Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-31, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 31. mars 2005síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 60 - 31. mars 2005 Nýggjur klædnahandil opnar í summar Norðskáli: Sundafólk – ella serliga kvinnurnar – fáa seint í summar møguleika at fara til handils at hyggja eftir damuklæðum í heimbygdini. Anna Maria Zachariassen av Streymnesi ætlar nevniliga at lata upp eina handil, har damuklæði og klæði til børn verða at fáa. Handilin fer at halda til í økinum, har ein frammanundan hevur t.d. peninga- stovn, matvøruhandil og kaffistovu. Í løtuni verður økið planerað til tey 300 fermetrar stóru handilshúsini, sum Norðsetur seinni fer at seta upp. Eftir ætlan letur handilin »Brá« upp í august ella september mánaði. Upplýst verður, at ein fer at satsa uppá klædnavørur við dygd í, men at prísurin á hes- um kortini skal verða á rímiligum støði. Ella sum sagt verður: Vit ætla at bjóða fólki røtt klæði til rættan prís! Óhugsandi er ikki, at ein slíkur handil fer at fáa nógva vitjan. Økið liggur í fyrstu syftu miðskeiðis í bygdunum har umleiðir, og liggur haraftrat miðskeið- is á meginøkinum, har í túsundatali av bilum koyra framvið hvønn einasta dag. sb. Neyðugt at góðshavnin verður skjótt liðug Klaksvík: Gongst sum ætlað, verður 4. byggistig av ídnaðar- og góðshavnini í Ánunum latið kommununi í juni mánaði í ár. Klaksvíkar kommuna er tí farin undir at fyrireika og víðka um 5. byggistigið av verkætlanini, soleiðis at hetta byggistigið eisini fer at fevna um eina víðkan av havnaøkinum niðan undir Ánavegin. Sagt verður, at tá ein góð helvt av 5. byggistigi er framd, kann havnin takast í nýtslu, og tá alt byggi- stigið er framt, er havnin í Ánunum liðug. Seinasta metingin av kostnaðinum sigur, at 5. byggistig, írokn- að víðkanina niðan undir Ánavegin og ein nýggjan atkomuveg, kostar uml. 12 til 13 mió. kr. Ætlanin er at gera arbeiðið liðugt sum skjótast, so- leiðis at takast kann ímóti skipum skjótast tilber. sb. Bersøgin vitjan í Filadelfia Havn: Leygardagin 2. apríl skipar samkoman Filadelfia í Havn fyri leiðaraskeiði. Tað er Scott Wilson sum undirvísir. Hann er úr Australia, men býr í Danmark, og hevur vitjað í Føroyum fleiri ferðir áður. Scott arbeiðir fulla tíð við at venja og læra leiðarar í samkomuhøpi, og hansara arbeiðsøki fevnir víða, sum t.d. Norðurlond, Stóra Bretland og Suður- amerika. Scott er bersøgin, og er ikki bangin fyri at seta orð á »religiøsan« vana og hugburð. Hann brennir fyri at samkomurnar skulu vaksa í dygd og í tali, og mál hansara er at reisa upp eitt dugnaligt og brennandi leiðaraskap, sum kann reisa samkomuna burturúr lítillætni og smáligheit. Hetta skeiðið í Filadelfia er fyri øll og er haraftrat ókeypis. Scott talar haraftrat á ungdómsmøtimum fríggja- kvøldið kl. 20, á morgunmøtinum í Filadelfia sunnu- dagin 3. apríl og á kvøldmøtinum í Saron í Vest- manna. sb. Í framtíðini skal verða munandi høgligari hjá teirri tungu ferðsluni at sleppa suður á Rækjuvirkið á Oyri. Arbeitt verður í løtuni við at breiðka landsvegin. VEGAGERÐ Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Oyrarbakki: Ein fortreyt fyri góðum vinnuligum viðurskiftum er, at lætt og gott er at sleppa til eitt virki við rávøru, og síðani frá virkinum við teirri lidnu framleiðsluni. At tryggja Rækjuvirkin- um á Oyri hesar umstøður er ein liður í tí vegarbeiðin- um, sum í hesum døgum fer fram á tí umleið 5 km. langa landsvegnum millum Oyrarbakka og Oyri. Arbeiðið fevnir í stuttum um at geva teirri tungu