Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-30, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. mars 2005síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 59 - 30. mars 2005 Vónandi bara byrjanin Heðin á Lakjuni er nú aftur í KÍ, eftir at hann í fjør var við til at gera HB til meistarar. Men hóast hann soleiðis longu í fyrsta dystinum skuldi hitta gomlu liðfelagarnar, helt leikarin ikki, at akkurát tann parturin hevði nakran týdning. – Tað hevur sum so ongan týdning. Tá tú fert á vøllin, so er tað fyri at vinna – líkamikið, hvør mótstøðan er. Og vit skulu jú hitta øll lið tríggjar ferðir, so í so máta var talan ikki um ein dyst, sum var meira ser- ligir enn aðrir. Men tað at byrja við ein- um sigri á júst HB, var tað ikki ein dreymabyrjan? – Sjálvandi er tað tað. Nú eru sjálvandi 26 dystir eftir at spæla, men tað er týdningarmikið at koma ígongd við einum sigri, og tað eydnaðist. Tað var tað týdningarmesta, og tað ger tað eisini munandi meira stuttligt at spæla. Um sjálvan dystin helt Heðin annars, at teir høvdu orsøk til at vera nøgdir. Ikki minst um úrslitið. Men samstundis, so fýltast hann nakað á, at KÍ eftir steðgin datt ov langt aftur á vøllin. – Vit eru slettis ikki klárir, tá vit koma útaftur, og eina góða løtu gevur tað teimum stóra yvirvág. Tíbetur koma vit so betri inn í dystin aftur, og tá Hjalgrím skorar, fáa vit av álvara luft. Men har stóð nógv á móti endanum, tá tit við tíggju monnum skuldu vera leiðsluna? – Sjálvandi. Tað vil tað altíð verða í slíkum før- um, og hatta var jú eisini ein tápulig útvísing. Men hatta er so bara ein re- fleks-handling hjá Ova, og í aðrar mátar spældi hann jú ein fínan dyst. Og er hetta so byrjanin til eitt gott kappingarár hjá KÍ? – Tað vóna vit. Vit ætla okkum í øllum førum all- an vegin í ár, so vit fáa at síggja, staðfesti kviki vongurin hjá klaksvíking- um at enda. -jm Verður undirhald gjørt upp í málum, so fingu áskoðararnir í Klaksvík fullan valuta mánadagin, tá sigurs- vandu KÍ og HB t- ørnaðu saman FÓTBÓLTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað var ikki eiti á lands- kappingarbyrjan, sum klaksvíkingar fingu annan páskadag. Heimadyst móti HB, sum hevði hópin av áskoðarum við sær. Trý stig í skjáttuna til longu ferðina móti kappingarloki. Og ferðmikið og til tíðir heilt undirhaldandi fótbóltsspæl á skránni. Veðrið skikkaði sær so- mikið væl, sum tað kundu gera, nú vit framvegis eru í mars mánaði, og tað hevði fingið hópin av HB-við- haldsfólkum at leita sær til Klaksvíkar. Saman við heimaáskoðarunum royndu teir alt fyri eitt at skapa eina ljóðkulissu, sum av álvara skuldi fáa spælararnar at rakna við, og fyri ein stóran part eydnaðist hetta eisini. Leikferðin var nevnliga á slíkum støði, sum tú sjáld- an sært tað somikið tíðliga á kappingarárinum. Bæði liðini settu fulla ferð á í álopspartinum, og tað gekk heldur ikki leingi, áðrenn hol kom á. Fyrstu góðu tíggju minuttirnar sungu bæði meskar og áskoðarar tríggjar ferðir, og so mundi tað standa øllum greitt, at fótbóltslandskappingin er byrjað. Ótrygg HB-verja Hóast tað hesa fyrstu løtuna vóru gestirnir, sum tvær ferðir komu á odda, so skarst ikki burtur, at spælið hjá klaksvíkingunum sá heldur vandamiklari út. Á miðvøllinum fingu Atli og Høgni fatur á nógv meira, enn Rúni, Kári og Emil