Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-31, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 31. mars 2005síða 5

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 60 - 31. mars 2005 5 Pengarnir freistaðu Per at selja Framleiðslufelagið Blu, sum føroyski Per Zachariassen var ann- ar av eigarunum av, er selt til altjóða felagið FremantleMedia, og Per Zachariassen, sum framvegis eigur ein lítlan part í fel- agnum, viðurkennir, at tilboðið var ov gott til at siga nei til SJÓNVARP Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Framleiðslufelagið Blu Entertainment hevur seinnu árini havt óvanliga stóra framgongd í donsku miðla- verðini. Felagið mennir og framleiðir sjónvarpsundir- hald, og annar av eigarun- um í felagnum hevur verið føroyski Per Zachariassen. Nú hava Per og sam- starvsfelagið hansara, Henrik Hancke Nielsen, selt teirra succesfyritøku til eitt altjóða felag, sum teir hava samstarvað nógv við. – Vit hava selt megin- partin av Blu, men vit halda tó fram at starvast í fel- agnum, og í grundini halda vit, at vit nú hava styrkt Blu og syrgt fyri, at arbeiða hjá okkum verður meira støð- ugt, sigur Per Zachariassen. Tað verður ikki upplýst, hvussu nógv Fremantle- Media hevur goldið fyri tey 80 prosentini av Blu, men talan er um eina millióna- upphædd, sum eisini kemur gomlu partaeigarunum til góðar. – Jú, pengarnir vóru eisini ein viðvirkandi orsøk til, at vit seldu felagið. Til- boðið var næstan ov gott at siga nei til, sigur Per Zach- ariassen. Ein kvik successøga Blu Entertainment hevur verið virkið síðani apríl mánaði 2001. Felagið byrj- aði mest sum frá ongum, men er síðani blivið ein risi í donsku undirhaldsverðini og hevur eisini selt sjón- varpskonsept til útlandið. Blu hevur ment sjón- varpsundirhald sum »Stóra Klassafestin«, »Vinir fyri lívið« og »Tað fullkomnað brotsverkið«, og felagið hevur eisini framleitt sendi- røðir sum »Idols«, »Stjørna eitt kvøld« og »Boksina« – stutt sagt lætt undirhald til familjuna í bestu senditíð. Slíkt eru tað pengar í, og FremantleMedia, sum allatíðina hevur verið ein samstarvspartur hjá Blu, hevur hildið eitt vakið eyga við felagnum, og nú valdi Fremantle at sláa til og keypa felagið hjá Henrik Hancke Nielsen og Per Zachariassen. FremantleMedia selir sjónvarpssendingar til 150 long kring heimin. Felagið er framleiðslufelagið hjá RTL Group, sum er størsta sjónvarps- og útvarpsfelag- ið í Europa. Og nú hevur Fremantle eisini lagt Blu undir seg, og ætlar at brúka Blu sum jarnbrot á norð- urlendska marknaðinum. Halda fram í Blu Leikluturin hjá Per Zach- ariassen er ikki av í Blu, nú Fremantle hevur keypt meginpartin av felagnum. – Eg havi gjørt ein fimm ára sáttmála við Blu, og tí heldur arbeiðið hjá mær fram í Blu. Vit halda fram at menna og framleiða sjónvarpssendingar, og nú verða uppgávurnar meira støðugar, tí alt, sum Frem- antle skal gera í Danmark, verður í framtíðini framleitt av Blu, sigur Per Zachari- assen. Hann heldur fram í leiðsluni í felagnum, og tað sama ger Henrik Hancke Nielsen, sum hevur verið stjóri. Teir báðir eiga fram- vegis ein lítlan part av Blu. – Tann einasti munurin er, at nú er Fremantle kom- ið rættiliga inn í samstarvi við øllum teimum møgu- leikum, sum tað hevur við sær, sigur Per Zachariassen. Tónleikarin Páll Sólstein fær nú sín elddóp sum tóna- smiður. Hann hevur skrivað løg til yrking- ar hjá kendum før- oyskum yrkjarum, og sangirnar fara Karl Martin Samuelsen og Aldubáran at fram- føra í Klaksvík og í Havn um vikuskiftið KONSERTIR Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Páll