mikudagur 30. mars 2005síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 59 - 30. mars 2005
Allan Mørkøre,
B36:
– Vit
mangla
ein
áleypara
Ein av royndastu
leikarunum hjá B36,
Allan Mørkøre,
heldur tað verða
umráðandi hjá B36,
at liðið fær ein veru-
ligan áleypara
FÓTBÓLTSPRÁT
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Allan Mørkøre helt eftir
dystin móti runavíking-
um, at B36 hevði fult
tamarhald á dystinum í
fyrra hálvleiki, og eisini
eina løtu eftir steðgin.
Vit sita á dystinum í
fyrra hálvleiki, men vit
eru alt ov tannleysir heilt
har frammi. Vit fáa nakrar
hálvar kjansir, sum vit
ikki fáa nakað burturúr.
Høvdu vit ein veruligan
áleypara, so høvdu vit
eisini vunnið, segði Allan
Mørkøre.
Fyrrverandi landsliðs-
maðurin viðgekk tó, at tá
ið
runavíkingar
vóru
komnir á odda, var NSÍ
nærri at økja um leiðsl-
una, enn B36 var at javna.
– Vit satsa og flyta nógv
fólk fram, og tá verður
tað í veruleikanum spælt
upp á teirra prinsippir,
har teir kunnu dúva upp á
kontra. Vit fáa ongan ser-
ligan málmøguleika, men
teir hava onkran, og
Jákup hevði onkra fan-
tombjarging, segði Allan
Mørkøre, sum helt, at tað
var stórur saknur í Klæm-
int Matras á miðvøllinum
hjá B36 í dystinum móti
NSÍ 2. páskadag.
Jens Martin
Knudsen, NSÍ:
- Vit hava
styrkt
álopið
Liðskiparin hjá NSÍ,
Jens Martin Knud-
sen, var sum vera
man sera fegin um
sigurin á B36 í
Gundadali
FÓTBÓLTSPRÁT
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Tað var kanska eitt sindur
óvæntað, at NSÍ skuldi
fáa øll trý stigini við sær
úr Gundadali 2. páska-
dag, men sambært Jens
Martin Knudsen er liðið
hjá runavíkingum styrkt í
mun til í fjør.
– Vit hava styrkt álopið,
nú Christian Høgni er
komin, og tað gevur okk-
um fleiri møguleikar. Eis-
ini hava vit fingið Viggo
Johannesen úr ÍF, og hann
er ein ógvuliga fjøltáttað-
ur spælari, ið kann røkja
fleiri pláss, og tað styrkir
eisini um liðið. Men eg
haldi, at tað fyrst og
fremst er í álopinum, at
vit hava verið ov tunnir
seinnu árini, men nú sær
betur út, heldur Jens
Martin Knudsen.
Jens Martin Knudsen
dylur ikki fyri, at sigurin
á B36 kemur væl við,
men hann heldur tó, at
B36 hevur eitt sera sterkt
lið.
– Tað er einki at ivast í,
at teir verða ógvuliga
drúgvir. Teir hava menn
sum Fróða á miðjuni, Pól
í verjuni og Jákup í mál-
inum, og tá ið teir koma
ordiliga í gongd, verða
teir truplir at steðga, held-
ur Jens Martin Knudsen,
men leggur tó afturat, at
eftir hansara tykki sær tað
út til, at havnarliðið er ov
tunt í álopspartinum, har
ein maður sum John Pet-
ersen hevði munað væl.
NSÍ fekk eina
dreymabyrjan upp á
kappingarárið 2005,
tá ið teir vunnu á úti-
vølli móti FM-favor-
ittunum úr B36
FORMULADEILDIN
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Runavíkingar fingu trý stig
við sær aftur til hús, tá ið
teir 2. páskadag vóru í
Gundadali og vitjaðu B36 í
ársins fyrsta dysti í For-
muladeildini. Tey trý stigini
koma óivað ógvuliga væl
við hjá NSÍ, meðan tað
hinvegin man koma dátt við
hjá
árstalsfelagnum
úr
Havn, at teir skuldu snáva
longu í ársins fyrsta dysti.
B36 yvirvág
Í fyrra hálvleiki var tað
heimaliðið,
sum
hevði
munin, men sjáldan spurd-
ust vandamiklar støður
burtur úr leikligu yvirvág-
ini. Ístaðin var bólturin fyri
tað mesta spældur runt á
miðvøllinum, har B36 er
sera væl mannað, og tað var
meiri sjáldsamt, at einsa-
malli framherjin, Bergur
Midjord, fekk nakað serligt
at arbeiða við.
B36 hevði skipað liðið
hjá sær soleiðis, at Bergur
var einsamallur heilt har
frammi,
meðan
Fróði
Benjaminsen hevði ein
meiri frían leiklut og lá og
reikaði millum miðvøllin
og álopið.
Runavíkingar høvdu eis-
ini gjørt sær greitt, at mið-
vøllurin hjá teimum ikki
stóð mát við tann hjá B36,
og tí var uppleggið hjá teim-
um eisini, at teir skuldu
leypa miðjuna um í sínum
uppspæli. Tískil dúvaði NSÍ
fyri tað mesta upp á langar
avleveringar úr verjuni nið-
an í álopið, har teir báðir,
nigerianin Ike og afturvendi
Christian Høgni Jacobsen,
húsaðust. Men í fyrra hálv-
leiki var ógvuliga sjáldan, at
NSÍ var upp á spæl í brots-
teiginum hjá B36, og lands-
liðsmálverjin Jákup Mikkel-
sen noyddist at bíða til
seinna hálvleik við at vísa
síni kynstir.
