mikudagur 30. mars 2005síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 59 - 30. mars 2005
TALVMEISTARIN
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Páskaaftan varð eitt nýtt
navn lagt afturat framman-
undan ikki so stutta listan-
um, sum vísir føroyameist-
arar í talvi fyri einstak-
lingar. Nýggjur meistari er
Carl Eli Nolsøe Samuelsen.
Hann er maðurin hjá Sosi-
alinum. Tað skal skiljast á
tann hátt, at hann seinastu
árini so at siga hvørja viku
hevur skrivað um talv í
blaðnum.
Men tað er ikki í Sosi-
alinum, at meistarin, sum 7.
apríl verður 26 ár, hevur
fingið íblástur til telving-
ina. Hann lærdi manna-
gongdina í 1987, og síðani í
1990 hevur hann verið bitin
av talvi og telving.
- Eg havi telvað nógv
ímóti pápa mínum, sum
eitur Sjúrður, og so hava
mammubeiggjarnir, Rani
og Eyðun, stimbrað meg
nógv, sigur nýggi meistar-
in, tá ið vit hava heilsað
honum og ynskt honum til-
lukku við nýggja heitinum.
Mamma Carl Eli er Dora,
næstelsta systurin hjá Rana
og Eyðuni.
Meistaraskapurin ber í
sær, at Carl Eli gongur í
fótasporunum hjá mammu-
beiggjunum, sum báðir
hava verið meistarar, og tey
seinnu árini hevur hann
fingið góða venjing í før-
oyska
talvfelagnum
í
Keypmannahavn, sum lut-
tekur í bestu røðini í
donsku landskappingini. Í
vetur luttók hann í FM
kappingini í talvi. Hann
hevur telvað nógv í Havnar
Telvingarfelag, men í ár
umboðaði hann tvær ferðir
Vestmanna Talvfelag.
Hevði tú roknað við, at tú
hesa ferð skuldi gerast
meistari?
- Eg hevði vónað tað,
men eg haldi ikki, at eg
roknaði við tí. Martin
Poulsen og Hans Kristian
Simonsen høvdu hægstu
styrkistølini, og teir vóru
favorittar. Men fram ímóti
endanum
á
kappingini
lagaði tað seg soleiðis, at
møguleikin var har.
Nær sást tú møguleikan
fyri, at tú skuldi vinna?
- Lyklatalvið var í 8. og
næstsíðsta umfarinum. Tá
hevði eg hvítt ímóti Eyð-
uni. Hann fekk eina finnu
frá mær, men annar ridd-
arin hjá honum varð rættu-
liga avmarkaður, og at enda
eydnaðist tað at fáa alt
stigið frá honum. Í síðsta
umfarinum hevði eg aftur
hvítt, og talvið ímóti Torkili
Nielsen gav mær sjálvsálit
undan umdystinum ímóti
Martini.
Undir somu lon
Meðan kappast varð um
meistaraskapin á Oyra-
bakka, helt Nolsøe talv
klanurin til í leigaðum
húsum á Eiði. Rani, Eyðun
og Carl Eli hingu yvir talv-
borðinum um kvøldarnar
og morgnarnar, áðrenn teir
eftir døgurða koyrdu nakrar
minuttir suður til FM
borðini.
Var tað ikki undarligt at
búgva saman við teimum,
sum tú kappaðist við?
- Vit hava fleiri ferðir búð
saman, tá ið vit hava kapp-
ast um FM fyri einstak-
lingar, og vit hava havt
stórað gleði av at vera so
nógv saman, og í talvhøpi
hevur hetta givið mær nógv.
Rani og Eyðun hittust ikki í
kappingini hesa ferð, og tað
gjørdu Rani og eg heldur
ikki. Tá ið Eyðun og eg
skuldu hittast fríggjadagin,
var stemningurin ikki akk-
urát tann sami, sum hann
hevði verið frammanundan.
Kvøldið
fyri
og
tann
morgunin vóru vit sjáldan í
stovuni í senn, og eg haldi
ikki, at nakar, sum fylgdi
við í talvinum okkara mill-
um, kann siga annað, enn at
vit báðir ógvuliga fegnir
vildu vinna og harvið varð-
veita
møguleikan
fyri
meistaraskapinum.
Umdysturin
Tá ið níggjunda og seinasta
umfarið var av, var tað
greitt, at meistarin seinastu
árini, Martin Poulsen, og
Carl Eli Nolsøe Samuelsen
høvdu 6,5 stig í part, og at
tað tískil var neyðugt við
umdysti. Fyrst høvdu teir
25 minuttir í part og 10
sekund til hvønn leikin í
tveimum kviktalvum, sum
tað verður nevnt. Martin
hevði svart í fyrra talvin-
um, og hann vann.
- Eg søplaði góða støðu
burtur, og tí stóð tað ikki so
væl til, tá ið eg í seinna
talvinum skuldi hava svart.
Í tí talvinum hevði Martin
væl betri støðu. Vit vóru
báðir kroystir av tíðini, og
mát hóttan hevði við sær, at
eg slapp burturúr trongan-
um og vann, greiðir nýggi
meistarin frá.
Carl Eli tryggjaði sær
meistaraskapin í sudden-
death talvi, sum tað verður
nevnt. Í sovornum talvi
eigur hvítur seks minuttir,
og svartur eigur fimm
minuttir til talvið. Hvítur
skal vinna. Um tað endar
javnt, so hevur svartur
vunnið. Martin vann luta-
kastið, og hann valdi svarta
fólkið. Tíðarneyðin var
stór, og pinnurin datt hjá
Martini, men eigin, sum
fylgdi við, ivaðist í, at støð-
an hjá Carl Eli var væl
betri, enn hon var hjá
meistaranum seinastu árini.
Taktiska og sinniliga
styrki
Carl Eli vil ikki siga so
nógv um sínar styrkir og
veikleikar sum telvari. Tá
ið við siga honum tað, sum
aðrir telvarar hava sagt um
eyðkennini hjá honum, so
er hann ikki so ósamdur.
Carl Eli verður ikki mett-
ur at hava hugin og orkuna,
sum aðrir - eitt nú Hans
Kristian
Simonsen
og
Martin Poulsen - hava at
sita yvir bókunum og borð-
Okkara maður
Carl Eli Nolsøe Samuelsen, sum vann FM eftir
umdyst við Martin Poulsen, ið hevur verið
meistari seinastu árini, heldur seg hava fingið
íblásturin til telvingina frá
mammubeiggjunum og pápanum