mikudagur 30. mars 2005síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 59 - 30. mars 2005
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum á ymiskan hátt sýndu
samkenslu og hjálpsemi, tá okkara kæra kona,
mamma, vermamma og omma
Esther Hentze
andaðist og varð jarðað.
Tøkk til prest, berarar, sangarar, kirkjutænarar,
fyri vitjan, blómur, kransar, uppringingar og gávur.
Tøkk til heimahjálpararnar og til tykkum,
sum hjálptu til, bæði heima og til ervið.
Tøkk til øll, sum fylgdu henni
til hennara seinasta hvíldarstað.
Fyri tey avvarðandi
Hermund, Jórun, Jacob-Pauli, Hartvig og Esther
1. apríl eru liðin 25 ár síðani Deild-
irnar á Eirargarði 14 -16 vórðu
tiknar í nýtslu. Hesin stovnurin var
av fyrstan tíð ætlaður at hava pláss
fyri 80 búfólkum; men lukkutíð
kunnu vit siga í dag, so hevði hann,
tá ið hann var liðugur í 1980 einans
pláss til 48 andveik fólk.
Sum flestum kunnugt, so vórðu
við undantak av sjúkrahúsunum
eingir stovnar til brekað fólk í Før-
oyum fyri 1960. Tá vóru fólk send
á stovnar í Danmark. Talan var um
sinnissjúk, andveik, blind, deyv
o.s.fr. Men í 1960 árunum kom
vend í. Tá var farið undir at útvega
stovnar, so sleppast kundi undan tí
ofta skelkandi upplivingini hjá
hesum fólkum at skula verða send
av landinum til heilt onnur fremm-
and viðurskifti. Nógvir av stovnun-
um í Danmark vóru haraftrat sannir
mammut-stovnar,
ið
rúmaðu
hundraðtals búfólkum.
Teir psykiatrisku sjúklingarnir
fingu ein ávísan bata, tá ið settur
varð ein yvirlækni í sálarsjúkum í
Føroyum í 1967. Á heysti 1969
komu teir fyrstu 20 sjúklingarnir á
tað nýggja statshospitalið, og tá ið
liðugt var at byggja hospitalið í
1972 var ikki neyðugt longur at
senda hesar sjúklingar til Dan-
markar. Tey ið vóru á stovni í Dan-
mark fingu nú høvi at koma heim
aftur.
Tey sum vóru blind, deyv og
onnur við breki máttu sendast niður
at ganga í skúla. Hesi fingu sínar
møguleikar betraðar, tá ið "Statens
skole for høre- og talelidende", ella
Spesialskúlin byrjaði virki sítt í
1962. Skúlin helt til fyrst í VBV-
húsunum á Skansavegi, seinni í
KFUM og KFUK og onkra aðra-
staðni, til nýggi Skúlin á Trøðni
varð tikin í nýtslu í 1976.
Av tí at ongar fyriskipanir vóru
gjørdar fyri tey andveiku her á
landi, vórðu nógv av teimum eisini
send á stovnar í Danmark. Tá ið
nýggja
Statshospitalið
skuldi
byggjast í Havn, sást eisini ein
glotti fyri teimum andveiku, við tað
at ætlanin var, at ein deild skuldi
byggjast til teirra. Men sum ikki
einaferð vóru tað fíggjarligir
trupulleikar, sum gjørdu, at einki
varð av tí í fyrstu syftu. Kortini
varð ein av deildunum, deild 5,
lænt til Statens Åndssvageforsorg
til barnadeild, og ein hædd í einum
av íbúðarbygningunum varð nýtt til
pensionat.
Í 1973 læt barnadeildin upp, og
tey fyrstu 17 børnini komu so við
og við heim úr Danmørk serliga frá
Rødbygård. Pláss var fyri 20 um-
framt 2 umlættingarplássum. Hesi
børnini gingu øll í Skúlanum á
Trøðni. Pensionatið hevði pláss fyri
11 vaksnum búfólkum. Umleið
helmingurin kom av stovnum í
Danmark og hini høvdu verið í
heimarøkt í Føroyum.
Í 1971 var Javni, Landsfelagið
evnaveikum at bata, stovnað. Hetta
felagið hevur við eini røð av eld-
sálum á odda gjøgnum árini verið
ein drívmegin til, at vit í dag eru
komin so mikið langt ávegis, sum
vit eru komin til tess at útvega
teimum evnaveiku rímilig livikor í
Føroyum.
Eirargarður
Søgan um Eirargarð er bæði long
og áhugaverd; men hon skal ikki
verða søgd út í æsir í hesum høpi.
Tankin um at fáa umstøður til at
geva teimum andveiku møguleikar
fyri at verða verandi her á landi í
staðin fyri at senda tey av landinum
er sum vera man gamal. Eini 10-12
ár gingu frá tí at hugskotið til at fáa
ein stovn bygdan var føtt og til
Eirargarður var tikin í nýtslu. Sum
nevnt var ætlanin, at pláss skuldi
vera fyri 80 búfólkum; men tá ið av
tornaði var pláss fyri 48.
