Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-30, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. mars 2005síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 59 - 30. mars 2005 Springvatnið á Vaglinum varð gjørt í samband við at Kong Chr. 10 var á vitjan í Havn í 1936. Fyrstu ferð springvatnið bleiv brúkt alment, var árið eftir á Ólavsøku í 1937. Hetta sama aríð vóru fyri fyrstu ferð settar ljósperur upp millum trøini framvið Havnará. Springvatnið bleiv tikið burtur, tá arbeiðið við at dekka ánna til byrjaði í 1957. Mynd: Inger Hansen Um onkur av lesarum okkara hevur okkurt at viðmerkja í sam- band við myndirnar, eru hann ella hon vælkomin at seta seg í samband við Birgar Johannessen á telefon: 314647 / 273168 Í 1882 varð Kongaminni á Gripsheyggi í Havn reist til minnis um fyrstu konga- vitjanina, tá Chr. tann 9 vitjaði oyggjarnar í 1874. Danin H.C. Amberg tekn- aði Kongaminni og Jákup Andr. Arge (Jampan) bygdi tað. Innsettu myndirnar: Jákup Andr. Arge (1854- 1931) og modellið av Kongaminninum sum hann gjørdi, og sendi tað niður til Amalienborg, har tað stendur enn í dag. Myndir: Føroya Fornminnissavn Havnar leksikon: Kongaminni á Gripsheyggi Springvatnið á Vaglinum