mikudagur 30. mars 2005síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 59 - 30. mars 2005
TB fekk lítið gjørt, tá
teir vitjaðu Skála,
sum aftur í ár fekk
fína kappingarbyrjan
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Skuldi nakar verið í iva, so
var tað ikki av tilvild, at
Skála í fjør brádliga fór at
blanda seg í oddastríðið í
bestu mansdeildini. Tað
fingu tvørámenn greitt at
vita, tá teir annan páskadag
vitjaðu á Skála, nú teir aftur
gera eina roynd at lívbjarga
sær í føroyska fótbóltsodd-
inum.
Mugu læra av mistøk-
unum
Og eftir dystin var lið-
skiparin hjá TB – og før-
oyska fótbóltslandsliðnum
– Óli Johannesen, eisini
passaliga erligur til at við-
ganga, at teir høvdu møtt
einum nógv betri liði.
– Tað var einki serligt at
fáa eina slíka byrjan, fyri at
siga tað, akkurát sum tað er.
Vit fáa ringastu hugsandi
byrjanina, tá teir skora alt
fyri eitt, og áðrenn vit hava
mannað okkum uppaftur, er
støðan longu 2-0.
– At tað so eisini júst var
á Skála, har vit tvær tær
seinastu ferðirnar hava
fingið av at vita, mundi
eisini seta nakrar tankar
ígongd hjá fleiri av leikar-
unum, sigur Óli.
Til seinna hálvleik hevði
TB tó fingið skipað seg
nakað betri, og teimum
eydnaðist eisini at minka
um munin, men nærri enn tí
sama komu teir so ongan-
tíð.
– Vit royna kanska at
flyta fólkið ov langt niðan,
og so eru teir kvikir at
revsa. Teir spæla óluksáliga
góðan og skjótan fótbólt,
og vit megnaðu als ikki at
fylgja leikferðini, tá teir
settu ferð á, so hatta var fult
uppiborið. Kanska kundu
vit fingið eitt sindur penari
úrslit enn 5-1, men vit vóru
so ikki nær námind nøkrum
stigum, er turrisliga stað-
festingin.
Men hóast avhølvingina,
so vissar Óli um, at teir í
TB á ongan hátt hava mist
vónina, um at tað skal bera
til at lyfta seg av botnsess-
inum.
– Nei, so langt ífrá. Enn
eru jú 26 dystir eftir at
spæla, og eg ivist ikki í, at
vit koma aftur. Ikki minst
rokni eg við, at nýggju
leikararnir koma at lyfta
liðið, og tá vit so eisini hava
vant okkum við leikferðina,
fer ivaleyst at síggja betri
út.
– Og hóast alt, so kunnu
vit ugga okkum við, at
málini hjá teimum í flestu
førum koma eftir mistøk.
Tað eru lutir, sum vit so
kunnu arbeiða við, so vit á
tann hátt kunnu syrgja fyri,
at tað í øllum førum ikki
verður líka lætt at skora
móti okkum í framtíðini,
eru boðini av Tvøroyri.
Sterkur hópur
Er lagið ikki í topp á Tvør-
oyri, so er skilið sum vera
man øðrvísi á Skála eftir
stórsigurin, sum altso sendi
Skála í topp á stigatalvuni.
– Sum so høvdu vit eisini
verið nøgdir, um dysturin
endaði 1-0, men sum
gongdin bleiv, so gjørdist
tað heilt gott. Og eg haldi
saktans, at vit kundu fingið
okkurt málið afturat, stað-
festir liðskiparin hjá Skála,
Pauli G. Hansen.
Og hetta úrslitið vísir
kanska eisini, at bronsu-
krónurnar í fjør á ongan
hátt vóru úrslit av tilvild?
– Eg haldi sjálvur, at ein
og hvør, sum sá okkum
spæla í fjør, dugdi at síggja,
at tað var ikki av tilvild. Vit
hava eitt lið, sum megnar at
spæla góðan fótbólt, og tað
var tað, sum gav okkum
heiðursmerkini. Men um
tað verður eins gott í ár,
kann eg so ikki siga í løt-
uni.
Seinnu helvt av kapping-
ini í fjør tóktist tað, sum
misti Skála luftina. Vandin
fyri hesum er sjálvandi alt-
íð til staðar, men sjálvur
heldur Pauli, at teir í ár
hava ein breiðari hóp.
– Pætur Dam Jacobsen
og Bjarni Jørgensen spældu
báðir 90 minuttir, og teir
gjørdu tað heilt gott. Móti
endanum fingu tríggir av
okkara egnu ungu leikarum
eisini nakrar minuttir, sum
teir eisini komu væl frá. Og
so hava vit eisini tríggjar
útlendingar, sum enn ikki
hava fingið spæliloyvi. So
alt í alt haldi eg, at tað sær
gott út við fólki, staðfestir
Pauli G. Hansen at enda,
áðrenn eyguni verða vend
móti næstu uppgávuni.
Hon er á Mølini móti
EB/Streymi, sum ofta hev-
ur havt gott tak á Skála.
Men júst á Mølini megnaði
Skála í fjør at tryggja sær
bronsuna, so talan er hóast
alt eisini um góð minni.
Verkfrøðingur til Fjarskiftiseftirlitið
FJARSKIFTIS
EFTIRLITIÐ
NATIONAL TELECOM AGENCY FAROE ISLANDS
Við tað, at eitt av starvsfólkunum á Fjarskiftiseftirliti-
num fer frá vegna aldur, og at uppgávurnar á radiosam-
skiftisøkinum eru øktar, verður søkt eftir verkfrøðingi
at røkja radiosamskiftis- og fjarskiftistøknifrøðiligar
uppgávur, sum stovnurin umsitur.
