hósdagur 31. mars 2005síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 60 - 31. mars 2005
7
Ungir menn í hýruvogni varnaðust roykin:
Koyrdu vit ikki framvið lógu
tey helst aftur á
- Ungi maðurin í
húsunum var illa fyri,
og eg haldi, at kvinnan
var í ørviti av royki,
sigur hýruvognsførar-
in, Gorm Simonsen,
sum av tilvild hendan
morgunin avgjørdi at
koyra úteftir Landa-
vegnum, tá ið hann
skuldi koyra tveir
ungar menn niðan á
Næmingaheimið
undir Fjalli
SÓLSKINSSØGA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
- Tað var av tilvild, at eg
avgjørdi at koyra úteftir
Landavegnum um 05.30-
tíðina páskamorgun, tá ið
eg var á veg niðan á Næm-
ingaheimið undir Fjalli við
tveimum ungum monnum.
Soleiðis greiðir hýru-
vognsførarin, Gorm Sim-
onsen, frá, sum var mað-
urin, ið gjørdist partur av
bjargingini hjá tveimum
ungum fólkum – manni og
kvinnu – sum vóru í húsun-
um við Landavegin, sum
eldur kom í tíðliga páska-
morgun.
- Tað var so smátt farið at
lýsa, og gøtuljósini gjørdu
sítt til, at sýnið var hampi-
ligt. Knappliga sigur annar
av teimum ferðandi, at
hann helt seg síggja royk úr
einum húsum. Eg setti ferð-
ina niður og steðgaði síðan
á. Jú, nú sær annar av teim-
um ferðandi eisini bæði
royk og eld.
Kvikir menn
Gorm sigur, at báðir teir
ungu menninir lupu út úr
bilinum í skundi, og tá ið
hann sjálvur hevði boðað
frá eldinum, leyp hann eis-
ini avstað - í hølunum á
hinum báðum.
- Eg haldi, at hesir ungu
menninir vóru óluksáliga
kvikir og bóru seg ógvuliga
skjótt at. Annar teirra fekk
hurðina í húsunum upp
beinanvegin. Eg haldi, hon
var opin. Hann fekk fatur á
manninum, sum rætti hon-
um hondina og hálaði hann
út í tún. At síggja til, var
maðurin púrasta óhjálpin.
Hann var illa fyri, men kom
seg skjótt, tá ið hann kom
út um. Eg haldi, at kvinnan
meira at kalla kom sjálv út.
Hon segði einki og vísti seg
at vera í ørviti av roykinum.
Hýruvognsførarin sigur,
at hann sá eld inni í
húsinum, tá ið úthurðin var
latin upp, men hann heldur
ikki, at eldurin sá so stórur
út.
- Men tað dugi eg ikki at
meta um. Hann var í hvussu
er nóg stórur, og roykurin
var nógvur. Tað var eingin
panikkur í, og tíbetur has-
aði alt væl av.
Høvdu ligið eftir á
Gorm Simonsen ber ótta
fyri, at hesi bæði ungu fólk-
ini høvdu ligið eftir á, um
ungu menninir í hýruvogn-
inum ikki høvdu sæð royk-
in og høvdu borið seg so
skjótt at við at hjálpa
teimum út úr húsunum.
Spurdur, um hann heldur,
at tey lógu og svóvu, tá ið
teir komu á dyrnar, sigur
hann, at tað roknar hann
við, men tað dugir hann
sjálvsagt ikki at siga.
- Tá ið tey bæði ungu
fólkini vóru komin út úr
húsunum í øllum góðum,
og løgreglan var komin á
staðið, fekk eg at vita, at eg
kundi fara.
Gorm Simonsen sigur, at
hann koyrdi ungu menninar
niðan á Næmingaheimið
undir Fjalli.
- Teir rindaðu fyri bilin,
og eg fór ein túr aftrat, áðr-
enn eg fór til hús at leggja
meg, sigur hýruvognsførar-
in, sum ikki veit, hvaðani
ungu menninir eru.
Sosialurin hevur roynt at
finna út av, hvørjir hesir
menninir eru, sum stóðu á
odda fyri bjargingini páska-
morgun, men í gjáramorg-
unin hevði ikki eydnast
okkum at fáa orð á teir – ei
heldur nøvnini á teimum.
