hósdagur 31. mars 2005síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 60 - 31. mars 2005
UTTAN ÚR HEIMI
Tað er fólkamorð
Tann serliga menningarnevndin hjá bretska Undirhús-
inum sigur seg ikki vera í iva um, at ágangurin ímóti
sivilfólkinum í sudanska landspartinum Darfur er
fólkamorð.
Í einari frágreiðing, sum nevndin legði fram í gjár,
stendur, at ágangurin í Darfur hevur kravt nógv fleiri
mannalív, enn ST og aðrar altjóða keldur hava sagt.
Nevndin sigur, at ágangurin ímóti sivilfólkinum hevur
verið so umfatandi og ræðandi, at tað ber ikki til at lýsa
tað sum annað enn fólkamorð, og nevndin heldur
eisini, at heimsins politisku leiðarar hava gjørt alt ov
lítið fyri at steðga áganginum.
ST hevur fyrr sagt, at umleið 70.000 fólk eru deyð av
hungri, sjúkum og álopun í Darfur, men sambært
menningarnevndini hjá Undirhúsinum umfatar tað
talið bara tíðarskeiðið frá mars til oktober í fjør. Tað
veruliga talið er umleið 300.000, heldur nevndin. Aðrar
óheftar keldur vilja vera við, at talið liggur um
180.000, og at umleið ein millión fólk eru rikin frá húsi
og heimi.
Ikki stuttligt at vera
kópur
Fleiri túsund veiðimenn eru nú á veg til Norðurkanada at
veiða kóp, og veiðan í ár sigst vera tann størsta
nakrantíð.
Grønlandskópurin verður veiddur tvær vikur eftir, at
hann er komin í heimin, og áðrenn feldurin verður hvít-
ur. Kanadisku myndugleikarnir siga, at áhugin fyri veið-
ini hevur ongantíð verið so stórur sum í ár, og teir rokna
við, at veiðimenninir fara at forvinna einar 100 milliónir
krónur í vár. Skinnini verða seld av landinum, og tann
størsti parturin fer til Noregs, Danmarkar og Kina.
Tey seinastu fjøruti árini hava djóraverndarfelags-
skapir og onnur mótmælt kópaveiðuni. Tey vísa á, at
kóparnir verða slignir í høvdið við einum gassa, áðrenn
skinnið verður togað av teimum, men at tað er minni
enn so vist, at allir kóparnir doyggja av slagnum. Veiði-
menninir halda uppá, at kóparnir doyggja beinanvegin,
og at teir halda allar tær reglur, sum myndugleikarnir
hava álagt teimum.
Krevja 10 ára fongsul
Russiska ákæruvaldið krevur, at fyrrverandi stjórin í
oljufelagnum Yukos, Mikhail Khodorkovskij, skal sita
tíggju ár í fongsli, tí hann er sekur í sviki og skattasviki.
Rættarmálið ímóti fyrrverandi stjóranum hevur vart í
fleiri mánaðir og fer nú at nærkast endanum. Khodor-
kovskij og ein starvsfelagi hansara, sum eisini er
ákærdur, halda uppá, at teir eru ósekir, og at málið í
veruleikanum er ein roynd hjá myndugleikunum at
revsa teir, sum teir hava lagt seg út í politikkin hjá
Vladimir Putin, forseta og stjórnini í Moskva.
Ákæruvaldið vil vera við, at Mikhail Khodorkovskij
og Platon Lebedev koyrdu fleiri milliardir krónur í egn-
an lumma, tá eitt dóturfelag hjá Yukos bleiv einskilt, og
at báðir hava svikað í skatti. Kravið hjá ákæruvaldinum
er, at teir skulu fáa tíggju ára fongsul, sum er lógarinnar
harðasta revsing, skrivar Reuter úr Moskva.
Metár hjá Norden
Árið í fjør royndist so væl hjá danska reiðarínum
Norden, at tað gjørdist tað besta í søgu felagsins.
