mikudagur 30. mars 2005síða 30
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 59 - 30. mars 2005
Holl vitan um
matvørur krevst
MATVØRUPOLITIKKUR
3. PARTUR
Dánial K. Christiansen
Marita Poulsen, sála, skriv-
aði ein frálíkan bókling um
føðsluevnini í føroyskum
mati.
Hendan
bók
er
ógvuliga grundleggjandi og
má vera eitt óunveruligt
amboð hjá teimum, sum
hava við føðsluspurningar
at gera. Marita var deildar-
leiðari á kemisku deild á
Heilsufrøðiligu
Starvs-
stovuni og stóð í fremstu
røð, hvat kemiskum kann-
ingum av mati viðvíkir.
Hon var limur í NMKL ,
Nordisk Metodik Komite
for Levnedsmidler. Síðani
er nógv komið út um
vandamikil evnir í mati,
men at kalla onki um hvat
vit føroyingar annars eta.
Hetta er spell, tí tá avgerir
og raðfestingar skulu gerast
er so so sera umraðandi at
hava holla vitan tøka.
Eg havi á egna kroppi og
sál so mangan kent, hvussu
umráðandi holl og álítandi
vitan er, tá stórar avgerðir
skulu takast. Til dømis í
spurninginum, tá metast
skal um, hvat skal beinast á
brennistøðina og hvat skal
kunna seljast sum ein væl-
egnað matvøra. Ofta standa
stór peningavirðir uppá
spæl.
Við einum fátali av før-
oyskum serfrøðingum vil
tað mangan vera tyngjandi
at taka avgerðir, tí trupult er
at grynna, tá dagsins krøv
um eru so strong. Alla tíð-
ina vera broytingar gjørdar
og umráðandi er at halda
tørn og fylgja væl við, hvat
rørir seg úti í heimi.
Ein møguleiki, sum ikki
má undirmetast, er norður-
lendska samstarvi. Higani
kann hjálp og vitan fáast
um vit duga at halda okkum
framat. Her er ein ørgrinna
av óbrúktum møguleikum
sum framvegis eru eftir at
troyta.
3. norðurlendsku
ráðstevnu fyri
matvøru-eftirlitsfólk
Eg var um árskifti við í ein-
um stýrisbólki, sum fyri-
skipaði 3. norðurlendsku
ráðstevnu fyri matvøru-
eftirlitsfólk, ið varð hildin í
Reykjavík í januar 2005.
Eg fór aktivt inn í henda
bólkin, fyri at fáa vitan til
landið. Hesar ráðstevnur er
ein góður íblástur. Men
ongin forvantaði , at nakar
úr Føroyum skuldi luttaka í
stýrisbólkinum,
kanska
tvørturímóti. Landið er so
lítið og hevur avmarkaða
orku til slíkt. Men tá vit
ynskja at vera sjálvstøðugt
land á hesum øki, so ber
illa til at lata vera.
Av tí, sum kom fram á
ráðstevnini, meti eg meg
kunna staðfesta eitt nýtt
rák. Áhugin hjá matvøru-
eftirlitinum sýnist fáa eitt
breiðari perspektiv.
At taka sær av óheppnum
langtíðarárinum og óhepn-
ari føðisamanseting, sýnist
fáa hægri raðfesting. Hetta
hevur nógv við upplýsing
til brúkaran at gera.
Akuttir trupuleikar, so
sum mateitran, skulu fram-
vegis taklast. Ja, enn meira
effektivt og kravi er at vit
fáa eina almenn tilbúgving
viðvíkjandi mati og drekka-
vatni.
Matvørueftirlitið
skal,
soleiðis sum nýggjaru ES-
krøvini eisini áseta, grund-
að sínar langtíðarætlanir og
dagligu avgerðir á vanda-
málsmetingar, fyri at opti-
mera innsatsin.
Men samstundis breiðk-
ast ”vandamálsmetingin”
og gerst meira holistisk. Ja,
farið verður so mikið langt,
at positivu effektirnar, sum
finnast í matvøru skulu við
í hesar metingar. Møguliga
verður hugtaki ”góðska”
aftur sett fremri innan al-
menna eftirlitið. Hugtakið
”vandamálsmeting”
ið
hevur verði grundarlagið
hjá lóggevarum og eftirlitið
fyri
matvørur
seinastu
árini, sær út til at blíva
avloyst av einum nýggjum
breiðari hugtaki. Kanska
verður nýggja heiti ”heilsu-
málsmeting” .
Brúkarin skal setast enn
meira í fokus, bæði hvat
góðsku, heilsuspurningum
og heilsuvanda viðvíkir.
