hósdagur 31. mars 2005síða 3
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 60 - 31. mars 2005
3
Nevndin fyri Beitis-
húsini skipar leygar-
dagin fyri stórum
tiltaki til frama fyri
Beitishúsini. Tiltakið
verður hildið í bygd-
arskúlanum i Mið-
vági
TÍÐINDASKRIV
Leygardagin
2.
april
klokkan
15.00
verður
skipað fyri stórum inn-
savningartiltaki til frama
fyri Beitishúsini í Mið-
vági.
Skipað
verður
fyri
loppumarknaði, mattom-
bola og øðrum undirhaldi í
hesum sambandi.
Fólk, sum hava lutir, tey
vilja lata til tiltakið, kunnu
lata teir til Sigurð Jan Tav-
sen og Ingun Joensen í
Sørvági. Hervør Jørgen-
sen og Marjun í Kálvalíð í
Miðvági og Paulu Vil-
helmsen í Sandavági.
Lopumarknaður er ætl-
aður sum eitt sølutorg, har
fólk kunnu vera heppin at
fáa okkurt brúkiligt ting
fyri bíligan penga. Og tí
skulu tingini, tikið verður
ímóti, vera heil. Tikið
verður ikki í móti ónýti-
ligum tingum.
Beitishúsini eru húsini í
Miðvági, har Mikkjal á
Ryggi vað føddur og vaks
upp. Húsini hava seinastu
10 árini verið ogn hjá
Vága Dansifelag, sum øll
árini hevur arbeitt við at
seta tey í stand, so tey
kunnu nýtast til ymisk
mentanarlig tiltøk í Vág-
um. Fyrst og fremst sjálv-
andi til føroyskan dans.
Men eisini onnur tiltøk so
sum smærri konsertir,
fundir av ymsum slagi og
tílíkt, sum mett verður
hóskandi at hava í slíkum
húsum.
Hóast húsini enn ikki
eru gjørd heilt liðug, hava
tey kortini verið brúkt at
dansa í í vetur.
Seinasta heyst varð lagt
nógv fyri at fáa húsini
gjørd so mikið klár, at
verandi var í teimum. Og
tann 17. oktober í fjør,
sum var 125 ára føðingar-
dagur Mikkjals á Ryggi,
var so mikið komið áleið-
is, at gjørligt var at há-
tíðarhalda hendan dagin í
Beitishúsinum.
Men enn er nakað eftir
at gera, áðrenn húsini eru
endaliga liðugt sett í stand.
Ætlanin er kortini, at tað
mesta skal vera liðugt til
Vágastevnuna, sum verður
í Miðvági um hálvan juli í
ár.
Tiltak fyri
Beitishúsini
Á temadegnum um
ferðavinnu, sum
hildin varð í Vágum
páskaaftan, varð
boðað frá nýggjum
tiltaki innan ferða-
vinnu. Sigling við
ferðafólki á Sørvágs-
vatni
FERÐAVINNA
Edvard Joensen
Vatnsoyrum: Sigling við
ferðafólki á Sørvágsvatni er
nýtt tiltak, sum væntandi
verður farið undir í summ-
ar.
Á fundi um ferðavinnu í
Vágum, sum varð hildin í
Miðvági
páskaaftan,
greiddi Ólavur Poulsen úr
Vatnsoyrum frá nýggjum
tiltaki, hann er við at
fyrireika. Talan er um
ferðafólkasigling á Vatnin-
um, sum tað lokalt verður
nevnt i Vágum.
Ólavur Poulsen hevur
ognað sær ein brúktan
alibát, eina tvíkilju, sum
hann fer at byggja omaná,
soleiðis at hann burtur úr
hesum skrokkinum fær ein
ferðamannabát, sum sigl-
andi er á Vatninum við.
Fasta støðin hjá bátinum
verður ætlandi flúgvara-
bedingin Niðri við Vatn.
Ætlandi skal báturin kunna
fyta 12 fólk í senn, greiðir
Ólavur Poulsen frá.
