Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-30, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. mars 2005síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Nr. 59 - 30. mars 2005 EB/Streymur ætlar sær at prógva, at góðu avrikini í fjør ikki vóra nakað tilvildar- ligt upplop, men at liðið av álvara skal takast í álvara FÓTBÓLTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo At byrja landskappingina við útidystir í Gøtu, man avgjørt ikki vera tað, sum liggur ovast á ynskislistan- um hjá flestu føroysku fót- bóltsfeløgunum, men hetta var so veruleikin, sum EB/- Streymur mátti fyrihalda seg til, nú farið varð undir fótbóltslandskappingina 2005. Og eftirfylgjandi kunnu teir í EB/Streymi so stað- festa, at hetta hóast alt ikki var so ringt kortini. Aðru ferð á rað eydnaðist nevn- liga hjá teimum at fara úr Gøtudali við fullum stiga- posa, og hesaferð mundi talan í størri mun vera um uppibornan sigur, skal sam- metast við 3-1 sigurin í fjør. Talan tó sjáldan um tað poleraða fótbóltsspælið í Gøtu, skilst. Fyri steðgin vóru tað fyri tað mesta gestirnir, sum sýndu betra hegni, og teir høvdu eisini nakrar møguleikar at leggja seg á odda. Tað skuldi tó eitt fríspark til, áðrenn mál kom. Gøtu- menn vóru ikki nøgdir um, at Lassin gav gestunum hetta, men tað løgdu hesir líka í, og tá bólturin varð sendur innfyri, kundi Fróði Clementsen – hálvgum sit- andi – stýra bóltinum í málið. GÍ hevði hinvegin ikki teir stóru møguleikarnar fyri steðgin. Sámal Joensen var ikki førur fyri at spæla, og hetta merktist væl á miðvøllinum. Ikki minst, tá liðið samstundis hevði bæði Súna Olsen og Krzy- stof Popczynski frammi í álopinum. Teir báðir vóru annars helst spælararnir, sum kundu skapt meira skipað spæl á miðjuni. Eftir steðgin kom GÍ tó betri við. Talan var fram- vegis ikki um nakað poler- að spæl, men gestirnir løgdu nú størsta dentin á at verja, og tað gav betri rása- rúm til GÍ. Vandamikið gjørdist tað tó sjáldan, men burtur úr ongum fingu gøtumenn brádliga ein møguleika. Hesaferð vóru tað gestirnir, sum mótmæltu, tá Lassin Isaksen bríkslaði fyri brots- sparki, eftir at Hans Pauli Petersen var um koll í nær- dyst við Egil á Bø. Súni Ol- sen legði tó líka í mót- mælini, og tá friður var komin í, langaði hann bólt- in í netið úr ellivu metrum. Men kortini, so vórðu tað gestirnir, sum fingu sein- asta orðið í dystinum. Hans Pauli Samuelsen, sum hesaferð tók nógv á seg í framrættaða spælinum, fór um koll í nærdysti við Ás- lak Petersen, og við eini beinleiðis frísparksperlu sendi hann bóltin í netið, uttan at Hallur í GÍ-málin- um hevði nakran sum helst møguleika at bjarga. 2-1 til EB/Streym, og harvið bleiv tað. GÍ-EB/Streymur 1-2 (0-1): Byrja har teir sleptu îAbqboo^oq^qj≠ohb)^qj^k_ifsbodlaqfikldibqfkdco^_rkabk^cåld^qabqdÎoeroqfdqî J^ap)grkflolcä`boppqrabobkab j^boph*phf_plcä`bo+ah Sfiare^sbbq^kps^opcriaqgl_)esloar_Îabph^i_ordbelsbalde≠kabo<™kphbo ar bk ^ipfafd) fkqbok^qflk^ih^oofbob< E^o ar ramo≠dbq qbhkfphã^fo) bskbokb qfi ^q dbkkbjc∞ob bkho≠sbkab raa^kkbipb ld p^jqfafdegbokb ld egboqb qfi ^q _ifsb bk dlaibabofabqj^ofqfjbjfig∞< Plj phf_plcä`bo cÎo ar abk e∞gbpqbj^ofqfjb ibaboraa^kkbipb+ Ar cÎo abi fibabipbp^kps^obq mÎ Obabofbqp phf_b ld_bo∞ofkd jba _Îab mboplk^ib) j^phf* kbo)k^sfd^qflkld^ajfkfpqo^qflkåjbaclhrpmÎabq^igbkf^iq)es^aard∞o+Ra* a^kkbipbksbhpibojbiibjphliblmelialdmo^hqfhmboflaboqfip∞p)pÎar_Îabfqblofldmo^hpfpi≠obo^qjbpqobpÎclophbiifdbc^d plj c+bhp+ bi* ld j^phfkqbhkfh) ib* abipbpqblof) k^sfd^qflk) pvdaljpi≠ob)o∞davhkfkdldboesbosp∞hlkljf+?Îab rkabo raa^kkbipbk ld f gl__bqpljphf_plcä`bocÎoar^qqo^hqfsbi∞k*ldcbofbcloelia+ArcÎoees+P+R+ldi∞krkaboraa^kkbipbk) ld rkabo abq fkaibabkabphliblmeliamÎHldqsbaP∞c^oqpphlib_loarmÎphlibk+P^jqfafdcÎoarbq^o_bgab)esloafkbpbgimboflaborai∞pboi^kdbp^j* jbke≠kdbkab cbofbmboflabo) plj dfsboafdrkfhhbjrifdebabofafkcofqfa+ I≠pjbdbqjbobljraa^kkbipbkldgl_* _bqmÎj^boph*phf_plcä`bo+ah)esloarldpÎ h^k _bpqfiib fkcloj^qflkpj^qbof^ibld^kp∞dkfkdpphbj^p^jqpbkabafk^k* p∞dkfkdlkifkb+Hljjboarf_bqo^dqkfkd)jlaq^dbo ar ebobcqbo fkah^iabipb qfi bklmq^dbipbpmo∞sb+Arh^kldpÎofkdbqfilpmÎ(1200654---+Pbkaafk^kp∞dkfkdfa^d JßOPHP™DBO.--PQRABOBKABQFIPQ>OQF>RDRPQ/--2Sf^celiabolmq^dbipbpmo∞sbqfiphf_plcä`bopraa^kkbipbkfQelope^ska+0-+j^oqp/--2+ Tá Súni Olsen varð nýttur í álopspartinum, gjørdist miðvøllurin hjá GÍ nakað tunnur, og tí fingu teir sjáldan nakað skipað spæl í lag Mynd: Sofus D. Johannesen GÍ-EB/Streymur 1-2 (0-1) 0-1: Fróði Clementsen, 22. 1-1: Súni Olsen (br), 69. 1-2: Hans Pauli Samuelsen, 86. GÍ: Hallur Hansen – Jónreid Dalheim, Atli Greger- sen, Robert Rzeczycki, Hanus Jacobsen – Áslakur R. Petersen, Símun L. Jacobsen, Hans Pauli Petersen, Poul H. Jacobsen – Súni Olsen, Krzysztof Popczynski. GK: Hans Pauli Petersen EB/Streymur: Gunnar á Steig–, Ólavur Poulsen Egil á Bø, Fróði Clementsen, Esmar Eiðisgarð – Bárður Olsen, Knút Vesturtún, Gert Hansen, Hans Pauli Samuelsen – Sonni L. Petersen (Hallur Jacobsen, 81.), Sorin Anghel GK: Egil á Bø, Esmar Eiðisgarð Dómari: Lassin Isaksen FAKTA UM DYSTIN