Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-30, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. mars 2005síða 17

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 59 • mikudagur • 30. mars 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo Írland er væl fyri síða 28 Carl Eli nýggjur meistari síða 24-25 Stjørnan vil hava málveitslur síða 29 Fótbólturin fór á rull Uppgerðin í Klaksvík mill- um arvafíggindarnar, KÍ og HB, byrjaði við buldur og brak. Eftir bara 22 minuttum vóru fýra mál skotin, og tó at ferðin dalaði nakað eftir hetta, so skerst ikki burtur, at talan var um ein framúr undirhaldandi dyst, tá hugsað verður um, at hetta var fyrsti landskapping- ardysturin á árinum. Og eins og teir gjørdu tað í fjør, so hevur Skála lagt seg á odda í bestu deildini eftir fyrsta umfarið. Hesaferð var tað TB, sum fekk av at vita, tá Skála við einum 5-1 sigri stað- festi, at bronsukrónurnar í fjør als ikki vóru úrslit av nakrari tilvild. NSÍ, ÍF og EB/- Streymur fingu eisini fult, tá tey á útivølli bastu ávíkavist B36, VB/Sumba og GÍ. Jú. bólturin er fram- vegis rundur, og nú er hann av álvara farin á rull. Eisini her í Sosi- alinum eru vit við, nú kappingin byrjar, og hevur fótbólturin sín stóra part av ítrótt- inum í blaðnum í dag.