Skeiv
føðisamanseting
verður mett sum eitt týð-
andi vandamál, sum mat-
vørueftirlitið skal taka sær
av. Í øllum at fremja eina
góða sak vegna einstaka
brúkaran verður stevnu-
miðið. Tá gentum og ung-
um kvinnum soleiðis verð-
ur frárátt at eta spik, so
gerst heilt nátúrliga líka so
umráðandi, at ráða til ann-
an mat. Mat, ið til dømis,
inniheldur
heilsugóðu
ómettaðu fitina, sum er í
spiki.
Kann til stuttleika nevna,
at eg á hesum Íslandstúri, í
míni frítíð, hitti 2 eftir-
litsfólk, ein úr Kenja og hin
úr Uganda. Hesar vóru til
upplæringar í matvørueftir-
liti
á
Rannsóknarstofu
Fiskiídnaðarins.
Millum
annað skuldu tær læra um
ES-krøvini. Slíka upplær-
ing kundu vit eisini veitt í
Føroyum - møguliga sum
eitt slag av menningarhjálp.
“Nordisk netværk for
toxilogi” NNT.
Eftir áheitan frá skrivara í
”Embedsmandskomiteen
for livsmedel” undir Nord-
isk Ministerråd, skipaði eg í
september 2004 fyri einum
arbeiðsbólkafundi
hjá
”Nordisk
netværk
for
toxilogi” NNT. Vit høvdu
ikki raðfest luttøku í slíkum
arbeiðsbólkum og kundi eg
tí lættliga borið meg undan,
uttan at nakar vildi brigsla
mær nakað. Kanska tvørt-
urímóti.
Hesir frægu vísunda-
menn á sínum øki, høvdu
fyri skrivaran framborið sítt
ynski, at hava fundin í Før-
oyum. Hetta hóast vit ikki
hava havt ein einasta lut-
takara í hesum bólkinum.
Eg segði ja til at fyrireika
tiltakið. Umframt tann heilt
ótrúgliga ”good will”, so
fingu vit holla vitan og
persónliga
kontakt
við
hesar serfrøðingar. Eisini lá
ein
valutavinningur
til
ferðavinnuna eftir í landin-
um.
Eisini her helt eg meg
kunna staðfesta sama rák,
sum í Íslandi (seinni).
Nýggja
strategiin
hjá
Nordisk Ministerråd (EK-
livs) var til umrøðu. Hend-
an setur fokus á, at matvøru
myndugleikin
raðfestir
hægri, at íbúgvarnir fáa
rættan, sunnan kost og
hartil nøktandi motión. Úr-
slitini í ymisku londunum
skulu kunna mátast við
indikatorum/succesfaktoru
m av ymiskum slag, so-
leiðis
at
norðanlondini
kunnu samanberast, hvussu
væl málsetningarnir vera
náddir.
Endi
Eg vil enda hesa røð av
hugleiðingum um mat og
matpolitikk. Men eg svari
fegin spurningum og við-
merkingum. Tað er mín vón
at kunna eggja til nýhugsan
og menning av føroyskum
matvørum.
Hvør veit, kanska fáa vit
í komandi døgum av veg-
num óneyðugar forðingar
fyri framburði - alt ov vana-
bundna hugsan.
Kanska
kunnu
vit
ímynda okkum klárgjørdar
flísar av skerpikjøti í hósk-
andi smáum pakkum í
handilsdiskunum ? Væl
merkt eftir merkingarkunn-
gerðini við løggildingar-
nummari, pakkidegi, sein-
asta søludegi osfr. Kanska
eisini merkt við góðsku-
flokki ella øðrum upplýs-
ingum, sum brúkarin setur
prís uppá. Og er tað púra
óhugsandi, at skerpikjøt
gerst ein exportvøra til mat-
stovurnar á meginlandinum
? At ”skerpikjøt” verður eitt
vart vøruheiti, sum einans
kann nýtast fyri kjøt turka í
løggildaðum
føroyskum
hjalli ? Kunnu vit ímynda
okkum, at vit fara at
innflyta íslandskt kjøt, sum
vit turka til útflutnings ?
Vanahugsanin og ver-
andi ”jus og fakta” siga
kanska nei til slíkt. Men
livs so spyrst.
Nýggjur matvørupolitikkur
í eygsjón?
Tá gentum og ungum kvinnum soleiðis verður frárátt at eta spik, so gerst heilt nátúrliga líka so umráðandi, at ráða til annan
mat. Mat, ið til dømis, inniheldur heilsugóðu ómettaðu fitina, sum er í spiki, staðfestir Dánial K. Christiansen í triða og seinasta
parti av kronikk um føroyska matvørupolitikk