Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-03-31, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 31. mars 2005síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 60 - 31. mars 2005 – Fámjinsskjalið ger enda á einum tíðar- skeiði í Føroya Søgu og nú ganga vit ímóti nýggjari tíðum, segði løgmaður FÁMJINSSKJALIÐ Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Nú byrjar eitt nýtt kapittul í Føroya Søgu. So stórt metir Jóannes Eidesgaard tað var, tá ið hann og danski uttanríkis- ráðharrin, Per Stig Møller, skrivaðu undir Fámjins- skjalið í bygdarhúsinum, Vesturhøll, í Fámjin, seinnapartin týsdagin. Fámjinsskjalið er ein felagsyvirlýsing sum stað- festir, at danska stjórnin bindur seg til at samvirka við landsstýrið um at geva føroyingum fult innlit og møguleikan fyri at fáa ávirkan, tá ið trygdarmál og uttanríkismál eru til við- gerðar, sum hava við Før- oyar at gera. Danska stjórnin fer fram- vegis at taka avgerðir vegna ríkið, men har Føroyar eru ein partur, skulu vit hava fult innlit og møguleika at ávirka avgerðirnar. – Hettta er ein søgulig løta, tí nú fáa føroyingar fult innlit og møguleika at ávirka tær avgerðir, sum hava við Føroyar at gera í uttanríkispolitiskum og trygdarpolitiskum høpi. Samstundis bindur danska stjórnin seg til at danskar sendistovur uttan- lands skulu hjálpa føroy- ingum í uttanlandsmálum, eitt nú við at lata føroyingar arbeiða á teimum og við at lata okkum hava útgerð og amboð til taks. Hann vísti á, at tað, sum eyðkendi tíðarskeiðið, sum farið er, og serliga kalda kríggið, var, at týðandi avgerðir vórðu tiknar við- víkjandi Føroyum, uttan at vit yvirhøvur vistu av tí. Hann sipaði millum ann- að til radarstøðina á Sorn- felli. – Nú, vit undirskriva hesa avtaluna, er tann parturin í Føroya Søgu endaður og vit ganga eini nýggjari tíð ímøti. Ein felags ríkisfelagsskapur Við Fámjinsskjalinum hev- ur danska stjórnin bundið seg til at virka fyri at geva føroyingum fult innlit, samstundis sum vit skulu takast við upp á ráð, tá ið avgerðir viðvíkjandi Føroy- um verða tiknar so at vit fáa møguleika at ávirka av- gerðirnar. – Hetta skjalið er við til at vísa, at ríkisfelagsskap- urin er ein felagsskapur, av fólki, sum vil vera saman, sum eru javntssett og har vit taka hvønn annan við uppá ráð, tá ið mál eru fyri, sum viðvíkja hvørjum øðr- um, segði Per Stig Møller, áðrenn hann setti sína undirskrift á skjalið. – Tað hevur stóran týdn- ing, at vit øll føla, at hetta er ein felags ríkisfelags- skapur og hann kallaði tískil Fámjinsskjalið eina yvirlýsing ímillum vinir. Hann segði, at søgan vís- ur okkum, at avgerðir eru tiknar viðvíkjandi Føroy- um, uttan at Føroyar eru eftirspurdar. – Men hetta er fortíð nú tí í okkara døgum er tað nátúrligt, at Føroyar hava avirkan og innlit í tær avgerðir, sum verða tiknar viðvíkjandi Føroyum. – Soleiðis hevur tað verið hesi seinastu árini, men tað er ein fyrimunur at fáa pappír uppá tað, soleiðis at vit eisini fáa trygd fyri, at eisini komandi stjórnir vita, hvussu spælireglarnar eru ímillum teir ymsu partarnir í ríkisfelagsskapinum, har vit eru javntsettir partar, segði Per Stig Møller. – Við hesi avtaluni hava vit tryggjað at Føroyar fáa møguleika at føroyingar fáa møguleika at føra síni sjónarmið fram og sostatt fáa ávirkan á tær avgerðir sum verða triknar. Hann legði kortini dent á, at grundlógina hevði hann ikki heimild at broyta, so tað kom framvegis at vera danska stjórnin, sum tekur avgerðirnar. Løgmaður legði afturat, at hetta er ein nýmótans- gerð av ríkisfelagsskapin- um útfrá einum realpolit- iskum sjónarmiði. Hinvegin var áhugin ikki so stórur at tosa um uttan- ríkispolitsku heimildarlóg- ina, sum hevur sett kílar í samstarvið í ríkisfelags- skapinum. – Tað er eitt mál ímillum føroyingar og forsætismála- ráðarran, segði Per Stig Møller stutt, táið hann varð spurdur um tað. Nú byrjar eitt nýtt kapitt Fámjin var flaggskrýdd hendan søguliga dagin. Her vindur Maria annað f Per Stig Møller og Løgmaður heilsa uppá borgarstjóran í Fámjin, Elina Nielsen, sum býður vælkomin til bygdar Tað var ein søgulig løta, tá ið sáttmálarnir vórðu undirskrivaðir Aftaná fór fylgið í Kirkjuna, har fyrsta føroyska flaggið, hongur. Løgmaður greiðir einum áhugaðum uttanríkisráðharra, frá