Hann sigur, at hann
metir, at møguleikarnar fyri
at fáa hetta tiltakið at bera
seg, skuldu verið rímiliga
góðir. Næsti granni hjá
Vatnsoyrum og flúgvara-
bedingini er flogvøllurin,
og runt rokna fara eini 500
fólk dagliga framvið bed-
ingini við ørindum á flog-
vøllinum, metir hann. At
fingið nøkur teirra at
steðga á og gjørt ein túr
eftir vatninum, møguliga
saman við fremmanndum
gestum, átti ikki at verið
heilt ómøguligt.
– Tey hava jú tikið dagin
burtur úr álmanakkanum
kortini, nú tey eru farin at
ferðast. So hví ikki gera
ferðina ordiliga minniliga,
filosoferar hann.
Marknaðarføring
Ólavur Poulsen fer rímiligt
at
marknaðarføra
hesa
ætlanina uttanlands eisini.
Yil tess krevst eitt navn,
sum fremmandafólk skilja.
Og tað navnið hevur hann
fingið frá bretunum, sum
vóru í Vágum undir seinna
heimsbardaga. Teir nevndu
heimbygd hansara, Vatns-
oyrar, fyri Lakeside. Og so
fer hann at skipa fyri ferð-
um undir navninum »Lake-
side Sightseeing«.
Túrarnir, sum farið verð-
ur undir, fara í høvuðs-
heitunum at verða gjørdir
av flúgvarabedingini Út í
Oyrar, sum sunnari endi á
Vatninum verður nvndur.
Lagt verður at har úti og so
kunnu fólk spáka sær út á
Bøsdalafoss. Ein túrur, sum
tá bara tekur nakrar minutt-
ir at ganga.
Haðani er eisini møguligt
at síggja vestur við Sør-
vágsbjørgunum. Næstur er
Geituskorardrangur og síð-
an sæst allan vegin vestur
við landinum. Eisini heilt
til Mykinesar. Hinumegin,
eystanfyri, reisir Trælaníp-
an seg upp frá Vatninum.
Friðaligt
Ólavur Poulsen leggur dent
á, at tað verður einki her-
verk gjørt móti tí frálíka og
friðsama staðnum, sum
Oyrarnar eru. Bæði bátur
og lendið har úti eru so-
leiðis skikkað, at ikki verð-
ur neyðugt at gera nakra
atløgubrúgv ella líknandi
fyri at sleppa í land. Hann
setir bátin fram í sandin, og
fólk spáka so turrskødd
niðanfrá.
Hetta skal ikki vera nakar
skjóttgangandi
»racari«,
men eitt far, sum fer at
damla fram við landi, so
fólk veruliga kunnu njóta
tað, tey síggja, og sum ikki
órógvar náttúruna, ferðast
verður í.
Hann hevur tosað við
eigararnar fram við Vatnin-
um og hevur bara verið
møttur við vælvild og stuð-
uli, sigur Ólavur Poulsen.
Báturin verður innilok-
aður, so fólk í øllum líkind-
um fáa sitið turr. Tað verður
mest at líkna við at koma
inn í ein buss ella flogfar,
greiðir hann frá. Fólk koma
inn og seta seg við borð,
har tey so fáa okkurt lætt at
leska seg við á túrinum.
Tílíkt sum wc og slíkt, sum
krevst, verður sjálvandi eis-
ini umborð.
Báturin er í gerð í løtuni,
greiðir Ólavur Poulsen frá.
Hann skal síðan roynast og
góðkennast av øllum av-
varðandi myndugleikum,
áðrenn farið verður undir
rættiliga drift.
Ferðafólkasigling á Vatninum
Takið á Beitishúsunum varð skift seinasta summar
Leitisvatn ella Sørvágsvatn. Nevnt verður tað eftir, um tú tosar við miðvingar ella sørvingar. Tó at tey flestu bert nevna tað Vatnið. Ætlanin er at fara undir
ferðafólkasigling á Vatninum í summar. Arbeitt verður í løtuni við at gera ein ferðafólkabát til 12 fólk kláran til hesa ætlanin
Mynd: Edvard Joensen