Stovnurin er tvey samanbygd
hús. Tey vóru skipað í fýra deildir,
við 12 búfólkum á hvørjari deild.
Bygningarnir eru sera handikapp-
vinarligir og atkomuligt er við
koyristóli allastaðni og búfólkini
hava hvør sítt kamar.
Í teirri longu burðartíðini var
uppfatanin í samfelagnum av slík-
um stórum stovnum broytt so av-
gerandi, at tá ið Eirargarður stóð
liðugur í 1980, vildi eingin kennast
við hann. Blaðið Javni skrivar í
1984: "Tað var tann tíðin, tá vit
fegnaðust um Eirargarð, men tann
tíðin liggur mong ár undan tí degi,
hann var tikin í brúk. ... Jú víst
hevur Eirargarður gjørt sína nyttu -
vit hava fingið okkara brekaðu
heim úr einum øðrum landi. Men
vit mugu tora at síggja sannleikan í
eyguni: Eirargarður kann ikki
brúkast!" So mong vóru orðini;
men kundi hann veruliga ikki brúk-
ast?
Longu í 1975 samtykti løgtingið
at áleggja landsstýrinum at skipa
fyri, at víðari útbygging fyri evna-
veik - umframt byggingina av Eir-
argarði - "verður framd í smærri
vistar- uppvenjingar- og avlast-
ingarheimum runt um í landinum".
Hetta hevur síðani verið gjørt so
við og við. Ein røð av sambýlum
eru fingin til vega við at hóskandi
stór sethús bæði í Tórshavn og úti
um í landinum eru keypt og inn-
rættað ikki bert til andveik, men
eisini til fólk við ymsum øðrum
brekum. Haraftrat eru komnir fleiri
aðrir stovnar sum verkstaðið Vón á
Argjum, Frítíðarheimið í Skrivara-
gøtu, Virkni á Berjabrekku og fleiri
slíkir úti á bygd.
Á Eirargarði er nú bert annar
bygningurin 16 í nýtslu sum heim
fyri andveik og onkran, sum er
brekaður, men annars ikki and-
veikur. Hin bygningurin 14 verður í
dag brúktur m.a til skúla fyri
sjúkrarøktarfrøðingar. Búfólkini
vórðu flutt út á ymisk sambýli so
við og við.
Men hvussu virkar stovnurin so í
dag? Undirritaði hevur hesi sein-
astu 23 árini havt sína jøvnu gongd
har á 16A at vitja ein skyldmann.
Frá fyrsta degi av hevur tað sligið
ein við undran, hvussu nærløgd og
engagerað manningin gjøgnum øll
árini hevur verið við at gera sítt
ítasta fyri, at búfólkini skulu hava
tað gott og kenna seg heima har í
húsinum, hóast játtanirnar til
manning minni enn so altíð hava
verið so rúmsáttar.
Í dag búgva einans 14 búfólk á
Eirargarði. Í niðaru hæddini, sum
er býtt upp í tvey, eru 5 í aðrari
helvtini og fýra í hinari. Í erva eru
5 búfólk. Her hava tey sítt heim, og
sigast má, at manningin hevur
megnað at gera hetta til eitt veruligt
heim fyri tey. Tú hevur als ikki var-
hugan av, at hetta hevur dám av ein-
um kaldligum stovni. Tey fólkini,
sum hava verið leiðarar gjøgnum
árini, og øll hini, sum eisini hava
lagt sína sál í arbeiðið við hesum
fólkum, sum av eini ella aðrari
orsøk ikki eru fullfør, hava uppi-
borið okkara størstu virðing og
djúpastu tøkk fyri teirra avrik.
Vit eru mong, sum minnast tykk-
um, og sum ynskja tykkum tillukku
við hesi fyrstu fjórðingsøldini, og
siga tykkum hjartaliga tøkk fyri tað
stóra arbeiðið, tit hava lagt í at veita
okkara næstringum eina rímiliga
tilveru.
28.03.2005
Eilif Samuelsen
Dagurin
30. mars. Kvirinius, deyður umleið ár 120. Róm-
verskur hermaður, sum gjørdist kristin og varð tikin
av døgum.
Gullbrúdleyp
Mikudagin 30. mars kunnu hjúnini Dania og
Gunlaif Vestergaard, Tórshavn, halda gullbrúdleyp.
Dagurin verður hildin saman við børnunum.
Hósdagin 31. mars hava Thyra og Torkil Simonsen,
Vestmanna, gullbrúdleyp.
Tey, ið ynskja at heilsa upp á gullbrúðarparið, eru
vælkomin í Eldrasambýlið millum kl. 15.00–18.00.
Eirargarður 25 ár