- Eg havi tikið mína
avgerð, og hon er suv-
eren, men eg vil einki
siga um, hvør avgerð-
in er fyrr enn fríggja-
dagin, tá ið eg fari at
almannakunngera,
hvør nýggja nevndin í
Framtaksgrunni
Føroya verður, sigur
Bjarni Djurholm,
landsstýrismaður
NEVNDARVAL
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í seinasta lagi fríggjadagin,
1. apríl, skal landsstýris-
maðurin í vinnumálum,
Bjarni Djurholm, hava valt
tey fýra umboðini í nevnd-
ina fyri Framtaksgrunn
Føroya.
- Eg havi tikið mína av-
gerð, men eg vil einki siga
um hana, fyrr enn fríggja-
dagin. Í síðstu løtu fari eg at
kunna løgmann, og síðan
fari eg at boða frá fríggja-
dagin, hvør avgerðin er,
sigur landsstýrismaðurin.
Bjarni Djurholm sigur, at
tá ið stig verða tikin polit-
iskt til at skipa vinnuligar
grunnar, endar hetta ofta
við fløkjum, tí tað vísir seg
at vera trupult hjá vinnuni
og politiska myndugleikan-
um at ganga hond í hond.
- Og tá ið tann politiska
skipanin stendur aftanfyri
ein slíkan grunn, er talan
ikki longur um, at tað bara
er landsstýrismaðurin, sum
verður innblandaður, men
fólk sum heild, tí avgerðir-
nar - so ella so - kunnu raka
fleiri. Tað er skjótt at lata
seg ávirka í slíkum málum,
sum so mong hava eina ella
aðra meining um.
Landsstýrismaðurin
heldur tað vera óheppið, at
kreppuloysnir eftir donsk-
um leisti framvegis skulu
hava ávirkan á føroyska
samfelagið.
- Hesar áttu langt síðan at
verið fingnar av vegnum,
sigur Bjarni Djurholm í
stuttari viðmerking.
Skulu hava innlit
Sambært skipanini fyri
Framtaksgrunnin,
skal
nevndin fyri grunnin velj-
ast fyri 1. apríl. Tað er ein
5-mannanevnd, sum mann-
ar grunnin, harav Føroya
Landsstýri
velir
fýra
umboð. Síðan velja tey fýra
sitandi umboðini fimta
nevndarlimin.
Tey, sum manna sitandi
nevnd, eru Dagmar S. Jo-
ensen, formaður, Árni M.
Dam, Sjúrður Horsdal,
Eydna Justinussen og Hans
Andrias Joensen.
Í skipanini stendur, at
nevndarlimir skulu hava
innlit í vinnu-og búskapar-
lig viðurskifti og kunnu
ikki
vera
løgtings-ella
landsstýrislimir.
Framtaksgrunnur Føroya
er vinnurekandi grunnur, ið
hevur sum endamál at gera
íløgur í nýggj ella víðkað
vinnutiltøk
í
Føroyum.
Íløgurnar skulu hava eitt
langsiktað kapitalavkast, ið
stendur mát við váðan.
Eisini leggur Framtaks-
grunnurin dent á verk-
ætlanir við høgum vitanar-
innihaldi.
Íløgan hjá Framtaks-
grunninum kann latast sum
innskot í eginogn ella sum
ábyrgdarlán. Tá ið íløgan
verður latin sum innskot í
eginogn, skal Framtaks-
grunnurin avhenda síni
partabrøv, tá rakstur og
felag metast at hvíla á
einum
burðardyggum
grundarlagi.
Framtaksgrunnur Føroya
skal virka sum íblástur og
samstarvsfelagi hjá tí ein-
staka virkinum.
- Eg beri ótta fyri, at ungu fólkini í hesum húsunum høvdu
ligið eftir á, um ungu menninir í hýruvogninum ikki høvdu
sæð roykin og høvdu borið seg so skjótt at, sigur Gorm
Simonsen, hýruvognsførari
Mynd: Álvur Haraldsen
Nýggj nevnd veljast fyri Framtaksgrunnin:
Bjarni vil einki siga um sína avgerð