mikudagur 30. mars 2005síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 59 - 30. mars 2005
15
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Hugnalig sangløta í
Kunoyar kirkju skíris-
kvøld
BARNAGUDS-
TÆNASTA
Snorri Brend
Kunoy: Tað er ikki á hvørj-
um degi, at kirkjan í Kunoy
er fullsett av syngjandi
børnum.
Tað var júst hetta sum
hendi skíriskvøld, tá fólk í
bygdini, saman við fólki úr
KFUM & K í Klaksvík
skipaðu fyri eini sangløtu í
kirkjuni.
Við hesa gudstænastuan
sang eisini barnakórið í
KFUM & K, og settu á
henda hátt sína serliga dám
yvir sangløtuna, har bæði
børn og vaksin úr og av
bygdini vóru samankomin.
Børnini livdu við í teim-
um kendu barnasangunum,
og tey vaksnu sungu somu-
leiðis væl við.
Á skránni var fyrst og
fremst sangur, men eisini
ein frásøgn um hendingar-
nar á páskum. Hetta varð
gjørt á ein sera livandi hátt
við flonellografi, har lagt
varð upp til at børnini
skuldu skilja, at hesin boð-
skapurin eisini var viðkom-
andi í dag.
Undirtøkan til sangløtuna
var so mikið góð, at neyð-
ugt varð at seta inn eyka
stólar í kirkjuna.
Hetta man geva fyrireik-
arunum eitt gott høvi til og
hug at skipa fyri eini líkn-
andi
sangløtu
einaferð
seinni.
Sangur av hjartans lyst
Barnakórið í
KFUM & K setti sín
serstaka dám á.
Hóast tey ikki vóru
fullmannað og ikki
høvdu vant í eina
ti´ð, so sungu tey av
hjartans lyst sínar
sangir
Tey vaksnu sungu væl við í
sangunum – her í sanginum
"Djúp og breið"
Leygardagin 26. mars
2005 fingu tríggir
næmingar Víðkað-
Kavaraprógv frá
Faroe Dive í Klaksvík.
Tey hava seinastu vikurnar
staðið royndir í ymiskum
serøkjum innan kaving,
náttarkaving, djúpdarkav-
ing,
navigatiónskaving,
leitan & heintan og kaving
á ymiskum dýpdum.
Undirvíst hevur verið
bæði í teori og praktiskari
kaving. Tey sum fingu
prógv eru: Hans í Gerð-
inum, Vestmanna, Jóna
Astrid Lambastein, Fugla-
fjørður, og Oddur H. Lam-
hauge, Saltangará.
Faroe Dive, Klaksvík:
Tríggir næmingar
fingið kavaraprógv
Leygardagin 26. mars 2005 fingu hesi Víðkað-Kavaraprógv frá Faroe Dive í Klaksvík, f.v.: Hans í Gerðinum, Vestmanna, Jóna
Astrid Lambastein, Fuglafjørður, Oddur H. Lamhauge, Saltangará, og Janus Joensen, instruktør, Klaksvík