað
sjálvur. Men hann var ikki
skipaður nazistur. Luttók í
ongum hjá teimum. Fridjof
Nansen var ongantíð na-
zistur, og segði seg ongan-
tíð, at vera tað. Tá illgruni
til politiska tilhaldsstað
hansara kundi staðist, er
tað, at hann, saman við
nógvum borgarligu, høgra-
vendum eisini, var við til at
skipa eitt kallað ”Sam-
fundslaget”. Fult av løgum
eru í Norra. Eg minnist í
1970 árunum, at norsku
nýmarxistarnir í tíðarritum
sínum
kjakaðu
hendan
spurning kvalitativt. Teir
komu til tí niðurstøðu, at
Samfundslaget
var
ein
borgarlig sjálvverja móti
kreppuni, men ikki fasist-
isk, ella nazistisk. Tí er ikki
grund til hjá øðrum, at seta
iva um demokratiska sinna-
lagið hjá F. Nansen. Norsk
polargranskara tjóðarhetja,
høgur
embætismaður
í
Fólkasambandinum í 20
árunum. Hann hevði har,
ein annan kendan norð-
mann undir sær í Rus-
landhjálpini, V. Quisling.
Tað er har onkur ivi kann
hava staðist eisini. Men
Quisling var ikki nazistur tá
sum heilt ungar.
Eitt svar í blaðnum hevði
verið gott.
Heðin D. Poulsen
Sum í øðrum føroyskum
heimum var fagnaðurin
almikil í okkara lítla heimi,
tá tey gleðiboð komu okk-
um fyri oyra, at nú var
Framtaksgrunnurin
eftir
drúgva og holla fyrireiking
til reiðar at selja Fiskavirk-
ing undir navninum Faroe
Seafood. Ein spennandi
avbjóðing fyri nevndina hjá
Framtaksgrunninum, sum
tey tíbetur hava brúkt ríki-
ligt av tíð og tilfeingi at
fyrireika, hesa uttan iva tór-
greiddu sølu.
Boðfredurin, sum bar
okkum tíðindini um ta
komandi navnframu sølu,
visti eisini at siga, hvør
høvuðssølustrategiin skuldi
verað, alt skuldi seljast í
einum,- alt gott um tað.
Hetta fekk meg at hugsa
um eina søgu, sum ein vin-
maður fortaldi mær. Hann
hevði í eina tíð ligið fram-
við at ogna sær tvær auto-
matiskar snellur. Í bløðun-
um fekk hann eyga á eina
lýsing, tað var ein klaks-
víkingur, sum seldi átta
automatiskar snellur. Vin-
maðurin ringir til klaks-
víkingin við tí í hyggju, at
keypa tvær av hesum átta.
Hetta vildi klaksvíkingurin
ikki hoyra talan um, hann
seldi allar ella ongar. Vin-
maður mín, sum er skila-
maður og pengamaður aft-
urat, gjørdi bart og keypti
allar átta, sjálvt um hann
einans hevði brúk fyri
tveimum.
Tveir
dagar
seinni, hevði vinmaður mín
lýsing í bløðunum, hann
hevði til sølu seks auto-
matiskar snellur. Eftir fáum
døgum hevði hann selt allar
seks snellurnar, til fýra
ymiskar keyparar. Munurin
millum søluna hjá klaks-
víkinginum og søluna hjá
vinmanni mínum var, at
eindarprísurin á hvørjari
einstakari snellu hjá vin-
manni
mínum
gjørdist
nógv hægri, tí hann seldi
stykkjavís, heldur enn alt
ella einki.
Mítt ynski er, at Fiska-
virking verður selt fyri
hægst møguligan prís og
ongantíð ov skjótt, góða
sølu.
Havi sum prinsipp, at eg
ikki svari til dulnevnda
skriving og tað ætli eg at
halda fast um uttan í und-
antaksføri sum hesum.
Bjørn Patursson
formaður Bóndafelag
Føroya
bjorn@koltur.com
Hesaferð kundi eg ikki lata
pennin liggja, tí dulnevnda
lesarabrævið í Dimmu týs-
kvøldið 22. mars sáar
beinleiðis ósannindi um
bóndur fyri fólk sum ikki
hava innlit í partafelags-
lógina, eins og greinskriv-
arin tykist at mangla í al-
stóran mun.
Fyrst av øllum skal eg
undirstrika, at tað er munur
á at vera bóndi á einum
festigarði í mun til at vera
bóndi á einum garði sum er
ogn, sjálvt um teir annars
eru eins í øllum øðrum lut-
um. Ein av hesum mun-
unum (missmunum) hevur
higartil verið, at bóndin
sum situr við festigarðinum
hevur verið avskorðin frá,
at reka virksemi sítt í parta-
felagi í mun til tann sum
situr við sama garði sum
ogn. Ymist er, um tað er
fyrimunur ella vansi við
partafelagið, men síðan
skipanin um íløgugrunn var
avtikin og partafelagsskatt-
urin settur niður til 20%
hevur rakstur í partafelags-
formi verið einast møgu-
leiki hjá vinnurekandi við
fyrimuni, at leggja pening
til viks til íløgur í vinnutól.
Bóndafelag Føroya vísti
á hendan mannamun tá
skipanin um íløgugrunn
bleiv niðurløgd og hevur
javnan síðan, í skrivt og
talu, víst á hendan skeiv-
leika í festiskipanini. Og nú
lógarbroytingar
blivu
gjørdar í lóg um landsjørð
tóku vit millum annað
hendan spurningin uppaftur
og sjálvt um tað aftur hesa-
ferð møtti masivari mót-
støðu m.a. frá politikarum í
vinnunevnd
løgtingsins
sum vildu leggja høvdi á
blokkin fyri, at tað ikki
kundi lata seg gera, at skipa
lóg um landsjørð soleiðis at
festibóndur kunnu leggja
garðsraksturin i partafe-
lagsform fekk Bóndafelag-
ið, við góðum stuðuli frá
landsstýrismanninum
í
vinnumálum, harra Bjarna
Djurholm, eina grein inn í
omanfyri standandi lóg, at
festibóndur skulu kunnu
leggja raksturin av einum
festigarði í partafelagsform
eins og onnur vinnurek-
andi, tað er alt sum málið
snýr seg um, harra undr-
andi, at festibóndur komu
eitt stig rætta vegin!
Eg eri væl vitandi um at
enn eru mong stig eftir til
tess at festiskipanin kemur
at virka frítt, ájavnt við
onnur í líknandi vinnu, men
sum sami landsstýrismaður
harra
Bjarni
Djurholm
segði tá níggja skipanin
kom í gildi, tað er hóast alt
betri at koma eitt stig framá
enn at standa i stað, tí at
standa í stað er í sær sjálvu
afturgongd.
Í greinini kemur hesin
sami undrandi persónurin
við ymiskum púra óskilj-
andi uppáhaldum um, at
bóndur kunnu heva pening
burtur úr partafelag uttan at
rinda skatt, avskriva skuld í
gjøgnum eitt partafelag?
Hetta er so langt av leið at
eg ikki vil brúka tíð uppá at
viðgera tað.
Skal tó geva honum rætt
í, at eitt partafelag sjálv-
andi, um eigarin ynskir tað,
kann rinda rentu og avdrátt
av lánum eisini sjálvt um
tað skuldi verið fyri eitt
festilán. Sum um nakað
skuldi verið galið í tí? Tá
talan er um festilán sigur
skattalógin, at renta og
avdráttur er at rokna sum
leiguútreiðsla so fingu vit
eisini tað uppá pláss.
Rættleiðing
Alt ella einki
Øll eru líka fyri partafelagslógini