mikudagur 30. mars 2005síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 59 - 30. mars 2005
Beint fyri páskir læt
listamaðurin Frits
Johannesen upp lista-
framsýningina "Fra
Manhattan til Mans-
gjógv" í Gallarí Arleth
á Falster. Frits seldi
heilt fitt av myndum
og fekk eina nýggja
spennandi avbjóðing
um framsýning í eini
áhugaverdari kirkju
LISTFRAMSÝNING
Orð og myndir:
Dávur Winther
Meir enn 200 fólk nýttu
høvið at støkka inn á gólvið
til ferniseringina í Gallarí
Arleth, har tónleikur var at
hoyra fyri allar pengarnar.
Frits sang løg, hann sjálvur
hevur gjørt til yrkingar,
eftir William Heinesen,
sonur Frits, Jóhann og
Kristina Joensen systir-
dóttir konu Frits framførdu:
Um eg kundi kvøði; Áh,
kundu á tíðarhavið og
Summertime. Tey høvdu
eisini gjørt eitt sera væl
svingandi jazz-lag, ið tey
kallaðu "From Mansgjógv
to
Manhattan".
Høllin
swingaði øll til tær løttu og
eggjandi jazz-rútmurnar, og
lógvabrestirnir
rungaðu.
Aftaná komu fólk til teirra
og spurdu, um tey ikki
kundu keypa fløgur frá
hesum vælsyngjandi og
spælandi bólkinum. Nei,
bólkurin hevði bert skemti-
liga navnið Cousins, og
hevði ikki aðrar uppgávur
enn hesa og líknandi, so
sum onkur føðingardagur.
Fløgu hevði hann ikki út-
givið, men kanska varð ein
spíri lagdur her …
Langvegis frá
Fólk vóru komin langvegis
frá til framsýningina hjá
Fritsi. Heilt úr Lund í Svø-
ríki var vinmaðurin og kór-
leiðarin Gøsta Pettersen
komin við harmoniku síni
og spældi og sang eisini eitt
lag. Morthe Weihe vinmað-
ur Frits og lærari var komin
úr Vejle. Ja, enntá Steintór
Larsen úr Fuglafirði hevði
leitað sær ta longu leið til
Danmarkar fyri at vera við
til høvið, tá ið framsýn-
ingin læt upp. Og hann
hevði eisini ein málning
við sær undir arminum
aftur til Føroyar.
Fleiri føroyingar, sum eru
búðsettir niðri og nógvir
danir vóru eisini komnir
langvegis frá at síggja
myndirnar hjá Frits. Mynd-
irnar við tí glaða litavalin-
um og stórbýaríblástrinum
úr Manhattan, sum tó
kunnu gerast til føroysk
fjøll, har vinarligar verur
leika á alskyns ljóðføri.
Vindeyguni og hin ser-
merkti
krossurin
geva
myndunum ein serligan,
sjáldsaman dám av fjar-
leika og nærleika og eru
samstundis á tremur við
myndligum týdningum.
Gløgt er gestsins eyga
Lis Rønde Kristensen, sum
er kirkjuráðslimur í Bag-
sværd kirkju, hevði hoyrt
um henda áhugaverda før-
oyingin Frits Johannesen,
og hevði hon ómakað sær
til Falster at hygga at mynd-
unum. "Du Frits, vi skal
lave en udstilling med dig i
vores kirke!" var hennara
sanna niðurstøða, eftir at
hava sæð myndirnar hjá
Frits.
Kirkjan í Bagsværd er
ikki hvør sum helst. Hon er
teknað av Jørn Utzon.
Hann hevur tilætlað sett
rúm av, har til ber at hava
smærri listaframsýningar
ella eisini samkomur í parti
av kirkjuni. So á veg heim-
aftur varð leiðin løgd um-
vegis Kirkjuna í Bagsværd
og greiðari avtala gjørd um,
nær og hvussu henda fram-
sýningin skuldi fremjast í
verki.
Í eini grannakirkju til
Gallarí Arleth hanga mynd-
ir av Heðini Kambsdal. Á
somu ferð, sum Frits fór til
Falster at sýna fram, fór
Øssur Mohr til Randers at
sýna fram saman við 7
øðrum. So sigast má, at
listamenn úr Fuglafirði eru
rættliga væl umboðaðir í
Danmark í løtuni.
Frits
á Falster
"From Mansgjógv to Manhattan"
Framførsla: "Cousins"
Orð og lag: Jóhann Johannesen og Kristina Joensen
From Mansgjógv to Manhattan
From a lonely lonely Island to Manhattan
There stood a guy with his paintbrush
He gazed upon the buildings,which reflected
on the mountain
Chorus:
An idea
A smile
His paintings came to life
Sosialurin var á staðnum og í luftini við grein um framsýningina sama dag, sum Frits fór við flogfari til Danmarkar at fyrireika
ferniseringina
Gallarí Arleth er í sera snotiligum nýinnrættaðum hølum, sum samstundis eru verkstaður til
prýðislutir hjá hjúnunum og listafólkunum Anette og Michael Arleth.
"Cousins", systkinabørnini Johan Johannesen og Kristina
Joensen, framførdu jazzlagið "From Manhattan to Mans-
gjógv", sum var gjørt til høvið