Uppgávan hjá Fjarskiftiseftirlitinum er at umsita løg-
tingslóg nr. 79 frá 23. mai 1997 um fjarskifti. Lógin
hevur m.a. til endamál at skapa fortreytir fyri frælsari
kapping, skilagóða nýtslu av tilfeinginum, tøkniliga
góðsku og tryggleika, ótálmaða atgongd til almenn
fjarskiftiskervi, umframt samskipan av fjarskiftiskervi
og at áhugamál brúkaranna verða havd í huga. Fjar-
skiftiseftirlitið umsitur innlendispartin av frekvens-
ætlanini fyri Føroyar og hevur annars eftirlit við, at tey
krøv, sum sett eru í nevndu lóg verða hildin og, at fre-
kvenshavarar, kervis- og tænastuveitarar halda skyldur
sínar. Harumframt er Fjarskiftiseftirlitið ráðgevi hjá
landsstýrinum á fjarskiftisøkinum tá tað snýr seg um
lógir og kunngerðir, liberalisering og fræls økir.
Arbeiðið hjá verkfrøðinginum fevnir í høvuðsheitum
um:
• at umsita og menna frekvensætlanina fyri
Føroyar
• at menna tøknifrøðiliga førleika stovnsins á
radiosamskiftis- og fjarskiftisøkinum
• at fylgja altjóða menningini, m.a. ITU Radio
Regulations, CEPT- og aðra altjóða umsiting
á radiosamskiftisøkinum herundir ERC/REC,
ERC/DEC, ETSI ásetingar o.a.
• at menna førleika stovnsins á fjarskiftisøkinum
• at menna eftirlitsvirki stovnsins
• at gera kanningar um fjarskiftisviðurskifti
• at tilevna reglugerðir og mannagongdir
• at skriva frágreiðingar og vegleiðingar
Harumframt kunnu møguliga verða uppgávur at loysa
fyri Posteftirlitið, tryggingareftirlitið og Kappingar-
ráðið.
Umsøkjarar skulu hava:
• Prógv sum verkfrøðingur, helst við radiosam-
skifti sum sergrein ella líknandi
• góð analytisk evni
• góðan kunnleika til føroyskt og enskt
• góðan kunnleika til IP- og teldutøkni
Uppgávur hjá verkfrøðinginum
Førleikakrøv
Fjarskiftiseftirlitið kann bjóða
Setanartreytir og umsókn.
Eitt sera fjøltáttað og sjálvstøðugt starv við avbjóðandi
uppgávum, sum eru persónliga og yrkisliga mennandi,
umframt møguleika fyri nógvum samskifti við altjóða
fjarskiftismyndugleikar og aðrar myndugleikar í
Føroyum.
Skeið og eftirútbúgvingarmøguleikar, umframt ráð-
stevnur innan fjarskifti.
Setanartreytir verða eftir galdandi sáttmála millum
Fíggjarmálastýrið og avvarðandi yrkisfelag. Setanin
umfatar Vinnumálastýrið og stovnar undir tí, umframt
løgmansskrivstovuna og onnur aðalstýrir.
Roknast má við, at starvið sum frálíður broytist í trá
við menningina á fjarskiftisøkinum.
Umsóknir, saman við prógvum og møguligum um-
mælum, skulu sendast til:
og verða stovninum í hendi í seinasta lagi mánadagin
tann 18. apríl 2005 kl. 12.00.
Um tú ynskir nærri upplýsingar, kanst tú ringja til
Jógvan Thomsen, stjóra, tel 356020 ella 216020.
Fjarskiftiseftirlitið
Skálatrøð 20
Postboks 73
FO-110 Tórshavn
Fjarskiftiseftirlitið er stovnsett sambært løgtingslóg nr. 79 frá
23. mei 1997. Fjarskiftiseftirlitið hevur felags stjóra og
skrivstovu saman við Kappingarráðnum, Posteftirlitinum og
Tryggingareftirlitinum.
Skála-TB 5-1 (3-0):
Favoritt-sigur á Skála
Skála-TB 5-1 (3-0)
1-0 Bogi Gregersen, 2.
2-0 Hanus Thorleifsson, 19.
3-0 Iulian Florescu, 37.
3-1 Emmanuel Larbi, 50.
4-1 Jónhard Frederiksberg, 71.
5-1 Jónhard Frederiksberg, 83.
Skála: Eugen Voda – Bárður Danielsen (Volmar
Poulsen, 84.), Rúni Rasmussen, Pætur Dam
Jacobsen, Iulian Florescu – Bjarni Jørgensen, Nenad
Stankovic, Pauli G. Hansen, Hanus Thorleifsson –
Bogi Gregersen (Johannus Mikkelsen, 84.), Jónhard
Frederiksberg (Malmberg Olsen, 84.).
TB:
Predrag Markovic – Byrgir Rasmussen
(Emmanuel Larbi, 31.), Predrag Zivkovic, Óli
Johannesen, Jón Johannesen – Allan Poulsen,
Aleksandar Jovevic, Daniel Nyarko, Einar Petersen
(Búi Mortensen 74.) – Hallur Christiansen (Petur
Holm, 74.), Olivur Abrahamsen.
GK: Predrag Zivkovic.
Dómari: Páll Augustinussen.
FAKTA UM DYSTIN