hósdagur 31. mars 2005síða 2
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 60 - 31. mars 2005
– Vit hava leingi havt
hug at gera okkurt
við avlopshitan frá
Sev-virkinum, sum í
dag bert rennur út á
Kaldbaksfjørð. Og
fríggjadagin fara vit
at hava fund við Sev-
stýrið um møguleik-
arnar á Sundi, sigur
borgarstjórin í Havn,
Heðin Mortensen.
Millum ætlaninar er
eitt baðiland á Sundi
BÝRÁÐSÆTLANIR
Eydna Skaale
eydna@sosialurin.fo
– Tað er rætt, at vit fara at
hava ein fund við Sev-
stýrið fríggjadagin, ja. Og
tað er eisini rætt, at vit hava
ætlanir um at fáa betri nyttu
burturúr
avlopshitanum,
sum rennur á sjógv inni á
Sundi, váttar borgarstjórin í
Havn, Heðin Mortensen.
Heilsurøkt á Sundi
Tórshavnar býráð hevur
góðar royndir við fjarhita-
skipanum. Stórur partur av
avlopshitanum frá brenni-
støðini á Hjalla verður í dag
nýttur til at hita húsini m.a.
á Løgmannabreyt, millum
Gilja og inni á Gøtu.
Og nú ætlar býráðið sær
eisini at kanna møguleik-
arnar við avlopshitanum
frá Sevvirkinum inni á
Sundi.
– Tað hevur leingi verið
ynski um at fáa nyttu burt-
urúr avlopshitanum har, og
Sev hevur eisini onkuntíð
sjálvt sett ynski fram um at
fáa útnytta nógva hitan, ið
annars bert rennur út á
sjógv, sigur Heðin Morten-
sen.
Hann váttar, at býráðið
nú fer at kanna, um tað er
gjørligt at nýta avlopshitan
frá Sev til at hita eitt
baðiland á Sundi.
– Baðilond eru nakað,
sum vit kenna frá útlond-
unum, og sum eru ógvuliga
vælumtókt. Eitt baðiland
kundi saktans verið ein
møguleiki til heilsurøkt hjá
borgarunum í Havn eisini,
heldur Heðin Mortensen.
Uttandura svimjing
– Framvegis eru hetta bara
tankar, so eg havi enn onga
ítøkiliga ætlan at leggja
fram. Men fríggjadagin
fara formaðurin í Heilsu–
og
Umhvørvisnevndini,
Elin Lindenskov, og eg
sjálvur á stjórnarfund við
Sev fyri at kanna hvørjir
møguleikar
eru.
Fyrst
mugu vit vita hvat Sev fer
at krevja fyri, at vit møgu-
liga fara nýta avlopshitan
frá teirra virki. Men sum er,
rennur hann jú bara á sjógv,
staðfestir Heðin Morten-
sen.
Hann sigur, at býráðið
eisini fer at kanna júst hvar
baðilandi skal byggjast,
fyri at fáa størstu nyttu úr
hitanum, og hvussu verk-
ætlanin skal skipast. Tey
fara eisini at kanna, hvørt
baðilandi skal vera úti ella
inni.
– Av tí at vatni er so heitt,
er tað kanska ein møguleiki
at hava heitar hyljar úti, júst
sum vit kenna tað úr Ís-
landi. Har gera veður og
vindur ikki mun, tí vatni er
so heitt, greiðir Heðin Mor-
tensen frá.
Hann sigur víðari, at tað
fáast bæði góð og dýr baði-
lond, men at tað eisini
finnast góð og bílig. Og tað
eru serliga bíligu – men
góðu – loysnirnar, sum
býráðið ætlar sær at kanna.
Fyrstu
fyrireikingarnar
Hóast ætlanin um baðiland
á Sundi ikki beinleiðis er
nøkur nýggj ætlan, so er
hetta fyrstu ferð, at møgu-
leikarnir og kostnaðurin av
verkætlanini veruliga verða
kannaðir. Fundurin við
Sevstýrið fríggjdagin verð-
ur hildin – »fyri at seta hol
á ætlanina«, sum Heðin
Mortensen málber seg.
– Tórshavnar býráð hevur
stungið út í kortið at hugsa
um umhvørvið. At útnytta
avlopshita er ein partur av
umhvørvisarbeiðnum hjá
okkum. Og vit halda tað
verða skilagott at nýta hitan
til heilsurøkt. Nú fara vit so
fyrst at kanna kostnaðin og
aðrar umstøður. Meta vit, at
tað verður ein fornuftig
verkætlan, sum er verd at
arbeiða víðari við, so verð-
ur hon løgd fyri býráðið.
Og um tað sær fornuftigt
út, so dugi eg ikki at síggja
hví ætlanin ikki skuldi
verðið samtykt, sigur hann.
Hann leggur tó afturat, at
tað altíð vil vera ein spurn-
ingur
um
raðfestingar,
hvørt ein slík ætlan verður
veruleiki ella ikki.
– Eg dugi enn ikki at siga
nakað um kostnað, stødd
ella júst hvar tað verður.
Enn eru vit jú bert á fyri-
reikandi støði. Tað fyrsta
vit nú fara at gera, verður at
hava fundin við Sev og
kanna, um Sev eru áhugað-
ir í ætlanini, og hvat teir
fara at krevja fyri at vera
við, staðfestir Heðin Mor-
tensen at enda.
Ætlanir í Tórshavnar býráð:
Baðiland á Sundi
Kølivatni frá Sev virkinum
inni á Sundi rennur í dag
bert út í Kaldbaksfjørð. Men
Tórshavnar býráð er nú farið
at kanna, um ikki heita
vatnið kann veita hita til eitt
møguligt baðiland inni á
Sundi
Mynd: Jens Kr. Vang