mikudagur 30. mars 2005síða 21
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 59 - 30. mars 2005
21
Dýr
mistøk
Eftir dystin í Klaksvík
fingu vit orðið á Jóhannis
Joensen, sum nú aftur er
at síggja í HB-verjuni,
eftir at hann tey bæði
seinnu árini hevur leikt
við ávíkavist FS Vágum
og B36.
Men hóast hann soleiðis
er komin aftur til felagið,
har hann hevur verið við
til fleiri sigrar, so kundi
Jóhannis væl ynskt sær
eina betri byrjan enn
hana, sum teir fingu í
Klaksvík.
– Vit skora tríggjar
ferðir í Klaksvík, og tað
er sjálvandi gott í sjálvum
sær. Men hinvegin, so lata
vit fýra mál fara ígjøgn-
um, og tað kunnu vit so
ikki vera nøgdir um.
Serstakliga tá talan er um
somikið bílig mál, sum
hasi, ið teir fáa, staðfesti
Jóhannis.
Um sjálvan dystin helt
Jóhannis annars, at leik-
ferðin dovnaði nakað, tá
liðini
gjørdust
meira
varin.
– Vit byrja vit eini øgi-
ligari ferð, men tá vit fyri
steðgin hava fingið trý
bílig mál ímóti okkum, so
gerast vit sjálvandi meira
varnir. Og tað setur seg
eisini í sjálvsálitið, tá trý
mál fara ígjøgnum. Tí
royna vit fyrst og fremst
at ansa eftir verjupartin-
um í seinna hálvleiki,
men heldur ikki tað
gjørdu vit nóg gott.
Men hóast alt, so helt
Jóhannis ikki, at tað var
nøkur orsøk at hanga við
høvdinum.
– HB tapti jú eisini
fyrsta dystin í fjør, og tað
gekk mikið væl. Við eini
somikið langari kapping,
sum talan er um í ár, so er
eitt tap heldur ikki eins
tungt. Og so var hetta
eisini í Klaksvík. Tað vita
vit, er ein trupul dystur,
og eg haldi eisini, at eg
vildi verið nøgdur um ein
javnleik her. So nøkur
katastrofa er tað á ongan
hátt, staðfesti hann.
-jm
-3 (3-2):
sta brakinum
HB-verjan var fleiri ferðir
um ein háls, tá ágangandi
KÍ-leikararnir settu kós
oman móti málinum
Mynd: Bárður Lydersen
KÍ-HB 4-3 (3-2)
0-1: Hans á Lag, 2.
1-1: Erling Fles, 5.
1-2: Tór-Ingar Akselsen, 11.
2-2: Atli Danielsen, 21.
3-2: Erling Fles, 41.
4-2: Hjalgrím Elttør, 76.
4-3: Tór-Ingar Akselsen (br.), 88.
KÍ: Mathias Samuelsen – Leon Bjartalíð, Ove Ny-
sted, Niclas Niclasen, Eyðun Klakstein – Arnold
Joensen (Jan Andreasen, 88.), Atli Danielsen,
Høgni Madsen, Heðin á Lakjuni – Hjalgrím Elttør
(Julian Samuelsen, 86.), Erling Fles (Kristoffur
Joensen, 80.)
GK: Atli Danielsen, 30.
RK: Ovi Nysted, 88.
HB: Bárður Johannesen – Hans á Lag, Jóhannis
Joensen, Rasmus Nolsøe, Janus M. Joensen – Kári
Nielsen, Rúni Nolsøe, Emil N. Leifsson (Svenn
Jacobsen, 68.) – Jákup á Borg, Páll M. Joensen
(Rókur Jespersen, 59.), Tór-Ingar Akselsen
Dómari: Súni Johansen: Kundi í løtum verið meira
avgjørdur, men sum fyrsti dysturin var talan um
eina góða byrjan, har dómarin hevði gott samband
við spælið.
FAKTA UM DYSTIN
Mistøkini frá báðum
pørtum viðførdu eisini, at
seinni hálvleikur gjørdist
nakað væl meira varliga
spældur enn fyrri. Fyrstu
løtuna tóktist tó, sum hevði
HB eina veruliga yvirvág,
men hendan komst helst
eins nógv av, at KÍ hevði
hug at bakka ov nógv. Tá
hetta varð rættað upp, kom
KÍ fleiri ferðir nær góðum
møguleikum, og tað endaði
eisini við, at teir skoraðu
eftir horna. Eitt mál, sum í
veruleikanum
avgjørdi
dystin.
HB royndi seg fyri tað
mesta við longum bóltum
niðan móti álopinum, men
hetta var tó barnamatur fyri
vælvaksnu
KÍ-verjuna.
Einstakar ferðir var vandi
tó á ferð, men í tveimum
førum blokeraði Ovi Ny-
sted væl. Móti dystarloki
fingu gestirnir brotsspark,
sum teir eisini gagnnýttu,
men hóast KÍ seinastu min-
uttirnar spældi í undirtali,
so eydnaðist ongantíð at
fáa eitt veruligt trýst á bláa
málið hesa løtuna.
Tí megnaði heimaliðið
eisini uttan teir heilt stóru
trupulleikarnar at halda
fast um leiðsluna, og so eru
teir
klárir
til
longu
gongdina móti 27. og
seinasta umfarinum.
Málini
0-1: Hans á Lag, 2.
Tað tykist ikki serliga
vandamikið, tá HB sendir
horna innfyri, men ungi
KÍ-málverjin
fær
ikki
boksað burtur, og so hevur
Hans á Lag lætt spæl til at
leggja
meistararnar
framum.
1-1: Erling Fles, 5.
Hjalgrím Elttør verður
sendur avstað í vinstru.
HB verjan er als ikki kom-
in upp á pláss, og tá Hjal-
grím sendir innfyri, er Er-
ling púra blankur heilt inni
undir málinum.
1-2: Tór-Ingar Akselsen,
11.
Av miðjum vølli dregur
Tór-Ingar seg leysan av
tveimum klaksvíkingum.
Komin móti brotsteiginum
skjýtur hann, og tá skotið
verður
avrættað,
fær
Mathias ikki tveitt seg teir
neyðugu sentimetrarnar
eyka.
2-2: Atli Danielsen, 21.
HB missir bóltin av umkast
dómi, og tá bólturin eftir-
fylgjandi verður sendir
innfyri, eru markeringar-
nar alt ov leysar. Við hand-
ara stólpa fær Heðin stútað
innaftur, og so kann Atli
Danielsen tveita seg fram
at stúta bóltin seinasta pett-
ið í meskarnar.
3-2: Erling Fles, 41.
Kári Nielsen missur bóltin
á miðvøllinum, og so eru
klaksvíkingarnari skjótir
avstað. Hjalgrím gerst
leysur, og tá Bárður bara
fær hálvbjargað, er Erling
fyrstur á returinum.
4-2: Hjalgrím Elttør, 76.
Hornaspark verður sent
innfyri úr vinstru. Alt end-
ar við, at Atli fær stútað
tvørtur um til ein merki-
liga leysan Hjalgrím, sum
úr trimum metrum langar
bóltin í kassan.
4-3: Tór-Ingar Akselsen
(br.), 88.
HB fær eina seinastu vón,
tá Ove Nysted má brúka
hondina at bjarga skotin-
um frá innskifta Svenn
Jacobsen.
Brotssparkið
sendir Tór-Ingar flatt í
netið, hóast Mathias er
sera nær við at bjarga.
Atli Danielsen hevur javnað til 2-2, og frøin er stór á viðleikarunum
Mynd: Bárður Lydersen