Umsetningurin hjá reiðarínum var í fjør 6,7 milli-
ardir krónur, og tað var meiri enn tvær ferðir so nógv
sum árið fyri. Úrslitið fyri skatt var 1,5 milliard krónur
í avlopi ella meiri enn tríggjar ferðir so nógv sum í
2003 og harvið tað besta í teirri 134 ára longu søguni
hjá felagnum, skrivar Politiken.
Leiðslan í Norden væntar, at avlopið í ár verður
eisini hálv onnur milliard krónur. Tá er vinningurin av
seks skipum, sum felagið skal selja, íroknaður.
Jarðskjálvtar, flóðald-
ur og ódnir fara at
gera størri skaða í
framtíðini, og vandin
er serliga stórur í
teimum stóru
býunum
ÁVARING
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Jarðskjálvtarnir í Indonesia
og flóðaldan annan jóladag
eru grundarlagið undir ein-
ari nýggjari frágreiðing,
sum Heimsbankin og Col-
umbia University í USA
hava skrivað um vandan
fyri náttúruvanlukkum og
tær avleiðingar, ið kunnu
standast av teimum.
Í frágreiðingini stendur
millum annað, at tann stóra
flytingin til stórbýirnar økir
vandan fyri, at náttúruvan-
lukkur fara at krevja fleiri
mannalív í framtíðini, og at
vandin fyri jarðskjálvtum,
flóðaldum og vatnflóð er
serliga stórur í teimum bý-
unum, sum eru við sjógvin.
Niðurstøðan í frágreið-
ingini er, at 82 prosent av
heimsins íbúgvum eru í
vanda fyri at verða rakt av
vatnflóð ella flóðaldum, og
at 70 prosent kunnu verða
rakt av turki. Sagt verður, at
vandin fyri oyðandi nátt-
úruvanlukkum er serliga
stórur í londum sum Tai-
wan, Costa Rica, Filips-
oyggjunum, Japan, Viet-
nam, El Salvador, Nikara-
gua, Kili og Nepal.
Í dag er tjóðartingsval
í Zimbabwe, men
longu undan valinum
er greitt, at valið
verður hvørki frítt
ella demokratiskt
VAL
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Valstríðið upp undir zimba-
bwiska tjóðartingsvalið í
dag hevur verið øðrvísi enn
onnur valár. Tað hevur
verið munandi friðarligari,
og andstøðan hevur ikki
kært seg um so nógvan
harðskap hesaferð sum
undan øðrum valum.
Men tað merkir kortini
ikki, at Zimbabwe er vorðið
demokratiskt, ella at valið í
dag er demokratiskt, skriv-
ar Reuter. Rætt er tað, at
stýrið hjá Robert Mugabe,
forseta hevur framt ymsar
broytingar í vallógini, men
tað hevur ikki givið and-
støðuni betri møguleikar at
reka valstríð enn fyrr. Eitt
nú fær andstøðan framvegis
ikki rúmd í fjølmiðlunum,
og andstøðupolitikarar og
teirra stuðlar eru í støðug-
um vanda fyri ágangi.
Mánadagin kunngjørdi
mannarættindafelagsskapur
in Human Rights Watch
eina frágreiðing, sum mill-
um annað sigur, at altjóða
samfelagið
kann
ikki
viðurkenna valið í Zimba-
bwe í dag, og tað sama
segði Amnesty Internati-
onal í síðstu viku.
Búskapurin í Zimbabwe
liggur í skeljasori, og meg-
inparturin av fólkinum líðir
neyð.
Herfyri
viðgekk
Robert Mugabe, at fólkið
hevur tørv á meiri mati,
men hann hevur sýtt fyri at
taka
ímóti
útlendskari
hjálp. Stjórnin hevur skipað
so fyri, at fólk fáa mat frá tí
almenna, og Amnesty Int-
ernational og ST siga seg
hava prógv fyri, at stjórnin
hevur nýtt mattrotið sum
lið í sínum valstríði.
Sambært altjóða hagtøl-
um er meðal livialdurin í
Zimbabwe 37,8 ár.
Stórbýir eru vandaøki
Eitt øðrvísi val hesaferð
men ikki demokraiskt
Robert Mugabe, forseti,
heldur røðu á einum
veljarafundi fyrr í vikuni