Sólstein hevur seinnu árini verið ein av fremstu føroysku tónleikarunum á klassiska økinum. Hann spælir valdhorn, er útbúgvin á konservatorii í Keyp- mannahavn og hevur í nógv ár starvast á Kongaliga Kap- ellinum – nú best kent sum Operahúsið hjá Maersk. Páll Sólstein hevur ikki verið virkin tónasmiður, hann hevur fyrst og fremst spælt tónleik hjá øðrum, men nú traðkar hann inn á tónleikapallin sum komponistur. – Eg vil ikki kalla meg tónaskald. Eg havi gjørt nøkur løg, og tað er í grundini ikki so serligt, sig- ur Páll Sólstein beskeðin. Hann hevur skrivað løg til yrkingar hjá William Heinesen, Hans Andrias Djurhuus, Christian Matr- as, Tummas Napoleon Djurhuus og Steintór Ras- mussen. Um vikuskiftið verða hesir sangir framførdir av Aldubáruni við Karl Mart- ini Samuelsen sum sangara. Fyrra konsertin verður í Atlantis í Klaksvík fríggja- kvøldið, og tann seinna í Havn sunnudagin. Fekk yrkingasøvn frá dana Byrjanin til konsertina við tónleiki hjá Páll Sólstein, sum nú verður veruleiki, var fyri nøkrum árum síð- ani, tá ið Páll fekk nakrar bøkur frá einum donskum tónleikara, sum plagar at spæla við í Føroya Sym- foniorkestri. – Hann gav mær ein posa við nøkrum føroyskum bókum og bæð meg hyggja eftir teimum. Hann rudd- aði, tí hann skuldi flyta, og um eg ikki vildi hava bøk- urnar, so kundi eg koyra tær burtur, segði hann. – Í posanum vóru millum annað fýra signerað yrk- ingasøvn hjá Christiani Matras. Abbi tann danska tónleikaran var málfrøðing- ur, og hann var vinmaður við Christian Matras. Eg fór at lesa í yrkingasøvn- unum og fekk hug at gera lag til onkra yrking, greiðir Páll Sólstein frá. Tað gjørdist byrjanin til tann tónleikin, sum um vikuskiftið verður spældur av Aldubáruni. Persónligt at avdúka løg Páll Sólstein hevur ikki áður skrivað løg til almenn- ingin, men hann hevur roynt flogið í tí privata. – Eg havi skrivað løg, sum eg havi lagt til síðis, tí eg havi ikki verið nøgdur við tey, men eg havi eingi løg havt frammi alment, sigur hann. Páll er tó fegin um, at hann nú hevur arbeitt meira miðvíst við sínum egna tónleiki. – Tað hevur verið spenn- andi at gjørt hesi løgini, og eg havi fingið nógv burtur úr. Tú ert ikki sørt fegin, tá ið tú hevur gjørt eitt lag, sum tú ert nøgdur við, og tú ert glaður fyri, at onnur hava koyrt undir teg fyri at skriva løgini, sigur Páll. Hann hevur arbeitt nógv saman við Karl Martin Samuelsen, meðan hann hevur skrivað og arrang- erað. – Tað er øgiliga per- sónligt at avdúka løg fyri øðrum fólkum, og tí hevur tað verið lættari hjá mær at spælt sangirnar fyri Karl Martin, tí eg kenni hann væl, og eg havi allatíðina ætlað, at hann skuldi syngja sangirnar. Anna Maria Olsen skal eisini syngja onkran sang, og henni hevur Páll eisini arbeitt saman við áður. Páll blæsur egnar tónar Aldubáran og Karl Martin Tvær konsertir verða við Aldubáruni og Karl Martin Samuelsen. Tann fyrra verður í Atlantis í Klaksvík fríggjakvøldið kl. 21.00, og tann seinna verður í Havn sunnu- dagin. Tónleikararnir í Aldu- báruni til hesa konsert- ina eru: Andrea Heindriksdóttir, floyta, Jógvan Zachariassen, fagott, Sámal Petersen, violin, Andras Olsen, trombon, Ólavur Olsen, trompet, Ólavur Jakob- sen, guitar, Arnold Lud- vig, bass og Stamen Stantchev, keyboards. Eisini syngur Anna Maria Olsen Umframt tónleikinum, verður eisini frásøgn um yrkingarnar, og hesum fer Andrass Sólstein at taka sær av. Páll Sólstein hevur skrivað tónleikin, Aldubáran spælir, og Karl Martin Samuelsen og Anna Maria Olsen syngja. Spennandi konsertir verða í Klaksvík og í Havn um vikuskiftið Mynd: Jens Kristian Vang