gjørdu, og tá ferð varð sett á álopspartin, vóru vertirnir eisini nógv meira bein- leiðis. Ikki minst imponer- aðu Erling Fles og Heðin á Lakjuni við ágangandi spælistíli sínum, soleiðis at eitt gjøgnumbrot var mest sum væntandi, hvørja ferð teir høvdu bóltin. Nakað sum ferð eftir ferð fekk HB- verjuna at bakka eftir hæli. HB hevði í útgangsstøðn- um eina spælskipan, sum tóktist veksla millum 4-4-2 og 4-3-3, har Jákup á Borg skuldi vera offensiva hótt- anin í sínum borði, men hendan partin fingu teir nærum ongantíð at koyra. Í einum óvandum leikluti sum vinstri bakkur hevði Eyðun Klakstein fyri tað allar mesta fult tamarhald á landsliðsleikaranum, sum fyri tað nógva bara rann seg upp í skúm. Og tað tóktist heldur ikki hóva honum serliga væl, at Eyðun væl og virðliga dugdi at vera kontantur og hálvgum skit- in, tá hetta kravdist. Ferðin kostaði Størsti veikleikin hjá KÍ tóktist vera, at felagið enn ikki hevur nakran greiðan avloysara kláran fyri Jákup Mikkelsen, sum í vetur skifti til B36. Ikki tí. Klaks- víkingar hava málverjar í fleiri øðrum feløgum enn júst KÍ, men tað hjálpir lítið, tá trupulleikin er við Djúpumýru. Tað gav at bíta við fyrsta málið, tá blaðungi Mathias Samuelsen ikki var nóg kaldur, so HB fekk lagt seg á odda, og næsta málið kundi ein meira royndur málverji kanska vart fyri. Men at leggja ábyrgdina á skoringar hjá mótstøðu- liðnum á herarnar á einum blaðungum málverja, vildi helst verið ov nógv kravt, og við frálíkari bjarging beint undan 1-1 málinum bøtti Mathias eisini mun- andi um skaðan. Fleiri ferðir var tó sjón- ligt, at málverjin ikki tókt- ist serliga tryggur – kanska orsakað av truplu byrjanini – men sum dysturin leið, gjørdist samspælið millum verju og málverja alt betri. Tá hetta er sagt, so avdúkaði HB-liðið eisini fleiri veikleikar. Hóast trý mál á útivølli ikki er heilt einki, so var talan langt ífrá um sama ágangandi og beinleiðis álopsspæl, sum liðið hevur sýnt tey bæði seinnu árini. Serstakliga tykist liðið hava trupult við at umstilla seg, nú teir ikki longur hava Rógva Jacobsen sum targ- et-mann frammi í álopin- um. Rógvi var annars at síggja við HB-beinkin, tá dysturin byrjaði, men útisetin var bara komin heim á lítla vitjan, og tí mundi hetta einamest vera fyri at heilsa upp á gomlu liðfelagarnar. Her rúgvaði Páll M. Joensen ov lítið upp sum einsamallur á toppinum, eins og Emil N. Leifsson eisini tóktist gera tað á miðvøllinum. Einki er at ivast í, at teir báðir eiga eina góða framtíð í HB, og ivaleyst fara teir eisini at gera um seg longu í ár, men júst mánadagin komu teir tó til kort. Serstakliga í fyrra hálvleiki var spælið ov fysiskt krevjandi. Hesum kundi kanska roknast við, men fyri HB mundi tað vera meira skelkandi, hvussu tung verjan tóktist at vera. Ferð eftir ferð vóru bakkarnir um ein háls, tá KÍ royndi at spæla djúpt og breitt, og heldur ikki miðverjan tóktist serliga sannførandi. Dýra mistøk Og so skerst ikki burtur, at nærum øll málini í dystin- um komu eftir mistøk, sum verða revsað í modernaðum fótbólti. At eitt meistaralið til dømis skal fáa mál ímóti sær, tí uppdeknigin – milt sagt – er mangulfull, og tí spælarar ikki duga at kasta innkast, er á ongan hátt sannførandi, og sum ætlað- ur avbjóðari skal KÍ helst eisini fáa betri skil á málmansspunninginum. KÍ-HB 4- Málrok í fyrs