Christian Høgni
avgjørdi
Í seinna hálvleiki
kom eitt sindur
meira bit í runa-
víkingar, og tað
var um reppið, at
teir løgdu seg á
odda
beinan
vegin
eftir
steðgin, men ein
m e i s t a r l i g
bjarging
frá
J á k u p i
M i k k e l s e n
syrgdi fyri,
at tað
framvegis stóð
0-0 á máltalvuni í
Gundadali.
B36 royndi tó framvegist
at trýsta, og tá ið okkurt um
tíggju minuttir vóru leiktir
av seinna hálvleiki, hevði
Fróði
Benjaminsen
ein
gyltan møguleika at seta hol
á. Eitt kiks í verjuni hjá NSÍ
hevði við sær, at lands-
liðsmaðurin
av
Toftum
gjørdist púra leysur við Jens
Martin Knudsen, men ístað-
in fyri at senda framvið
landsliðsfelag
ðanum,
royndi Fróði at lobba bóltin
upp um hann, og lobbið var
ikki nóg neyvt, so bólturin
endaði eisini oman fyri
málið.
Tað var ein smeitur fyri
B36, at miðvallarin Mikkjal
Thomassen noyddist út við
skaða, og tá ið Eyðun Høj-
gaard eisini noyddist sama
veg, var heimaliðið skert.
Hetta gjørdi NSÍ sær eisini
dælt av. Tá ið seinni hálv-
leikur var gott og væl hálv-
runnin fingu teir nevnliga
einasta málið í dystinum.
Verjan hjá B36 er óansin
og missur bóltin út av vøll-
inum í vinstru verjusíðu.
Runavíkingar eru knappir,
og Andy Olsen sendir eitt
væla innlegg inn í brots-
teigin hjá B36, har Christi-
an Høgni Jacobsen púra
ótarnaður kann stúta niður í
vøllin og inn í málið dygst
úti við aðra stongina. Jákup
Mikkelsen toygdi seg alt
tað, ið hann var mentur,
men hann fekk ikki fatur á
bóltinum, og so vóru vesp-
urnar á odda 1-0.
Nærri 2-0 enn 1-1
B36 umskipaði liðið hjá
sær rættuliga fitt, og eitt nú
var
veteranurin
Allan
Mørkøre sendur niðan í
álopið at spæla. Heimaliðið
kom tó ikki til teir heilt
stóru málmøguleikarnar, og
tað vóru heldur runavíking-
arnir, ið vóru nærri við at
økja um leiðsluna, enn B36
var við at javna.
Gamaní hevði heimaliðið
nakrar hálvar kjansir, men
tá ið liðið ikki hevur ein
veruligan áleypara, so sum
teir høvdu í John Petersen,
gongur tað ofta striltið við
at fáa mál. Eingin ivi er um,
at Bergur Midjord er ein
fínur fótbóltsspælari, men
hann roynist best úti í
borðinum ella beint aftan
fyri fremsta mannin.
Hjá NSÍ er tað eyðsæð, at
tað hevur styrkt um liðið,
at Christian Høgni Jacob-
sen er komin aftur av flat-
londum. Tilgongdin av
Christian Høgna hevur eis-
ini gjørt tað møguligt hjá
NSÍ at seta Helga L. Peter-
sen aftur á plássið sum
framrættaður miðvallari, og
tað er einki at ivast í, at tað
gevur miðvøllinum hjá NSÍ
meiri tyngd.
Komandi sunnudag skal
NSÍ aftur ein túr í Gunda-
dal, tá ið teir skulu vitja
HB, og spennandi verður at
vita, um teir eisini fara at
megna at koppa greipu-
vinnarunum. B36 skal til
Tvøroyrar at vitja uppflyt-
ararnar úr TB, og tá er krav-
ið ein sigur til havnarliðið.
B36-NSÍ 0-1(0-0):
Frálík byrjan hjá
runavíkingum
Christian Høgni Jacobsen skoraði
einsamalla málið, tá runavíkingar
opnaðu landskappingina við sigri í
Gundadali
Mynd: Álvur Haraldsen
B36-NSÍ 0-1(0-0):
1-0: Christian Høgni Jacobsen 70.
Jákup Mikkelsen - Allan Mørkøre, Pól Thorsteins-
son, Herbert í Lon Jacobsen, Alex José dos Santos -
Kenneth Jacobsen, Fróði Benjaminsen, Mikkjal
Thomassen (Bogi Hermansen), Ingi Højsted, Eyðun
Højgaard (Johan V Gunnarsson) - Bergur Midjord
(Ronnie Samuelsen)
Gult kort: Ingi Højsted
NSÍ: Jens Martin Knudsen - Sjúrður Jacobsen, Óli
Hansen, Dánjal Hansen, Brynjálvur Nielsen - Andy
Olsen, Gert Langgaard(Jónstein Petersen 30 (Einar
Hansen 80,)), Kári Hansen, Helgi L. Petersen(Viggo
Johannesen(67.) - Christian Høgni Jacobsen, Ike
Gult kort: Helgi L. Petersen
Dómari: Oddmar Andreasen
FAKTA UM DYSTIN