ferðsluni bestu møguleikar at sleppa til og frá virkin- um. Tí verður vegurin nú breiðkaður so mikið, at teir stóru trailararnir, eins og tann alsamt vaksandi ferðslan, lættliga kunnu koyra hagar. Arbeitt hevur áður verið á hesum vegastrekkinum á Oyri eins og ein hevur arbeitt suður frá Brúnni um Streymin. Nú hava teir arbeitt millum hesi bæði lidnu vegapettini, og eru nú omanvert bátahylin á Oyrarbakka. Treytað av játtan Sum nevnt, hevur ein longu gjørt ávís strekki liðug, men ilt er kortini at meta um, nær alt arbeiðið verður liðugt. Heðin Zachariassen, borgarstjóri í Sunda kommunu upplýsir fyri Sosialinum, at fæst ein hóskandi játtan framyvir, so kann arbeiðið verða lið- ugt um eini 2-3 ár. Tey arbeiðini, sum nú eru gjørd, eru samstundis tey sum hava tikið longst tíð at gera. Her hevur m.a. verið talan um at breiðka vegin nærhendis sethúsum, har ein hevur verið noyddur at taka garðar niður hjá fólki og síðani sett nýggjar upp ístaðin. Tað arbeiðið, ið eftir er, verður helst munandi lætt- ari at gera, tí nú er í høv- uðsheitum talan um vanliga vegbreiðking, har tað er meiri frítt fyri. Kostnaðurin fyri alt veg- arbeiðið millum Oyrar- bakka og Oyri er mettur til 12 mió. kr. Játtanin í ár er uppá 3,6 mió. kr. Tung ferðsla krevur góðan veg Vegastrekkið millum Oyrarbakka og Oyri skal breiðkast, soleiðis at tann alsamt vaksandi ferðslan skal kunna koyra lætt og smidligt aftur og fram Mynd: Jens Kr. Vang Leygardagin var strandfaraskipið Barsskor tikið úr sigling, tí sjógvur var komin umborð. Hetta brekið var kortini rættað sama kvøld SAMFERÐSLA Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Klaksvík: »Barsskor næstan sokkin!« So ógvusligt gingu tíð- indini í Klaksvík leygar- morgunin, tá tað frættist at Barsskor ikki fekk røkt siglingina til Kalsoynna vegna tekniskt brek. Talan var kortini ikki um nakað so ógvusligt, men heldur tað, at ein ventilur var vorðin nakað leysur, so at sjógvur var likin inn í hetta strandfaraskipið. Lekin var tó ikki verri enn so, enn at Barsskor var klárur aftur at fara í sigling sama kvøld. Onkur ivaðist kanska í, um ein fór at gera nakað við skipið, tí tað jú hevur 76 ár á baki. Men eisini tí, at tað skjótt verður avloyst av øðrum skipi, tá tann nýggja samferðsluhavnin á Syðradali verður liðug í næstum. Enn røkir Barsskor kortini hesa farleiðina, og kemur væntandi at gera tað í ein mánað aftrat. Skjótt arbeiði Tá menn hjá Strandferðsl- uni leygarmorgunin skuldu gera Barsskor kláran til ein nýggjan dag, løgdu teir merki til at nakað av sjógvi var komin umborð. Skipið hevði ligið við bryggju allan langafríggja- dag, tá eingin sigling var vegna páskahátíðina. Men leygarmorgunin skuldi skipið fara sín fyrsta túr til Kalsoynna. Stig vórðu beinanvegin tikin til at fáa skipið á sleipistøð í Klaksvík. Og løtu seinni hevði Alpha Pilot sleipað Barsskor norður á ta lítlu bedingina. Regin Vágadal á Strand- ferðsluni upplýsir fyri Sosi- alinum, at skjótt varð ar- beitt, tí longu sama kvøld var Barsskor flotaður aftur og klárur til næsta túr av Klaksvíkini. Henda leygardagin, með- an Barsskor var á lítlu bed- ingini, røkti Alpha Pilot rutusambandið millum Klaksvík og Kalsoynna. Hann hevur helst flutt nógv ferðafólk til Kals- oynna henda dagin, í sam- bandi við stórhendingina í Mikladali, tá fyrsta kon- firmatiónin varð hildin har í meiri enn 200 ár. Barsskor fekk lítið tekniskt brek Alpha Pilot fer sleipandi við Barsskor norður á lítlu bedingina Scott Wilson vitjar nú samkomur í Føroyum. Hann er bersøgin og ger upp við vanahugsan í samkomunum