mikudagur 30. mars 2005síða 19
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 59 - 30. mars 2005
19
Havnarfeløgini, sum í
fjør taptu til saman
fimm ferðir og sum
tað aftur í ár verður
roknað við fara at
teljast millum favor-
ittarnar, taptu bæði
1.UMFAR
Jóannes Hansen
Líkindini vóru góð, tá ið
sjøtul varð settur á fyrstu
landskappingina, sum fer at
fevna um 27 umfør. Mál
vórðu skorað í øllum upp-
gerðunum, og í trimum av
fimm støðum vóru tað
útiliðini, sum fingu fulla
úrtøku.
Í fjør varð HB meistari,
og B36 vann silvurmerkini.
Í ár hevur verið og verður
roknað við, at havnarfeløg-
ini aftur fara at vera við til
at mynda oddastríðið. Fel-
ags fyri tey bæði stóru í
Gundadali var, at tey einki
fingu burturúr fyrsta um-
farinum. HB tapti 4-3 í
Klaksvík, og B36 tapti 1-0 í
Gundadali
ímóti
NSÍ.
Harvið vóru tað bygdirnar,
sum tóku fyrstu stikkini, og
tað kundi boða frá, at talan
kanska fer at verða um fjøl-
táttaða kapping, tí tað er
neyvan ivi um, at bæði B36
og HB skjótt fara at fóta
sær. Havnarfeløgini hava í
hvussu so er tilfarið til tað.
NSÍ plagar viðhvørt at
gera ein vørr í Gundadali.
Men tað er ikki komið so
ofta fyri, at teir hava fingið
fult ímóti B36. Hesi sein-
astu tíggju árini eru teir
bara eina ferð farnir til hús
aftur við øllum, eftir at teir
hava vitjað árstalsfelagið.
Tað var í 2002, tá ið teir
vunnu 3-1, og afturi í 1988
vunnu teir 1-0.
HB hevur oftari verið om-
aná í Klaksvík, enn heima-
liðið hevur verið tað. 4-3
sigurin sunnudagin var bara
tann næsti hjá KÍ á heima-
vølli ímóti HB seinastu
tíggju árini og tann tann
fyrsti síðani 2002. 4-3 hevur
úrslitið millum javnaldr-
arnar ikki verið í Klaksvík
síðani tiltikna brakið í 1969,
tá ið klaksvíkingar eftir lítl-
um hálvum tíma vóru
frammanfyri við fýra mál-
um, og HB fram ímóti dyst-
arenda - uttan at tað eydn-
aðist - stríddist fyri at javna.
Felags fyri KÍ og NSÍ er,
at limirnir fyri stuttum á
aðalfundum hava verið
vitni til ikki serliga hugalig
botntøl í roknskapunum. At
tað nú hilnaðist væl í fyrsta
umfarinum í landskapping-
ini fer ivaleyst at hava við
sær, at áhugin fyri at vera
eygnavitni til heimadyst-
irnar fer at verða stórur. Í 2.
umfari, sum er á skránni
næsta sunnudag, skal KÍ
aftur spæla á heimavølli, tá
ið VB fer til Klaksvíkar.
NSÍ áskoðararnir skulu enn
eina ferð í Gundadal, har
HB bíðar.
Í fjør tapti HB bara eina
ferð. Tað var í fyrsta umfar-
inum, tá ið Skála vann 3-1 á
heimavølli. Ta ferðina varð
stórt spurnartekin sett við
førleikan hjá HB, tí Skála
plagdi at teljast millum
botnliðini. Sum árið í fjør
leið, setti HB turboina frá,
og teir taptu ongantíð aftur.
Skálamenn staðfestu, at
teirra lið var alt annað enn
botnlið. Teirra lið var fram
til summarsteðgin oddalið í
bestu deildini, og 2. páska-
dag tóku teir táttin frá fyrra
partinum av farna kapping-
arárinum uppaftur. Við
knúsandi stórsigri á TB er
Skála fyrsta oddaliðið nakr-
antíð í Formula deildini.
TB er uppflytari, og úr-
slitið í fyrsta umfarinum
kundi bent á, at tað hjá teim-
um, sum tað oftast er tað hjá
uppflytara liðunum, verður
stríð fyri at halda tørn um
plássið í bestu deildini. Í fjør
slapp ÍF undan beinleiðis
niðurflyting, og tey eru
ivaleyst fleiri, sum hava
roknað við, at ÍF aftur í ár
skuldi stríðast í botninum.
1-0 sigurin í Vági og harvið
endurtøkan av úrslitinum í
steypakappingini næstsíðsta
vikuskifti kundi bent á, at ÍF
ikki ætlar sær støðugt at
halda til niðanfyri strikuna.
Hvussu tað verður hjá VB er
opin spurningur. At teir
einki fingu burturúr á
heimavølli ímóti ÍF kom
sjálvandi sera illa við.
ÍF verður á heimavølli í 2.
umfari, tá ið teir fara at fáa
vitjan av GÍ. Gøtumenn
hava seinastu fjórðings øld-
ina verið omaná í stríðnum
við grannarnar innanfyri
Eiðið. Í fyrsta umfarinum
tapti GÍ á heimavølli, so teir
fara at vera ikki sørt sperdir,
nú teir skulu til Fuglafirðar.
GÍ, sum í fjør endaði á
áttanda plássinum, hevði í
fjør trupulleikar av EB/-
Streymi, sum vann 3-1 í
Gøtu og á Mølini var úr-
slitið 1-1. Sundalagsmenn-
inir vóru í fjør leingi bragd-
ligir, men so duttu teir
niður um miðstrikuna. Teir
hava ongantíð vunnið heið-
ursmerkir, og tað er fram-
vegis langt á mál, men úti-
sigurin hesa ferð gevur
sjálvandi blóð á tonna.
Sunnudagin fáa teir vitjan
av hinum stjørnuskotinum
og næstu fótbóltsgrannun-
um, sum eru á Skála.
At kappingin er long ber
við sær, at tað framvegis er
ein rúgva av stigum at
spæla um. 26 umfør eru
framvegis fyri framman, og
tað vil siga, at tað fer at
bera til at vinna í mesta lagi
78 stig afturat. Hesin veru-
leikin ger eisini, at tað ikki
longur er so at siga nøkur
skandala at missa okkurt
stigið. Tað kunnu tey, sum í
fyrsta umfarinum einki
fingu burturúr, troysta seg
við, og hjá øllum feløgun-
um er tað sjálvsagt greitt, at
tað eru 26 strævin leikum-
før fyri framman.
Bygdirnar lupu avstað
Runavíkingar vóru millum liðini, sum lupu avstað. Her undirstrikað av Sjúrða Jacobsen, sum – hóast kroystur av tveimum mótstøðumonnum – er hægstur
Mynd: Álvur Haraldsen